Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 1992Nr. 50
Løgtingslóg um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
§ 1.1) Landsstýrismanninum verður heimilað at reka skúla og venjingarskip til fremjing av teimum útbúgvingum, sum eru nevndar í § 3.
§ 2. 1) Landsstýrismaðurin setir útbúgvingarráð fyri útbúgvingar sambært hesi lóg og ger reglugerð fyri virki tess.
§ 3. Á maskinskúla kunnu fara fram hesar útbúgvingar:
1) Dugnaskaparútbúgving í motorpassing,
2) motorpassaraútbúgving,
3) maskinmeistaraútbúgving,
4) elinnleggjaraútbúgving og sterkstreymsteknikaraútbúgving.
Stk. 2. Eftirútbúgving í teimum útbúgvingum, sum eru nevndar í stk. 1, pkt. 1)-4) og royndarútbúgvingar kunnu eisini fara fram á maskinskúla.
Stk. 3. 1) Fyrireiking og próvtøka til dugnaskaparútbúgving í motorpassing og motorpassaraútbúgving eins og eftirútbúgving sambært stk. 2 kunnu eisini fara fram á øðrum skeiðum eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.
§ 4. Næmingarnir skulu fáa ein part av undirvísingini umborð á venjingarskipi og við simulatori.
§ 5. 1) Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkuni.
Stk. 2. Til próvtøkuna verða havdar skrivligar og munnligar royndir við próvdómarum, sum landsstýrismaðurin útnevnir. Próvdómarar í maskin- og ellæru skulu hava hægsta maskinmeistaraprógv ella samsvarandi prógv.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin gevur teimum, ið staðið hava próvtøkuna, próvbræv.
§ 6. Landsstýrið ásetir nærri reglur um:
a) treytir fyri upptøku á maskinskúla,
b) undirvísingarskipan, lærukrøv og lærugreinir,
c) próvtøkuhald, herundir krøv til tær einstøku próvtøkurnar, próvtalsgeving og próvdøming,
d) útbúgvingarkrøv til lærarar.
§ 7. Maskinskúlin skal tryggja næmingar móti óhappi undir sigling við venjingarskipi og bjargingarroynd og á eldsløkkingarskeiði.
§ 8. Henda løgtingslóg fær gildi 1. august 1992.