Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2019Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
(Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og um royndarverkætlanir og granskingarverkætlanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 1990, løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, løgtingslóg nr. 53 frá 9. mai 2005, løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, løgtingslóg nr. 34 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, løgtingslóg nr. 157 frá 18. desember 2017 og løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Í 9 ára grundskúlanum skulu allir næmingar verða undirvístir í hesum lærugreinum:
1) Hugvísindaligar lærugreinir:
a) Kristinkunnleika: Øll skúlaárini.
b) Føroyskum: Øll skúlaárini.
c) Donskum: 3.-9. skúlaári.
d) Enskum: 4.-9. skúlaári.
e) Søgu og samtíð: 4.-9. skúlaári.
f) Samfelagsfrøði: 7.-9. skúlaári.
2) Náttúruvísindarligar lærugreinir:
a) Støddfrøði: Øll skúlaárini.
b) Heimstaðarlæru: 1.-3. skúlaári.
c) Náttúru og tøkni: 4.-6. skúlaári.
d) Alisfrøði og evnafrøði: 7. skúlaári.
e) Landalæru: 7.-9. skúlaári.
f) Lívfrøði: 7.-9. skúlaári.
3) Ítróttur: Øll skúlaárini.
4) Handaverki og list:
a) Sangi og tónleiki: 1.-7. skúlaári.
b) Tilevning: 1.-7. skúlaári.
c) Handarbeiði: 1.-7. skúlaári.
d) Smíð: 1.-7. skúlaári.
e) Heimkunnleika: 1.-7. skúlaári.”
2. Í § 8 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Morgunsangur eigur at vera partur av vanliga skúladegnum.”
3. Í § 19 verður aftan á stk. 3 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Skúlar kunnu í hvørjum flokki nýta 2 tímar av undirvísingartímatalinum sbrt. stk. 2 til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur sbrt. stk. 3.”
Stk. 3-8 verða eftir hetta stk. 5-10.
4. Í § 19, stk. 6, sum verður stk. 8, verður “1.-5. stk.” broytt til: “1.-7. stk.”
5. Í § 31 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Skúlasamband millum kommunur um 8.-10. flokk og aðrar flokkar kann verða skipað í einum skúla í skúlasambandinum, tó verður skúlasamband, sum bara fatar um 8.-10. flokk skipað í einum skúla, sum frammanundan hevur 8.-10 flokk.
Stk. 3. Leiðarin í skúlanum, sum hevur 8-10. flokk, kann eisini vera leiðari fyri skúlasambandinum sbr. stk. 2.
Stk. 4. Kommunurnar í skúlasambandinum velja eitt stýri at fyrisita skúlasambandið sbr. stk. 2 og áseta í sáttmála talið av limum, og hvussu einstøku kommunurnar verða umboðaðar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum góðkennir undirvísingarliga partin, og landsstýrismaðurin í kommunumálum góðkennir umsitingarliga og fíggjarliga partin í sáttmálum sbrt. stk. 4.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 6.
6. Aftan á § 31 verður sett:
“§ 31 a. Skúlar, ið hava færri enn 50 næmingar, kunnu eftir umsókn frá avvarðandi kommunum og við góðkenning landsstýrismansins verða lagdir saman við einum størri skúla. Samanleggingin kann verða skipað fyri skúlar bæði í somu kommunu og fyri skúlar í tveimum ella fleiri kommunum.
Stk. 2. Skúli, sum verður lagdur niður sbrt. stk. 1. verður tó varðveittur sum undirvísingarstað undir leiðslu av skúlanum, sum hann verður lagdur saman við.
Stk. 3. Áðrenn støða verður tikin til at leggja skúlar saman, skulu skúlastýrini í skúlunum, sum ætlanin er at leggja saman, hava havt málið til hoyringar.
Stk. 4. Kommunan skipar fyri almennum fundi, har kunnað verður um samanleggingina. Tá ið samstarvið fatar um tvær ella fleiri kommunur, skipa kommunurnar í felag fyri kunningini.
Stk. 5. Hvørt undirvísingarstað sbrt. stk. 2 velur eitt foreldraumboð í skúlastýrið í samanlagda skúlanum.”
7. Í § 50 verður aftan á stk. 9 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 10. Kommunur, ið hava skipað skúlasamband sbrt. § 31, stk. 2, kunnu gera avtalu um, at kommunurnar velja hvør sítt skúlastýrisumboð og varaumboð í skúlastýrið sbrt. § 50, stk. 2, pkt. 1.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 117/2018