Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 51 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
(Um at loyva sølu av ávísum føroyskum matvørum í smásølu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 32 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Framleiðsla eftir stk. 1, tó bert framleiðsla úr seyði og neyti, kann eisini seljast brúkarum umvegis heil- ella smásølu eftir reglum, ásettar við heimild í hesi lóg.“
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
2. Í § 32 verður stk. 2, sum verður stk. 3, orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um slátur hjá framleiðarum í fyrsta liði av djórum og um treytirnar fyri slátur og marknaðarføring hjá framleiðarum frá egnum virki beinleiðis ella umvegis smásølu til brúkaran.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2016. Samstundis fer úr gildi § 60, stk. 2 í løgtingslógini.
Í Tinganesi, 6. mai 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 68/2015