Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2019Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum
(Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014 og løgtingslóg nr. 85 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 4, 2. pkt. verður aftan á “(MLC)” sett: “og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
2. Í § 4, stk. 2 verður aftan á “(MLC)” sett: “ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
3. Í § 14, stk. 2 verður aftan á “(MLC)” sett: “og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
4. Í § 17, stk. 2, 1. pkt. verður aftan á “(MLC)” sett: “og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
5. Í § 18, stk. 4 verður aftan á “(MLC)” sett: “og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
6. Í § 33, stk. 3 verður aftan á “(MLC)” sett: “ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
7. Í § 38 verður aftan á “(MLC)” sett: “og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum”.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 21. mai 1993, løgtingslóg nr. 62 frá 3. juli 1998, løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001, løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 124 frá 22. desember 2010, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 53, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skiparin skal síggja til, at manningin fær góðan og nóg nógvan kost. Kosturin umborð skal vera ókeypis fyri sjófólk í mynstringartíðarskeiðinum. Á fiskiskipum kann við kollektivum sáttmála verða vikið frá kravinum í 2. pkt. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um 1. og 2. pkt.”
2. Í § 55 verða stk. 2 og 3 strikað.
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 2.
3. § 63, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 53 ella § 71 a, ella skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27, § 47, nr. 16 viðvíkjandi § 27, § 47, nr. 20 ella 23, § 53 ella § 72 b, stk. 1, 2 og 4 verða hildnar, verður viðkomandi revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár. Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 44, § 47, nr. 2 ella nr. 19, ella § 55 verður viðkomandi revsaður við sekt”.
4. Í § 63, stk. 2 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Tann, sum misrøkir skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27, § 53 ella § 72 b, stk. 1, 2 og 4, verða hildnar, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár, meðan tann, sum annars misrøkir sínar skyldur eftir § 1 a um at tryggja, at § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 32, § 54, stk. 1, 2 og 4, § 55, § 58 og § 72 ella reglur, settar í gildi við heimild í § 71, verða hildnar, verður revsaður við sekt.”
5. Í § 71 b verður “handilsskip” broytt til: “føroysk skip”.
6. Í § 72 b, stk. 1, 1. pkt. verður “Skip” broytt til: “Handilsskip”.
7. Í § 72 b verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Fiskiskip, skrásett í føroyskari skipaskráseting, sum eru úti longur enn 3 dagar, og sum eru 24 metrar til longdar ella meira, ella sum vanliga royna uttan fyri 200 fjórðingar, skulu hava eitt loyvisbræv sambært ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørji viðurskifti loyvisbrævið skal fevna um.”
Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 3-5.
8. § 72 b, stk. 4, sum eftir hetta verður stk. 5, verður strikað.
9. § 73 verður orðað soleiðis:
“§ 73. § 13, § 21, stk. 1, § 26, § 29, stk. 2 og 3, § 35, § 37, §§ 39-42, § 43, stk. 1, § 48, § 71 a og § 71 d, eru ikki galdandi fyri fiskiskip.”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) “Fiskiskip”: Eitt og hvørt skip ella far, sum er gjørt út til, ella verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.”
2. § 2, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) “Strandarsigling”: Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 30 fjórðingar frá beinum grundlinjum, sum ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.”
3. § 2, nr. 14 verður orðað soleiðis:
“14) “Heimasigling”: Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 200 fjórðingar frá beinum grundlinjum, sum ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.”
4. Í § 5, stk. 1 verður “TALVA 3. Heimasigling” broytt til: “TALVA 3. Strandarsigling og heimasigling”.
5. Í § 7 a, stk. 3 verður “45 metrar” broytt til: “24 metrar”.
6. Í § 7 a verður aftan á stk. 7 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 8. Krav um skipskokk umborð á fiskiskipum verður ásett sambært § 7, stk. 1 og 2.
Stk. 9. Sjóvinnustýrið kann økja ella minka um tey førleikakrøv, sum stk. 1-5 og § 11, stk. 1 og 2 setir við atliti at innrætting, útbúnaði og siglingarleið umborð á skipum.”
Stk. 8 verður eftir hetta stk. 10.
7. § 17, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Er eitt samsvarsskjal, útskrivað til eitt annað felag ella persón, sambært koduni um tryggan skiparakstur ISM ella eitt loyvisbræv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, hevur stk. 1 samsvarandi gildi fyri viðkomandi.”
8. Aftan á § 21, men áðrenn yvirskriftina yvir § 22, verður sett:
“Elektroniskt samskifti
§ 21 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti við myndugleikar um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, skal vera elektroniskt. Landsstýrismaðurin kann áseta, at tað í ávísum førum kann verða givið undantak frá skylduni at samskifta elektroniskt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um elektroniskt samskifti, her uppi í reglur um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum fílasniðum, talgildari undirskrift o.tíl.”
9. Í § 23, stk. 1 verður aftan á “§ 5, stk. 3,” sett: “§ 7 a, stk. 3, 5, 7 og 9,”.
10. § 26 a verður orðað soleiðis:
“§ 26 a. Sum liður í eftirlitinum sambært løgtingslógini um trygd á sjónum, hevur Sjóvinnustýrið eisini eftirlit við, at krøv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, sum eru ásett í ella sambært hesi løgtingslóg, verða hildin.”
§ 4
Stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu.
Stk. 2. Tó kemur § 3, nr. 1-4 og 8 í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 99/2018