Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2002Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
"§ 1. Eftir hesi lóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.
Stk. 2. Studningur til nýbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 0,3 mió kr. ella meiri.
Stk. 3. Studningur til umbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 3 mió kr. ella meiri."
2. § 2 verður orðað soleiðis:
"§ 2. Landsstýrismaðurin kann leggja lógina til Vinnuframagrunnin at umsita. Neyðugar útreiðslur til umsiting av lógini, her uppií útreiðslur til hjálp frá serkønum, verða hildnar av serstakari játtan á fíggjarløgtingslógini.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir hesi lóg til Vinnuframagrunnin, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærumøguleikar her ímillum, at avgerðir tiknar av Vinnuframagrunninum ikki kunnu kærast til landsstýrismannin."
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 9. juni 1988 um sáttmálaeftirlit.
Tórshavn, 26. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður