Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2011Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum, verða í § 1 gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stk. 1. Landsstýrismaðurin setur kærunevnd í lendismálum við trimum nevndarlimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, hinir tveir skulu vera ávikavist byggikønur og landmálarakønur. Fyri formannin og hinar nevndarlimirnar verða valdir tiltakslimir við samsvarandi sakkunnleika. Starvstíðin hjá nevndarlimum og tiltakslimum er 4 ár. Nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur.”
2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Limirnir fáa fasta mánaðarliga samsýning, tó fáa innkallaðir tiltakslimir fundarsamsamsýning eftir reglum landsins um fundarpening. Ferðaútreiðslur verða goldnar eftir reglum landsins um ferðapening.”
3) Í § 1 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Nevndarformaðurin kann einsamallur taka avgerð um at játta ella sýta steðgandi virknað í kærumálum, tá slík avgerð ikki tolir at bíða. Nevndarformaðurin skal uttan drál kunna nevndina um slíka avgerð.“
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Tórshavn, 17. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 144/2010