Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 2009Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, III, B verður orðað soleiðis:
”B. Traktor: Motordrivið akfar, sum í høvuðsheitum er útgjørt at draga annað akfar ella arbeiðsamboð, og sum er gjørt at ganga í mesta lagi 40 km/t.”
2) § 2, IV verður orðað soleiðis:
“IV
Viðfestiakfar: Akfar, ið er tilgjørt til at verða drigið av øðrum akfari. Viðfestiakfør verða býtt í viðfestivogn, leguvogn og viðfest amboð.
Viðfestivognur: Akfar, sum drigið verður av motordrivnum akfari og er ætlað til fólka- ella vøruflutning, leguvognur tó undantikin.
Leguvognur: Akfar, sum verður koplað upp í motordrivið akfar, so at akfarið ella tess last liggur inn á tað akfarið, sum dregur, og sum er ætlað til fólka- ella vøruflutning.
Viðfest amboð: Annað akfar, sum verður koplað upp í annað motordrivið akfar. Húsvognur er mettur sum viðfest amboð.
Síðuvognur: Akfar við eittans hjóli, sum verður koplað upp í síðuna á motorsúkklu á 2 hjólum, og er ætlað til fólka- ella vøruflutning.”
3) Yvirskriftin yvir § 15 ”Sjúka, overving v.m.” verður broytt til ”Tilvitsávirkandi evni, sjúka, overving v.m.”
4) § 15 verður orðað soleiðis:
”§ 15. Ongin, hvørs blóð, meðan ella aftaná koyrt verður, hevur í sær evni, ið ávirka tilvitið, sum sambært reglum, ásettum av landsstýrismanninum, eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina, má føra ella royna at føra motordrivið akfar Henda áseting verður tó ikki at nýta á evni, sum viðkomandi hevur tikið sambært og í samsvari við eina lógliga ávísing.
Stk. 2. Heldur ongin, sum orsakað av sjúku, veikleika, overving, ovvekri ella undir árini av huglættandi ella doyvandi evnum ella av tílíkum grundum er soleiðis háttaður, at hann ikki er førur fyri at føra akfarið á tryggan hátt, má føra ella royna at føra eitt motordrivið akfar.”
5) Aftaná § 15 verður sum yvirskrift sett:
”Rúsdrekkakoyring v.m.”
6) Í § 16, stk. 1, 1. pkt. verður “0,80o/oo” broytt til: “0,20 promillu, ella um alkoholstyrkin í útandingarluftini, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,10 mg pr. litur luft.”
7) Í § 16, stk. 1, 2. pkt. verður “0,80o/oo” broytt til: “0,20 promillu, ella um alkoholstyrkin í útandingarluftini í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,10 mg pr. litur luft.”
8) § 16, stk. 3 verður strikað, og stk. 4-6 verða hereftir stk. 3-5.
9) Í § 16, stk. 3 verður ”1.-3. stk.” broytt til: ”stk. 1 og 2”.
10) Í § 16, stk. 4 og stk. 5 verður aftaná orðið ”rúsdrekka” sett: ”ella av teimum í § 15, stk. 2 nevndu grundum”
11) Í § 16 a, stk. 1 verður “útandingarroynd” broytt til: “útandingar-, sveitta- ella spýttroynd ella letur eyguni kannað. Løgreglan kann krevja, at ein persónur ger útandingarroynd á øðrum staði, enn komið er fram á hann, um orsøk er til at halda, at hann hevur framt brot á § 16.”
12) Í § 16 a, stk. 2 verður “§ 16, 1.-5. stk.” broytt til: “§ 16, stk. 1-4”
13) Í § 18, stk. 4, nr. 4 verður orðið ”viðfestivogn” broytt til: ”viðfestiakfar”.
14) § 18 c, stk. 3, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst orsakað av rúsdrekkakoyring, kann hann, tá ið frádømutíðin er umliðin, einans afturvinna koyrirættin aftaná at hava luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði), og tá ein eftiransandi koyriroynd er staðin.”
