Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2021Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin)
(Um at seta í gildi broytingar í 8. vinnufelagadirektivinum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við § 4 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012 og løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kapitli 1 verður orðað soleiðis:
“Øki løgtingslógarinnar og allýsingar”
2. Sum yvirskrift yvir § 1 verður sett:
“Øki løgtingslógarinnar”
3. Í § 1, stk. 3, verður “§ 15, stk. 3, § 20, § 28, §§ 41-44 og § 51, stk. 4, 1. pkt.” broytt til: “§ 15, stk. 4, §§ 20, 28, 41-44, § 44 c og § 51, stk. 4, 1. pkt.”
4. § 1, stk. 4 og 5 verða strikað.
5. Aftan á § 1 verður í kapittul 1 sett:
“Allýsingar
§ 1 a. Eftir hesi løgtingslóg galda hesar allýsingar:
1) Grannskoðari: Persónur, sum er góðkendur sambært §§ 3, 10 og 11, um ikki annað sæst týðiliga.
2) Grannskoðanarvirki: Eitt virki, sum er góðkent sambært § 13, um ikki annað sæst týðiliga.
3) Fyritøkur av almennum áhuga:
a) fyritøkur, ið hava kapitalpartar, skuldarinstrument ella onnur virðisbrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði í einum ES-landi ella einum EBS-landi, og
b) fíggjarfyritøkur, sbr. § 5, stk. 1, nr. 1, litra a í Bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, tryggingarfeløg, sbr. § 5, stk. 1, nr. 11 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, tó undantikið tryggingarmeklaravirksemi, og tryggingarfelag sambært løgtinglóg um P/F Lív lívs- og pensjónstryggingarfelag.
4) Smáar fyritøkur: Fyritøkur, sum fíggjarjavnadagin tvey fylgjandi roknskaparár ikki fara upp um tvey av hesum støddarmørkum:
a) ein fíggjarjavna upp á 36 mió. kr.,
b) ein nettoumsetning upp á 72 mió. kr., og
c) eitt miðaltal gjøgnum roknskaparárið av heiltíðarsettum starvsfólkum upp á 50.
5) Miðalstórar fyritøkur: Fyritøkur, sum ikki eru smáar fyritøkur, og sum fíggjarjavnadagin tvey fylgjandi roknskaparár ikki fara upp um tvey av hesum støddarmørkum:
a) ein fíggjarjavna upp á 143 mió. kr.,
b) ein nettoumsetning upp á 286 mió. kr., og
c) eitt miðaltal upp á 250 av heiltíðarsettum starvsfólkum gjøgnum roknskaparárið.
6) Stórar fyritøkur: Fyritøkur, sum ikki eru smáar ella miðalstórar fyritøkur.
Stk. 2. Tá støddin á fyritøkuni skal roknast eftir stk. 1, nr. 4 og 5, skal § 7, stk. 3 og 4 í ársroknskaparlógini nýtast, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Fyri móðurfyritøkur verður fíggjarjavni, nettoumsetningur og miðaltal av heiltíðarsettum í roknskaparárinum, sambært stk. 1, nr. 4 og 5, roknað á tann hátt, at fíggjarjavni, nettoumsetningur og talið av heiltíðarsettum hjá móðurfyritøku og dótturfyritøku verður lagt saman. Tá støddin eftir 1. pkt. verður roknað, er § 110, stk. 2 og 3 í ársroknskaparlógini galdandi.”
6. Í heitunum á kapitli 2, kapitli 3, kapitli 9 og kapitli 13 verður “v.m.” broytt til: “o.a.”
7. Í § 4, stk. 1 verður aftan á “javnt og samt” sett: “dagførir og”.
8. Í § 4, stk. 2, 2. pkt. verður “§ 19, stk. 3, nr. 2” broytt til: “§ 1 a, stk. 1, nr. 3”.
9. Í § 6, stk. 1, 2. pkt. verður aftan á “§ 8” sett: “og § 8 a, stk. 4, nr. 3”.
10. Í § 6, stk. 3, 2. pkt. verður “§ 8, stk. 3” broytt til: “§ 8 a, stk. 1”.
11. Yvirskriftin yvir § 8 verður orðað soleiðis:
“Frátøka o.a.”
12. § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Harumframt kann Skráseting Føroya taka góðkenningina frá einum grannskoðara, um grannskoðarin noktar at geva seg undir reglurnar um góðskueftirlit, sbr. § 27.”
13. § 8, stk. 3 verður strikað.
14. Aftan á § 8, men áðrenn yvirskriftina yvir § 9, verður sett:
“§ 8 a. Vantar einum grannskoðara at fullføra alla ella partar av eftirútbúgvingini, sambært § 4, kann Skráseting Føroya áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal lúka krøvini um eftirútbúgving.
Stk. 2. Um ein grannskoðari ikki kann skjalprógva, at krøvini til eftirútbúgving sambært § 4 eru lokin, kann Skráseting Føroya geva grannskoðaranum boð um at taka lut í eftirútbúgvingartímum eftir nærri ásettum treytum.
Stk. 3. Um Skráseting Føroya í sambandi við eftirlitið við grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum, sambært § 30, stk. 2, nr. 2-4, metir, at ein grannskoðari hevur tørv á meiri eftirútbúgving innan fyri eitt ávíst avmarkað fakøki, kann Skráseting Føroya geva grannskoðaranum boð um, eftir nærri ásettum treytum, at taka lut í tílíkari eftirútbúgving.
Stk. 4. Uppfyllir ein grannskoðari ikki treytirnar í § 4 um eftirútbúgving ella fylgir ikki boðum eftir stk. 1-3, kann Skráseting Føroya:
1) taka góðkenningina treytað frá grannskoðaranum við áseting um, at viðkomandi í verandi ella komandi eftirútbúgvingarskeiði ikki setur til síðis krøvini um eftirútbúgving á slíkan hátt, at samlaða metingin verður, at góðkenningin skal verða tikin frá viðkomandi,
2) geva grannskoðaranum forboð fyri í verandi ella komandi eftirútbúgvingarskeiði at grannskoða ella hava eftirlit við grannskoðan ella røkja uppgávur í einum grannskoðanarvirki, ella
3) taka góðkenningina frá grannskoðaranum.”
15. Í yvirskriftunum yvir §§ 9, 10, 13 og 16 verður “v.m.” broytt til: “o.a.”.
16. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Er ein góðkenning sum grannskoðari fallin burtur sambært § 7, frátikin sambært § 8 og § 8 a, stk. 4, nr. 3, ella frádømd sambært § 42, stk. 4 ella § 79 í revsilógini, verður persónurin strikaður úr almennu skránni yvir góðkendar grannskoðarar, og eftir hetta kann viðkomandi ikki longur nýta prógvið fyri góðkenningini ella tað fakliga heitið.”
17. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skráseting Føroya kann góðkenna ein persón sum løggildan grannskoðara, sum:
1) prógvar, at hava tikið útbúgving uttanlands, ið verður mett at kunna javnsetast við útbúgving eftir § 3, stk. 1 og 3,
2) uttanlands er góðkendur at fremja lógarálagda grannskoðan, og
3) lýkur treytirnar í § 3, stk. 5 og 6.”
18. Í § 10 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Persónur, sum er góðkendur til at gera lógarálagda grannskoðan í einum landi, sum ikki hevur sett í gildi Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU, og sum ES ikki hevur gjørt avtalu við, kann bert verða góðkendur sum grannskoðari sambært stk. 1, um londini geva sínámillum góðkenning. Eftir áheitan frá Skráseting Føroya skal umsøkjari prógva, at tað verða givnar sínámillum góðkenningar.
Stk. 3. Sum treyt fyri góðkenning sum løggildur grannskoðari eftir stk. 1 kann Skráseting Føroya krevja, at persónurin prógvar sín kunnleika til føroyska lóggávu.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
19. Í § 13, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “stk. 6,” sett: “og krøvini í §§ 26 og 26 a um innanhýsis bygnað o.a.,”.
20. Í § 13, stk. 1, nr. 2 verður “§ 29” broytt til: “§ 27”.
21. Í § 13, stk. 8 verður “sbr. § 42, stk. 4, 3. pkt.” broytt til: “sambært § 42, stk. 6, 4. pkt.”.
22. Í § 14, stk. 3 verður “§ 42, stk. 4, 3. pkt.” broytt til: “§ 42, stk. 6, 4. pkt.”
23. Aftan á heitið á kapitli 3, men áðrenn yvirskriftina yvir § 15, verður sett:
“Góðkenning og framhald av grannskoðanaruppgávu
§ 14 a. Eitt grannskoðanarvirki skal, áðrenn tað tekur við ella heldur fram við eini grannskoðanaruppgávu, meta um og skjalprógva:
1) at tað lýkur krøvini um óheftni, sambært § 22,
2) um tað eru hóttanir móti óheftni hjá grannskoðanarvirkinum ella grannskoðaranum, og um so er, hvørji trygdartiltøk eru tikin fyri at ganga hesum hóttanum ímóti,
3) at tað hevur tey neyðugu málsføru starvsfólkini, ta neyðugu tíðina og ta neyðugu orkuna at fremja grannskoðanaruppgávuna lýtaleyst, og
4) at grannskoðarin er góðkendur at geva grannskoðanarátekningina á roknskapin.
Stk. 2. Stk. 1, nr. 3 og 4 eru ikki galdandi fyri grannskoðan av roknskapum hjá smáum fyritøkum.
Stk. 3. Stk. 1, nr. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri aðrar váttanir við trygd.
Stk. 4. Stk. 1 er eisini galdandi fyri grannskoðanarvirki, fevnd av artikli 6 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden í sambandi við, at grannskoðan av fyritøku av almennum áhuga verður fyrireikað.”
24. Í § 15, stk. 1, 3. pkt. verður aftan á “vísa” sett: “professionelt ivasemi,”
25. Í § 15 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Grannskoðarin skal, tá hann leggur til rættis og ger eina uppgávu eftir § 1, stk. 2 vísa professionelt ivasemi, ásannandi at umstøður kunnu vera, sum kunnu týða upp á skeivar upplýsingar av týdningi í váttanarevninum. Tá grannskoðanin verður framd, skal grannskoðarin serliga vísa professionelt ivasemi í mun til metingina hjá leiðsluni av dagsvirði og niðurskriving av aktivum, burturleggingum og komandi peningastreymum, sum hava týdning fyri møguleikan hjá grannskoðaðu fyritøkuni at halda fram við sínum virksemi.”
Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 3-5.
26. Í § 15, stk. 2, sum verður stk. 3, verður “§ 10, stk. 3” broytt til: “10, stk. 4”.
27. Í § 15, stk. 4, sum verður stk. 5, verður “um at gera grannskoðanaruppgávur” broytt til: “um at leggja til rættis og gera grannskoðanaruppgávur”.
28. § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Gevur grannskoðari grannskoðanarátekning á ársroknskapir o.a., heldur starv grannskoðarans fram, til nýggjur grannskoðari hevur tikið við, um ikki annað fylgir av lóggávuni ella av viðtøkunum hjá einum virki, ella annað er avtalað. Um grannskoðanin er framd eftir váttanarstandardi, sambært § 135, stk. 1, 2. pkt. í ársroknskaparlógini, og grannskoðarin tí hevur givið eina váttan um víðkaða gjøgnumgongd, er 1. pkt. ikki galdandi.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, kann grannskoðari til eina og hvørja tíð fara úr starvi, um hetta ikki stríðir ímóti góðum grannskoðanarsiði. Fer grannskoðari frá, skal grannskoðarin, sum tekur við, venda sær til fráfarandi grannskoðara, ið hevur skyldu til at upplýsa orsakirnar til, at hann fer frá. Hevur fráfarandi grannskoðarin ikki givið seinastu váttanina á ársroknskapin o.a., skal grannskoðarin, sum tekur við, eisini venda sær til grannskoðaran, sum hevur givið seinastu váttanina. Bæði grannskoðarin, sum fer frá, og grannskoðarin, sum hevur givið seinastu váttanina, hava skyldu til at geva grannskoðaranum, sum tekur við, atgongd til allar týðandi upplýsingar um tað virkið, ið váttanin hjá grannskoðaranum viðvíkur.”
29. Í § 17, stk. 1, 3. pkt. verður “stk. 3” broytt til: “stk. 4”.
30. Í § 17 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Eru fleiri grannskoðarar valdir eftir stk. 2 at geva eina grannskoðanarátekning, skulu hesir grannskoðarar verða samdir um úrslitið av grannskoðanini og geva eina felags grannskoðanarátekning. Semjast grannskoðararnir ikki, skal hvør grannskoðarin gera eina niðurstøðu í einum serligum broti í átekningini um orsøkina til ósemjuna.”
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
31. § 18 verður orðað soleiðis:
“§ 18. Í fyritøkum av almennum áhuga skal grannskoðanarprotokollin, sambært artikli 11, stk. 1 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, eisini verða løgd fyri nevndina ella eftirlitsráðið í grannskoðaðu fyritøkuni.”
32. § 19 verður strikað.
33. Í § 20 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Stk. 1-4 eru ikki galdandi fyri grannskoðan av ársroknskapum o.ø. hjá eini fyritøku av almennum áhuga, tá grannskoðarin er fevndur av skyldunum í artikli 7 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.”
34. § 21, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tá móðurfeløg, ið gera samtøkuroknskap, verða grannskoðað, skulu arbeiðsskjølini eisini skjalprógva ta gjøgnumgongd og meting, ið er gjørd í tí grannskoðanararbeiði, sum aðrir grannskoðarar hava gjørt við samtøkugrannskoðan fyri eyga. Arbeiðsskjølini skulu eisini skjalprógva, at hesir grannskoðarar hava játtað, at viðkomandi skjalprógv um grannskoðanararbeiðið verða givin víðari undir samtøkugrannskoðanini.”
35. Í § 21 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Hevur grannskoðarin ikki møguleika at gjøgnumganga og meta um grannskoðanararbeiðið, sum aðrir grannskoðarar hava gjørt sum liður í samtøkugrannskoðanini, sambært stk. 2, 1. pkt., skal grannskoðarin seta hóskandi tiltøk í verk og boða Skráseting Føroya frá.”
Stk. 3-5 verða eftir hetta stk. 4-6.
36. Í § 21, stk. 4, sum verður stk. 5, verður “stk. 3” broytt til: “stk. 4”.
37. Í § 21, stk. 5, sum verður stk. 6, verður “Stk. 3 og 4” broytt til: “Stk. 4 og 5”.
38. § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Grannskoðarar, grannskoðanarvirkir og onnur í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður framd, skulu, tá talan er um uppgávur, ið eru fevndar av § 1, stk. 2, vera óheft av tí virki, sum uppgávan viðvíkur og mugu ikki vera uppií, tá avgerðir verða tiknar í virkinum. Óheftni krevst bæði í uppgávutíðarskeiðinum, og í tí tíðarskeiðinum, sum roknskapurin ella váttanin er galdandi fyri. Uppgávutíðarskeiðið byrjar, tá farið verður undir uppgávuna, og heldur fram til váttanin er givin.”
39. § 22, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Ein grannskoðari er ikki óheftur, um tað eru beinleiðis ella óbeinleiðis fíggjarlig áhugamál, handilslig viðurskifti ella setanarlig viðurskifti ella onnur viðurskifti, heruppií latan av veitingum, ið § 1, stk. 2 ikki fevnir um, millum grannskoðaran og tað virkið, sum ein uppgáva viðvíkur, sum hjá einum vælkunnaðum triðjamanni, kann vekja iva um óheftni grannskoðarans.”
40. § 22, stk. 4 verður strikað.
Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
41. § 22, stk. 5, 2. pkt., sum verður stk. 4, 2. pkt., verður strikað.
42. § 22, stk. 6, 1. pkt., sum verður stk. 5, 1. pkt., verður strikað.
43. Í § 22, stk. 6, 2. pkt., sum verður stk. 5, 1. pkt., verður “eisini” strikað.
44. Í § 22 verða sum stk. 6 og 7 sett:
“Stk. 6. Fremur ein grannskoðari grannskoðan fyri eina fyritøku, sum í roknskapartíðarskeiðinum verður yvirtikin, løgd saman við ella yvirtekur eina aðra fyritøku, skal grannskoðarin eyðmerkja og meta um øll fyrrverandi og núverandi áhugamál ella samstørv, heruppií latan av møguligum øðrum veitingum enn grannskoðan til fyritøkuna, sum við fyriliti fyri atkomuligum trygdarfyriskipanum, kann hava við sær, at óheftni grannskoðarans og evni til at halda fram við grannskoðanini aftaná samanleggingar- ella yvirtøkudagin kemur í vanda.
Stk. 7. Grannskoðarin skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi innan 3 mánaðir taka øll neyðug stig til at enda núverandi áhugamál og samstørv, sum, sambært stk. 6 kunnu hótta óheftni grannskoðarans. Grannskoðarin skal eisini skipa fyri trygdartiltøkum fyri at minka um møguligar hóttanir ímóti sínum óheftni, sum kunnu koma av fyrrverandi og áleikandi áhugamálum og samstørvum.”
45. Aftan á § 22 verður sett:
“§ 22 a. Uttan mun til artikkul 5, stk. 1 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden kann ein grannskoðari ella grannskoðanarvirki, sum grannskoðar fyritøkur av almennum áhuga, gera hesar uppgávur fyri grannskoðanarkundan og tess móðurfyritøkur og dótturfyritøkur:
1) Skattatænastur, ið snúgva seg um:
a) at útfylla skattaoyðibløð,
b) at vísa á almennan stuðul og skattafyrimunir,
c) at veita hjálp í sambandi við skattaeftirlit, og
d) at ráðgeva um nýtslu av skattalóggávu.
2) Metingartænastur, heruppií metingar í sambandi við tryggingarveitingar og stuðul í rættarmálum.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at veita tænastur eftir stk. 1, at:
1) uppgávurnar hvør sær ella saman onga ella týdningarleysa ávirkan hava á grannskoðaða roknskapin
2) metingin av ávirkanini á grannskoðaða roknskapin er skjalprógvað og greidd frá í grannskoðanarprotokollini, ið verður latin grannskoðanarbólkinum og nevndini, sambært artikkul 11 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, og
3) grannskoðarin og grannskoðanarvirkið lúka treytirnar um óheftni sambært § 22.
§ 22 b. Eftir grundaða umsókn frá grannskoðara ella grannskoðanarvirki kann Skráseting Føroya í hendinga førum og undir heilt serligum umstøðum geva grannskoðaranum ella grannskoðanarvirkinum undantak frá avmarkingini í artikkul 4, stk. 2 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Stk. 2. Undantak eftir stk. 1 kann í mesta lagi verða givið fyri 1 roknskaparár.
§ 22 c. Tann ella teir grannskoðarar, sum undirskriva grannskoðararátekningina í einum virki, kunnu ikki taka á seg leiðandi størv ella gerast limir í nevndini ella eftirlitsráðnum ella grannskoðanarbólki í hesum virki fyrr enn 1 ár eftir, at viðkomandi er farin frá sum grannskoðari. 1. pkt. er ikki galdandi, um grannskoðanin er framd eftir váttanarstandardi, sambært § 135, stk. 1, 2. pkt., í ársroknskaparlógini. Viðvíkur grannskoðaraátekningin einari fyritøku av almennum áhuga, er bannið í 1. pkt. galdandi í 2 ár.
Stk. 2. Stk. 1, 1. pkt. er eisini galdandi fyri grannskoðarar, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, og sum hava verið beinleiðis knýttir at grannskoðanini.”
46. § 23 verður orðað soleiðis:
“§ 23. Grannskoðanarvirkið og grannskoðarin skulu tryggja, at tann ella teir grannskoðarar, ið undirskriva grannskoðanarátekningina fyri fyritøkur, sum eru nevndar í stk. 2, í seinasta lagi 7 ár eftir, at teir eru tilnevndir at gera uppgávuna, verða skiftir út í minsta lagi í eitt 3 ára tíðarskeið.
Stk. 2. Fyritøkur, ið ikki eru fevndar av § 1 a, stk. 1, nr. 3, men í 2 fylgjandi roknskaparár fara upp um tvær ella fleiri av hesum treytum, eru fevndar av stk. 1, inntil tær ikki longur lúka hesar treytirnar:
1) Starvsfólkahóp upp á 2.500 persónar.
2) Ein fíggjarjavna upp á 5 mia. kr.
3) Ein nettoumsetning upp á 5 mia. kr.”
47. § 24, stk. 1 verður strikað.
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 1 og 2.
48. Í § 24, stk. 3, sum verður stk. 2, verður “í stk. 2” broytt til: “í stk. 1”.
49. Kapittul 5 verður strikaður.
50. Heitið á kapitli 6 verður orðað soleiðis:
“Innanhýsis skipan, góðskustýring og góðskueftirlit”
51. § 26 verður orðað soleiðis:
“§ 26. Grannskoðanarvirkir skulu hava eina innanhýsis skipan, heruppií eina góðskustýringarskipan, ið skal forða fyri møguligum hóttanum ímóti óheftni og partloysi hjá grannskoðanarvirkinum og grannskoðaranum og somuleiðis tryggja góðsku, integritet og nærlagni í sambandi við váttanaruppgávur. Grannskoðanarvirkið skal, fyri at fylgja 1. pkt., taka hædd fyri stødd og rakstrareyðkenni virkisins, og um tað er við í einum netverki.
Stk. 2. Grannskoðanarvirkir skulu kunna skjalprógva, at krøvini í stk. 1 eru lokin, heruppií at góðskustýringarskipanin verður nýtt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um krøvini til innanhýsis skipanina og um innihaldið av góðskustýringarskipanini og um skjalprógvið fyri nýtsluna av henni.”
52. Aftan á § 26 verður sett:
“§ 26 a. Grannskoðanarvirkir skulu sum liður í góðskustýringarskipanini hava eina serliga skipan, sum gevur starvsfólki teirra møguleika at fráboða brot og møgulig brot á lóggávu um grannskoðan. Fráboðanirnar skulu kunna vera dulnevndar.
Stk. 2. Starvsfólkið skal ikki vera fyri ólagaligari viðferð ella ólagaligum fylgjum, tí tað hevur boðað frá broti ella møguligum broti á lóggávuna um grannskoðan, sambært stk. 1.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri grannskoðanarvirkir, sum bert hava ein grannskoðara knýttan at sær ella grannskoðanarvirkir, sum bara fáast við aðrar uppgávur enn at grannskoða roknskapir.”
53. Í § 27, stk. 2, verður “sbr. § 26” broytt til: “sambært §§ 26 og 26 a”.
54. § 27, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Í grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskap hjá miðalstórum og stórum fyritøkum, skal góðskueftirlitið fara fram við í mesta lagi 6 ára millumbilum. Í øðrum grannskoðanarvirkjum, sum geva váttanir eftir § 1, stk. 2, skal góðskueftirlitið verða grundað á eina váðameting. 1. pkt. er ikki galdandi fyri góðskueftirlit, sum er fevnt av artikli 26, nr. 2 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.”
55. Í § 28, stk. 1, 1. pkt. verður “154-157” broytt til: “155-157”.
56. § 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Fyritøkur av almennum áhuga skulu seta ein grannskoðanarbólk, sbr. tó stk. 4, 5, 7 og 8. Í grannskoðanarbólkinum skulu vera persónar, sum eru limir í eftirlitsráðnum ella í nevndini, sum ikki samstundis eru í stjórnini, ella persónar, sum aðalfundurin ella samsvarandi myndugleiki hevur valt at vera í bólkinum. Meirilutin av grannskoðanarbólkinum, heruppií formaðurin, skal vera óheftur, uttan so at einans limir í nevndini ella eftirlitsráðnum eru í bólkinum. Í minsta lagi ein limur í grannskoðanarbólkinum skal hava førleikar innan roknskap ella grannskoðan. Limirnir í grannskoðanarbólkinum skulu sum heild hava førleikar, ið eru viðkomandi fyri virkisøkið hjá fyritøkuni.
