Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2024Nr. 51
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn
(Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild, útlendsk fígging, o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011, løgtingslóg nr. 125 frá 7. desember 2012, løgtingslóg nr. 81 frá 29. mai 2017, løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021 og løgtingslóg nr. 64 frá 22. mai 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, í § 5, stk. 3, í § 5 a, stk. 3, í § 5 b, stk. 2, í § 5 c, stk. 2, í § 8, stk. 1, 2. pkt. og í § 8, stk. 2 verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
2. Í § 2, stk. 3, í § 8, stk. 1, 1. pkt., í § 8, stk. 2, í § 8 b, stk. 4, í § 8 b, stk. 5, í § 8, c, stk. 2, 3. pkt. og í § 9, stk. 3 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
3. Í § 2, stk. 5, í § 3, 2. pkt., í § 7, stk. 3 og í § 9, stk. 3 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
4. Í § 4, stk. 3 verður “landsstýrismansins” broytt til: “landsstýrisfólksins”.
5. Í § 5 b, stk. 1, 1. pkt. verður “Húsalánsgrunnurin kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum” broytt til: “Húsalánsgrunnurin og partafeløg sambært § 8 d, stk. 1, kunnu einsamøll ella saman við feløgum og stovnum”.
6. Aftan á § 5 c verður sett:
“§ 5 d. Kommuna kann, saman við Húsalánsgrunninum, stovna almannagagnligt bústaðafelag, ið hevur sum endamál at útvega, eiga og umsita leiguíbúðir í viðkomandi kommunu.
Stk. 2. Til fígging av bústaðaverkætlan, sum felag sambært stk. 1 stendur fyri, letur kommunan felagnum innskot svarandi til ikki minni enn 10% og ikki meira enn 20% av útveganarkostnaðinum. Innskot kann latast sum peningur ella sum realkapitalur, t.d. byggilendi og byggibúning. Restin av fíggingini verður fingin til vegar við innskoti frá Húsalánsgrunninum, sum ikki má vera minni enn innskotið frá kommununi, og við láni, sum hevur trygd í ognum felagsins.
Stk. 3. Almannagagnlig bústaðafeløg sambært stk. 1 skulu hava viðtøkur, ið skulu góðkennast av landsstýrisfólkinum. Í viðtøkunum skulu í minsta lagi verða ásetingar um:
1) roknskaparhald,
2) aðalfund,
3) grannskoðan,
4) nevnd ella stýri,
5) útlutan av leiguíbúðum, og
6) áseting av húsaleigu.
Stk. 4. Húsalánsgrunnurin tekur avgerð um luttøku í verkætlanum sambært stk. 1 við støði í eini meting av fíggjarliga haldførinum í verkætlanini, heruppií ítøkiliga eftirspurninginum eftir leigubústøðum í viðkomandi kommunu.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur fyri virkseminum hjá almannagagnligum bústaðafeløgum sambært stk. 1, heruppií bindandi leiðreglur um innihald og uppsetan av viðtøkum sambært stk. 3.
Stk. 6. Verður almannagagnligt bústaðafelag avtikið, verða ognir felagsins býttar millum Húsalánsgrunnin og kommununa í sama lutfalli, sum hesi hava skotið kapital inn í felagið.”
7. § 8 b, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Húsalánsgrunnurin kann fíggja bygging av bústøðum upp til 250 mió. kr. við at skriva út lánsbrøv, við láni frá stovnsligum íleggjarum ella við bankaláni.”
8. Í § 8 c, stk. 1 verður “450 mió. kr.” broytt til: “800 mió. kr.”
9. Í § 8 c, stk. 2, 1. pkt. verður “450 mió. kr. skulu 250 mió. kr.” broytt til: “800 mió. kr. skulu 600 mió. kr.”
10. § 8 d, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Húsalánsgrunnurin kann saman við øðrum stovna partafeløg til virksemi fevnt av § 5 b, stk. 1, og § 8 c, stk. 1 og 2.”
11. Í § 9, stk. 1 verður “landsstýrismannin” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 59/2023