Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. juli 1978Nr. 49
Løgtingslóg um val til Løgtingið, sum seinast broytt við kunngerð nr. 102 frá 15. september 2023
I. Tinglimir og valdømir
§ 1. 1) Løgtingið hevur 33 limir, sum verða valdir við lutfalsvali.
II. Valrættur og valbæri.
§ 2. 2) 3) Valrætt til Løgtingið hevur hvør, ið fylt hevur 18 ár, hevur danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum, uttan so er, at hann er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6.
Stk. 2. 4) Valbær til løgtingið eru tey, sum hava valrætt til tingið, uttan so at viðkomandi er straffaður fyri gerð, sum í vanligum umdømi ger hann óverdan at vera løgtingslimur, um ikki henda fylgja av dóminum er burturfallin.
Stk. 3. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.
§ 2 a. 5) Persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um teir annars lúka treytirnar í § 2.
Stk. 2. Teir í stk. 1 nevndu persónar hava tó bert valrætt, um so er, at teir frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
III. Vallistar og valkort 3)
§ 3. 3) Í hvørjari kommunu letur kommunustýrið gera listar yvir veljarar, ið hava fastan bústað í kommununi. Eru fleiri valstøð í somu kommunu, verður ein listi gjørdur fyri hvørt øki sær.
§ 4. 3) Vallistarnir skulu hava teigar til raðnr., navn, aldur, starv, bústað og til at seta kross við. Nøvnini verða sett í bókstavarøð.
§ 5. 2) Vallistarnir verða gjørdir, tá ið val er útskrivað, við fólkayvirlitinum sum grundarlag. Á vallistan verða skrivaðir teir persónar, sum valdagin lúka aldurstreytina og hinar treytirnar fyri valrætti.
§ 6. 2) 3) Skjótast til ber, aftan á at valið er útskrivað, skulu vallistarnir leggjast fram til alment eftirlit og liggja frammi í minsta lagi í eina viku á einum staði ella eftir umstøðunum á fleiri støðum í kommununi, sum liggja høgliga fyri hjá íbúgvunum.
Stk. 2. 3) Beint sum vallistarnir eru gjørdir, sendir kommunustýrið valkort til teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kommununi. Á valkortinum skal verða upplýst navn og bústaður veljarans og raðnr. á vallista umframt kunning um valstað, valdag og upplatingartíðir.
Stk. 3. Í seinasta lagi 10 dagar áðrenn valið, kunnger landsstýrismaðurin dag og tíð fyri valið. Samstundis skal landsstýrismaðurin kunna um, at:
1) vallistar liggja frammi til alment eftirlit,
2) valkort verða send út, og
3) til avvarðandi kommunur skulu stílast kærur um:
a) at persónur ikki er komin á vallistan,
b) at persónur av órøttum er tikin við, og
c) um manglandi valkort ella valkort við feili ella mangli.
§ 7. 2) 3) Kommunustýrið skal uttan drál viðgera innkomnar kærur sambært § 6. Vísir tað seg, at mangul ella feilir eru í valkorti ella vallista, skal mangul ella feilur rættast við at útskriva nýtt valkort, og rætting gerast í vallista. Tílíkir feilir kunnu rættast til og við valdagin.
§ 8. 3) Persónur, sum stendur á vallista, skal, um hann meldar flyting úr kommununi, strikast á vallistanum í tí kommununi, hann flytur úr, og setast á vallista í tí kommunu, hann flytur til.
Stk. 2. Striking av vallista ella upptøka á vallista kann tó ikki fara fram minni enn 14 dagar áðrenn valið.
§ 8 a. 5) 3) Veljarar, sum koma undir reglurnar í § 2 a, verða settir á vallista í teirri kommunu, har teir seinast hava staðið skrásettir í fólkayvirlitinum. Áheitan um upptøku á vallistan skal sendast hesi kommunu. Áheitanin skal skrivast á formála, ið er góðkendur av landsstýrismanninum. Avgerðir um upptøku á vallistan eru galdandi í 2 ár um ferðina frá avgerðardegnum at rokna.
Stk. 2. Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista eftir § 2 a.
Stk. 3. 3) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um upptøku á vallista av veljarum eftir § 2 a.
§§ 9, 10 og 11 (Strikað). 2)
IV. Løgtingsvalnevnd 1)
§ 12. 6) 1) 3) Landsstýrismaðurin velur fyri 4 ár eina valnevnd við 3 limum og 1 tiltakslimi fyri hvønn av limunum. Nevndin skipar seg sjálv. Limirnir hava skyldu at taka við starvinum uttan so, at teir hava fylt 60 ár ella eftir landsstýrismansins meting hava lógligt forfall.
Stk. 2. 3) Løgtingslimur ella valevni, kann ikki vera limur ella tiltakslimur í løgtingsvalnevndini. Er valnevndin ikki fullmannað, tilnevnir landsstýrismaðurin nýggjar limir.
§ 13. Formaðurin í løgtingsvalnevndini tekur sær av øllum fyrireikingunum av sjálvum valinum og tekur ímóti valevnislistum og øðrum fráboðanum til valnevndina. Skjótast gjørligt aftaná at freistin at lata valevnislistar inn er úti, úvegar hann neyðugar atkvøðuseðlar til valið.
