Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 1992Nr. 51
Løgtingslóg um kavaravinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
§ 1. Tann, sum røkir vinnu sum kavari á landleiðini ella frá føroyskum skipi, skal hava loyvisbræv sum kavari. Undantiknir eru persónar, sum starvast á fremmandum skipi og hoyra til manningina, og persónar hjá sjóverjuni, tá ið arbeiðið verður útint í tænastuni.
Stk. 2. Tann, sum hevur onkran at útinna arbeiði sum kavari, hevur skyldu at kunna seg um, at viðkomandi hevur tørvandi kavarabræv, jbr. § 6.
Stk. 3. Hóast reglurnar í stk. 1 og 2 kunnu føroysk skip í útlandinum hava útlendskar kavarar við ongum loyvisbrævi, tá ið teir ikki hoyra til manningina.
§ 2. Hesi kavarabrøv verða givin jbr. tó § 3:
1) Kavarabræv sum tungur kavari, sum gevur rætt at útinna arbeiði sum kavari niður á 50 m dýpi við tungari kavaraútgerð og við vanligari luft sum andingarevni jbr. stk. 2.
2) Kavarabræv sum lættur kavari, sum gevur rætt at útinna arbeiði sum kavari niður á 50 m dýpi við lættari kavaraútgerð og við vanligari luft sum andingarevni jbr. stk. 3.
3) Kavarabræv sum lættur kavari, sum gevur rætt at útinna arbeiði sum kavari niður á 12 m dýpi við lættari kavaraútgerð og við vanligari luft sum andingarevni jbr. stk. 3.
Stk. 2. Sum “tung kavaraútgerð” er at skilja útgerð, bert egnað til uppihald á fastari grund (havbotni, palli og líknandi). Tung kavaraútgerð loyvir ikki skjóta broyting av kavingardýpi við egnum rørslum ella í einari handavending at sleppa sær av við loddini. Tung kavaraútgerð hevur vanliga støðugan gjóstur av andingarevni í hjálminum og samband millum hjálm og drakt.
Stk. 3. Við eina “lætta kavaraútgerð” er at skilja einhvør onnur útgerð enn tung kavaraútgerð, gjørd soleiðis, at kavarin skjótt kann broyta kavingardýpd antin við egnum rørslum ella við einari handavending at sleppa sær av við loddini. Í lættari kavaraútgerð verður andingarevni vanliga latið við sjálvvirkandi skipan.
§ 3.1) Landsstýrismaðurin kann avgera, at út um tey í § 2 nevndu vinnukavarabrøv kann bræv sum blandingsgasskavari verða givið.
Stk. 2. Bræv sum blandingsgasskavari loyvir at brúka blandingsgass sum andingarevni, tá kavað verður við lættari ella tungari kavaraútgerð, jbr. § 2.
Stk. 3. Við blandingsgass er at skilja eitthvørt andingarevni, har onnur luftsløg enn rein vanlig luft ella sama luftslag, sum í vanligari luft, men í einum øðrum býti.
Stk. 4.1) Landsstýrismaðurin reglur um tær treytir, sum ein persónur skal lúka, út um tær í §§ 4 og 6 settu fyri at fáa og varðveita bræv sum blandingskavari.
§ 4. Til tess at fáa eitt av teimum í §§ 2 og 3 nevndu kavarabrøvum krevst, at avvarðandi:
1) hevur fylt 18 ár, men ikki 40 ár,
2) við nóg góðum úrsliti hevur givið seg undir læknakanning, sum fyrisett av landsstýrinum,
3) hevur tikið tað til brævið svarandi kavararoynd á kavaraskúla, sum er góðkendur av landsstýrinum.
Stk. 2. Kavarabræv verður skrivað ókeypis av Arbeiðseftirlitinum.
§ 5. 1) Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um kavararoyndir.
Stk. 2. Til tær í § 4, stk. 1, nr. 3 nevndu kavararoyndir skal próvførast, at próvtakarin hevur nóg góðan kunnleika um:
1) kavaraástøði,
2) ta kavaraútgerð og vanliga nýtt hjálpartól, sum prógvið fevnir um,
3) kaving við útgerðini í verki,
4) øll vanlig tiltøk at tryggja kavaran í arbeiðinum,
5) at skipa kavingina og
6) kavaralóggávuna.
§ 6. Til tess at varðveita kavarabrævið, skal kavarin geva seg undir læknakanning, fyrisett av landsstýrinum, við nóg góðum úrsliti.
Stk. 2. Læknakanning skal verða fimta hvørt ár. Er kavari 40 ár, skal læknakanningin verða annað hvørt ár, og er kavari 60 ár, skal læknakanningin verða hvørt ár.
Stk. 3. Harumframt skal kavari árliga geva seg undir eina av landsstýrinum ásetta serliga kanning av lungunum (røntgenkanning).
Stk. 4. Er úrslitið av teimum í stk. 1 og 3 nevndu kanningum nóg gott, váttar læknin hetta á kavarabrævinum. Viðvíkjandi kanningini, nevnd í stk. 1, skrivar læknin harumframt eina heilsuváttan, sum verður send Arbeiðseftirlitinum.