15) Í § 18 c, stk. 3 verður sum nýtt 6. pkt. sett: “Hóast ein koyriroynd er staðin, skal hin dømdi hava luttikið í R/F-skeiði.”.
16) § 18 c, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Er persónur frádømdur koyrirættin treytað, skal hann innan eina freist, sum verður ásett av Akstovuni, til eina eftiransandi koyriroynd. Er koyrirætturin frádømdur treytað vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi áðrenn eftiransandi koyriroyndina hava luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði). Koyrirætturin verður tikin, um viðkomandi ikki stendur royndina ella letur vera við at fara til hana. Eftiransandi roynd verður ikki kravd, um so er, at hin dømdi hevur staðið eina koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði, aftaná tilburðin, sum var orsøk til frádømingina. Hóast ein koyriroynd er staðin, skal hin dømdi hava luttikið í R/F-skeiði.”.
17) § 18 c, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um innihaldið í koyrifrálæruni og um fremjingina av R/F-skeiðunum í sambandi við endurvinning av koyrirættinum aftaná eina treytaleysa ella treytaða frádøming, og um eftiransandi koyriroynd, herundir um afturtøku av koyrirættinum sbrt. stk. 4.”
18) Í § 18 d, verður aftaná stk. 1, sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Er koyriforboð givið eftir § 59 h fyri tilburðir, sum eru umfataðir av § 59 a, stk. 1, nr. 2, kann førarin einans fáa koyrirættin aftur, um hesin frammanundan hevur luttikið í einum R/F-skeiði og hevur staðið eina eftiransandi koyriroynd.”
Stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5.
19) Í § 18 d, stk. 4 verður “Serlig koyrifrálæra skal verða gjøgnumførd” broytt til: “Serlig koyrifrálæra ella R/F-skeið skal verða gjøgnumført”.
20) Í § 24, stk. 2 verður “politimaður báknar” broytt til: “løgreglan gevur tekn”.
21) Í § 24 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Ávísingar sambært stk. 1 og 2 ganga fram um ferðslureglurnar.”
Stk. 3 verður hereftir stk. 4.
22) § 33 a, stk. 1, nr. 6 verður orðað soleiðis:
“6) á strekki, har akbreytin framman fyri vegamót við hindrunarstriku er løgd sundur í farbreytir ella 5 m áðrenn, eitt slíkt strekki byrjar,”
23) Í § 36 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Tað er bannað at hava ferðafólk í last- ella vørurúmi í akfari. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undantak frá 1. pkt.”
Stk. 3-5 verða hereftir stk. 4-6.
24) Yvirskriftin yvir § 42, § 42 og § 42 a verða strikað, og í staðin verður sett:
“Trygdarbelti
§ 42. Um sæti í einum bili ella á tríhjólaðari motorsúkklu hevur trygdarbelti, skal hetta undir koyring nýtast av tí persóni, sum í sætinum situr, sbr. tó stk. 2 og 3 og § 42 b. Saman við trygdarbelti kann selakoddi verða nýttur.
Stk. 2. Skyldan at nýta trygdarbelti er ikki galdandi undir bakking ella undir koyring á parkeringsplássi, bensinstøð, verkstaðarøki ella undir líknandi viðurskiftum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir persónar sleppa undan skylduni at nýta trygdarbelti, sbr. stk. 1, heruppií í sambandi við serstøk sløg av koyring.
Stk. 4. Bilførarin skal ansa eftir, at ferðandi, sum ikki eru fylt 15 ár, nýta trygdarbelti í samsvari við stk. 1 og reglum, ásettar sambært stk. 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at førarin av einum bussi heilt ella lutvíst sleppur undan skylduni sambært stk. 4, og um hvørji tiltøk førarin í staðin skal gera.
Trygdarútgerð til børn
§ 42 a. Tá koyrt verður í øðrum bilum enn bussum ella á tríhjólaðari motorsúkklu, ið hava sæti til ferðandi við trygdarbelti, skulu børn, ið eru minni enn 135 cm, undir koyring nýta góðkenda trygdarútgerð, sum er tillagað hædd og vekt barnsins, sbr. tó stk. 5.
Stk. 2. Í øðrum bilum enn bussum, ið ikki hava sæti við trygdarbelti til ferðandi, har góðkend trygdarútgerð, tillagað hædd og vekt barnsins, kann verða sett í, kunnu børn undir 3 ár ikki verða flutt, meðan børn, sum eru 3 ár og eldri og undir 135 cm, einans kunnu verða flutt á einum øðrum sæti enn forsetrinum, sbr. tó stk. 5.
Stk. 3. Børn kunnu ikki verða flutt í bili í barnastóli, ið vendur aftureftir, á einum sæti, sum hevur stoytkodda frammanfyri, um ikki stoytkoddin er gjørdur óvirkin.
Stk. 4. Tá koyrt verður í bussi, skulu børn, sum eru 3 ár og eldri, og sum eru undir 135 cm, nýta trygdarbelti ella aðra góðkenda trygdarútgerð, í tann mun sætið hevur hetta, sbr. tó stk. 5.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtsluna av trygdarútgerð, tá børn undir 135 cm verða flutt, heruppií um, at stk. 1, 2 og 4 heilt ella lutvíst ikki skulu nýtast.
Stk. 6. Bilførarin skal ansa eftir, at reglurnar í stk. 1-4 og reglur, ásettar sambært stk. 5, verða hildnar.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at bussførari heilt ella lutvíst kann sleppa undan teirri í stk. 6 nevndu skyldu, og um hvørji tiltøk førarin í staðin skal gera.
Stk.8. Til tess at hava eftirlit við, at reglurnar í stk. 1, 2 og 4 og reglur, ásettar við heimild í stk. 5, sbr. stk. 6, verða hildnar, kann løgreglan til eina og hvørja tíð krevja, at eitt barn, ið verður flutt í bili ella á tríhjólaðari motorsúkklu, verður mátað og vigað. Løgreglan mátar og vigar barnið.
Talið á ferðandi, ið lógliga kunnu verða flutt
§ 42 b. Talið á ferðandi á forsetrinum í einum bili, má ikki fara upp um talið á sitiplássum til ferðandi, sum hava trygdarbelti. Ásetingin í 1. pkt. verður at nýta samsvarandi viðvíkjandi flutningi av ferðandi á baksetrinum ella baksetrunum í einum bili.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, 1. pkt. verður ikki at nýta á flutning í bilum, har sitiplássini til ferðandi á forsetrinum ikki hava trygdarbelti. Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. verður ikki at nýta á flutning av ferðandi í bilum, har sitiplássini á baksetrinum ella baksetrunum ikki hava trygdarbelti.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at stk. 1 ikki skal verða nýtt í serligum førum, heruppií tá flutt verða ferðandi, sum sambært reglum, ásettar sambært § 42, stk. 3 og § 42 a, stk. 5, sleppa undan at nýta trygdarútgerð, og tá tað snýr seg um serstøk sløg av koyring.
Stk. 4. Tann ferðandi hevur skyldu til at ansa eftir, at ásetingin í stk. 1 og reglur, ásettar sambært stk. 3, verða hildnar. Fyri ferðandi, ið ikki eru fylt 15 ár, skal førarin tó síggja til, at reglan í stk. 1 og reglur, ásettar sambært stk. 3, verða hildnar.
Fallhjálmar
§ 42 c. Førari av tvíhjólaðari motorsúkklu, ella av motorsúkklu við síðuvogni, og av prutli, og øll ferðandi, sum fylt eru 15 ár, skulu, meðan koyrt verður, nýta fastspentan fallhjálm við hjálmglugga. Um fallhjálmur ikki hevur hjálmglugga, skulu verndarbrillur nýtast.
