Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT- útbúgvingar) verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Sum støði undir eini yrkisútbúgving er útbúgvingin skipað sambært teimum reglum, sum ásettar eru í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.”
2) § 2, stk. 4 verður strikað.
3) Í § 6, stk. 3 verður “lærugreinir” broytt til: “lærugreinar”.
4) § 6, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku í útbúgvingina ella partar av útbúgvingini og treytir fyri, at næmingur kann halda fram á næsta skúlaskeiði.”
5) Í § 8, stk. 1 verður “yrkislærugreinir” broytt til: “yrkislærugreinar” og “grundlærugreinir” broytt til: “almennar lærugreinar” og “vallærugreinir” broytt til: “vallærugreinar”.
6) § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Yrkislærugreinar skulu vanliga hava seks tíggjundapartar av samlaðu undirvísingartíðini, almennar lærugreinar tríggjar tíggjundapartar og vallærugreinar ein tíggjundapart.”
7) § 8, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera av, at yrkislærugreinar og vallærugreinar verða havdar ístaðin fyri almennar lærugreinar.”
8) Í § 8, stk. 5 verður ”Yrkislærugreinir” broytt til: “Yrkislærugreinar”.
9) Í § 8, stk. 6 verður “Grundlærugreinir” broytt til: “Almennar lærugreinar”.
10) Í § 8, stk. 7 verður “Vallærugreinir” broytt til: “Vallærugreinar”.
11) Í § 9, stk. 1 verður “viðkomandi yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndini”.
12) Í § 9, stk. 1 verður “grundlærugreinar” broytt til: “almennar lærugreinar”.
13) Í § 12, stk. 1 verður “viðkomandia yrkisnevnd” broytt til: “yrkisnevndini” og “grundlærugreinum” broytt til: “almennum lærugreinum”.
14) § 18 verður orðað soleiðis:
“§ 18. Næmingur skal vera til staðar og vera virkin í undirvísingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um at vera til staðar og vera virkin í undirvísingini.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar í stk. 2 og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.”
15) Aftaná § 18 verður í kapittul 7 sett:
“§ 18 a. Næmingur hevur skyldu at halda skilhaldsreglur stovnsins.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger reglur fyri skilhald.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar sbrt. stk. 2 og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.”
16) § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins í námsfrøðiligum málum, m.a. í próvtøkumálum, kann innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, kærast til landsstýrismannin. Kæran skal vera skrivlig, ítøkilig og grundgivin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um kærur sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av leiðara útbúgvingarstovnsins, sum ikki er fevnd av stk. 1, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1 og 6 fevnir tó ikki um SIT næmingar, sum eru byrjaðir skúlagongdina, áðrenn henda lóg kom í gildi.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 176/2011