Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. apríl 2001Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. februar 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Loyvi frá landsstýrismanninum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka støð til aling av fiski v.m. Til alivirksemi uttan alistøð krevst eisini loyvi frá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann í loyvinum seta nærri fylgitreytir.
Stk. 2. Aliloyvi kann verða latið partafeløgum og smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan.
Stk. 3. Felagið skal lúka hesar treytir:
1) Partabrøvini skulu vera navnapartabrøv.
2) Persónar, sum ikki hava fast tilknýti til Føroyar, sum ikki eru skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og sum ikki hava fulla skattskyldu í Føroyum, kunnu ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eiga meira enn 1/3 av partapeninginum ella atkvøðurættinum í felagnum tilsamans, og kunnu ikki í viðtøkunum, við avtalum ella á annan hátt beinleiðis ella óbeinleiðis hava avgerandi ávirkan á felagið.
3) Eingin likamligur ella juridiskur persónur kann beinleiðis ella óbeinleiðis við partapeningi, atkvøðurætti ella á annan hátt hava avgerandi ávirkan á meira enn 25% av aliloyvunum. Verða aliloyvir løgd saman, verður ásetingin í pkt. 1 bert nýtt fyri hesi aliloyvi.
4) Eingin av eigarunum skal beinleiðis ella óbeinleiðis eiga meira enn 25% av partapeninginum tilsamans ella hava meira enn 25% av atkvøðurættinum tilsamans í øllum teimum feløgum, sum hava aliloyvi. Prosentparturin av samlaða partapeninginum/atkvøðurættinum verður roknaður sum samanlagdi prosentparturin, sum viðkomandi hevur í hvørjum felag sær, býttur við talinum á teimum feløgum, ið hava aliloyvi.
Stk. 4. Eigara- og avgerðarættindaparturin yvir smoltaliloyvum eftir stk. 3, nr. 3 og 4, verður roknaður fyri seg.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal skrivliga hava upplýsingar um broytingar í ognar- og avgerðarættindaviðurskiftunum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum geva undantaksloyvi viðvíkjandi treytunum eftir hesi grein.”
2. § 4, stk. 4, verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Loyvi kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 2-4, ikki eru loknar.”
3. § 12, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger brot á ásetingar ella treytir í hesi lóg ella við heimild í hesi lóg, verður revsaður við bót.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kunnu halda fram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í § 2, stk. 2, og § 2, stk. 3, nr. 3 og 4.
Stk. 3. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð áðrenn 24. mai 1997, kunnu halda fram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 1 og 2.
Tórshavn, 3. apríl 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður