Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
(Endurskoðan av barnaverndarlógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2007, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 1 verður aftaná “børn” sett: “og ung”, og “18.” verður broytt til: “23.”
2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Fyri ung í aldrinum 18 – 23 ár kunnu bert tær fyriskipanir, ið eru nevndar í § 15 b, setast í verk. Hesar fyriskipanir kunnu bert setast í verk, um ein fyriskipan er sett í verk eftir hesi lóg, áðrenn tann ungi fyllir 18 ár.”
3) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kommunurnar skulu seta barnaverndarnevndir. Kommunurnar skulu samstarva við aðrar kommunur um val av barnaverndarnevndum sbrt. stk. 5. Barnaverndarnevndirnar verða valdar av kommunustýrunum.”
4) Í § 4, stk. 2, verður aftaná 1. pkt. sett:
“Formaðurin og meirilutin í nevndini skulu í minsta lagi hava eina viðkomandi miðallanga útbúgving. Harumframt skulu limirnir lúka treytirnar til val til bý- ella bygdarráð og hava reina revsiváttan.”
5) § 4, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Samstarvsøkini sambært stk. 1 skulu skipast samsvarandi eindunum í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur. Samstarvsøkir kunnu samstarva um felags barnaverndarnevnd, og skulu samstarvsøkini tá vera samfeld landafrøðiliga ella samferðsluliga. Tó kann landsstýrismaðurin loyva, at fleiri barnaverndarnevndir verða skipaðar innan einstøku samstarvsøkini, treytað av, at tað eru í minsta lagi 3.000 íbúgvar fyri hvørja barnaverndarnevnd.”
6) § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kommunustýrið skal syrgja fyri, at starvsfólk, við í minsta lagi miðallangari viðkomandi útbúgving, verða sett at umsita barnaverndarmál. Harumframt skulu starvsfólkini hava reina revsiváttan.”
7) § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Barnaverndarumsitingin skal hava fastar, væl lýstar upp- og afturlatingartíðir, og tað skal vera møguligt at fáa fatur á barnaverndarumsitingini umvegis telefon innan fyri hesar tíðir. Um tørvur er á hjálp uttan fyri arbeiðstíð, skal vera møguligt at fáa fatur á barnaverndarnevndarformanninum ella einum, sum hann hevur latið hesa uppgávu.”
8) Í § 8 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stykki sett:
“Stk. 2. Barnaverndartænastan skal veita barninum tryggleika á tann hátt, at barnið kann venda sær til barnaverndartænastuna við sínum trupulleikum, uttan at hetta verður fráboðað foreldrum ella verja.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
9) Í § 9, stk. 1 verður “§ 15, stk. 4” broytt til: “§ 15 a”.
10) Í § 11, stk. 2 verður “§ 15, stk. 4” broytt til: “§ 15 a og fyriskipan eftir § 15 b, stk. 3.”
11) § 13, stk. 2, nr. 5 verður strikað.
12) Í § 14, stk. 1, 1. pkt. verður aftaná “viðurskifti,” sett: “ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru,”.
13) § 14, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum.”
14) § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fráboðast skal eisini eftir stk. 1 og 2 um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.”
15) Í § 14 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Barnaverndartænastan skal boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin er móttikin.”
16) Í § 15, stk. 1, nr. 4 verður “, námsfrøðiligum og fíggjarligum” og “men tá ið fíggjarligt frípláss ikki kann veitast,” strikað.
17) § 15, stk. 1, nr. 11 verður orðað soleiðis:
“11) veita stuðul til barn, 16 ár ella eldri, í egnum kamari ella egnari íbúð.”
18) § 15, stk. 4 verður strikað.
19) Aftaná § 15 verður sett:
“§ 15 a. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann innskriva familju til familjuviðgerð á stovni hjá landinum sum dag- ella samdøgurstilboð.
Stk. 2. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann innskriva barn, ið er fevnt av hesi lóg, og sum ikki kann integrerast á kommunalum dagstovni, á dagstovn hjá landinum.
Stk. 3. Barnaverndarnevndin kann veita fíggjarligan stuðul til útreiðslur, ið standast av fyriskipan eftir stk. 1 og 2, tá ið foreldrini ikki sjálvi megna útreiðslurnar. Um familjan verður innskrivað til familjuviðgerð eftir stk. 1, fáa foreldrini endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi við hægstu sjúkradagpeningaveiting.
Fyriskipanir til ung í aldrinum 18 – 23 ár
§ 15 b. Barnaverndarnevndin kann avgera, at ein fyribyrgjandi fyriskipan skal halda fram eftir, at tann ungi hevur fylt 18 ár, ella seta aðra fyriskipan í verk eftir § 15, stk. 1, nr. 1, 5, 6, 9, 10 og 11.
