Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 27-05-2011
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2011 A - Hefti 17 A frá 27. mai 2011
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. mai 2011Nr. 51

Løgtingslóg um ítróttavedding, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 15. mai 2014

Kapittul 1

Um Sp/f Ítróttavedding

§ 1. Sp/f Ítróttavedding er felag hjá landsstýrinum, Ítróttasambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð.

Stk. 2. Landsstýrið eigur 20% av samlaða innskotspeninginum, Ítróttasambandi Føroya 50% og Føroya Ungdómsráð 30%.

§ 2. Smápartafelagslógin er galdandi fyri smápartafelagið í øllum viðurskiftum felagsins.

Stk. 2. Felagið skal verða stjórnað av eini 5- ella 7-mannanevnd, ið skipar seg sjálv.

Stk. 3. Samtykt felagsins ella broyting í samtykt felagsins skal verða góðkend av landsstýrinum, áðrenn hon fær gildi.

Stk. 4. Samsýningar til nevndarlimir og lønir til stjóra og starvsfólk skulu góðkennast av landsstýrinum.

Stk. 5. Avlop felagsins skal býtast sbrt. § 8.

Stk. 6. Landsstýrið hevur til eina og hvørja tíð heimild til at krevja allar upplýsingar og øll skjøl frá Sp/f Ítróttavedding.

Kapittul 2

Loyvi at skipa fyri spølum

§ 3. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at geva Sp/f Ítróttavedding loyvi til at skipa fyri spølum, so sum veddingar, talspøl og netspøl. Sp/f Ítrottavedding kann eisini fáa loyvi at skipa fyri eydnuspølum, so sum happadrátti, tá hesi ikki kunnu loyvast eftir aðrari løgtingslóg.

Stk. 2. Loyvið verður veitt undir hesum treytum:

1)   Av peninginum, sum spælt verður fyri, skulu 50% nýtast sum vinningur til vinnarar.

2)   Loyvið skal í minsta lagi endurnýggjast hvørt 5. ár, roknað frá loyvisdegnum.

3)   Í loyvinum skal neyvt verða tilskilað, hvørji spøl loyvi verður veitt til.

Stk. 3. Landsstýrismanninum er harumframt heimilað at seta aðrar treytir fyri loyvinum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá Sp/f Ítróttavedding áseta nærri treytir fyri tey í stk. 2, nr. 3 nevndu spøl.

 

Kapittul 3

Avtalur við veddingar- og eydnuspælsfeløg 1)

§ 4. 1) Sp/f Ítróttavedding kann gera avtalu við veddingar- og eydnuspælsfelag, ið er góðkent av tí danska spælimyndugleikanum, um, at spøl hjá hesum felagnum verða boðin út í Føroyum undir hesum treytum:

1)   Landsstýrismaðurin skal góðkenna avtaluna.

2)   1) Felagið skal lúka somu treytir í Føroyum sum í Danmark.

3)   Avtalan kann í mesta lagi verða gjørd fyri eitt 5 ára tíðarskeið í senn, men ongantíð longur enn tað tíðarskeið, loyvið hjá Sp/f Ítróttavedding er galdandi sbrt. § 3, stk. 2, nr. 2.

Stk. 2. 1) Sp/f Ítróttavedding kann eisini gera avtalu við veddingar- og eydnuspælsfelag, ið er góðkent í einum av hinum Norðurlondunum undir somu treytum sum í stk. 1. Tað er tá eitt krav, at felagið skal lúka somu treytir í Føroyum, sum í landinum, tað er góðkent í.

Stk. 3. 1) Tá Sp/f Ítróttavedding ger avtalu við eitt felag, eru treytirnar í § 3, stk. 2, nr. 1 ikki galdandi. Fyri spælið eru tá tær reglur galdandi, sum eru ásettar í tí landi, har felagið er góðkent.

Stk. 4. 1) Sp/f Ítróttavedding kann taka gjald fyri at gera avtalu og eitt árligt loyvisgjald.

Kapittul 4

Gjøld

Góðkenningargjald

§ 5. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta reglur um gjald í sambandi við góðkenning av avtalum, ið Sp/f Ítróttavedding hevur gjørt sbrt. § 4.

Avgjald av vinningum

§ 6. 1) Av vinningum av eydnuspæli og happadrátti o.líkn., ið Sp/f Ítróttavedding bjóðar út, verður goldið eitt avgjald upp á 15% av tí partinum av vinninginum, sum fer upp um 200 kr.