Stk. 2. 3) Valnevndin ansar eftir, at valstýrini á teimum einstøku valstøðunum hava alt greitt til atkvøðugreiðsluna. Við at spyrja seg fyri hjá formonnunum fyri valstýrunum, tryggjar nevndin sær, at vallistarnir eru tøkir til nýtslu undir atkvøðugreiðsluni. Valnevndin sendir skjótast gjørligt, aftan á at freistin at senda valevnislistar inn er lokin, valstýrinum tað neyðuga talið av atkvøðuseðlum. Kommunurnar hava skyldu at ávísa hølir til atkvøðugreiðsluna og at útvega neyðugt tal av atkvøðukøssum og atkvøðurúmum, sum lúka treytirnar í § 20, stk. 2.
Stk. 3. Allar avgerðir verða tiknar við atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, ræður atkvøða formansins.
§ 14. 3) Valnevndin førir gerðabók og í hesa verður at føra alt av týdningi, sum viðvíkir valinum, serstakliga upplýsingar um móttiknar vallistar og talið av útvegaðum atkvøðuseðlum til valið, talið av greiddum gyldugum atkvøðuseðlum, talið av atkvøðum til hvønn flokk, sum hevur stillað upp til valið og talið av atkvøðum til hvørt av hesum valevnum og til hvørt av uttanflokkavalevnunum og hvat valnevndin avger er úrslitið av valinum. Gerðabókin verður undirskrivað av valnevndini og goymd av formanninum.
Stk. 2. 3) Í seinasta lagi dagin eftir at valið er gjørt endaliga upp, skal formaðurin í valnevndini senda landsstýrismanninum eina váttaða útskrift úr gerðabókini um, hvat ført er í gerðabókina um valið.
V. Útskriving av vali.
§ 15. 2) 7) 8) Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn. Løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.
Stk. 2. 1) 3) Verður val, antin tí at løgtingið ella løgmaður hava skrivað út nýval, sendir løgmaður alt fyri eitt út kunngerð um hetta og ásetir valdagin við í minsta lagi 4 viku freist og í mesta lagi 5 viku freist, eins og løgmaður samstundis sigur valnevndini frá hesum. Valnevndin sendir skjótast gjørligt øllum valstýrum fráboðan frá hesum.
Stk. 3. 3) Tá ið val til Løgtingið skal fara fram, boðar løgtingsformaðurin skjótast til ber og í seinasta lagi eina viku eftir, at val er útskrivað, landsstýrismanninum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har. Í seinasta lagi kl. 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað, kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum.
Stk. 4. 3) Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin og váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkomandi er á vallista. Váttanir, sum eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast. Veljarin skal vera lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift.
Stk. 5. Fráboðan um stovnan av nýggjum flokki er galdandi til fyrstkomandi val fer fram, tó í minsta lagi í eitt ár frá fráboðanardegnum.
§ 16. 1) Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins. Hvør flokkur eigur um gjørligt at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val.
Stk. 2. Skjótast gjørligt aftaná tær í § 15 nevndu freistir boðar løgmaður frá, hvørjir flokkar hava rætt til at taka lut í valinum og hvørja bókstavamerking, hvør flokkur hevur fingið til valevnislistar sínar.
VI. Valevnislistar
§ 17. 2) 9) 1) Valið fer fram eftir listum, har ávísir persónar bjóða seg fram sum valevnir.
Stk. 2. 1) Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn talið av løgtingslimum, ið veljast skulu. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur.
Stk. 3. 3) Valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði. Nøvnini verða sett í bókstavarøð. Um valevni ikki ynskir at verða sett við fullum navni á atkvøðuseðilin, skal tað tilskilast, hvussu navnið skal setast á. Eftirnavn ella millumnavn umframt í minsta lagi eitt fornavn ella forbókstavur hjá valevni skal altíð setast á atkvøðuseðilin. Bert millum- og eftirnøvn, sum valevni hevur rætt til at nýta eftir lóggávuni, ella millumnøvn, sum eru fráboðað fólkayvirlitinum, kunnu setast á atkvøðuseðilin. Ístaðin fyri fornavn, kann nýtast kallinavn, sum er eitt avbrigdi av fornavni.
Stk. 4. 1) 3) Valevnislistarnir mugu vera formanninum í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 2 vikur frammanundan valdegnum.
Stk. 5. 3) Listin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum er fráboðaður sbrt. § 16, stk. 2, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Valevnini og stillararnir kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Eisini kunnu valevnini í staðin fyri við undirskrift, vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi o.tl. Listin skal vera latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er móttikin og nær.
Stk. 6. 1) Ongin má stilla upp samstundis til val sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar ímóti hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugt.
Stk. 7. Ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki roknast sum stillari hjá nøkrum lista.
Stk. 8. 3) Um valevnislisti verður lýstur ógildugur, ella um valevni verður strikað av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt og í øllum førum fyri valið, verða send tí umboði fyri flokkin ella tí stillara, sum listan hevur latið inn.
Stk. 9. 3) Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.
§ 18. 1) 3) Stillar sami flokkur fleiri listar upp, setur valnevndin eitt tal aftrat bókstavamerkinum (A1, A2, A3 o.s.fr.).
Stk. 2. 1) 3) Valevnislistar, sum ikki eru góðkendir av flokki, verða at rokna sum uttanflokkalistar.
VII. Atkvøðuseðlar
§ 19. 3) Løgtingsvalnevndin útvegar til valið atkvøðuseðlar og sendir neyðugt tal av atkvøðuseðlum til hvørt valstað. Atkvøðuseðlarnir skulu verða soleiðis gjørdir, at teir kunnu faldast soleiðis, at óviðkomandi ikki sær, hvussu atkvøtt er.
Stk. 2. Atkvøðuseðilin skal í skilligum prenti innihalda upplýsing um valdag og valár, bókstav- og floksfrámerkir (vallisti A, vallisti B o.s.fr.) í so nógvum reglum sum talið á valevnislistum og harumframt nøvnini á øllum valevnunum í somu raðfylgju og við somu nummarmerking, sum tey eru lýst í valevnislistunum. Aftaná flokkslistarnar verða settir møguligir uttanflokkalistar við heitinum “uttanflokkalisti” (1, 2, 3 o.s.fr.).
Stk. 3. Valevnislistarnir skulu vera skildir hvør frá øðrum við prentaðari grovari striku, meðan nøvnini á valevnunum verða skild hvørt frá øðrum við tunnari prentaðari striku.
Stk. 4. Onki annað orð, bókstavur, tal ella frámerki má vera á nøkrum atkvøðuseðli, hvørki við prentaðari skrift ella á annan hátt.
VIII. Valstøð, valstýrir, valhøli v.m.
§ 20. 3) Atkvøðugreiðslan á hvørjum valstaði verður fyriskipað undir leiðslu av einum valstýri, sum sett er av kommunustýrinum. Hoyra bygdir úr ymsum kommunum til sama valstað, ger landsstýrismaðurin av, hvussu nógvar limir avvarðandi kommunur skulu velja. Stýrið hevur í minsta lagi 3 og hægst 5 limir og skipar seg sjálvt. Valstýrið førir gerðabók, sum kommunustýrið lóggildir.
Stk. 2. 8) 3) Atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum kommunustýrið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúmini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða.
Stk. 3. 3) Kommunustýrið útvegar ein ella fleiri atkvøðukassar, ið skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram, og annars soleiðis háttaðir, at ongin atkvøðuseðil kann verða tikin upp úr, uttan kassin verður latin upp.
Stk. 4. 3) Í atkvøðuhølunum skulu yvirlit yvir valevnislistarnar vera uppsligin. Somuleiðis skal vera uppsligin ein vegleiðing fyri veljararnar, sum skal innihalda tær greinir í hesi lóg, sum mest týdning hava fyri sjálvt valið.
§ 21. 3) Val fer fram á teimum valstøðum, sum tilskilað eru á viðhefta skjali til hesa lóg. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð broyta valstøðini. Onki valstað kann hava færri enn 10 veljarar.
IX. Atkvøðugreiðsla á valdegnum
§ 22. 8) Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
§ 23. Valið byrjar við, at formaðurin í valstýrinum lesur upp nøvnini á valevnunum í somu raðfylgju sum á atkvøðuseðlunum. Formaðurin vísir fram atkvøðukassarnar, soleiðis at tað sæst, at teir eru tómir, og síðan verða teir læstir.
Stk. 2. Tey, ið hjástødd eru, meðan valið fer fram, hava skyldu at lýða boðum formansins, soleiðis at valið í allar mátar kann fara fram siðiliga.
§ 24. 3) Veljararnir koma fram at valborðinum soleiðis, sum teir vilja sjálvir, og sum høvi gevst at atkvøða. Veljarin skal hava valkortið við sær. Hevur veljarin ikki valkortið við sær, verður nýtt kort at skriva. Eftir at valstýrið (valstýrararnir ella hjálparfólkið) hevur vissað sær, at veljarin er tann, sum hann sigur seg at vera, og um hann stendur á vallistanum, verður hann avmerktur á vallistanum. Samstundis sum veljarin verður avmerktur á vallistanum, skal hann lata inn valkortið, sum síðani verður lagt saman við teim kortum, sum latin eru inn, í somu raðfylgju, sum veljararnir verða avgreiddir. Síðan verður atkvøðuseðilin útflýggjaður.
Stk. 2. 3) Er veljari, sum møtir á valstaðnum, longu avmerktur á vallista, tí hann hevur brævatkvøtt smbr. § 42, stk. 1, verður brævatkvøða hansara tikin frá teimum brævatkvøðum, sum verða at rokna uppí smbr. § 42, stk. 3, og løgd til brævatkvøður, sum ikki verða at rokna uppí smbr. § 42, stk. 2.
Stk. 3. Tá veljarin hevur fingið atkvøðuseðilin útflýggjaðan, fer hann beinanvegin inn í atkvøðurúmið, har ongin annar má vera inni (sí tó § 26). Her fer avgreiðslan fram á tann hátt, at veljarin setur kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista.
Stk. 4. Veljarin leggur nú atkvøðuseðilin soleiðis saman, at ongin annar sær, hvussu atkvøtt er, og koyrir hann beinanvegin í atkvøðukassan, meðan ein úr stýrinum ella ein hjálparmaður tess sær.
