Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1983Nr. 50
Løgtingslóg um ítróttarvedding, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. desember 1998
§ 1.1) Landsstýrið kann veita loyvi til vedding í samband við ítróttarkappingar. Eisini kann landsstýrið veita loyvi til talspæl (lotto) og góðkenna, at veddingin samstarvar við aðrar norðurlendskar veddingar.
2. stk. Loyvishavarin kann við góðkenning landsstýrisins áseta reglur um veddingina og talspælið og um framleiðslu av úrslitum, ið eru neyðug vegna avlýsing ella útseting av kappingum.
§ 2.2) Loyvi kann bert veitast einum smápartafelag og bert fyri 5 ár í senn.
Stk. 2. 2) Reglurnar í partafelagslógini eru galdandi fyri felagið í øllum viðurskiftum, har aðrar reglur ikki eru ásettar í hesi lóg.
§ 3. 2) Innskotspeningur í felagnum skal vera minst kr. 100.000. Av innskotspeninginum teknar landskassin 20%, ítróttasamband Føroya (Í.S.F.) 50% og Føroya Ungdómsráð (F.U.R.) 30%.
Stk. 2. Felagið verður stjórnað av eini 5- ella 7-mannanevnd, ið skipar seg sjálv.
Stk. 3. Landsstýrið góðkennir samsýning til nevndarformann og limir og lønir til stjóra og starvsfólk.
§ 4. Av peninginum, sum veddað verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar.
§ 5.3) (Strikað).
§ 6. 2) Av yvirskotinum, aftan á útgjalding av vinninginum, fyrisiting, avskriving, burturlegging, vinningsbýti v.m. verða 60% nýtt til ítróttarendamál hjá Í.S.F., 20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R og 20% til studning av ymiskum barna- og ungdómsarbeiði.
Stk. 2. Nevndin tekur avgerð um, hvussu peningurin skal býtast.
§ 7. Felagið kann draga frá í skattskyldugu inntøkuni tað, ið útbýtt verður sambært § 6.
§ 8. Fyriskipan av aðrari ítrólttavedding, sum ikki hevur heimild í hesi lóg og fyriskipan sum millummaður við løn fyri luttøku í útlendskari ítróttavedding, verður revsað við bót, hefti ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
2. stk. Hann, ið tekur lut í ólógligari ella ólógliga fyriskipaðari ítróttavedding eftir stk. 1, verður revsaður við bót.
§ 9. Mál um brot á hesa lóg verða framd sum løgreglumál. Fyri mál, ið verða reist eftir § 8, stk. 1, koma rættarstigini í kap. 68-69 og 71-72 í rættargangslógini í nýtslu í sama mun sum í málum, ið eftir vanligum reglum verða framd sum statsadvokatmál.
§ 10. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 13. mai 1992.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 23. mai 1997, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi allur danski tekstur lógarinnar.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 29. desember 1998, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtinglsógkemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi danski teskturin í løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding við seinni broytingum.”