Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2010Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 2, stk. 4 verður sett inn:
”Stk. 5. Til bygging av bústaði ella bústaðaeind sambært stk. 1, nr. 2, litra a og b kann stuðul verða veittur fyri rentuútreiðslur í byggitíðini, tó í mesta lagi fyri tey síðstu 2 árini innan innflyting, og útgjald av hesum kann ikki fara fram innan innflyting. Stuðul kann tó ikki veitast til meira enn ein bústað fyri sama tíðarskeið, og er hetta eisini galdandi fyri sambúgvandi persónar uttan mun til, um ein ella báðir eiga bústaðin.”
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, stk. 1, nr. 2, litra a, verður árligi rentustuðulin í mesta lagi tann í § 5 nevnda prosentupphædd av kr. 150.000 pr. matrikkulnummar uttan mun til, um ein ella fleiri persónar eiga bústaðin. Eigaraíbúð er í hesum sambandi at javnmeta við matrikulnummar.”
3) Í § 8 a, stk. 1 verður “kommunalu skattakærunevndina” broytt til:
“Skatta- og avgjaldskærunevndina”, stk. 2 verður strikað, og í stk. 3 verður “og 2” strikað.
Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
4) Í § 10 a verður “Toll-og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 26. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 167/2009