26. mai. 2010Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5 verður “§ 7, nr. 3” broytt til: “§ 7, nr. 2”.
2) Í § 8, nr. 2 verður “§ 7, stk. 1, nr. 3” broytt til: “§ 7, nr. 2”.
3) § 12 b verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2010.
Tórshavn, 26. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 112/2009