22. apríl 2022Nr. 51
Løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin kann, orsaka av COVID-19, í kunngerð víkja frá reglum um próvtøkur í ásetingunum í § 1, stk. 8 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.
Stk. 2. Verður vikið frá reglum sbrt. stk. 1, skal fyrilit havast fyri, at næmingar og lesandi ikki verða sett í verri støðu enn frammanundan, og at møguleikarnir fyri víðari lestri ikki verða skerdir.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2022.
Í Tinganesi, 22. apríl 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 137/2021