4. apríl 2000Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1, verður “0,95 kr. pr. litur” broytt til: “0,80 kr. pr. litur”.
2) Í § 1 verða stk. 2 og 3 strikað. Stk. 4, 5 og 6 verða hereftir stk. 2, 3 og 4.
3) § 3 a, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Toll- og Skattstova Føroya hevur til eina og hvørja tíð heimild til uttan rættarúrskurð at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum, sum selja ta í § 1 nevndu vøru, og hjá teimum í § 2 nevndu skipum, bátum og virkjum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 4. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður