Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2019Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin)
(Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í Revsilógini, sambært lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Kapittul 14 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 14
Brotsverk ímóti almennum myndugleikum
§ 119. Tann, sum antin við harðskapi ella við hóttan um harðskap, ella sum alment ella við stórari útbreiðslu í hyggju setir fram hóttan um harðskap ímóti persóni, ímeðan ella í sambandi við at hesin persónur útinnir honum alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 8 ár. Á sama hátt verður tann revsaður, sum soleiðis roynir at forða persóninum í at fremja lógliga tænastugerð ella at tvinga hann at gera slíka gerð. Tá ið revsing verður ásett, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, at gerðin er framd ímeðan ella sum beinleiðis framhald av, at tað í økinum verða gjørdar grovar ónáðir á almennum staði, ella at gerðin er framd ímóti viðkomandi persóni í frítíðini hjá honum.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum, hóast tað ikki kemur undir stk. 1, hóttir persón við harðskapi, frælsistøku ella skuldseting um revsiverd ella ærumeiðandi viðurskifti í sambandi við, at hesin persónur útinnir honum alment givnan myndugleika at døma ella taka avgerð í rættarviðurskiftum ella at handhevja revsimyndugleika hjá statinum, ella sum soleiðis roynir at forða persóninum í at fremja lógliga tænastugerð ella tvinga hann at gera slíka gerð.
Stk. 3. Tann, sum annars forðar nevndu persónum í at útinna tænastuskyldu ella starvsskyldu sína, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 120. Verða brot á § 119 framd í ófriðarflokki, galda ásettu revsingar fyri tey, sum íbirta ella leiða flokkin, og fyri teir luttakarar, sum ikki lýða lógliga fráboðan frá yvirvaldinum til flokkin um at fara hvør til sítt.
§ 121. Tann, sum við háð, ókvæmisorðum ella aðrari niðrandi talu loypur á persón, sum nevndur er í § 119, ímeðan ella í sambandi við at hesin persónur útinnir tænastuskyldu ella starvsskyldu sína, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 122. Tann, sum av órøttum veitir, lovar ella bjóðar onkrum, sum virkar í føroyskari, danskari, útlendskari ella millumtjóða tænastu ella starvi fyri tað almenna, gávu ella annan fyrimun fyri at fáa viðkomandi til at gera ella lata vera við at gera okkurt í tænastu síni, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.
§ 123. Tann, sum við hóttan um harðskap ger seg inn á, ella sum við harðskapi, ólógligum tvingsli sambært § 260, hóttanum sambært § 266 ella aðramáta fremur revsiverda gerð ímóti einum persóni, nærmastu hansara ella øðrum, ið hava tilknýti til hansara, í sambandi við at hann væntandi fer ella longu hevur givið frágreiðing til løgregluna ella í rættinum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 8 ár.
§ 124. Tann, sum flýggjar sum handtikin ella fongslaður, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. Hetta er tó ikki galdandi fyri tann, sum er varðhaldsfongslaður sambært § 35 í Udlændingeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, ella frælsisskerdur sambært § 36 í Udlændingeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fríar handtiknan, fongslaðan ella heimansettan persón, ella tann, sum eggjar ella hjálpir einum slíkum persóni at sleppa til rýmingar, ella sum fjalir tann rýmda.
Stk. 3. Tann, sum ólógliga setir seg í samband við fongslaðan ella heimansettan persón, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
Stk. 4. Tann, sum í varðhaldi ella afturlatnum fongsli sum handtikin, fongslaður ella trygdarvarðhaldsfongslaður av órøttum hevur fartelefon ella slíka samskiftisútgerð í hondum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir. Á sama hátt verða revsað vitjandi og onnur, sum av órøttum hava fartelefon ella slíka samskiftisútgerð við sær inn í varðhald ella afturlatið fongsul. Samsvarandi verður tann varðhaldsfangi revsaður, ið sum frælsisskerdur á stovni ella tílíkum uttan fyri kriminalforsorgina av órøttum hevur fartelefon ella slíka samskiftisútgerð í hondum.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 galda eisini fyri:
1) persónar í trygdarvarðhaldi,
2) persónar, sum í staðin fyri at vera varðhaldsfongslaðir eru frælsisskerdir á stovni ella tílíkt,
3) persónar, sum eru frælsisskerdir á stovni ella tílíkt sambært § 74 a,
4) persónar, sum í sambandi við revsifullgerð uttan fyri varðhald og fongsul, samanber við stk. 1, eru frælsisskerdir á stovni ella tílíkum.
§ 125. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum:
1) fyri at sleppa nøkrum undan at verða rættarsøktur fyri brotsverk ella revsing, fjalir ein persón, hjálpir honum at sleppa til rýmingar ella sigur hann vera ein annan, ella
2) beinir fyri, bronglar ella burturbeinir lut, sum hevur týdning fyri almenna kanning, ella týnir spor eftir brotsverki.
Stk. 2. Tann, sum fremur nevndu gerðir fyri at sleppa sær sjálvum ella onkrum av sínum nærmastu undan rættarsókn ella revsing, verður ikki revsaður.
§ 125 a. Tann, sum fyri vinning ella undir aðramáta serliga skerpandi umstøðum ger seg sekan í menniskjasmugling sambært § 59, stk. 8, nr. 1-5 í Udlændingeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har vandi er fyri lívinum hjá øðrum, ella tá ið talan er um reglulig ella skipað brotsverk.
§ 126. Tann, sum tekur burtur ella oyðileggur sigli ella merki, sum er fyriskipað av tí almenna, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum tekur burtur ella ger skaða á uppslag, sum tað almenna hevur fyriskipað.
§ 127. (Strikað).
§ 128. Tann, sum í ríkinum útvegar fólk til fremmand herlið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 129. Tann, sum av órøttum gevur almenna fráboðan um valviðurskifti sambært § 116 ella um trúnaðarsamráðingar hjá almennum ráðum og myndugleikum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum gevur almenna fráboðan um samráðingar hjá nevndum, sum stjórnin hevur sett, um so er, at antin stjórnin ella nevndin frammanundan hava ásett og kunngjørt alment, at samráðingarnar eru loyniligar.
§ 129 a. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum almannakunnger tilvitað ósannar endurgevingar ella falskar endurtøkur úr fráboðanum um faktisk viðurskifti, sum eru borin fram á rættarfundi ella givin á fundi hjá Løgtingi, Fólkatingi, kommunu ella almennum ráði og myndugleika.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum skaðar landsins uttanlandsáhugamál við alment og tilvitað ósatt at leggja stjórnina ella annan almennan myndugleika undir at hava gjørt eitthvørt, sum stjórnin ella myndugleikin ikki hava gjørt.
§ 130. Tann, sum útinnir almennan myndugleika, sum ikki liggur honum á, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 131. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum alment ella við ólógligum endamáli letst at hava almennan myndugleika ella almenna heimild til at reka vinnu, ella sum uttan almenna heimild rekur vinnu, ið krevur almenna heimild, ella sum áhaldandi rekur vinnu, sum hann við dómi hevur mist rættin at reka.
§ 132. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av ósketni á ólógligan hátt nýtir:
1) eyðkenni ella búna, sum er tilskilaður føroyskum, donskum ella fremmandum myndugleika ella herfólki,
2) eyðkenni ella heiti, sum er tilskilað persónum, útbúnað og útgerð, sum er ætlað at veita særdum ella sjúkum í kríggi hjálp, ella
3) eyðkenni ella nøvn á millumtjóða felagsskapum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er somuleiðis galdandi fyri eftirlíkningar av nevndu eyðkennum, klæðum og heitum.
§ 132 a. Tann, sum luttekur í framhaldandi virksemi hjá felagsskapi, sum stjórnin hevur forboðið fyribils, ella sum er upploystur við dómi, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.”
2. Kapittul 15 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 15
Brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi
§ 133. Tann, sum birtir upp undir ófriðarflokk fyri tilætlað at fremja ella hótta við at fremja harðskap ímóti fólki ella góðsi, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verða tey revsað, ið virka sum leiðarar fyri ófriðarflokki, sum á staðnum hevur latið nevnda endamál komið til sjóndar, umframt hvør luttakari, sum ikki aktar lógliga givin boð frá yvirvaldinum til flokkin um at fara hvør til sítt.
Stk. 3. Fremur ófriðarflokkurin brotsverk, sum er í samsvari við endamál hansara, verða stigtakararnir ella leiðararnir revsaðir eftir teirri áseting, sum er galdandi fyri nevnda brotsverk.
§ 134. Luttakarar í ófriðarflokki, sum ikki akta boð um at fara hvør til sítt, hóast teir vita, at boðini eru lógliga givin, verða revsaðir við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.
§ 134 a. Tey, sum í felagsskapi ella eftir sínámillum avtalu luttaka í bardaga ella øðrum grovum ónáðum á almennum staði, verða revsað við fongsli í upp til 1 ár og seks mánaðir.
§ 135. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum við ógrundaðum neyðkalli, misnýtslu av ávaringartekni ella tílíkum elvir til neyðsend av løgreglu, sløkkiliði, sjúkrabili ella bjargingartilbúgving á sjógvi, landi og í luftini.
§ 136. Tann, sum alment eggjar til brotsverk, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 ár, um hann ikki við tí ger seg skyldugan í harðari revsing.
Stk. 2. Tann, sum alment og týðiliga tekur undir við brotsverki, sum hoyrir til kapittul 12 ella 13 í hesi lóg, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
§ 137. Tann, sum roynir at forða fyri lógligum almennum fundum, samkomum, kravgongum og tílíkum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við gangi ella ónáðum órógvar almennan fund hjá Løgtingi ella Fólkatingi, kommunalum ella øðrum almennum ráðum, gudstænastu ella aðrar almennar kirkjuligar tænastur, ella sum órógvar jarðarferð á ósømiligan hátt.
§ 138. Tann, sum av egnum ávum tilvitað ella av grovum ósketni gerst rúsaður og í hesi støðu kemur øðrum persónum ella munandi ognarvirðum teirra í vanda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 139. Tann, sum órógvar gravarfriðin ella fer ósømiliga við líki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fer ósømiliga við lutum, sum hoyra kirkjuni til, og sum verða nýttir til kirkjuligt brúk.
§ 140. Tann, sum alment speirekur ella háðar trúarlæru ella gudsdyrkan hjá lógligari trúarsamkomu her í landinum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 141. Tann, sum er vitandi um ætlað brotsverk ímóti statinum ella evstu statsmyndugleikum sambært §§ 98 og 99, 102, 106 og 109-113, ella um ætlað brotsverk, ið setir annans lív og vælferð ella stór samfelagsvirði í vanda, uttan at hann ger sítt ítasta fyri at byrgja fyri brotsverkinum ella avleiðingum tess, um neyðugt við at boða yvirvaldinum frá brotsverkinum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár, um brotsverkið verður framt, ella roynt verður at fremja tað.
Stk. 2. Tann, sum ikki roynir at byrgja fyri slíkum brotsverki, verður tó ikki revsaður, um tað hevði sett lív, heilsu ella vælferð hansara ella hjá nærmastu hansara í vanda at skula gera tað.
§ 142. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum ikki veitir einum persóni, ið hevur fingið almennan myndugleika tillutaðan, eina hjálp, soleiðis at sleppast kann undan vanlukku ella brotsverki, ið setir annans lív, heilsu ella vælferð í vanda, hóast heitt verður á hann um at veita hjálpina, og hóast hann kundi veitt hana uttan at ovofra seg ella koma sær í stórvegis vanda.
§ 143. (Strikað).”
3. Kapittul 16 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 16
Brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.
§ 144. Tann, sum í útinningini av føroyskari, danskari, útlendskari ella millumtjóða tænastu ella starvi hjá tí almenna av órøttum tekur ímóti, krevur ella letur sær lova gávu ella annan fyrimun, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
§ 145. Krevur ella fær nakar, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, fyri egnan vinning úrskurð um tænastugerð, skatt ella avgjald, sum ikki eru skuldkomin, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár. Er veitingin fingin til vega í góðari trúgv, men verður kortini varðveitt fyri egnan vinning, eftir at viðkomandi er vorðin kunnugur um mistakið, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
§ 146. Fremur nakar, sum hevur dómsmyndugleika, ella sum hevur fingið almennan myndugleika at taka avgerð í rættarviðurskiftum hjá privatum, órættvísi í málsavgerð ella málsviðgerð, verður hann revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Verður gerðin framd við tilætlan um, at onkur skal vera fyri vælferðarmissi, er revsingin fongsul í upp til 16 ár.
§ 147. Hevur onkur fingið álagt at handhevja revsimyndugleika hjá statinum, og hann við hesum myndugleika á ólógligan hátt fær onkran at játta seg sekan ella geva frágreiðing ella fremur ólógliga handtøku, fongsling, rannsókn ella inndrátt, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 148. Tá ið onkur, sum hevur fingið dómsmyndugleika ella annan almennan myndugleika at taka avgerðir í rættarviðurskiftum, ella sum tað liggur á at handhevja revsimyndugleika hjá statinum, tilætlað ella av grovum ósketni ikki ger eftir lógarásettari mannagongd fyri viðgerð av einum máli ella eini rættargerð, ella fyri handtøku, fongsling, rannsókn, inndrátt ella tílíkar fyriskipanir, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 149. Hevur onkur fingið álagt at hava eftirlit við fanga ella dómsfullgerð hansara í revsimáli, og hann letur skuldsettan sleppa til rýmingar, forðar fyri dómsfullgerð ella elvir til, at hon verður linari enn ásett, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 150. Tá nakar, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, misnýtir starv sítt at tvinga ein annan til at tola, gera ella lata vera við at gera okkurt, verður hann revsaður við fongsli í upp til 3 ár.
§ 151. Tann, sum eggjar ella viðvirkar til, at persónur, sum er undirskipaður honum í tænastu ella starvi hjá tí almenna, fremur brotsverk í hesi tænastu, verður revsaður eftir teirri áseting, sum er galdandi fyri brotsverkið, sama um tann undirskipaði kann revsast, ella um hann av misfatan ella øðrum ávum er revsifríur.
§ 152. Tann, sum virkar ella hevur virkað í tænastu ella í starvi hjá tí almenna, og sum av órøttum víðarigevur ella misnýtir trúnaðarupplýsingar, sum hann í hesum sambandi hevur fingið kunnleika um, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
Stk. 2. Verður ásetingin í stk. 1 brotin tilætlað fyri at útvega sær sjálvum ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ella eru tað aðramáta serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 2 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har víðarigevingin ella misnýtslan er farin fram undir slíkum umstøðum, at tað elvir øðrum munandi skaða ella hevur við sær serligan vanda fyri tí.
Stk. 3. Ein upplýsing er í trúnaði, tá ið hon við lóg ella aðrari gildugari áseting er nevnd so, ella tá ið tað aðramáta er neyðugt at halda hana loyniliga fyri at varða um munandi umhugsni til almenn ella privat áhugamál.
§ 152 a. Ásetingin í § 152 er á sama hátt galdandi fyri tann, sum annars arbeiðir ella hevur arbeitt við uppgávum, sum verða gjørdar eftir avtalu við almennan myndugleika. Sama er galdandi fyri tann, sum arbeiðir ella hevur arbeitt í telefonfyritøku, sum tað almenna hevur góðkent.
§ 152 b. Við somu revsing sum í § 152 verður tann revsaður, sum útinnir ella hevur útint virksemi ella starv sambært almennari tilnevning ella góðkenning, og sum av órøttum víðarigevur ella misnýtir upplýsingar, sum eru í trúnaði við atliti at privatum áhugamálum, og sum hann í nevnda sambandi hevur fingið kunnleika um.
§ 152 c. Ásetingarnar í §§ 152-152 b galda eisini fyri hjálparfólk hjá nevndu persónum.
§ 152 d. Ásetingarnar í §§ 152-152 c galda á sama hátt fyri tann, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina av órøttum útvegar sær atgongd til ella nýtir upplýsingar, sum fingnar eru til vega við slíkum lógarbroti.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina av órøttum víðarigevur upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum sambært § 27 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg og § 28, stk. 1 í Forvaltningsloven, og sum fingnar eru til vega við broti á §§ 152-152 c.
Stk. 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina av órøttum víðarigevur upplýsingar, sum eru í trúnaði við atliti at statstrygdini ella ríkisverjuni.
§ 152 e. Ásetingarnar í §§ 152-152 d fevna ikki um føri, har viðkomandi persónur:
1) hevur skyldu til at víðarigeva upplýsingina ella
2) av røttum verjir eyðsýnd almenn áhugamál ella egnan ella annans tørv.
§ 152 f. Brot á §§ 152-152 d, tá ið brot einans er framt á privat áhugamál, verða lógsøkt við privatari átalu.
Stk. 2. Almenn átala kann tó verða nýtt, tá tann órættaði biður um tað.
§§ 153-154. (Strikaðar).
§ 155. Misnýtir onkur, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, starv sítt til at gera seg inn á rættin hjá privatum ella tí almenna, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir. Verður tað gjørt fyri at vinna sær ella øðrum fyrimun, ið eingin rættur er til, kann revsingin vera upp í 2 ára fongsul.
§ 156. Tá ið onkur, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, noktar ella letur vera við at halda eina skyldu, sum hoyrir tænastuni ella starvinum til, ella at gera eftir lógligum tænastuboðum, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir. Uttan fyri hesa áseting eru fólkavald størv.
§ 157. Við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir verður tann revsaður, sum tá ið hann virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, grovliga ella ofta vanrøkir hesi ella er óvandaligur:
1) í tænastuni ella starvinum ella
2) við at halda tær skyldur, sum hoyra tænastuni ella starvinum til.
Stk. 2. Uttan fyri hesa áseting eru størv, hvørs útinning byggir á almenn val.
§ 157 a. Tá ið revsingin fyri brot á hesa løgtingslóg verður ásett, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, at brotið er framt við píning.
Stk. 2. Brotið er framt við píning, tá ið tað er framt í føroyskari, danskari, útlendskari ella millumtjóða tænastu ella starvi hjá tí almenna við at gera skaða á annans likam ella heilsu ella við at elva sterka kropsliga ella sálarliga pínslu ella líðing:
1) fyri at fáa onkran at geva upplýsingar ella at játta seg sekan,
2) fyri at revsa, ræða ella tvinga onkran til at gera, tola ella lata vera við at gera okkurt ella
3) orsakað av politisku sannføring hjá viðkomandi, kyn, rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki.
§ 157 b. Ásetingarnar í §§ 145-157 galda á sama hátt í útinningini av útlendskari ella millumtjóða tænastu og starvi hjá tí almenna, um gerðin er fevnd av § 157 a.”
4. Kapittul 17 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 17
Følsk frágreiðing og følsk ákæra
§ 158. Tann, sum gevur falska frágreiðing í rættinum, herímillum gjøgnum fjarsamskifti, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár. Ásetingin er eisini galdandi fyri falska frágreiðing í útlendskum rætti.
Stk. 2. Er falska frágreiðingin einans um slíkt, sum ikki hevur týdning fyri tað, ið roynt verður at lýsa, kann revsingin minka til sekt.
§ 159. Gevur onkur falska frágreiðing sum skuldsettur í almennum revsimáli ella undir avhoyring í førum, har frágreiðing sambært lógini ikki kann verða kravd, verður hann ikki revsaður.
Stk. 2. Verður følsk frágreiðing givin undir avhoyring í rættinum í førum, har tann avhoyrdi hevði rætt at nokta fyri at geva frágreiðing, kann revsingin minka og undir aðramáta linnandi umstøðum detta burtur.
§ 160. Ger onkur seg sekan í grovum ósketni við at geva óbeina frágreiðing í føri, sum annars hevði verið revsivert sambært § 158 ella § 159, stk. 2, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.
§ 161. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum í føri, ið ikki hoyrir undir § 158, gevur almennum myndugleika falska váttan við trú og heiður ella á líknandi hátíðarligan hátt, har slíkur siður er kravdur ella loyvdur.
§ 162. Tann, sum annars gevur almennum myndugleika óbeina váttan um viðurskifti, sum hann hevur skyldu til at geva frágreiðing um, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 163. Tann, sum aðramáta til brúk í rættarviðurskiftum hjá tí almenna á skrift ella annan lesbaran hátt gevur óbeina váttan ella vissu um nakað, sum hann ikki hevur vitan um, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
§ 164. Tann, sum gevur almennum myndugleika ósannar upplýsingar við tilætlan, at ein ósekur harvið skal verða skuldsettur, dømdur ella má geva seg undir revsirættarliga rættarfylgju fyri revsiverd viðurskifti, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum fyribeinir, bronglar ella burturbeinir prógv ella útvegar falskt prógv við teirri ætlan, at onkur harvið skal verða skuldsettur ella dømdur fyri revsiverd viðurskifti.
Stk. 3. Tann, sum ger eina gerð, sum nevnd í stk. 1 ella 2, við teirri ætlan, at hann sjálvur ella annar samtykkjandi persónur harvið verður skuldsettur, dømdur ella má geva seg undir revsirættarliga rættarfylgju fyri revsiverd viðurskifti, sum hann ikki hevur framt, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 4. Tá ið revsing verður ásett fyri brot á stk. 1, skal dentur leggjast á, hvat ið sermerkir tey revsiverdu viðurskiftini, sum óbeinu upplýsingarnar snúgva seg um, á umstøðurnar, tá ið upplýsingarnar vórðu givnar, og á ta mannminkan, sum er knýtt at tí at lata upplýsingarnar.
Stk. 5. Eftir áheitan frá tí órættaða kann í dóminum verða ásett, at tað almenna skal skipa so fyri, at dómsniðurstøðan og so mikið av dómsgrundgevingunum, sum rættinum tykir vera neyðugt, skulu verða kunngjørdar í einum ella fleiri almennum miðlum.
§ 164 a. Tann, sum ikki upplýsir um viðurskifti, ið avgjørt tala fyri, at ein ósekur er skuldsettur ella dømdur fyri eitt brotsverk, hóast upplýsingarnar kundu verið latnar, uttan at tað hevði sett lív, heilsu ella vælferð hjá honum ella nærmastu hansara í vanda ella hevði elvt til, at hann ella nærmastu hansara sjálv vórðu rættarsøkt fyri brotsverkið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.
§ 165. Tann, sum boðar almennum myndugleika frá revsiverdari gerð, sum ikki er framd, eins og tann, sum til slíkan myndugleika letur inn falskt klagumál, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.”
5. Kapittul 18 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 18
Gjaldsmiðlabrotsverk
§ 166. Tann, sum eftirger ella falsar pening fyri at seta hann í umferð sum ektaðan, ella sum við somu ætlan útvegar sær ella øðrum eftirgjørdan ella falsaðan pening, verður revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
§ 167. Eins og fyri eftirgerð og falsan verður tann revsaður, sum gevur út eftirgjørdan ella falsaðan pening. Hevur hann tikið ímóti peninginum í góðari trúgv, kann revsingin minka til sekt.
§ 168. Tann, sum gevur út pening, sum hann metir vera eftirgjørdan ella falsaðan, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár. Hevur hann tikið ímóti peninginum í góðari trúgv, kann revsingin detta burtur.
§ 169. Við sekt verður tann revsaður, sum ger, innflytur ella breiðir út lut, sum í skapi og útbúnaði líkist sera nógv peningi ella øðrum fíggjarligum amboði, sum er ætlað at vera í vanligari umferð.
§ 169 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum framleiðir, útvegar ella breiðir út falsaðan elektroniskan pening við teirri ætlan, at hann skal verða nýttur sum ektaður.
Stk. 2. Við falsaðan elektroniskan pening er at skilja gjaldsmiðlar, sum uttan at vera ektaður elektroniskur peningur er egnaður til at verða nýttur sum slíkur.
Stk. 3. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um gerð av serliga grovum slagi, serstakliga orsakað av útinningarháttinum ella støddini á upphæddini.
§ 170. Við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir verður tann revsaður, sum uttan lógarheimild ger, innflytur ella útgevur handhavaskuldarskjal, sum at síggja til er ætlað at verða nýtt sum gjaldsmiðil manna millum í smærri ella størri bólkum, ella sum trúliga fer at verða nýtt á henda hátt. Uttan fyri hesa áseting eru fremmandir pengaseðlar.”
6. Kapittul 19 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 19
Skjalafalsan
§ 171. Tann, sum nýtir falsað skjal til at svika í rættarviðurskiftum, verður revsaður fyri skjalafalsan.
Stk. 2. Við skjal er at skilja skrivlig ella elektronisk fráboðan, ið ber merki útgevarans, og sum sær út at vera ætlað sum prógv.
Stk. 3. Eitt skjal er falsað, tá ið tað ikki stavar frá ámerkta útgevaranum, ella tá ið tað hevur fingið eitt innihald, sum ikki stavar frá honum.
§ 172. Revsingin fyri skjalafalsan er sekt ella fongsul upp í 2 ár.
Stk. 2. Er talan um grova skjalafalsan, ella er hon gjørd ofta, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár.
§ 173. Somu revsing, sum ásett í § 172, fær tann, sum nýtir eitt skjal við ektaðari undirskrift til at svika í rættarviðurskiftum, um undirskriftin við misfatan er útvegað á øðrum skjali ella á skjali við øðrum innihaldi enn tí, sum undirskrivarin ætlaði at skriva undir uppá.
§ 174. Tann, sum í rættarviðurskiftum nýtir eitt ektað skjal sum váttan um annan persón enn tann, sum tað veruliga er váttan um, ella sum aðramáta nýtir skjalið á ein hátt, sum er í ósamsvari við endamálið við tí, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
§ 175. Tann, sum fyri at svika í rættarviðurskiftum gevur óbeina váttan í almennum skjali ella almennari bók, í privatum skjali ella privatari bók, sum hann hevur skyldu at skriva ella føra sambært lóg ella serligum skyldum, ella sum í læknaváttan, tannlæknaváttan, ljósmóðurváttan ella djóralæknaváttan gevur óbeina váttan um viðurskifti, sum váttanin skal prógva, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum í rættarviðurskiftum nýtir slíkt skjal ella slíka bók, sum innihaldandi sannleika.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru somuleiðis galdandi, tá ið skjalið ella bókin er skrivað ella førd á øðrum lesbarum miðli.
§ 176. Við sekt ella fongsli í upp til 3 ár verður tann revsaður, sum fyri at svika í samvinnu nýtir lut, sum av órøttum ber alment stempul ella merki, ið skal borga fyri ektleika, slagi, dygd ella nøgd á lutinum.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, sum á sama hátt nýtir lut, ið av órøttum ber privat stempul, merki ella aðra tilskilan, ið skal upplýsa um viðurskifti við lutinum, sum hava týdning fyri samvinnuna.
Stk. 3. Nevndu revsing fær eisini tann, ið á sama hátt nýtir lut, har lógliga ásett stempul, merki ella onnur tilskilan er bronglað ella burturtikið.
§ 177. Við fongsli í upp til 8 ár verður tann revsaður, sum nýtir eftirgjørd ella falsað stempulpappír, stempulmerki, postfrímerki og onnur merki, ið vátta, at goldið er fyri almennan skatt ella avgjald. Lutvíst linari revsing fær tann, sum nýtir áður brúkt pappír ella merki, har ásetta teknið um fyrra brúkið er burturtikið.
Stk. 2. Reglan í § 169 verður á sama hátt brúkt, tá ið talan er um stempulmerki, postfrímerki og líknandi fríanarmiðlar.
§ 178. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum fyri at forða onkrum í at fáa sín rætt fyribeinir, burturbeinir ella heilt ella lutvíst ónýtiligger eitt prógv, ið er hóskandi at nýta sum slíkt í rættarviðurskiftum.
§ 179. Tann, sum fyri at svika við mørkum fyri jørð, jarðarrættindum ella rættindum til áir ella vøtn setir upp falskan marknastein ella annað slíkt merki, ella sum flytur, tekur burtur, bronglar ella oyðileggur slíkt merki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.”
7. Í § 290, stk. 1, 2. pkt. verður aftan á “revsiverdum lógarbroti” sett: “, um ikki gerðin kemur undir § 290 a.”
8. § 290, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga grova fæloynd, serstakliga um hon hevur vinnuligan ella professionellan karakter, um uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella um eitt størri tal av brotsverkum er framt.”
9. Aftan á § 290 verður sett:
“§ 290 a. Fyri hvítvasking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum leggur um ella flytur pening, ið beinleiðis ella óbeinleiðis er vinningur av revsiverdum lógarbroti, til tess at krógva ella káva út yvir tann ólógliga upprunan.
Stk. 2. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 8 ár, um talan er um serliga grova hvítvasking, serstakliga um hon hevur vinnuligan ella professionellan karakter, um uppnáddi ella tilætlaði vinningingurin er stórur, ella um eitt størri tal av brotsverkum er framt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 108/2018