Stk. 2. Persónur, sum aðalfundurin ella samsvarandi myndugleiki hevur valt at vera limur í grannskoðanarbólkinum, er í hesum starvi fevndur av somu reglum, sum limir í grannskoðanarbólkinum, ið eisini eru limir í nevndini ella eftirlitsráðnum.
Stk. 3. Uppgávurnar hjá grannskoðanarbólkinum skulu í minsta lagi vera:
1) at geva samlaðu evstu leiðsluni boð um niðurstøðuna av lógarásettu grannskoðanini, heruppií mannagongdini fyri roknskapargreiðslu,
2) at hava eftirlit við mannagongdini fyri roknskapargreiðslu og seta fram tilmæli ella uppskot fyri at tryggja integritetin,
3) at hava eftirlit við, at innanhýsis eftirlitsskipanin hjá fyritøkuni, møgulig innanhýsis grannskoðan og skipanin fyri váðastýring virka á fullgóðan hátt í sambandi við roknskapargreiðsluna, uttan at bróta óheftnið hjá fyritøkuni,
4) at hava eftirlit við lógarásettu grannskoðanini av ársroknskapinum o.ø., við atliti at niðurstøðuni frá seinasta góðskueftirlitinum,
5) at hava eftirlit við og kanna óheftnið hjá grannskoðaranum sambært §§ 22-22 c og artikkul 6 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden og góðkenna, at grannskoðari veitir aðrar tænastur enn grannskoðan sambært artikli 5 í somu fyriskipan, og
6) at vera ábyrgdari fyri mannagongdini fyri vali og tilnevning av grannskoðara til val sambært artikli 16 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Stk. 4. Fyritøkur, sum stk. 1, 1. pkt. fevnir um, kunnu tó velja at lata samlaðu evstu leiðsluna útinna virksemið hjá grannskoðanarbólkinum. Hetta er tó treytað av, at eingin nevndarlimur samstundis er limur í stjórnini, og í minsta lagi ein limur í evstu leiðsluni bæði er óheftur av fyritøkuni og hevur førleikar innan roknskap ella grannskoðan.
Stk. 5. Ein fyritøka, hvørs nevndarformaður ikki er limur í stjórnini, kann velja at lata samlaðu evstu leiðsluna útinna uppgávurnar hjá grannskoðanarbólkinum, um fyritøkan seinastu trý kalendaraárini hevur havt eitt marknaðarvirði upp á í miðal undir 100 mió. evrur grundað á kursvirðið við ársenda, ella fyritøkan fíggjarjavnadagin tvey fylgjandi roknskaparár ikki fer upp um tvær av hesum treytum:
1) 250 heiltíðarsett starvsfólk,
2) ein javna upp á 43 mió. evrur, og
3) ein nettoumsetning upp á 50 mió. evrur.
Stk. 6. Í fyritøkum, har tann samlaða evstu leiðslan fremur virksemið hjá grannskoðanarbólkinum, sambært stk. 4 og 5, skal hetta standa í ársfrágreiðingini.
Stk. 7. Hesar fyritøkur hava ikki skyldu at hava ein grannskoðanarbólk, sambært stk. 1-6:
1) Dótturfeløg, um móðurfelagið er fevnt av krøvunum um at hava grannskoðanarbólk,
2) Íløgufeløg,
3) Alternativir íløgugrunnar sum nágreinað í artikkul 4, stk. 1, litra a, í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2011/61/EU af 8. juni 2011 om forvaltere af alternative investeringsfonde,
4) Fyritøkur, hvørs einasta endamál er at geva út virðisbrøv við trygd í aktivum, sum nágreinað í artikkul 2, nr. 5 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 809/2004 om oplysninger i prospekter, og
5) Fíggjarfyritøkur fevndar av § 5, stk. 1, litra a, í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, hvørs ognarlutir ikki verða handlaðir á einum skipaðum marknaði í einum ES- ella EBS-landi, og fíggjarfyritøkur, sum leypandi hava givið út lánsbrøv ella ferð eftir ferð hava givið út lánsbrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði, undir teirri fyritreyt at samlaða nominella virðið á slíkum lánsbrøvum er undir 100 mio. EUR, og tær nevndu fyritøkurnar ikki hava almannakunngjørt nakað prospekt sambært Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2003/71/EF af 4. november 2003 um tað prospektið, sum skal almannakunngerast, tá virðisbrøv verða boðin út fyri almenninginum ella sett til sølu.
Stk. 8. Ein fyritøka, sum sambært stk. 7, nr. 4 tekur avgerð um ikki at skipa ein grannskoðanarbólk, skal í síni ársfrásøgn greiða frá orsøkunum til, at hon ikki metir tað skynsamt at hava ein grannskoðanarbólk, eina nevnd ella eitt eftirlitsráð við ábyrgd av at útinna leiklutin hjá einum grannskoðanarbólki.”
57. § 30 verður orðað soleiðis:
“§ 30. Skráseting Føroya hevur ábyrgdina av eftirlitinum við grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Skráseting Føroya hevur heruppií ábyrgdina av eftirlitinum við:
1) próvtøku, sambært § 31, og eftirútbúgving, sambært § 4,
2) góðskueftirliti, sambært §§ 32-34,
3) kanningum, sambært §§ 35-40,
4) dissiplinermálum, sambært §§ 41-44, og
5) samstarvi við og flytan av upplýsingum til málsførar myndugleikar í øðrum londum, sambært §§ 48 og 49.
Stk. 3. Skráseting Føroya hevur eisini ábyrgdina av:
1) eftirlitinum við, at limir í evstu leiðslu, stjórn ella grannskoðanarbólki í eini fyritøku av almennum áhuga halda tær skyldur, sum eru í hesi løgtingslóg, í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden og í reglum, sum gjøgnumføra ásetingarnar í artikli 37 og 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU, og
2) umsjón og meting av gongdini á marknaðinum fyri lógarásettar grannskoðanartænastur til fyritøkur av almennum áhuga.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann í sambandi við sítt virksemi sambært stk. 1-3 útvega sær upplýsingar frá øðrum føroyskum og útlendskum málsførum myndugleikum og krevja neyðugar upplýsingar frá grannskoðaranum og grannskoðanarvirkjum, heruppií latan av arbeiðsskjølum og øðrum skjølum viðvíkjandi uppgávum, framdar sambært § 1, stk. 2, og frá møguligum feløgum, sum hava uppgávur eftir stk. 2. Fyri at fremja sítt virksemi eftir stk. 3 kann Skráseting Føroya eisini útvega sær neyðugar upplýsingar frá fyritøkum av almennum áhuga.
Stk. 5. Fíggjareftirlitið ella Tryggingareftirlitið hava eftirlit eftir stk. 3, nr. 1 við teimum fyritøkum av almennum áhuga, sum longu eru undir eftirliti av ávíkavist Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum. Fíggjareftirlitið ella Tryggingareftirlitið kunnu í tí sambandi nýta tær heimildir, sum eru nevndar í stk. 4.
Stk. 6. Fyritøkurnar av almennum áhuga bera útreiðslurnar av eftirlitinum sambært stk. 3, nr. 1. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri eftirlitið.”
58. § 31, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Avtala kann gerast við Erhvervsstyrelsen og við Foreningen for Statsautoriserede Revisorer um samstarv í sambandi við próvtøkuhald og próvtøkudøming.”
59. § 32, stk. 1, 3. pkt. verður orðað soleiðis:
“Grannskoðaraeftirlitið hevur 1 formann og 4 aðrar limir, harav 2 limir skulu hava hóskandi útbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar.”
60. § 32, stk. 1, 5. pkt. verður orðað soleiðis:
“Hvørki formaðurin ella limirnir kunnu vera góðkendir grannskoðarar ella vera í starvi hjá ella reka grannskoðanarvirki saman við góðkendum grannskoðarum.”
61. § 32, stk. 3, 3. pkt. verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann tá áseta serligar reglur um góðskueftirlit við grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða fyritøkur av almennum áhuga.”
62. § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Tær í stk. 1 nevndu reglur um fremjan av góðskueftirliti skulu m.a. hava reglur um:
1) Hvør kann fremja eftirlitið.
2) Val av góðskueftirlitsfólkum, ið skulu fremja góðskueftirlitið, sbr. § 33.
3) Val av grannskoðanarvirkjum, har góðskueftirlit skal fara fram.
4) Vavið á og fremjan av góðskueftirlitinum.
5) Almannakunngering av úrslitinum av einum góðskueftirliti, sbr. § 33 a.”
63. § 33, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tá góðskueftirlitið er endað, ger góðskueftirlitsfólkið eina frágreiðing, ið verður send Grannskoðaraeftirlitinum. Í frágreiðingini skal vera ein lýsing av, hvat er kannað, slagið og vavið á kanningini, ein meting av góðskustýringarskipanini, umframt fremjanini av og óheftni í sambandi við uppgávur sambært § 1, stk. 2.”
64. Í § 33, stk. 5, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Grannskoðaraeftirlitið hevur góðskueftirlit á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða fyritøkur av almennum áhuga.”
65. § 33, stk. 6 og 7 verða orðað soleiðis:
“Stk. 6. Góðskueftirlitið endar við, at Grannskoðaraeftirlitið ger eina frágreiðing til kannaða virkið. Í frágreiðingini skulu vera tær mest týðandi niðurstøðurnar frá góðskueftirlitinum umframt møgulig tilmæli um, at kannaða virkið ger ávísar batar, ið eru eyðmerktir. Grannskoðaraeftirlitið tekur við støði í góðskueftirlitinum støðu til, um góðskueftirlitið hjá tí kannaða gevur orsøk til:
1) at eftirlitið verður endað uttan onnur tiltøk, ella
2) at góðskueftirlit verður aftur, har tað skal staðfestast, um tilmæli í sambandi við undanfarna eftirlitið eru komin í rættlag.
Stk. 7. Eftir tilmæli frá Grannskoðaraeftirlitinum ger kannaða virkið eina virkisætlan, ið verður grundarlag undir næsta góðskueftirlitinum. Grannskoðaraeftirlitið skal góðkenna virkisætlanina.”
66. Í § 33, stk. 9 verður “Revisortilsynet” tríggja staðni broytt til: “Erhvervsstyrelsen”.
67. Aftan á § 33 verður sett:
“§ 33 a. Grannskoðaraeftirlitið kann almannakunngera úrslitið av góðskueftirlitinum, um tað í sambandi við eitt eftirlit sambært § 33, stk. 6, nr. 2 verður staðfest, at tilmæli frá fyrra góðskueftirlitinum ikki eru fylgd. Grannskoðaraeftirlitið kann harafturat almannakunngera úrslitið av góðskueftirlitinum á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskapir hjá fyritøkum av almennum áhuga. Grannskoðaraeftirlitið tekur avgerð um, á hvønn hátt almannakunngeringin skal gerast. Almannakunngjørt verður á heimasíðuni hjá eftirlitinum.”
68. § 35 verður orðað soleiðis:
“§ 35. Um Skráseting Føroya metir, at vandi er fyri, at ein grannskoðari, eitt grannskoðanarvirki, ein fyritøka av almennum áhuga ella ein limur í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í eini fyritøku av almennum áhuga hevur brotið ella fer at bróta eina skyldu í ella sambært hesi løgtingslóg ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, kann Skráseting Føroya seta í verk og fremja eina kanning við tí fyri eyga at staðfesta, rætta ella forða einum slíkum broti. Hetta er ikki galdandi fyri eina váttan sambært § 1, stk. 3. Skrásetingin kann eisini seta í verk eina kanning, um hon verður biðin um tað av einum málsførum útlendskum myndugleika, sbr. § 30, stk. 2, nr. 5.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann eisini seta í verk og fremja eina kanning, sambært stk. 1, um Skrásetingin metir, at vandi er fyri, at ein fyritøka av almennum áhuga ella ein limur í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í einari slíkari fyritøku hevur brotið ella fer at bróta reglur, sum seta í gildi ásetingarnar í artikli 37 og 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann harafturat seta í verk og fremja eina kanning sambært stk. 1, um tað í sambandi við eitt góðskueftirlit er staðfestur vandi fyri, at ein grannskoðari, eitt grannskoðanarvirki ella ein fyritøka av almennum áhuga ella ein limur í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í slíkari fyritøku hevur brotið ásetingar, sum víst er til í stk. 1 og 2.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann taka avgerð um at nýta uttanhýsis hjálp í sambandi við eina kanning sambært stk. 1-3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um íverksetan og fremjan av kanningum sambært stk. 1-3.”
69. Í § 36 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Í sambandi við kanningar, sum hava við fyritøkur av almennum áhuga at gera, kann Skráseting Føroya krevja somu upplýsingar frá persónum, ið eru við í ella hava samband við grannskoðaran ella grannskoðanarvirkið, og frá øðrum pørtum, sum grannskoðari ella grannskoðanarvirki hava latið uppgávur upp í hendi.”
70. § 38 verður orðað soleiðis:
“§ 38. Tá kanning er endað, tekur Skráseting Føroya støðu til, um úrslitið av kanningini gevur høvi til:
1) at kanningin verður endað uttan viðmerkingar,
2) at geva eina átalu,
3) at krevja, at brot skulu steðga,
4) at leggja grannskoðaran, grannskoðanarvirkið ella bæði fyri Grannskoðaranevndina, sambært § 41, ella
5) at leggja lim í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í fyritøku av almennum áhuga, eina fyritøku av almennum áhuga ella bæði fyri Grannskoðaranevndina, sambært § 42 a.
Stk. 2. Skráseting Føroya almannakunnger avgerðir eftir stk. 1, nr. 3, sambært § 44 a.”
71. § 39 verður strikað.
72. Í § 40, stk. 1 verður aftan á “grannskoðarum” sett: “og limum í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í eini fyritøku av almennum áhuga”.
73. § 41, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skráseting Føroya setur eina grannskoðaranevnd. Grannskoðaranevndin hevur ein formann, ið skal vera løgfrøðingur, og í minsta lagi 4 aðrar limir, harav 2 limir skulu vera góðkendir grannskoðarar, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Í minsta lagi ein av limunum, sum umboðar roknskaparbrúkararnar, skal hava leiðsluroyndir frá einari fyritøku av almennum áhuga. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Formaðurin, limirnir og varalimirnir verða tilnevndir av Skráseting Føroya, ið somuleiðis kann tilnevna ein ella fleiri løgfrøðingar sum næstformenn. Formansskapurin og limirnir verða tilnevndir fyri eitt tíðarskeið, sum kann vera upp til 4 ár.”
74. § 41, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tá Grannskoðaranevndin viðger mál, sum viðvíkja løggildum grannskoðarum, skal, umframt formannin ella næstformannin, í minsta lagi luttaka 1 løggildur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Tá nevndin viðger mál viðvíkjandi skrásettum grannskoðarum, skal umframt formannin ella næstformannin í minsta lagi luttaka 1 skrásettur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Luttaka fleiri limir, skal talið av grannskoðarum samsvara við talið av umboðum fyri roknskaparbrúkararnar. Í málum, har rættindafrádøming, sbr. § 42, stk. 4 og 6, forboð, sbr. § 42, stk. 3, ella treytað frádøming, sbr. § 44, stk. 2, kann koma upp á tal, skulu umframt formannin, altíð vera í minsta lagi 2 løggildir grannskoðarar ávikavist 2 skrásettir grannskoðarar og eitt samsvarandi tal av limum, umboðandi rokskaparbrúkararnar, við í viðgerðini. Tá ið mál er til viðgerðar, har rættindafrádøming kann koma upp á tal, verða varalimirnir bidnir um at vera við í viðgerðini. Grannskoðaranevndin kann bert taka avgerð um rættindafrádøming, forboð ella treytaða frádøming, um kærari í sambandi við málið hevur eina slíka revsing sum málkrav.”
75. Í § 41, stk. 3, 2. pkt. verður “42, stk. 2, 2. pkt.” broytt til: “§ 42, stk. 4, 2. pkt.”
76. Í § 41, stk. 4 verður “§ 42, stk. 4, 3. pkt.” broytt til: “§ 42, stk. 6, 4. pkt.”
77. § 41, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Grannskoðaraeftirlitið ella Skráseting Føroya kann skjóta eitt grannskoðanarvirki inn fyri Grannskoðaranevndina, um tað í sambandi við ávikavist góðskueftirlit, sambært § 27, ella eina kanning, sambært § 35, eru funnir skeivleikar ella manglar hjá virkinum, sum verða mettir at geva orsøk til, at málið verður lagt fyri nevndina, herundir skyldur virkisins, sbr. § 14 a, stk. 1 og 4 og § 22, stk. 5, ikki hevur eina góðskustýringarkipan, sbr. §§ 26 og 26 a, ella tað annars í sambandi við eitt grannskoðaraeftirlit ella eina kanning eru funnir feilir ella manglar hjá fyritøkuni, sum verða mettir at geva orsøk til, at málið verður lagt fyri nevndina. Grannskoðaranevndin kann viðgera eina kæru, sum er skotin inn fyri nevndina eftir 1. pkt. ella eftir stk. 4 uttan mun til, um grannskoðanarvirkið enn hevur góðkenningina sambært § 13, tá kæran verður latin inn.”
78. Í § 41, stk. 6, 2. pkt. verður “, Felagið fyri skrásettar grannskoðarar” strikað.
79. Í § 41, stk. 6 verður aftan á 3. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Umframt at nokta at viðgera eina kæru eftir 1. pkt. kann Grannskoðaranevndin ella formaðurin nokta at viðgera eina kæru, ið ikki er fevnd av málsføri nevndarinnar, ella er latin inn ov seint.”
80. § 41, stk. 7 verður strikað.
Stk. 8 verður eftir hetta stk. 7.
81. Í § 42, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Setur ein grannskoðari til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum, og verður hetta gjørt serliga grovt, kann Grannskoðaranevndin hækka sektina til upp í 600.000 kr.”
82. Í § 42 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Um ein grannskoðari er sekur í grovum ella ofta endurtakandi vansketni í sambandi við útinnan av sínum virksemi, kann Grannskoðaranevndin frádøma góðkenningina sum grannskoðari treytað. Frádømingin verður treytað av, at viðkomandi í eini royndartíð upp á 5 ár frá tí, at Grannskoðaranevndin tekur avgerðina, ikki setur til síðis góðan grannskoðanarsið undir slíkum umstøðum, at viðkomandi eftir eini heildarmeting skal verða frádømdur góðkenningina. Leggur grannskoðarin, í seinasta lagi 4 vikur eftir avgerð Grannskoðaranevndarinnar, avgerðina fyri rættin, og verður treytaða frádømingin staðfest, verður royndartíðin roknað frá endaligum dómi. Við einari treytaðari frádøming verður ásetingin av frádømingartíðini útsett. Kann grannskoðarin av nýggjum í royndartíðini frádømast góðkenningina, ásetur Grannskoðaranevndin eina felags frádøming í hesum nýggja málinum og fyrr avgjørda málinum.
Stk. 3. Um ein grannskoðari er sekur í grovum ella ofta endurtakandi vansketni í sambandi við eina grannskoðan ella í starvi í einum grannskoðanarvirki, kann Grannskoðaranevndin geva forboð fyri, at viðkomandi í upp í 3 ár fremur ella røkir eina ella fleiri av hesum uppgávum:
1) fremur ella hevur eftirlit við grannskoðan,
2) røkir uppgávur í einum grannskoðanarvirki, og
3) røkir uppgávur í eini fyritøku av almennum áhuga.”
Stk. 2-7 verða eftir hetta stk. 4-9.
83. § 42, stk. 2, 3. pkt., sum verður stk. 4, 3. pkt., verður orðað soleiðis:
“Í avgerðini leggur Grannskoðaranevndin avgerandi dent á, at grannskoðarin, sbr. § 15, stk. 1, er álitisumboð hjá almenninginum.”
84. Í § 42, stk. 4, sum verður stk. 6, verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Er ábyrgd grannskoðanarvirkisins eftir § 41, stk. 5, ella medábyrgdin fyri, at grannskoðarin ikki hevur hildið sínar skyldur, sambært stk. 1, av serliga grovum slagi, kann Grannskoðaranevndin hækka sektina upp í 1.500.000 kr.”
85. § 42, stk. 4, 4. pkt., sum verður stk. 6, 5. pkt., verður strikað.
86. § 42, stk. 6, sum verður stk. 8, verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Avgerðir hjá Grannskoðaranevndini verða almannakunngjørdar, sambært § 44 c.”
87. Í § 42, stk. 7, sum verður stk. 9, verður “stk. 1 og 4” broytt til: “stk. 1 og 6”.
88. Í § 42 verður sum stk. 10 sett:
“Stk. 10. Í avgerðum eftir stk. 3 og 4 og stk. 6, 4. pkt. skal upplýsast, at avgerðin, sambært § 49, kann verða løgd fyri rættin og um freistina fyri hesum.”
89. Aftan á § 42 verður sett:
“§ 42 a. Grannskoðaranevndin viðger klagur um brot á skyldurnar sambært hesi løgtingslóg ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, ið áliggja fyritøkum av almennum áhuga, ella limum í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í slíkum fyritøkum. Á sama hátt viðger Grannskoðaranevndin klagur um brot á skyldurnar, ið áliggja fyritøkum av almennum áhuga, ella limum í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í slíkum fyritøkum sambært reglum, sum seta í gildi art. 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 2. Tá Grannskoðaranevndin viðger mál, ið eru fevnd av stk. 1, skal, umframt formannin ella næstformannin, eisini luttaka í minsta lagi 1 løggildur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar, ið hevur leiðsluroyndir frá fyritøku av almennum áhuga. Um fleiri limir luttaka skal talið av grannskoðarum svara til talið av umboðum fyri roknskaparbrúkararnar. Í málum, har talan kann gerast um at geva forboð, sbr. § 42 b, stk. 2, skulu umframt formannin ella næstformannin eisini í minsta lagi 2 løggildir grannskoðarar luttaka. Grannskoðaranevndin kann einans taka avgerð um at geva forboð, um klagarin í sambandi við viðgerðina av málinum hevur sum málskrav, at henda revsingin verður nýtt.
Stk. 3. Klagurætt hava Grannskoðaraeftirlitið, Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitið, Fíggjareftirlitið ella tann, sum hevur rættarligan áhuga í teimum viðurskiftum, sum klagan viðvíkur. Hevur klagari ikki ein rættarligan áhuga, ella verður ein klaga frammanundan mett ógrundað, kann Grannskoðaranevndin ella formaðurin vísa klaguna frá sær. Tað sama er galdandi fyri klagur, sum ikki eru innan málsræði nevndarinnar ella eru latnar inn ov seint. Hevur Skráseting Føroya ella annar almennur myndugleiki latið klaguna inn, skal nevndin viðgera klaguna, uttan so, at klagan ikki er fevnd av málsræði nevndarinnar, ella er latin inn ov seint.
§ 42 b. Grannskoðaranevndin kann geva einari fyritøku av almennum áhuga ella einum limi í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í eini fyritøku, sum hevur framt brot á skyldur sambært hesi løgtingslóg ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, eina ávaring ella geva eina sekt upp á í mesta lagi 300.000 kr. Tað sama er galdandi fyri brot á skyldurnar sambært reglum, sum seta í gildi art. 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 2. Er ein persónur, sum er fevndur av stk. 1, funnin sekur í grovliga ella ferð eftir ferð at hava sett til síðis tær skyldur, sum eru nevndar í stk. 1, kann Grannskoðaranevndin geva forboð fyri, at viðkomandi í upp í 3 ár kann vera limur í einum ella fleiri av hesum liðum í eini fyritøku av almennum áhuga:
1) evstu leiðsluni,
2) stjórnini, ella
3) grannskoðanarbólkinum.
