Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 50
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Eigaramark, alifirðir, serligar reglur fyri Suðuroy, meginreglur fyri tillutan av aliloyvum, útlendskur kapitalur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Løgtingslógin hevur til endamáls innan fyri lívfrøðiliga burðardyggar karmar, herundir við atliti til djórasjúkur og umhvørvi, at fremja lønsemi og kappingarføri í alivinnuni.”
2. Aftan á § 2 verður sett:
“§ 2 a. Rættindi, sum verða latin til alivirksemi sambært hesi løgtingslóg, eru avmarkað rættindi. Rættindini eru grundað á aliloyvið, eru avmarkaði av innihaldinum í loyvinum og ta til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu.”
3. Í § 3 verður “og á innaru og ytru landleiðirnar” broytt til: “og á sjóøkinum innan fyri fiskimarkið”.
4. Í § 6, stk. 2 verður aftan á “treytir og metingarstøði” sett: “, herundir atlit til fiskasjúkur og umhvørvi”.
5. Í § 6 verða sum stk. 3 og 4 sett:
“Stk. 3. Nýggj laksaaliloyvir á sjónum á alifirðum sbrt. § 6 a kunnu verða latin móti viðurlagi aftan á útbjóðing eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um aðrar útlutingarhættir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um serlig loyvir, herundir granskingarloyvi og menningarloyvi.”
6. Aftan á § 6 verður sett:
“Alifirðir o.a.
§ 6. a. Alifirðir eru tey sjóøki, vík, sund ella fjørður, sum sbrt. kunngerð frá landsstýrismanninum kunnu verða nýtt til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eisini í kunngerð áseta, hvørji onnur landaøkir og sjóøkir kunnu verða nýtt til aling.
Stk. 3. Ein alifjørður verður ásettur sum eitt nærri geografiskt avmarkað sjóøki, vík, sund ella fjørður, og skal ásetast við atlitum til fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá fiski, umframt atlitum til m.a. umhvørvi og annað brúk av økinum.
Stk. 4. Áðrenn kunngerð um áseting av alifirðum ella broyting av alifirðum verður sett í gildi, skulu viðkomandi partar verða hoyrdir.
Stk. 5. Eftir hesi løgtingslóg er laksaaliloyvi eitt loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum á alifirðum sbrt. stk. 1.
Stk. 6. Á einum øki á landi, sum liggur við ein alifjørð, kann bert verða givið loyvi til framleiðslu av laksi ella øðrum fiskasløgum, um hetta virksemið ikki er til ampa fyri virksemið sambært laksaaliloyvi.
Stk. 7. Á einum alifirði til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum kann verða givið loyvi til at ala onnur djóra- og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, um hetta virksemið ikki er til ampa fyri virksemið sambært laksaaliloyvi.
Stk. 8. Um loyvi, sum verður givið sbrt. stk. 7 til at ala onnur djóra- og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, ikki hevur verið brúkt í tvey fylgjandi ár, fellur tað aftur til landið. Landsstýrismanninum verður givin heimild til í serligum førum at víkja frá 2 ára tíðarfreistini, sum ásett í 1. pkt.
Stk. 9. Fjórða hvørt ár, áðrenn 1. november, leggur landsstýrismaðurin fyri Løgtingið frágreiðing, sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins, um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanirnar eru fyri víðari menning av vinnuni í mun til aling á sjógvi og landi, útlendskan ognarskap, um metingarnar av vistfrøðiligu støðuni í firðunum og aðrar viðkomandi tættir. Fyrsta frágreiðing verður løgd fyri Løgtingið áðrenn 1. november 2020.
Forboð fyri aling á vøtnum
§ 6 b. Tað kann ikki verða givið loyvi til aling á vøtnum og í byrgingum.
Krav um virking í Suðuroy
§ 6 c. Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Við virking eftir 1. pkt. skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um virking í Suðuroy sbrt. stk. 1, herundir skjalprógv um, at kravið eftir stk. 1 kann verða lokið, um afturtøku av loyvi, um settu treytirnar ikki eru loknar og um undantøk í serligum førum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal, tá tað er neyðugt, geva undantaksloyvi frá krøvunum sbrt. stk. 1, tá talan er um sjúku- og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.
Stk. 4. Fyri verandi loyvishavarar kann verða ásett freist at tillaga viðurskiftini.
Felagaformur
§ 6 d. Aliloyvi kann verða latið partafeløgum og smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan. Kapitalpartar skulu gevast út við navni.”
7. Yvirskriftin yvir § 7 verður orðað soleiðis:
“Eigaramark fyri laksaaliloyvir”
8. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Reglurnar í stk. 2-4 eru galdandi fyri laksaaliloyvi, sbr. § 6 a, stk. 5.
Stk. 2. Eingin løgfrøðiligur ella fysiskur persónur kann beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum tað samband, sum nevnt er í § 7 í vinnufelagalógini, hava ræði á 50 prosentum ella meira av aliloyvunum.
Stk. 3. Er ein fyritøka afturatknýtt fyritøka, sbr, stk. 4., ella eru tvær ella fleiri fyritøkur afturatknýttar somu fyritøku, kunnu fyritøkan og afturatknýttu fyritøkurnar tilsamans ikki hava ræði á 50 prosentum ella meira av aliloyvunum. Hevur fysiskur persónur ávirkan á fyritøku, sum nevnt í stk. 4, er fyritøkan afturatknýtt fyritøka.
Stk. 4. Afturatknýtt fyritøka er fyritøka, sum ikki er dóttirfyritøka, men har ein fyritøka og dóttirfyritøkur hava týðandi ávirkan á rakstrarligu og fíggjarligu leiðsluna hjá fyritøkuni. Tað er týðandi ávirkan, um fyritøkan og dóttirfyritøkur eiga ella hava ræði á 20 prosentum ella meira av atkvøðurættindunum í fyritøkuni.
Stk. 5. Eingin kann útinna síni umsitingarligu rættindi í alifyritøku í stríð við stk. 2 og 3.
Stk. 6. Alifeløg skulu í viðtøkunum hava ásetingar um
1) ræðisavmarkingarnar eftir stk. 2 og 3, og
2) avmarkingar í umsitingarligu rættindunum eftir stk. 5.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum veita tíðaravmarkað undantak frá stk. 2 og stk. 3.”
9. § 7 a og yvirskriftin yvir § 7 a verður orðað soleiðis:
“Útlendskur kapitalur
§ 7 a. Reglurnar í stk. 2-4 eru galdandi fyri laksaaliloyvi, sbr. § 6 a, stk. 5.
Stk. 2. Eingin løgfrøðiligur ella fysiskur persónur, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, kann beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum tað samband, sum nevnt í § 7 í vinnufelagalógini, eiga ella hava ræði á 20 prosentum ella meira av atkvøðurættindunum í fyritøkum við laksaaliloyvi.
Stk. 3. Persónur er heimahoyrandi í Føroyum, sum
1) er skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum, er fult skattskyldugur í Føroyum, og
2) hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum í tilsamans 5 ár.
Stk. 4. Felag er heimahoyrandi í Føroyum, um:
1) Felagið er skrásett hjá Skráseting Føroya ella er fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan, sbr. § 6 d.
2) Felagið hevur høvuðssæti í Føroyum.
3) Meirilutin av limunum í nevndini, um felagið hevur eina nevnd, ella meirilutin av limunum í eftirlitsráðnum, um felagið hevur eitt eftirlitsráð, eru heimahoyrandi í Føroyum, og stjórar felagsins lúka stk. 3, nr. 1. Er talið av limum, sum eftir 1. pkt. skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, ikki eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir.
Stk. 5. Eingin kann útinna síni umsitingarligu rættindi í alifyritøku í stríð við stk. 1-4.
Stk. 6. Alifeløg skulu í viðtøkunum hava ásetingar um
1) ræðisavmarkingarnar eftir stk. 1-4, og
2) avmarkingar í umsitingarligu rættindunum eftir stk. 5.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn geva undantaksloyvi til, at farið verður upp um markið í stk. 2 í førum, tá tað fyri 9. august 2012 eru gjørdar avtalur um avhendingar av kapitalpørtum, har avhendingin skal fara fram eftir 9. august 2012, og tað verður mett at vera av alstórum fíggjarligum týdningi fyri viðkomandi, at undantak verður givið.
