Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juni 2026Nr. 52
Løgtingslóg um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um persónar við fyribils uppihaldsloyvi sambært anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine.
Bráðfeingis bústaðir
§ 2. Bráðfeingis bústaðir eftir hesi løgtingslóg eru felags bústaðir til persónar, sum koma undir § 1, og sum ikki hava annan hóskandi bústað.
§ 3. Landsverk hevur heimild at útvega bygningar og hølir at leiga út sum bráðfeingis bústaðir. Landsverk hevur harafturat heimild at útvega grundleggjandi innbúgv og at seta í stand, umbyggja og halda við líka bústaðirnar.
§ 4. Landsverk er útleigari og umsitur bráðfeingis bústaðirnar, sbr. tó §§ 8 og 9.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið í samferðslumálum kann gera eitt standard leiguskjal og áseta skilhaldsreglur fyri bústaðirnar.
§ 5. Bráðfeingis bústaðirnir eru ikki fevndir av leigulógini.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið í samferðslumálum kann áseta serstakar leigureglur fyri bústaðirnar.
§ 6. Persónur í bráðfeingis bústaði skal rinda landinum fyri húsaleigu.
Stk. 2. Landsverk ásetur húsaleiguna í samráð við landsstýrisfólkið í samferðslumálum.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið í samferðslumálum kann áseta reglur um innkrevjing av húsaleigu.
§ 7. Samlaðu leiguinntøkurnar frá bráðfeingis bústøðunum kunnu vera lægri enn útreiðslurnar hjá landinum at útvega, umsita og reka bústaðirnar.
§ 8. Almannaverkið ávísir persónar í bráðfeingis bústaðirnar.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið í almannamálum kann áseta nærri reglur um treytirnar fyri ávísing.
§ 9. Persónur í einum bráðfeingis bústaði hevur skyldu at flyta í annan bráðfeingis bústað, um Almannaverkið krevur tað.
Stk. 2. Almannaverkið kann krevja, at ein persónur tekur av einum tilboði um annan hóskandi bústað. Tekur viðkomandi ikki av einum tilboði um annan hóskandi bústað, skal Landsverk, eftir áheitan frá Almannaverkinum, uppsiga leigumálið í bráðfeingis bústaðnum.
Sosialur samskipari
§ 10. Almannaverkið hevur ábyrgdina og kann seta starvsfólk at virka sum sosialur samskipari í bráðfeingis bústøðunum. Almannaverkið kann eisini gera avtalu við ein uttanhýsis part um at røkja uppgávuna sum sosialur samskipari í bráðfeingis bústøðunum. Uppgávan hjá sosiala samskiparanum er at veita teimum búgvandi sosialfakliga ráðgeving, stuðul og hjálp.
Serreglur á almannaøkinum
§ 11. Fyri persónar, ið eru fevndir av § 1, kann landsstýrisfólkið í almannamálum:
1) Áseta reglur um, at víkjast skal frá kravinum um danskan heimarætt sambært § 3, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.
2) Áseta reglur um, at treytin um varandi uppihaldsloyvi í § 2, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í nærri tilskilaðan mun ikki er galdandi fyri virknisvenjing, stuðul til arbeiðsbúgving og leiðbeinaraskipan sambært kapitlum 3, 4 og 8 í løgtingslógini.
3) Áseta reglur, sum víkja frá § 12, stk. 1 í almannalógini um, at sambúgvandi persónar fáa lægri uppihaldsveiting enn persónar, sum búgva einsamallir, og seta serligar treytir fyri uppihaldsveiting.
Serligar útreiðslur
§ 12. Almannaverkið kann halda serligar útreiðslur, ið eru tongdar at persónum, ið koma undir § 1.
Gildistíð
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2029.
Í Tinganesi, 1. juni 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 105/2025