§ 25. Veljarar, ið vilja taka lut í valinum valdagin, mugu møta persónliga. Tó kunnu sjófólk, sjúk og onnur, ið hava ikki møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum sjálvan valdagin, greiða atkvøðu við innsending av brævatkvøðu, smbr. §§ 35-43.
§ 26. 8) 10) Um veljari møtir til val og sigur seg ikki føran fyri einsamallan at greiða atkvøðu sum ásett, kann hann fáa hjálp til hetta frá tveimum limum í valnevndini, valstýrinum ella hjálparfólkum.
Stk. 2. 10) Um veljari ikki er førur fyri at koma sær inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið, og skulu í hesum føri tveir persónar, sum eru limir í valnevndini, valstýrinum ella hjálparfólk vera hjástaddir, og um neyðugt veita honum hjálp við atkvøðugreiðsluni.
Stk. 3. 10) Veljarin kann krevja, at annar av persónunum, sum veitir hjálp við atkvøðugreiðsluni, sbrt. stk. 1 ella 2, verður skiftur út við ein persón, sum veljarin sjálvur vísir á.
Stk. 4. 10) Limir í valnevndini, valstýrinum, hjálparfólk og persónar, sum veljarin sjálvur vísir á, hava tagnarskyldu, tá ið teir veita hjálp sbrt. stk. 1-3.
§ 27. Um atkvøðuseðil aftaná at vera útflýggjaður veljaranum, men áðrenn hann er koyrdur í atkvøðukassan, vísir seg at vera ónýtiligur, ella hann av óansni ella misgáum verður gjørdur ónýtiligur, kann veljarin móti at lata inn aftur hin upprunaliga seðilin fáa nýggjan seðil og greiða atkvøðu av nýggjum. Tann ónýtiligi seðilin verður gjørdur ógildur.
Stk. 2. Tá ið steðgur kemur í atkvøðugreiðsluna, aftaná ta klokkutíð, sum ásett er at enda valið, smbr. § 22, skal valið verða lýst liðugt, tó soleiðis at limir í valstýrinum og hjálparfólk tess tá beinanvegin hava rætt til at atkvøða og lata inn egnu atkvøðuseðlar sínar.
Stk. 3. 8) Valstýrið skal síggja til, at veljararnir ikki verða órógvaðir ella ávirkaðir av valagitatión ella øðrum í valhølinum, ella beint við valhølið. Øll, sum eru í valhølinum, skulu annars gera eftir boðum frá valstýrinum.
X Atkvøðuteljingin.
§ 28. So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.
Stk. 2. 3) Áðrenn atkvøðuteljingin byrjar, verða atkvøðuseðlarnir tiknir upp úr atkvøðukøssunum, og verða teir síðani blandaðir og býttir javnt millum neyðugt tal av teljingarbólkum, samansettir av valstýrislimum og hjálparfólki. Hvør bólkur sær leggur í rúgvu fyri seg atkvøðuseðlar, sum greiddir eru fyri sama valevnislista, og telur so upp, hvussu nógvar atkvøður hvør av valevnislistunum hevur fingið við atkvøðugreiðsluna. Ein atkvøðuseðil er givin fyri tí valevnislista, innanfyri hvørs teigi veljarin hevur sett kross. Verður ivi um gildi av einum atkvøðuseðli, ella um hvørjum valevnislista atkvøtt er fyri, verður hesin atkvøðuseðil ikki taldur við í fyrsta umfari, men verður lagdur til viks fyribils. Formaðurin fyri valstýrinum tekur ikki sjálvur lut í hesum parti av teljingini, men hann skal ansa eftir, at hon fer fram á rættan og tryggan hátt.
Stk. 3. Tá teir einstøku teljingarbólkarnir eru lidnir við teljingina av teim atkvøðuseðlum, sum býttir eru út til bólkin, verður teljingarúrslitið saman við teim ivasomu atkvøðuseðlunum givið formanninum fyri valstýrinum.
Stk. 4. Valstýrið tekur síðan avgerð, um teir ivasomu atkvøðuseðlarnir skulu verða roknaðir sum gildir ella ikki. Ein atkvøðuseðil er ógildur.
a) um tað ikki við vissu sæst, hvønn valevnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri,
b) um atkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna,
c) um á atkvøðuseðilin er skrivað annað enn ein krossur ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er.
Verður ein atkvøðuseðil vrakaður, skal grundin til hetta verða førd í valbókina.
§ 29. Valstýrið ger síðan upp úrslitið av atkvøðugreiðsluni við at leggja saman stakúrslitini frá teljingarbólkunum og aftrat hesum at leggja teir av valstýrinum góðkendu ivasomu atkvøðuseðlar.
Stk. 2. 3) Úrslitið verður ført í valbókina, og verður fráboðan skjótast gjørligt send landsstýrismanninum á tann hátt, sum fráboðað er undan valinum. Úrslitið skal eisini kunngerast fyri teim hjástøddu.
Stk. 3. 1) Formaðurin í valstýrinum sendir skjótast gjørligt í innsiglaðum pakka formanninum fyri løgtingsvalnevndini allar vallistar, atkvøðuseðlar og útskrift úr valbókini.
XI. Uppgerð av valinum.
§ 30. 1) Endaliga uppgerðin av valinum verður gjørd av løgtingsvalnevndini í seinasta lagi vikudagin aftaná valið.
