Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 25-07-1972
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. juli 1972Nr. 51

Løgtingslóg um landsvegir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008

§ 1. Landsvegirnir eru bygdavegirnir og vegir frá bygd til bryggju ella brúgv, ið mest hevur týdning fyri samferðsluna oyggjanna millum, tey strekki, sum ganga gjøgnum bý ella størri bygd og eru veruligar býargøtur ella býargøtukend, tó undantikin.

Gjøgnum bygd og millum grannabygdir kann bert ein vegur verða landsvegur.

Í seinasta lagi 1. apríl 1973 og síðan triðja hvørt ár kunngerð landsstýrið fullfíggjaða skrá yvir landsvegirnar. Er ivamál, um vegur ella vegastrekki skal skrásetast sum landsvegur, ger landsstýrið hetta av, aftaná at avvarðandi kommunustýri og løgtingsins vega- og havnanevnd hava havt høvi til at siga sína hugsan.

Landsvegir, sum verða bygdir ella fullførdir aftaná, at skrá er lýst, verða skrásettir so hvørt, teir eru lidnir, og tey vegastrekki, hesir møguliga koma í staðin fyri, samstundis avlýstir. Broytingar annars í skránni kunnu bert fara fram í sambandi við áðurnevndu kunngerðir.

§ 2. Landið ger og heldur landsvegir.

§ 3. 1) 2) 3) (Strikaður)

§ 4. 3) (Strikaður)

§ 5. Lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 “om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne“ við seinri uppískoytum verður at galda eisini í førum, har ið landsstýrið hevur fyri neyðini at ogna sær bygt sum óbygt lendi ella tilfar í sambandi við landsvegagerð og -hald.

Nevnda lóg verður somuleiðis at galda í førum, har landsstýrið heldur vera fyri neyðini, fyri at tryggja teim koyrandi forsvarligt yvirlit, at øki verður lækkað niður til ávíst hæddarmark í mun til vegin, ella at lagdur verður servituttur á tílíkt øki, um at tað, á ella í tí stendur, verður sett ella plantað, ikki má fara upp um sama hæddarmark.

§ 6. Við tí endamáli at kunna koma tørvinum hjá eini vaksandi ferðslu á møti og at kunna gera umstøðurnar hjá teim ferðandi so góðar sum gjørligt, verður landsstýrið heimilað

1)   at áseta, hvussu langt frá landsvegi bygt skal verða,

2)   á bygging framvið tílíkum veg at leggja treytir, sum hava samband við endamálið í hesi grein,

3)   at forbjóða atgongd til landsveg á ávísum strekkjum ella avmarka talið av atgongdum,

4)   at forbjóða, at annar vegur verður bundin í landsveg á ávísum strekkjum ella at avmarka íbindingarnar og

5)   at leggja forboð fyri, at kommunustýri (bygginevnd) innan fyri ávíst tíðarskeið gevur byggiloyvi á økjum, har arbeitt verður við byggiætlan fyri nýggjum landsvegi, umbygging ella umlegging av einum tílíkum. Tílíkt forboð kann tó ikki røkka longur enn 2 ár fram.

§ 7. Áðrenn kommunalur byggimyndugleiki gevur loyvi til bygging framvið landsvegi, skal málið leggjast fyri vegamyndugleikar landsins, og skulu tey krøv, hesir seta til byggingina, verða knýtt sum treytir at byggiloyvinum.

Eisini ætlanir um tílíkar byggingar, til hvørjar vanliga ella í summum kommunum ikki krevst kommunalt loyvi, eitt nú rættir, seyðahús og súrhoyggjabrunnar og septictangar verða at leggja fyri nevndu vegamyndugleikar og teirra krøv at fylgja.

§ 7 a. 4) Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir hjá myndugleikanum kunnu kærast til Vinnukærunevndina.

§ 8. 3) Henda løgtingslóg kemur í gildi beinan vegin, og samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 7. mars 1957 um ognartøku til samferðsluvegir og løgtingslóg nr. 54 frá 28. juni 1963 um umsiting av landsvegnum.

 



1) Við kunngerð nr. 111 frá 17. november 1982 verður “10.000 kr.“ broytt til “50.000 kr. fyri 8 og 10 m vegaristir og 30.000 kr. fyri 4 og 6 m vegaristir“.

2) Við kunngerð nr. 111 frá 17. november 1982 verður “600 kr.“ broytt til “3.000 kr.“

3) Broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 21. desember 2001. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002. Stk. 2. Samstundis fer allur tann danski lógarteksturin í løgtingslóg um landsvegir við seinni broyting úr gildi.“

4) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi:”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”