26. mai 2010Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 17 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Stuðul sambært stk. 1 fevnir ikki um útreiðslur til heilivág.”
2) § 18 c verður strikað.
3) Í § 33, stk. 4 verður “§ 18 c,” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2010. § 1, nr. 2 og 3 koma tó í gildi 2. apríl 2010.
Tórshavn, 26. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 125/2009