Stk. 3. Í eini avgerð sambært stk. 2 skulu upplýsingar vera um møguleikan fyri at krevja, at málið eftir § 49 verður lagt fyri rættin og um freistina í hesum sambandi.
Stk. 4. Bøtur, ið verða álagdar sambært stk. 1, kunnu heintast inn við panting.”
90. § 43 verður orðað soleiðis:
“§ 43. Grannskoðaranevndin kann til eina og hvørja tíð eftir umsókn seta úr gildi eitt forboð sambært § 42, stk. 3, eina frádøming sambært § 42, stk. 4, ella eitt forboð sambært § 42 b, stk. 2. Stk. 2. Er ein frádøming gjørd, til annað verður avgjørt, og sýtir nevndin eini umsókn sambært stk. 1 um úrgildissetan av frádømingini, kann grannskoðarin ávikavist grannskoðanarvirkið krevja, at avgerðin verður roynd í rættinum, um farin eru 5 ár eftir frádømingina og í minsta lagi 2 ár eftir, at góðkenningin seinast er noktað við dómi. § 42, stk. 10 og § 50 verða at nýta samsvarandi.”
91. Aftan á § 43 verður sett:
“§ 43 a. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri Grannskoðaranevndina, heruppií reglur um rindan av gjaldi fyri at lata inn kæru, um fyrireiking av málunum, um at áseta fund, um luttøku partanna, viðurskifti, sum skulu hava týdning, tá revsing verður ásett umframt almannakunngering av avgerðum nevndarinnar. Gjald verður ikki kravt fyri kærur, sum Skráseting Føroya ella annar almennur myndugleiki leggur fyri nevndina eftir § 41, stk. 6, 2. og 3. pkt, ella eftir § 42 a, stk. 3.”
92. Aftan á § 44, men áðrenn yvirskriftina yvir § 45, verður sett:
“Almannakunngering
§ 44 a. Skráseting Føroya almannakunnger á síni heimasíðu avgerðir, tiknar eftir § 38, stk. 1, nr. 3. Avgerðir um likamligar persónar verða anonymiseraðar innan almannakunngering.
Stk. 2. Skráseting Føroya almannakunnger á síni heimasíðu avgerðir, tiknar eftir § 8 a, stk. 4, nr. 2 og 3. Ein avgerð verður anonymiserað, tá hon ikki longur hevur virknað.
Stk. 3. Avgerðir um løgfrøðiligar persónar verða almannakunngjørdar við upplýsing um samleikan hjá løgfrøðiliga persóninum uttan so, at almannakunngering er ein álvarsom hóttan ímóti støðufesti á fíggjarligu markaðunum ella eini revsirættarligari kanning, sum er í gongd, ella almannakunngering hevur við sær ósamsvarandi stóran skaða.
Stk. 4. Samleikin hjá løgfrøðiligum persóni verður anonymiseraður 2 ár eftir, at avgerðin varð almannakunngjørd.
Stk. 5. Verður ein avgerð almannakunngjørd, áðrenn kærufreistin í § 48, stk. 1 er farin, ella verður avgerðin kærd til Vinnukærunevndina, skal í eini almannakunngerð, sambært stk. 1, 1. pkt., verða upplýst um støðuna og um úrslitið av kæruni til Vinnukærunevndina.
§ 44 b. Skráseting Føroya kann, tá tað verður mett hóskandi, almannakunngera, at ein kanning sambært § 35 verður ella er sett í gongd. Skráseting Føroya kann eisini almannakunngera úrslitið av eini kanning sambært § 38.
Stk. 2. Skráseting Føroya ger av, hvussu tað verður almannakunngjørt, sambært stk. 1. Almannakunngering fer fram á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
§ 44 c. Grannskoðaranevndin almannakunnger avgerðir, tiknar eftir § 42, stk. 1-4 og 6 og § 42 b, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Avgerðir um likamligar persónar verða anonymiseraðar innan almannakunngering, tó undantikið í avgerðum um forboð sambært § 42, stk. 3 ella § 42 b, stk. 2, ella frádøming av góðkenning sambært § 42, stk. 4. Avgerðir sambært § 42, stk. 3 og 4, og § 42 b, stk. 2 verða anonymiseraðar, tá tíðin, revsitiltøkini skulu hava virknað, er farin, tó í seinasta lagi 5 ár eftir almannakunngeringina.
Stk. 3. Fyri avgerðir um løgfrøðiligar persónar verða § 44 a, stk. 3 og 4 nýttar samsvarandi. Avgerðir eftir § 42, stk. 6, 4. pkt., verða tó anonymiseraðar, tá tíðin, revsitiltakið skal hava virknað, er farið, tó í seinasta lagi 5 ár eftir almannakunngeringina.
Stk. 4. Verður avgerðin almannakunngjørd innan freistirnar í § 49, stk. 5 og § 49 a eru farnar, ella verður avgerðin løgd fyri rættin, skal almannakunngering, sambært stk. 1, innihalda upplýsing um støðu og úrslitið av rættarviðgerðini.”
93. § 45, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Starvsfólk hjá Skráseting Føroya hava undir ábyrgd eftir §§ 152-152 e í revsilógini skyldu til at halda loyniligar trúnaðarupplýsingar, sum tey fáa kunnleika til í sínum eftirlitsarbeiði. Tagnarskyldan fevnir harumframt um persónar, ið gera tænastuuppgávur fyri Skráseting Føroya, persónar, sum starvast við, og sum verða tiknir við í góðskueftirlitið, serkøn, ið virka vegna Skráseting Føroya, og persónar, ið eru við Skráseting Føroya, tá kanning verður gjørd, sambært § 37, stk. 4. Hetta er eisini galdandi eftir, at setanarviðurskiftini ella sáttmálaviðurskiftini eru hildin uppat.”
94. § 45, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Hóast stk. 1 og 3, kunnu trúnaðarupplýsingar og skjøl latast víðari til:
1) Grannskoðaraeftirlitið og Grannskoðaranevndina, so hesi kunnu røkja sínar uppgávur sambært hesi løgtingslóg.
2) Fíggjareftirlitið og Tryggingareftirlitið, so hesi kunnu røkja sínar uppgávur sambært fíggjarlóggávuni og ársroknskaparlógini.
3) Aðrar almennar myndugleikar, heruppií ákæruvaldið og løgregluna, so hesi kunnu røkja sínar lógarásettu uppgávur.
4) Eftirlitsmyndugleikar fyri grannskoðarar og grannskoðanarvirkir í londum, sum Føroyar hava gjørt sínamillum avtalu við, ið hava ábyrgdina av eftirliti við góðkenning, skráseting, góðskueftirliti, kanningum og at reglur verða hildnar, við teirri treyt, at móttakararnir av upplýsingunum einans nýta hesar til tess at røkja sínar uppgávur.
5) Eftirlitsmyndugleikar fyri grannskoðarar og grannskoðanarvirkir í øðrum londum enn teimum, ið eru nevnd í nr. 4, til tess at røkja uppgávur innan alment eftirlit ella góðskueftirlit ella í samband við eina kanning, sbr. tó stk. 5 og 6.”
95. § 45, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Hóast stk. 4 kunnu upplýsingar, sum Skráseting Føroya hevur fingið frá einum útlendskum málsførum myndugleika, einans latast víðari til Grannskoðaraeftirlitið, Grannskoðaranevndina og ákæruvaldið, uttan so at tann útlendski málsføri myndugleikin hevur játtað, at upplýsingarnar verða latnar øðrum.”
96. Í § 45 verða sum stk. 8 og 9 sett:
“Stk. 8. Øll, sum fáa upplýsingar frá Skráseting Føroya sambært stk. 4, nr. 1-3 hava tagnarskyldu eftir stk. 1 í mun til hesar upplýsingar.
Stk. 9. Tað er ikki loyvt starvsfólki hjá Skráseting Føroya at geva upplýsingar víðari um ein persón, sum hevur fráboðað, at ein fyritøka ella ein persónur hevur ella møguliga hevur framt brot á grannskoðaralóggávuna ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.”
97. Í § 47, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Gjaldið fyri góðskueftirlit kann verða ásett serstakt fyri ávikavist grannskoðarar, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða fyritøkur av almennum áhuga, og grannskoðarar, sum eru knýttir at øðrum grannskoðanarvirkjum.”
98. § 48, stk. 1 og 2 verður orðað soleiðis:
“Avgerðir, sum Skráseting Føroya hevur tikið sambært løgtingslógini ella reglum, givnum við heimild í løgtingslógini, ella sambært Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, kunnu verða lagdar fyri Vinnukærunevndina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. Avgerðir, tiknar sambært §§ 35-37, 44 a, stk. 3 og 44 b, stk. 1 og 2, kunnu tó ikki verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.”
99. Í § 49, stk. 1, 1. pkt. verður “§ 8, stk. 1, og § 42, stk. 2 og stk. 4, 3. pkt.” broytt til: “§ 8, stk. 1, § 42, stk. 3 og 4 og stk. 6, 4. pkt. og § 42 b, stk. 2”.
100. Í § 49 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Áheitan um, at avgerð sambært § 42, stk. 3 verður løgd fyri rættin, hevur steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, ikki kann grannskoða, røkja uppgávur í einum grannskoðanarvirki ella røkja uppgávur í eini fyritøku av almennum áhuga. Verður avgerðin hjá Grannskoðaranevndini við dóminum mett lóglig, kann í hesum verða ásett, at kæra ikki hevur steðgandi virknað.”
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
101. Í § 49, stk. 4, 1. pkt., sum verður § 49, stk. 5, 1. pkt. verður “§ 42, stk. 2 og stk. 4, 3. pkt.” broytt til: “§ 42, stk. 4 og stk. 6, 4. pkt.”
102. Í § 49 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Áheitan um, at avgerð sambært § 42 b, stk. 2 verður løgd fyri rættin hevur steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, ikki kann vera nevndarlimur, vera í stjórnini ella í grannskoðanarbólkinum í eini fyritøku av almennum áhuga. Verður avgerðin hjá Grannskoðaranevndini við dóminum mett lóglig, kann í hesum verða ásett, at kæra ikki hevur steðgandi virknað.”
103. Aftan á § 49 verður í kapittul 10 sett:
“§ 49 a. Avgerðir frá Grannskoðaranevndini skulu verða lagdar fyri rættin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Rætturin kann í hendinga føri loyva, at avgerð verður løgd fyri rættin aftan á, at freistin er farin, um umsókn verður latin inn innan 6 mánaðir eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Verður loyvi givið eftir 2. pkt., skal avgerðin verða løgd fyri rættin innan 4 vikur eftir, at loyvið er givið.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri avgerðir um forboð ella frádøming sambært § 42, stk. 3 og 4 ella stk. 6, 4. pkt. ella § 42 b, stk. 2.”
104. § 51, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður brot á § 5, § 9, stk. 1, § 11, stk. 1 og 2, 1. pkt., §§ 18, 20-22, 22 c, 24 og § 29, stk. 1, 1. pkt., stk. 4 og 6 revsað við sekt. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fremur brot á artikkul 4, stk. 1 og 2, artikkul 5, stk. 1, artikkul 11, stk. 1 og 2, artikkul 15, stk. 1 og artikkul 17, stk. 7 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.”
105. Í § 51, stk. 2 og stk. 5 verður “bót” broytt til: “sekt”.
106. Í § 51, stk. 4, 1. pkt. verður “bót, hefti ella fongsli í upp til 4 mánaðir” broytt til: “sekt ella fongsli upp í 4 mánaðir”.
107. Í § 51 verða sum stk. 7 og 8 sett:
“Stk. 7. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu verður ein persónur, sum ger ímóti einum forboði, sum er givið sambært § 8 a, stk. 4, nr. 2, § 42, stk. 3, ella § 42 b, stk. 2, revsaður við sekt.
Stk. 8. Fyrningarfreistin fyri brot á løgtingslógina ella fyriskipanir, ásettar sambært løgtingslógini, er 5 ár.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juli 2021, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. § 1, nr. 51 og nr. 52 koma í gildi 1. januar 2022.
Stk. 3. § 1, nr. 31 og 32 eru galdandi fyri grannskoðan av ársroknskapum o.a., hvørs roknskaparár byrjar 1. juli 2021 ella eftir hetta, um talan er um grannskoðan av ársroknskapum o.ø. hjá eini fyritøku av almennum áhuga, sbr. § 1, nr. 5.
Stk. 4. § 1, nr. 34 og nr. 35 eru galdandi fyri uppgávur, sum byrja 1. juli 2021 ella eftir hetta.
Stk. 5. Ásetingin í § 29, stk. 1, 5. pkt., sum ásett í § 1, nr. 56, er galdandi frá fyrstkomandi vanliga aðalfundinum ella øðrum samsvarandi fundi, sum verður hildin eftir 31. desember 2021.
Stk. 6. Ásetingin í § 8 a, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 14, er ikki galdandi fyri váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, sum eru givnar innan 1. juli 2021. Fyri hesar váttanirnar eru higartil galdandi reglur galdandi.
Stk. 7. Ásetingarnar í § 42, stk. 1, 2. pkt., § 42, stk. 2-4, § 42, stk. 6, 2. pkt., sum ásett í § 1, nr. 81-84 eru galdandi fyri brot, sum verða framd eftir gildiskomu løgtingslógarinnar.
Stk. 8. § 1, nr. 107 er galdandi fyri brot á lóggávuna, sum er farið fram, áðrenn løgtingslógin kemur í gildi uttan so, at málið eftir higartil galdandi reglum er fyrnað, tá løgtingslógin kemur í gildi.
Stk. 9. Eitt grannskoðanarvirki, sum grannskoðar ársroknskapir o.a. fyri fyritøkur, ið eru fevndar av § 1 a, stk. 1, nr. 3, sambært § 1, nr. 5 í uppskotinum, skal fyri roknskaparár, sum byrja áðrenn 1. juli 2021, innan 3 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, almannakunngera eina árliga frágreiðing um gjøgnumskygni á heimasíðu virkisins. Leiðslan við evstu ábyrgd av grannskoðanarvirkinum hevur ábyrgd av innihaldinum í frágreiðingini, sum skal innihalda:
1) Eina lýsing av løgfrøðiliga bygnaðinum og ognarviðurskiftunum.
2) Eina lýsing av leiðslubygnaðinum í grannskoðanarvirkinum.
3) Um grannskoðanarvirkið er partur av einum netverki, skal ein lýsing gerast av netverkinum og rættarligu og bygnaðarligu avtalunum millum grannskoðanarvirkið og netverkið.
4) Upplýsingar um grundarlagið fyri samsýningini til partnarar.
5) Eina lýsing av innanhýsis góðskustýringarskipanini hjá grannskoðanarvirkinum, herundir um politikk fyri ávíkavist óheftni og eftirútbúgving.
6) Tilskila, nær seinasta góðskueftirlitið varð gjørt, sbr. § 27 í grannskoðaralógini.
7) Eina váttan frá evstu leiðsluni í grannskoðanarvirkinum um, hvørt góðskueftirlitsskipanin virkar nóg væl og politikkurin um óheftni verður yvirhildin.
8) Roknskaparupplýsingar, sum vísa støddina á grannskoðanarvirkinum, herundir samlaða umsetningin býttur sundur á samsýningar fyri grannskoðan av roknskapum, samsýningar fyri aðrar váttanaruppgávur við trygd, skattaráðgeving og aðrar veitingar.
9) Eitt yvirlit yvir fyritøkur, fevndar av grannskoðaralógarinnar § 1 a, stk. 1, nr. 3, sum ásett í § 1, nr. 5 í uppskotinum, sum grannskoðanarvirkið í undanfarna roknskaparári hevur útint uppgávur fyri eftir § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Í Tinganesi, 4. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 106/2020