§ 7. Um tær í §§ 4 og 6 nevndu læknakanningar geva orsøk til iva, um kavarin lýkur heilsustreytirnar, kann arbeiðseftirlitið krevja, at fleiri kanningar verða gjørdar. Ta›ðkann verða kravt, at kanningarnar verða gjørdar av stovni ella lækna við serligari løggilding.
Stk. 2. Fyri kavarar, sum hava verið fyri stigvísari dekompressión (trindekompression), kann verða kravt, at teir longu leggirnir verða røntgenkannaðir.
Stk. 3. Eykakanningar eru ókeypis fyri kavaran.
§ 8. Er kavarin 67 ár, ella lýkur hann ikki tey settu heilsukrøvini, fer kavarabrævið úr gildi og kann verða inndrigið av Arbei›seftirlitinum. Sama er galdandi, um ein kavari noktar at geva seg undir læknakanning eftir §§ 6 og 7.
§ 9. 1) Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um kavaraútgerð og onnur kavaratól, herundir innrætting av hjálpartólum og útgerð v.m.
§ 10. Øll kavaraútgerð, íroknað eykalutir, sum kemur í handilin her á landi, skal vera av góðkendum slagi.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið ásetir góðkenningarreglur og merkingarreglur.
Stk. 3. Trykkkamarsútbúnaður, sum verður nýttur í sambandi við kaving, skal vera góðkendur av Arbeiðseftirlitinum. Váttan um góðkenning skal vera sjónlig.
§ 11. Kavaraútbúnaður og trykkkamarsútbúnaður ella líknandi samansetingar av kavaratólum, sum ver›a nýtt í sambandi við vinnukavaraarbeiði, ella sum verður útleigað á føroyskum øki ella frá føroyskum skipi, skal verða undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum. Reglur um hetta verða gjørdar av landsstýrinum.
Stk. 2. Ta› liggur á eigarunum av kavaraútbúnaði ella trykkkamarsútbúnaði v.m. at fráboða til Arbeiðseftirlitið, hvar og nær nevndu sýnini skulu verða.
§ 12. Tann kavari, sum brúkar kavaraútgerð, skal tryggja sær, at útgerðin er í lagi, hvørja ferð hon verður brúkt. Kavarin skal leiðbeina hjálparfólkum sínum um teirra skyldur, meðan kavaraarbeiðið fer fram.
§ 13. 1) Landsstýrismaðurin ger reglur um, at kavaraarbeiðið verður útint á tryggan hátt, um tryggleikan hjá kavaranum og hjálparfólki í arbeiðinum, herundir starvsfólki í trykkkamarsútbúnaði, sum verður nýtt í sambandi við kaving. Samstundis verður ásett, um reglurnar eru galdandi fyri útlendskar kavarar, sum arbei›a á føroyskum umráði.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ger reglur um kavaradagbók.
§ 14. Arbeiðseftirlitið kann í serligum føri gera undantøk frá avgerðini í §§ 1 og 4 og í §§ 10 og 11.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann harumframt í serligum føri víkja frá tí í § 8 setta aldursmarki.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið kann í serligum førum geva loyvi til at kava á dýpi, sum er meira enn 50 m.
§ 15. 1) Landsstýrismaðurin kann heimila Arbeiðseftirlitinum ella øðrum samsvarandi stovni undir landsstýrinum at fremja tær heimildir, sum í hesi lóg eru latnar Føroya Landsstýri.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kæru og um, at kærumál ikki kann leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 16. Uttan so, at hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður brot á § 1 og §§ 10-12 sektað við bót.
§ 17. Tær í hesi lóg ásettu reglur eru eisini galdandi fyri persónar, sum hava fingið kavarabræv eftir løgtingslóg nr. 54 frá 20. august 1970 um kavaravinnu. Aldursmarkið, sum er ásett í § 8, fær gildi frá 1. januar 1992.
Stk. 2. Tey kavarabrøv, sum latin eru eftir løgtingslóg nr. 54 frá 20. august 1970 um kavaravinnu, verða javnmett við kavarabrøvini í hesi lóg soleiðis:
1) Svimjikavarabræv verður javnmett við bræv sum lættur kavari, tó soleiðis at dýpið, ið kavararoyndin á kavaraskúla fevnir um, verður váttað á brævið og hevur kavarin rætt at útinna arbeiði niður á hetta dýpið.
2) Kavarabræv av 1. stigi verður javnmett við bræv sum tungur kavari.
3) Kavarabræv av 2. stigi verður javnmett við bræv sum tungur kavari, men loyvir tó bert rætt til at gera kavaraarbeiði á dýpi inntil 12 m, ið verður váttað á brævið.
§ 18. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis verður løgtingslóg nr. 54 frá 20. august 1970 um kavaravinnu sett úr gildi.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 29. juli 1996, og samstundis verður allur danski teksturin í lógunum strikaður.”