Stk. 2. 1) Fyri veddingarspøl, kasinospøl o.líkn. á netinum verður goldið 15% av brutto­spæliinntøkuni hjá felagnum fyri spæl í Før­oyum. Bruttospæliinntøkan er tað, sum loypur av, tá útgoldnu vinningarnir eru farnir av tí, sum samlað er komið inn av spælipeningi.

Kapittul 5

Afturbering

§ 7. Ásett gjøld sambært § 6 fella til Sp/f Ítróttavedding.

Kapittul 6

Um avlop felagsins

§ 8. Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttavedding verður innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:

1)   60% til ítróttaendamál hjá ÍSF,

2)   20% til barna- og ungdómsendamál hjá F.U.R,

3)   15% til Mentamálaráðið at stuðla ymiskum barna- og ungdómsarbeiði og

4)   5% til Meginfelag teirra Brekaðu at býta út til tiltøk til frama fyri brekað.

Stk. 2. Tað, ið útbýtt verður sambært stk. 1, kann Sp/f Ítróttavedding draga frá í skattskyldugu inntøkuni.

§ 9. Landsgrannskoðanin hevur eftirlit við, at tann í § 8 nevnda upphæddin verður brúkt til almannagagnlig endamál. Landsgrannskoðanin hevur beinleiðis heimild til at fáa hendur á øllum skjølum frá stovnum/feløgum ella frá landsstýrismanninum til at útinna hetta eftirlit.

Stk. 2. Skjøl sambært stk. 1 fevna um ársroknskapir, roknskapir fyri styttri tíðarskeið, roknskapartilfar, herundir bókhaldstilfar og skjøl, gerðabøkur hjá leiðsluni, grannskoðanarprotokollir, aðrar grannskoðanarfrágreiðingar o.tíl., umframt annað tilfar og upplýsingar, sum Landsgrannskoðanin heldur hava týdning fyri at útinna virki sítt.

Stk. 3. Um so er, at Landsgrannskoðanin vísir á, at peningurin ikki er nýttur til tey í § 8 ásettu endamálini, hevur landsstýrismaðurin heimild til við kunngerð at áseta, at tann peningur, sum ÍSF, F.U.R. og Meginfelag teirra Brekaðu skulu býta út í framtíðini, og til viðurskiftini eru fingin í rættlag, í staðin verður býttur út av landsstýrismanninum.

Kapittul 7

Eftirlit við Sp/f Ítróttavedding v.m.

§ 10. Landsstýrið skipar fyri neyðugum eftirliti við virkseminum og roknskapinum hjá Sp/f Ítróttavedding.

Stk. 2. Eftirlitsmyndugleikin kann krevja tær upplýsingar, ið neyðugar eru til tess at kunna útinna eftirlitið.

§ 11. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at gera neyvari reglur um roknskap og grannskoðan av teimum feløgum, sum fáa stuðul sambært hesi lóg.

§ 12. Um eftirlitsmyndugleikin kemur fram á, at brot er framt á ásetingarnar í hesi lóg ella reglur ella treytir, settar sambært lógini, kann eftirlitsmyndugleikin áleggja nevndini, stjóra ella grannskoðara at fáa viðurskiftini í samsvar við galdandi reglur og treytir.

Stk. 2. Um so er, at álvarslig brot ella brot upp í saman verða gjørd á hesa løgtingslóg ella kunngerðir, heimilaðar í hesari lóg, ella treytir, givnar sambært lógini, kann loyvi sbrt. § 3 takast aftur av landsstýrinum.

Kapittul 8

Revsing v.m.

§ 13. Tann, ið fyriskipar óheimilað spøl, sum fevnd eru av hesi lóg, og tann, ið sum millummaður við løn fyriskipar luttøku í útlendskum spølum, sum ikki hevur heimild í § 4, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.

Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Tann, ið tekur lut í ólógligum ella ólógliga fyriskipaðum spølum eftir stk. 1, verður sektaður við bót.

Kapittul 9

Gildiskoma

§ 14. 2) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær lógin kemur í gildi.

Stk. 2. Samstundis sum lógin fær gildi, fer løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttavedding v.m. úr gildi.

 

Tórshavn, 17. mai 2011

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 86/2010

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 15. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Eydnuspælsfeløg, ið virka í Føroyum, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, og sum ikki hava loyvi eftir aðrari løgtinglóg, skulu seinast tann 31. desember 2014 hava gjørt avtalu við Sp/f Ítróttavedding, um tey framhaldandi ætla at virka í Føroyum.”

2) Er sett í gildi, 15. september 2011, við kunngerð nr. 115 frá 5. september 2011.