Stk. 2. Førarin skal síggja til, at hvør, sum við er, ið hevur fylt 8 ár, men enn ikki 15 ár, er í fastspentum fallhjálmi við hjálmglugga. Um fallhjálmur ikki hevur hjálmglugga skulu verndarbrillur nýtast.
Stk. 3. Skyldan til at nýta fallhjálm er ikki galdandi, meðan koyrt verður á bilaplássi, tænastustøð, verkstaðarrúmi ella í líkum umstøðum.
Stk. 4. Landsstýrið kann áseta reglur um undantøkur frá skylduni at nýta fallhjálm.”
25) Í § 43 verður sum stk. 5 sett:
”Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um trygdarbúna og aðra útgerð hjá førara og ferðandi á motorsúkklu og í síðuvogni hennara.”
26) § 44, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. § 45, stk. 2 og 3 um pláss á vegnum og koyring um krossveg er eisini galdandi fyri prutl, tó soleiðis, at um prutl skal sneiða til vinstru á krossvegi við meira enn einari farbreyt, har tann eina er til sneiðing til vinstru, kann prutlið stilla seg mitt í hesi farbreyt. Prutlið skal tá sneiða soleiðis, at tá tað fer av krossvegnum, skal tað vera statt høgrumegin á teirri akbreyt, ið tað sneiðir inn á. § 29 b, stk. 2 er galdandi, tá sneitt verður til vinstru.”
27) § 58, verður orðað soleiðis:
“§ 58. Rúsdrekkakoyring við motorakfari, traktori ella motoramboði og brot á § 15, stk. 1 ella 2 verður revsað við sekt, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Revsingin eftir stk. 1 kann hækka til hefti ella fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, um
1) alkoholstyrkin, meðan koyrt verður ella aftaná, hevur verið oman fyri 2,00 promillu í blóðinum ella oman fyri 1,00 mg pr. litur luft í útandingarluftini. Sama er galdandi í ella aftaná tíðarbilið, sum nevnt er í § 16, stk. 1, 2. pkt., um alkoholstyrkin í blóðinum er farin upp um 2,00 promillu ella er farin upp um 1,00 mg pr. litur luft í útandingarluftini,
2) førarin undir serliga herðandi umstøðum hevur brotið § 15, stk. 2,
3) førarin verður funnin sekur í fleiri tilburðum av rúsdrekkakoyring ella broti á § 15, stk. 1 ella 2,
4) førarin áður er dømdur at missa koyrirættin treytað vegna rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1 ella 2, og nýggi tilburðurin er framdur innan 3 ár eftir, at fyrra avgerðin varð endalig,
5) førarin áður hevur fingið koyriforboð sambært § 59 h vegna rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1 ella 2, og nýggja brotið er framt innan 3 ár eftir, at avgerðin um koyriforboðið varð endalig,
6) førarin áður er dømdur at missa koyrirættin treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk. 1 ella 2, og nýggja brotið er framt innan 5 ár eftir, at frátøkutíðin er úti,
7) rúsdrekkakoyring ella brot á § 15, stk.1 ella 2 er farið fram við óheimilaðari nýtslu av einum motorakfari, einum traktori ella einum motoramboði, sbr. § 293, stk. 1 í revsilógini, ella
8) førarin verður funnin sekur í tilburði, ið er fevndur av § 59 a, stk. 1, nr. 1, 3, 4 ella nr. 5.
Stk. 3. Rúsdrekkakoyring við prutli verður revsað við sekt. Er hin seki áður dømdur fyri rúsdrekkakoyring, kann revsingin hækka til hefti ella fongsul í upp til 1 ár.
Stk. 4. Brot á § 18, stk. 1, § 18 a, stk. 1 og stk. 4 og § 26, stk. 1 verður revsað við sekt, ella, um umstøðurnar eru herðandi, við hefti ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 5. Tann, sum koyrir motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, hóast viðkomandi treytaleyst er frádømdur rættin til at vera ella gerast førari á tílíkum akfari, verður revsaður við sekt. Revsingin kann hækka til hefti ella fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, um førarin
1) verður funnin sekur í koyring í fleiri førum í frádømingartíðini, ella
2) áður er revsaður fyri koyring í frádømingartíðini.
Stk. 6. Sektir sambært stk. 1, verða ásettar við atliti at inntøkuviðurskiftunum hjá viðkomandi, tá brotið varð framt. Tá støddin á sektini fyri rúsdrekkakoyring verður ásett, skal fyrilit eisini verða tikið fyri alkoholstyrkini í blóðinum ella í útandingarluftini, meðan koyrt verður ella aftaná.
Stk. 7. Sektir sambært stk. 5 verða ásettar við atliti at inntøkuviðurskiftunum hjá viðkomandi, tá brotið varð framt. Sama er galdandi fyri sektir, ið sambært § 58 í revsilógini verða givnar í sambandi við treytaða fongsulsrevsing, ásett sambært stk. 2 ella stk. 5.
Stk. 8. Frávik kann verða gjørt frá ásetingunum í stk. 6 og 7, um serligar grundir tala fyri tí.”
28) Í § 58 a, stk. 1, nr. 1 verður “§ 36, stk. 1-3” broytt til “§ 36, stk. 1-4”. Harumframt verður “§ 42, stk. 1 og stk. 6, § 42 a, stk. 1-2” broytt til: “§ 42, stk. 1 og 4, § 42 a, stk. 6, § 42 b, stk. 4, § 42 c, stk. 1-2”
29) Í § 58 a, verður aftaná stk. 8 sett:
“Stk. 9. Sektir fyri brot á hesa lóg og fyri brot á reglur, givnar sambært lógini, verða ásettar til upphæddir, sum kunnu býtast við 500 kr., sbr. tó stk. 2.
Stk. 10. Sektir til persónar við serliga lágari inntøku kunnu ásetast til upphæddir, ið ikki kunnu býtast við 500 kr. Slíkar sektir kunnu tó ikki ásetast til upphædd undir 300 kr.
Stk. 11. Hevur nakar við einari ella fleiri gerðum brotið hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, og brotini verða revsað við sekt, verða sektirnar fyri hvørt brotið lagdar saman. Hevur nakar við einari ella fleiri gerðum brotið hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, og eina ella fleiri aðrar lógir, og brotini verða revsað við sekt, verða sektirnar fyri hvørt brotið á hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, lagdar saman við sektunum fyri brot á hina ella hinar lógirnar.
Stk. 12. Hevur nakar við einari ella fleiri gerðum brotið hesa lóg ella reglur, givnar sambært lógini, og eitt av brotunum verður revsað við hefti ella fongsli, meðan eitt annað brot verður revsað við sekt, dømir rætturin eina sekt umframt hefti ella fongsulsrevsing. Sama er galdandi, um nakar við einari ella fleiri gerðum hevur brotið hesa lóg ella reglur, givnar við heimild í hesi lóg, og eina ella fleiri aðrar lógir, og brotið á hesa lóg ella reglur, givnar sambært hesi lóg, verður revsað við sekt, og brotið á hina ella hinar lógirnar verður revsað við hefti ella fongsulsrevsing.
Stk. 13. Vikið kann verða frá reglunum í stk. 11 og 12, tá serligar grundir tala fyri tí.”
30) Í § 58 g, stk. 1 verður ”rúsdrekka- ella promillukoyring” broytt til: ”rúsdrekkakoyring”
31) Í yvirskriftini yvir § 59 verður ”Rúsdrekka- og promillukoyring” broytt til: ”Rúsdrekkakoyring”.
32) § 59 verður orðað soleiðis:
“§ 59. Rætturin til at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl, skal frádømast førara av slíkum akfari treytaleyst, um hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er hægri enn 0,50 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft.”
33) Í § 59 a, stk. 1 verður nr. 2 orðað soleiðis:
”2) hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er 0,50 promillu ella lægri, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini ikki er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft.”
34) Í § 59 a, stk. 1 verður aftaná nr. 5, sum nýtt nr. sett:
”6) hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, ella framt brot á § 15, stk. 2, sum ikki er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5.
Nr. 6 verður hereftir nr. 7.
35) Í § 59 a, stk. 2, verður aftaná nr. 4, sum nýtt nummar sett:
”5) undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,”
Nr. 5-7 verða hereftir nr. 6-8.
36) Í § 59 a, stk. 4, nr. 1 verður “§ 42, stk. 6, § 42 a, stk. 2” broytt til: “§ 42, stk. 4, § 42 a, stk. 6, § 42 b, stk. 4, 2. pkt., § 42 c, stk. 2”
37) § 59 a, stk. 4, nr. 2 verður orðað soleiðis:
”2) § 24, stk. 1 og 2, um brotið umfatar, at koyrt er fram, hóast ljóssignalið er reytt, at koyrt er móti ferðsluleiðini, ella at farið er yvir um hindrunarstrikur,”.
38) § 59 b, verður orðað soleiðis:
”§ 59 b. Treytaleys frádøming verður gjørd fyri eitt tíðarskeið upp á millum 6 mánaðir og 10 ár, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Treytaleys frádøming fyri rúsdrekkakoyring við eini alkoholstyrki upp á oman fyri 1,20 promillu í blóðinum, ella 0,60 mg pr. litur luft í útandingarluft, ella fyri brot á § 15, stk. 2, ið er fevnt av § 59 a, stk. 2, nr. 5 og er dømt at geva treytaleysa frádøming, verður gjørd fyri eitt tíðarskeið, sum í minsta lagi er 3 ár.
Stk. 3. Frádømingin kann verða gjørd fyri alla tíð, um førarin undir koyringini hevur framt grovt koyrimistak, koyringin hevur elvt til álvarsaman persónsskaða, og slíkar upplýsingar eru um brot, sum førarin áður hevur framt á ferðslulógina, at ein frádøming av førararættinum fyri alla tíð, verður mett neyðug við fyriliti fyri ferðslutrygdini og rættarverjuni.”
39) § 59 f, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
40) Í § 59 f, stk. 2 verður “og 2” strikað.
41) Í § 59 h verður aftaná ”er gjøgnumførd” sett: ” ella luttikið er í R/F-skeiði, sbr. § 18 d, stk. 1 og 2,”
§ 2
Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2009.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann til 1. januar 2012 verða flutt eitt størri tal av ferðandi á baksetrinum ella baksetrunum í persónbilum, enn tað er tal á sitiplássum, ið hava trygdarbelti.
Stk. 3. Persónar, sum innan 1. oktober 2009 fyri alla tíð, sbr. § 59 b í ferðslulógini, eru frádømdir rættin at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, kunnu fáa koyrirættin aftur, tá 10 ár eru fráliðin frá seinasta dóminum, við hvørjum viðkomandi varð frádømdur koyrirættin fyri alla tíð, um ikki viðurskifti, sum eru nevnd í § 59 b, stk. 3, sum tey eru orðað í § 1, nr. 38 í hesum lógaruppskoti, tala ímóti endurvinning av koyrirættinum.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1, kann inntil 1. oktober 2010 verða søkt um at fáa koyrirættindini aftur eftir reglunum í § 59b, stk. 2, um viðkomandi í minst 1 ár hevur yvirhildið eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.
Tórshavn, 11. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Annika Olsen (sign.)
Lm. nr. 127/2008