Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juni 2008Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, sum broytt við kunngerð nr. 67 frá 17. juni 2008
§ 1
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, verður gjørd henda broyting:
1) Sum § 3a verður sett:
”§ 3a. Tá veð, tó ikki rættarveð, verður tinglýst, skal tinglýsingaravgjald rindast til landskassan. Avgjaldið er 0,5% av veðtryggjaðu upphæddini. Veðtryggjaða upphæddin er nominella virðið á høvuðsstólinum á veðbrævinum. Inniheldur veðbrævið ásetingar um uppskriving av høvuðsstólinum, er veðtryggjaða upphæddin tann hægsta upphædd, ið høvuðsstólurin kann uppskrivast til. Um hægsta upphæddin, ið høvuðsstólurin kann uppskrivast til, ikki framgongur beinleiðis av veðbrævinum, skal avgjaldskyldugi í veðbrævinum eftir bestu sannføring áseta hægstu upphædd, ið høvuðsstólurin kann uppskrivast til frá tinglýsingardegnum og 10 ár fram. Avgjald verður síðan ásett eftir hesi upphædd. Um avgjaldskyldugi ikki ger hesa meting sjálvur, ella eru ivamál annars, ásetir Tinglýsingarstovan hesa upphædd.
Stk. 2. Tá veð verður tinglýst í fastari ogn, tó ikki veð sambært ognarveðbrævi ella skaðaloysisbrævi, sum trygd fyri láni í realkredittinstituttum ella láni í peningastovnum við upprunaligari afturgjaldingartíð á í minsta lagi 10 ár og hægst 30 ár, roknast tann parturin av láninum, ið verður tikin til at avloysa eitt lán við samsvarandi panti í somu ogn ikki til ta veðtryggjaðu upphæddina, sbr. stk. 1. Verður veðbrævið burturvíst av Tinglýsingarstovuni, og skal veðbrævið ikki seinni tinglýsast, ella nýggja veðbrævið verður burturvíst sum ikki effektuerað innan 1 ár eftir tilmelding til tinglýsingar, er avgjaldsfyrimunurin eftir 1. pkt. dottin burtur. 1. pkt. kann verða nýtt, sjálvt um tað nýggja pantið er sum eitt ella fleiri veðbrøv, og sjálvt um tað nýggja pantið bert partvíst avloysir verandi lán. Verður veðbrævið avloyst við fleiri veðbrøvum, er tað ein treyt, at tey nýggju veðbrøvini í minsta lagi í eitt ár eftir tinglýsingina av nýggja pantinum hava pant í somu ogn. Fyri at kunna brúka ásetingina í 1. pkt. er tað ein treyt, at tilmelding av tí nýggja pantinum til tinglýsingar fer fram, áðrenn verandi veð er avlýst, og at tað greitt verður tilskilað og váttað, at tilmelding av tí nýggja pantinum til tinglýsingar fer fram treytað av, at verandi veð verður avlýst, og at verandi veð er avlýst í seinasta lagi 1 ár eftir tilmelding til tinglýsingar av tí nýggja pantinum.
Stk. 3. Fyri tinglýsing av broytingum í veðbrævinum, har veðbrævið eisini skal fevna um veð í aðrari ella øðrum føstum ognum, verður fult avgjald av veðtryggjaðu upphæddini goldið fyri hvørja av hesum tinglýsingum, sbr. stk. 1.
Stk. 4. Fyri tinglýsing av hækkingum av tí veðtryggjaðu upphæddini skal avgjald rindast, sbr. stk. 1, av muninum millum restskuldina og ta nýggju veðtryggjaðu upphæddina.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skjalprógv fyri, at treytirnar eru loknar, herundir skjalprógv fyri støddini av eini møguligari restskuld.“
2) § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Tinglýsingaravgjald skal rindast til Tinglýsingarstovuna, áðrenn avgjaldskyldug skjøl sbrt. hesi lóg verða tinglýst.
Stk. 2. Tað áliggur tí avgjaldskylduga at rokna og inngjalda avgjaldið. Tann avgjaldskyldugi er:
1) Við eigaraskifti, tann ið fær síni rættindi tinglýst.
2) Við veðseting, veðsetari av ognini.”
3) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Avgjaldskyldug skjøl sbrt. hesi lóg verða burturvíst frá dagbókini, um tinglýsingaravgjald ikki er goldið.”
4) Sum § 5a verður sett:
“§ 5 a. Avgjøld sbrt. hesi lóg kunnu innheintast við panting. Peningurin fer í landskassan. Útreiðslur í sambandi við innheintan verða at rinda av tí avgjaldskylduga.”
5) Sum § 5b verður sett:
“§ 5 b. Henda løgtingslóg er ikki galdandi fyri skip og bátar yvir 5 brt., flogfør og undirveð í alifiski og smolti, sum stavar frá rakstri av alistøð ella smoltstøð.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Tórshavn, 2. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Karsten Hansen (sign.)
Lm. nr. 196/2007
1) Broytt við kunngerð nr. 67 frá 17. juni 2008, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 24. apríl 2008”.