Stk. 8. Reglurnar í § 2, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012 um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. um kapitalpartar, sum eru útvegaðir fyri 9. august 2012, verða framvegis nýttar upp á slíkar kapitalpartar.”
10. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis.
“Landsstýrismaðurin kann broyta ella taka aftur aliloyvi:
1) um týðandi fortreytir, sum aliloyvið er grundað á, eru broyttar,
2) um aliloyvið er í stríð við økisætlanir og verndartiltøk eftir § 11,
3) um grov brot ella endurtikin brot verða framd á ásetingar í hesi lóg ella ásetingar, givnar við heimild í hesi lóg,
4) um aliloyvi ikki verður brúkt ella bert verður brúkt í avmarkaðan mun,
5) um loyvi ella góðkenning, nevnd í § 6, stk. 1, litra c dettur burtur, ella at tað eftir tí lóggávu, sum er nevnd í § 6, stk. 1 litra c, er sett bann ella líknandi tiltøk í verk soleiðis, at loyvið ikki kann verða nýtt,
6) um alingin er til ampa fyri alivirksemið sbrt. laksaaliloyvi, sbr. § 6 a, stk. 6 og stk. 7.”
11. Í § 18 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Alifeløg, sum hava laksaaliloyvi, skulu fyri hvørt aliøki sær skráseta og fráboða til Heilsufrøðiligu starvsstovuna tal á kópi, sum verður tikin í sambandi við alivirksemi, ella sum av øðrum orsøkum doyr í sambandi við alivirksemi. Fráboðast skal eina ferð um árið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna í tí sniði, sum starvsstovan ásetur. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal lata upplýsingarnar víðari til granskingarstovnar og myndugleikar, sum biðja um tað.”
12. Aftan á § 18 verður sett:
“§ 18 a. Ein og hvør, sum hevur ræði á aliloyvum, sbr. § 7, stk. 2, og ein og hvør, sum hevur ræði á kapitalpørtum sbr. § 7, stk. 3, skal boða alifelagnum frá.
Stk. 2. Ein og hvør, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, og sum hevur ræði á meira enn 20 prosentum av felagskapitalinum í alifelagnum, sbr. § 7 a, stk. 1-4, skal boða alifelagnum frá.
Stk. 3. Tann, sum hevur ræði á kapitalpørtum, sbr. § 7, stk. 3, í tveimum ella fleiri alifeløgum skal, umframt at boða alifelagnum frá um eigaraviðurskiftini í alifelagnum, eisini boða alifelagnum frá um eigarapartin í hinum alifeløgunum.
Stk. 4. Hevur alifelag fingið fráboðan, sum nevnt í stk. 1-3, skal felagið boða fyritøkuni sum hevur ræði á felagnum, sbr. § 7, stk. 2 ella kapitaleigarunum, sbr. § 7, stk. 3 og § 7 a, stk. 2-4, frá, at møtirætturin og atkvøðurætturin á aðalfundi ikki kann útinnast í stríð við viðtøkur felagsins, sbr. § 7, stk. 5 og § 7 a, stk. 5.
Stk. 5. Alifelag skal skjótast gjørligt boða landsstýrismanninum frá um fráboðanir eftir stk. 1-4.
Stk. 6. Alifeløg skulu í viðtøkunum hava ásetingar um fráboðanarskylduna eftir stk. 1-3.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um fráboðanir eftir stk. 1-3 og stk. 5.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Reglurnar um eigaramark í § 1, nr. 8 í hesi løgtingslóg verða nýttar til aliloyvir, sum eru fingin, eftir at løgtingslógin er komin í gildi.
Stk. 3. Ásetingin í § 1, nr. 6, § 6 b, um forboð fyri aling á vøtnum og í byrgingum, kemur í gildi, tá hendan løgtingslóg er komin í gildi. Feløg, fevnd av ásetingini, fáa eina skiftistíð til 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 77/2017