16. mai 2006Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2005, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 5, stk. 1 verður aftaná 3. pkt sum nýtt 4. pkt. sett:
“Síðsta punktum er ikki galdandi í tann mun annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin (Hoyvíkssáttmálanum).”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis, sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin fær gildi.
Tórshavn, 16. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 90/2005