25. januar 2001Nr. 5
Løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar “om den offentlige sygeforsikring”
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Hendan løgtingslóg verður givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.
§ 1
Í ríkislóg nr. 573 frá 1969 fyri Føroyar “om den offentlige sygeforsikring”, sbr. lógarkunngerð nr. 514 frá 21. juli 1989 “om den offentlige sygeforsikring” við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 25, stk. 3, 1. pkt., verður “Føroya Gjaldsstovu” broytt til: “Toll- og Skattstovu Føroya”.
2. Í § 25, stk. 3, 3. pkt., verður “Føroya Gjaldsstova” broytt til: “Toll- og Skattstova Føroya”.
3. Í § 25, stk. 4 og stk. 5, verður “Oppebørselskontoret” broytt til: “Toll- og Skattstovu Føroya”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 25. januar 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður