16. mai 2006Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29. frá 8. apríl 2005, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 3, stk. 3 verður aftaná 1. pkt sum nýtt 2. pkt. sett:
“Ásetingarnar í 1. pkt eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin (Hoyvíkssáttmálanum).”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis, sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landstýri hinumegin fær gildi.
Tórshavn, 16.mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 92/2005