Nr. 50 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Javnsetan av fyritíðarpensjónistum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 15. desember 2014, verður gjørd henda broyting:
1. Í § 29, nr. 13 verður aftan á ”grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2,” sett: ”eyka viðbót eftir § 2, stk. 4,”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 6. mai 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 83/2015