Stk. 2. Valnevndin ger nýggja teljing og meting av teimum á hvørjum einstøkum valstaði givnu atkvøðuseðlum eftir reglunum í § 28.
Stk. 3. Síðan ger nevndin upp fyri hvørt valstað sær, hvussu nógvar persónligar atkvøður hvørt valevni hevur fingið. Uppgerðin verður gjørd fyri hvønn flokk sær eftir hesum reglum:
a) Persónligar atkvøður: Hevur veljarin sett kross út fyri navninum á einum valevni og annars ikki givið seðlinum nakað eyðkenni, verður atkvøðan roknað sum givin fyri hesum valevni.
b) Listaatkvøður: Hevur veljarin sett kross út fyri floksnavninum ella út fyri nøvnunum á fleiri valevnum ella sett kross yvir allan floksteigin, ella sett krossin á slíkan hátt, at tað ikki við vissu sæst, hvørt av valevnum floksins veljarin hevur atkvøtt fyri, verður atkvøðan at rokna sum listaatkvøða.
Stk. 4. 1) Valnevndin kann ikki havna atkvøður, av tí at hesar falla á persónar, hvørs valbæri er ivasamt, men skulu tílíkir spurningar um neyðugt avgerast av løgtinginum. Nevndin ger síðan ta endaligu uppgerðina yvir úrslitið av atkvøðugreiðsluni. Úrslitið verður innført í valbókina og kunngjørt fyri teim hjástøddu.
§ 32. 1) 3) 11) Uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður, hvør góðkendur listi hevur fingið tilsamans. Samlaða atkvøðutalið hjá øllum listum, sum hava fingið í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum, verður býtt við tingmannatalinum (33). Við hesum tali verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt, og við hesum roknihátti verður funnið, hvussu nógv umboð hvør flokkur hevur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið. Geva teir við býti framkomnu býtingarpartar tilsamans, tá ið brøkarnir verða tveittir burtur, ikki 33 tingumboð, verða teir størstu brøkirnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið (hátturin við størsta brøki). Standa atkvøður á jøvnum, ger lutakast av.
Stk. 2. Á hvørjum lista verða fólk vald eftir persónliga atkvøðutalinum. Standa atkvøður á jøvnum, ger lutakast av.
Stk. 3. Valnevndin gevur teimum soleiðis valdu valbræv.
Stk. 4. Valnevndin sendir landsstýrismanni atkvøðutilfarið og váttaða útskrift av valbókini. Atkvøðutilfarið verður goymt í eitt ár og skal síðani forkomast
§ 33. 1) (Strikað).
§ 34. 1) Tá ið løgtingsmaður heldur uppat sum limur í tinginum og annars eftir reglunum í tingsins tingskipan kann ikki møta á fundum, kemur sum varamaður ikki valt valevni, sum hevur mest av persónligum atkvøðum á listanum hjá viðkomandi flokki.
XII. Atkvøðugreiðsla við brævi.
§ 35. 3) Veljarar, ið ynskja at velja, men sum valdagin ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, herundir sjófólk, sjúk og onnur, ið ikki hava møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum valdagin, kunnu greiða atkvøðu við innsending av brævatkvøðu eftir reglunum í §§ 36-43.
§ 36. 3) Veljarar, sum staddir eru í Føroyum, kunnu greiða atkvøðu á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðkommununi, har veljarin stendur á vallista. Sjófólk kunnu eisini atkvøða hjá einum mynstringarstjóra. Veljarar, sum ynskja at greiða brævatkvøðu eftir kapittul XII, skulu, um hetta verður mett neyðugt, vísa nøktandi samleikaprógv.
Stk. 2. 3) Veljarar, ið liggja á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni ella eru undir læknaviðgerð heima, kunnu greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum, ella hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum álítandi persónum, sum báðir skulu hava við sær samleikaprógv umframt útnevningina.
Stk. 3. Veljarar, ið sita í varðhaldi, kunnu greiða atkvøðu hjá løgregluni.
Stk. 4. 3) Veljarar, ið staddir eru uttanlands, kunnu greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.
Stk. 5. Veljarar, ið staddir eru í hinum partinum av ríkinum, kunnu greiða atkvøðu á støðum, sum har vera nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.
Stk. 6. Sjófólk kunnu greiða atkvøðu umborð á viðkomandi skipi.
§ 37. Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlanda, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.
Stk. 2. Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinasta lagi fara fram dagin fyri valdagin, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
§ 38. 2) Til atkvøðugreiðslu við brævi útvegar landsstýrismaðurin neyðugar atkvøðuseðlar við tilhoyrandi brævbjálvum og oyðubløð til fylgibrøv umframt størri konvoluttar, sum fylgibræv og brævbjálvi við atkvøðuseðlinum skal sendast í til kommununa.
Stk. 2. Atkvøðuseðlarnir skulu vera av hvítum pappíri, við orðunum ”atkvøðuseðil” prentað á aðrari síðuni. Brævbjálvarnir skulu vera sovorðnir, at ikki sæst ígjøgnum teir, og so stórir, at teir heilt skjúla atkvøðuseðilin. Á forsíðuni á størra brævbjálvanum skal vera prentað, at hann inniheldur ein atkvøðuseðil til løgtingsval, og á baksíðuni skal vera prentaður teigur, har veljarin setur navn sítt og bústað í kommununi, har hann stendur á vallista.
§ 39. 1) 3) Atkvøðugreiðslan er bert gildug, um hon fer fram við nýtslu av seðlum, fylgibrøvum og brævbjálvum, sum landsstýrismaðurin hevur útvegað. Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at veljarin vendir sær til ein av teimum niðanfyri í stk. 2 tilskilaðu persónum. Aftaná at hava prógvað hvør hann er, fær hann flýggjaðan ein atkvøðuseðil við tilhoyrandi brævbjálva, fylgibrævi og størri brævbjálva. Á atkvøðuseðilin setur hann beinanvegin aftaná móttøkuna og uttan at nakar annar er hjástaddur antin navnið á einum valevni, sum er uppstillað, møguliga við tilskilan av flokki, ella navnið ella bókstavamerkingina hjá einum flokki, sum hevur valevni uppstillað. Beinanvegin aftaná at veljarin hevur greitt atkvøðu, leggur hann, uttan at nakar annar sær, hvussu hann hevur atkvøtt, atkvøðuseðilin í tann tilhoyrandi brævbjálvan og klistrar hann aftur.
Stk. 2. 3) 8) Tað í § 38, stk. 1, nevnda fylgibræv verður útfylt beinanvegin aftaná at atkvøðuseðilin er lagdur í brævbjálvan. Fylgibrævið skal innihalda:
1) Eina váttan um, at veljarin sjálvur, sjálvboðin og uttan at nakar annar er hjástaddur, hevur útfylt atkvøðuseðilin, lagt hann í brævbjálvan og klistrað hann aftur. Veljarin skal eisini undir trúnaðartreytum vátta, at hann valdagin ikki ella bert við stórum tvørleika kann møta á valstaðnum innan fyri tær fyri atkvøðugreiðsluna ásettu tíðarfreistir. Undirskrift veljarans á fylgibrævið skal fara fram, meðan hjástaddur er ein konsulentembætismaður ella ein, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt, um veljarin er uttanlands, avvarðandi skipari ella næstimaður hansara, tá veljarin er sjómaður og atkvøtt verður umborð, mynstringarstjóri, tá atkvøtt verður áðrenn burturferð, avvarðandi manntalsskrivari ella varamaður hansara, og viðvíkjandi sjúkum á sjúkrahúsi ella øðrum heilsustovnum, læknin, og heima læknin, ella tveir av valstýrinum til tess uppnevndir persónar. Fylgibrævið skal dagfestast og tilskila veljarans navn og bústað í kommununi, har hann stendur á vallista.
2) Eina váttan frá tí ella teimum, ið hjástødd hava verið, tá ið fylgibrævið er undirskrivað, um, at undirskriftin er sonn, og at staðar- og dagfestingin er bein, og at atkvøðugreiðslan er farin fram, uttan at onnur hava verið hjá. Váttanin skal vera undirskrivað við egnari hond og við tilskilan av fullum navni, starvi og bústaði.
Stk. 3. Teir í stk. 2 nevndu persónar hava skyldu til at ansa eftir, at útflýggjaðir atkvøðuseðlar v.m., beinanvegin verða nýttir og flýggjaðir aftur samsvarandi §§ 38 og 39. Tann, ið misrøkir hetta, verður revsaður eftir § 45.
Stk. 4. 10) Um veljarin sigur seg ikki føran fyri at fylla út atkvøðuseðilin ella fylla út og undirskriva fylgibrævið sum ásett, kann hann fáa hjálp til hetta frá persóni, sum skal taka ímóti tilfarinum. Veljarin kann krevja, at ein persónur, sum veljarin sjálvur vísir á, eisini er til staðar í teimum førum, veljarin hevur tørv á hjálp.
§ 40. Tá ið veljari hevur atkvøtt, og fylgibrævið er rætt útfylt og váttað, leggur hann brævbjálvan við atkvøðuseðlinum og fylgibrævið í tann størra brævbjálvan, sum hann klistrar aftur og setur frímerki á. Eisini útfyllir hann teigin á baksíðuni á størra brævbjálvanum týðiliga við navni og bústaði sínum í nevndu kommunu. Brævbjálvin verður síðani handaður honum, sum atkvøtt er hjá. Hesin reikar uttan neyðugan steðg fyri, at brævbjálvin verður sendur avvarðandi kommunu. Atkvøðugreiðslan má fara fram í so góðari tíð, at 3) kann reika fyri, at brævbjálvin er komin valstýrinum í hendi í góðari tíð, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
§ 41. 3) Kommunustýrið savnar innkomnu brævbjálvarnar og innførir avsendaranavn og bústað og tíð, tá ið brævatkvøðan er móttikin, í eina bók, ið er útvegað til hetta endamál. Brævbjálvarnir verða sendir óopnaðir til valstýrið fyri tí valstaði, har veljarin eftir uppgivna bústaðnum á brævbjálvanum hevur atkvøðurætt. Brævbjálvarnir skulu vera valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
§ 42. 3) Áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar, verða móttiknu brævbjálvarnir opnaðir av valstýrinum, sum kannar um persónurin, ið brævbjálvin er frá, stendur á vallistanum, og um so er verður beinanvegin settur krossur við navn veljarans á vallistanum samstundis við at navn og nummar hansara verður skrivað á atkvøðulistan, smbr. § 24, stk. 1. Eru fleiri brævbjálvar frá sama veljara, verður bert brævbjálvin við seinast dagfesta fylgibrævi roknaður uppí.
Stk. 2. 3) Vísir tað seg við hesi kanning, at viðkomandi ikki hevur valrætt, ella verður upplýst, at hann áðrenn valdagin er deyður, verður tann óopnaði brævbjálvin við tilhoyrandi fylgibrævi lagdur aftur í tann størra brævbjálvan, og atkvøðan verður ikki roknað uppí. Sama er galdandi, um størri brævbjálvin inniheldur annað ella meira enn eitt fylgibræv og ein brævbjálva, ella tað eftir útsjóndini á størra brævbjálvanum, fylgibrævinum ella brævbjálvanum er orsøk til at halda, at tey ikki hoyra til tað tilfar, sum landsstýrismaðurin hevur útvegað, ella tað ikki, hvat viðvíkir útfylling, váttan, undirskrift ella innsending er farið fram sum fyriskrivað.
Stk. 3. Teir brævbjálvar, sum verða at rokna uppí, verða goymdir saman við tilhoyrandi fylgibrævi og størra brævbjálvanum, til atkvøðugreiðslan er endað. Brævbjálvarnir verða síðan koyrdir í ein atkvøðukassa og blandaðir millum hinar atkvøðuseðlarnar og verða ikki opnaður, fyrr enn uppteljingin ger hetta neyðugt.
Stk. 4. Brævatkvøður, sum valstýrið fær aftaná at atkvøðugreiðslan er byrjað, verða liggjandi óopnaðar, og verða ikki roknaðar uppí.
Stk. 5. Til ta í § 30 tilskilaðu uppgerð av valinum skulu bæði brævbjálvar, fylgiskriv og atkvøðuseðlar finnast.
§ 43. 3) Umrøddu atkvøðuseðlar eru ógildugir:
1) Um tað ikki við vissu kann gerast av, hvat valevni ella hvønn flokk veljarin hevur viljað atkvøtt fyri,
2) um ein brævbjálvi inniheldur annað ella meira enn ein atkvøðuseðil,
3) um tað eftir útsjóndini á atkvøðuseðlinum er orsøk til at halda, at hann ikki er ein av teimum, sum landsstýrismaðurin hevur útvegað, ella at tað ikki er farið fram sum fyriskrivað í lógini undir útfyllingini av seðlinum.
XIII. Vanligar reglur.
§ 44. 6) 1) Klagur um løgtingsval skulu vera umsiting tingsins í hendi innan kl. 10.00 tíggjunda yrkadag eftir valdagin.
Stk. 2. Løgtingið avger gildi av vali tingmanna og um ein tingmaður hevur mist sítt valbæri.
§ 45. 10) Røkir nakar ikki tær skyldur, sum henda lóg fyriskrivar, verður hann revsaður við sekt, um so er at strangari revsing ikki er uppiborin eftir lóggávuni annars.
§ 46. Eingin veljari, sum atkvøtt hevur, skal hava skyldu fyri rættinum í nøkrum føri at geva upp, hvussu hann hevur atkvøtt
§ 47. Eingin limur í valnevndini ella nakar annar, ið hjástaddur er í valhølinum, har atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir, hevur loyvi at geva veljarum ráð, ávísing ella tilelving um, hvønn teir skulu velja. Heldur ikki má nakar av teimum nakrantíð upplýsa, um ein veljari hevur verið á vali ella geva sína vitan víðari, um hann á valstaðnum fær kunnleika um, hvat valevni ella hvønn flokk ein veljari hevur valt.
Stk. 2. 10) Brot uppá tær í stk. 1. nevndu fyriskipanir verða revsaðar við sekt.
§ 48. 10) Tað er forboðið floksskrivstovum ella øðrum miðvíst at kanna eftir, um veljarar møta fram til atkvøðugreiðslu. Brot á hesa reglu verður revsað við sekt.
§ 49. 3) Útreiðslur, sum standast av vali og føring av vallistum, rindar kommunan.
Stk. 2. Valnevndarlimum, valstýrislimum og hjálpafólki verður veitt samsýning úr landskassanum eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.
§ 50. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 124 frá 28. mars 1924 um Føroya Løgting við seinni broytingum.
Skjal 1
12) 13) 14) 15) 16) 17) 18) 19) 20) 21) 22) 23) 24) 25) 26) 27)
Bygdir hoyrandi til hvørt valstaðið |
Valstað |
|
|
Norðuroyggjar: |
|
Árnafjørður |
Árnafjørður |
Hattarvík |
Hattarvík |
Húsar og Syðradalur |
Húsar |
Kirkja |
Kirkja |
Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar og Strond |
Klaksvík |
Haraldsund og Kunoy |
Kunoy |
Mikladalur og Trøllanes |
Mikladalur |
Norðdepli, Depli, Norðtoftir, Hvannasund og Múli |
Fossanes |
Svínoy |
Svínoy |
Viðareiði |
Viðareiði |
|
|
Eysturoy: |
|
Eiði, Svínáir og Ljósá |
Eiði |
Elduvík |
Elduvík |
Fuglafjørður |
Fuglafjørður |
Funningur |
Funningur |
Funningsfjørður |
Funningsfjørður |
Gjógv |
Gjógv |
Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík |
Runavík |
Norðragøta, Syðrugøta, Gøtugjógv og Gøtueiði |
Gøta |
Hellurnar |
Hellurnar |
Leirvík |
Leirvík |
Oyndarfjørður |
Oyndarfjørður |
Oyri, Oyrarbakki og Norðskáli |
Oyrarbakki |
Skálabotnur |
Skálabotnur |
Skáli |
Skáli |
Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað |
Strendur |
Toftir, Nes og Saltnes |
Toftir |
|
|
Norðstreymoy: |
|
Haldórsvík og Langasandur |
Haldórsvík |
Hósvík |
Hósvík |
Hvalvík, Streymnes og Saksun |
Hvalvík |
Kollafjørður |
Kollafjørður |
Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur |
Kvívík |
Tjørnuvík |
Tjørnuvík |
Vestmanna, Válur og Nes |
Vestmanna |
|
|
Vágar: |
|
Miðvágur og Vatnsoyrar |
Giljanes |
Mykines |
Mykines |
Sandavágur |
Giljanes |
Sørvágur, Bøur og Gásadalur |
Sørvágur |
|
|
Suðurstreymoy: |
|
Argir |
Argir |
Hoyvík |
Hoyvík |
Kaldbak og Kaldbaksbotnur |
Kaldbak |
Nólsoy |
Nólsoy |
Tórshavn, Hvítanes, Sund, Mjørkadalur, Norðradalur, Hestur og Koltur |
Tórshavn |
Velbastaður, Kirkjubøur og Syðradalur |
Velbastaður |
|
|
Sandoy: |
|
Dalur |
Dalur |
Húsavík og Skarvanes |
Húsavík |
Sandur |
Sandur |
Skálavík |
Skálavík |
Skopun |
Skopun |
Skúvoy og Stóra Dímun |
Skúvoy |
|
|
Suðuroy: |
|
Fámjin |
Fámjin |
Hov |
Hov |
Hvalba |
Hvalba |
Lopra og Akrar |
Lopra |
Porkeri |
Porkeri |
Sandvík |
Sandvík |
Sumba og Víkarbyrgi |
Sumba |
Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur og Øravík |
Tvøroyri |
Vágur |
Vágur |
1) Broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 1. november 2007 (Í løgtingslóg nr. 97 frá 1. november 2007 verður ikki tikið hædd fyri broytingini í løgtingslóg nr. 24 frá 6. mars 1998, har § 15, stk. 2, 1. pkt. fekk nýggja orðing. Av misgávum verður upprunaliga pkt. 1, ið er fallið burtur við løgtingslóg nr. 24 frá 6. mars, viðgjørt sum pkt. 2 og pkt. 2 sum pkt. 3.)
2) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 5. mai 1987, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir kunngerðing. Stk. 2. Broyting nr. 7 (§ 15, stk. 3) er ikki galdandi fyri komandi løgtingsval fyri flokkar, ið eru fráboðaðir og góðkendir á løgtingi, áðrenn henda lóg kemur í gildi.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009 (Í løgtingslóg nr. 47 frá 11 mai 2009 verður ikki tikið hædd fyri broytingini í løgtingslóg nr. 24 frá 6. mars 1998, har § 15, stk. 2, 1. pkt. fekk nýggja orðing. Av misgávum verður upprunaliga pkt. 1, ið er fallið burtur við løgtingslóg nr. 24 frá 6. mars, viðgjørt sum pkt. 2 og pkt. 2 sum pkt. 3.)
4) Broytt við løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 (Eftir § 58, stk. 2 í hesi lóg verður § 2, stk. 2, 2. pkt. strikað).
5) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 14. mars 1995, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi ólavsøkudag 1995.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 6. mars 1998, har § 2 ljóðar soleiðis: “Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Allur hin danski teksturin í lógini verður strikaður.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 21. mars 2002.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 20. desember 1996.
10) Broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020.
11) Broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 26. mai 2010.
12) Broytt við kunngerð nr. 6 frá 18. januar 1979.
13) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 17. oktober1980.
14) Broytt við kunngerð nr. 102 frá 1. november 1984.
15) Broytt við kunngerð nr. 57 frá 15. mai 1990.
16) Broytt við kunngerð nr. 49 frá 25. mars1993.
17) Broytt við kunngerð nr. 64 frá 21. mai 1997.
18) Broytt við kunngerð nr. 142 frá 23. september 1997.
19) Broytt við kunngerð nr. 140 frá 2. november 2001.
20) Broytt við kunngerð nr. 8 frá 3. februar 2005.
21) Broytt við kunngerð nr. 89 frá 25. september 2007.
22) Broytt við kunngerð nr. 1 frá 8. januar 2008.
23) Broytt við kunngerð nr. 5 frá 7. mars 2008.
24) Broytt við kunngerð nr. 114 frá 5. september 2011.
25) Broytt við kunngerð nr. 69 frá 28. mai 2013.
26) Broytt við kunngerð nr. 72 frá 14. mai 2019.
27) Broytt við kunngerð nr. 102 frá 15. september 2023.