Stk. 2. Er tann ungi umsorganaryvirtikin eftir § 19, tá viðkomandi fyllir 18 ár, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin taka avgerð um, at:
1) fyriskipanin skal halda fram,
2) seta í verk uppihald í stovnslíknandi fyriskipan, og
3) seta í verk útslúsing frá uppihaldsstaðnum,
Stk. 3. Ein ella fleiri av fyriskipanunum í stk. 1 og 2 skulu setast í verk, tá tann ungi fyllir 18 ár, um tað verður mett at vera av munandi týdningi fyri, at tann ungi kann megna eina sjálvstøðuga vaksnamannatilveru. Fyriskipanin kann tó bert setast í verk, um tann ungi samtykkir.
Stk. 4. Fyriskipanir eftir stk. 1 og 2 skulu halda uppat, tá endamálið er rokkið, ella fyriskipanin ikki longur tænir endamálinum, og í seinasta lagi tá tann ungi fyllir 23 ár. Fyriskipan eftir stk. 2, nr. 1 skal tó halda uppat í seinasta lagi, tá tann ungi fyllir 21 ár.”
20) § 16, stk. 2, 3 og 4 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Barnaverndarnevndin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at ein fyriskipan er sett í verk, meta um, hvørt fyriskipanin virkar eftir ætlan, ella um neyðugt er at seta nýggjar fyriskipanir í verk, og um ætlanin eftir § 47 skal broytast. Barnaverndarnevndin skal eftir hetta meta um fyriskipanirnar minst 6. hvønn mánað.
Stk. 3. Er barnið sett heiman, skal eftirlitið eftir stk. 1 umfata minst tvær árligar eftirlitisvitjanir, har barnaverndartænastan tosar við barnið, helst í einrúmi. Metingin eftir stk. 1 skal grundast á eftirlitisvitjanirnar.
Stk. 4. Barnaverndarnevndin skal taka stig til, at nýggjar fyriskipanir verða settar í verk, og ætlanin eftir § 47 broytt, um metingin eftir stk. 1 vísir, at tørvur er á hesum.”
21) Aftaná § 16 verður sett:
“§ 16 a. Barnaverndarnevndin kann seta heimið undir umsjón við at seta eftirlitsverja í heimið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um heimildir og skyldur hjá eftirlitsverjum.”
22) Í § 17, stk. 1 verður “munandi” strikað.
23) Í § 17, stk. 5 verður “tríggjar” broytt til: “fýra”.
24) Í § 19 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Í sambandi við umsorganaryvirtøku skal barnaverndartænastan hjálpa barninum at finna ein persón, ið kann tilnevnast sum fastur persónur, ið barnið altíð kann venda sær til við sínum trupulleikum, meðan barnið er sett heiman.”
25) Í § 20, stk. 1 verður “flytast/” strikað.
26) Í § 22, stk. 1 og 3 verður “myndugleikalógini” broytt til: “foreldramyndugleikalógini”.
27) Í § 23, stk. 1, nr. 1 verður “eitt nú vegna rúsevnismisnýtslu ella sálarlig brek,” strikað.
28) Í § 23, stk. 1, nr. 2 verður “.” broytt til: “,”.
29) Í § 23, stk. 1 verður sum nr. 3 sett:
“3) barnið hevur verið til fosturs í minst 5 ár, og hevur fingið so sterkt tilknýti til fosturforeldrini, at tað má metast at vera av stórum týdningi og best fyri barnið, at tað verður verandi hjá fosturforeldrunum.”
30) Yvirskriftin yvir § 24 verður orðað soleiðis:
“Avgerð um umsorganaryvirtøku verður broytt, sett úr gildi ella endar”
31) § 24 verður orðað soleiðis:
“§ 24. Viðvíkjandi fyriskipanum um umsorganaryvirtøku sambært § 19 skal barnaverndarnevndin við jøvnum millumbilum meta um, hvørt umstøðurnar hjá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, eru broyttar soleiðis, at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, ella um støðan framvegis er soleiðis, at barnið eigur at verða verandi uttan fyri heimið. Barnaverndarnevndin leggur eftirmetingina fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina eftir mannagongdini í kapitli 8.
Stk. 2. Metir Høvuðsbarnaverndarnevndin, at umstøðurnar eru broyttar, soleiðis at barnið aftur kann fáa nøktandi umsorgan í heiminum, skal Høvuðsbarnaverndarnevndin seta avgerðina um umsorganaryvirtøku sambært § 19 úr gildi.
Stk. 3. Metir Høvuðsbarnaverndarnevndin, at støðan framvegis er soleiðis, at barnið eigur at verða verandi uttan fyri heimið, tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð um, at fyriskipanin skal halda áfram.”
32) Aftaná § 24 verður sum §§ 24 a - 24 g sett:
“§ 24 a. Hevur eitt barn ikki verið sett heiman innan fyri tað seinasta árið, kann ein fyriskipan um umsorganaryvirtøku ikki halda fram longur enn eitt ár frá tí degi, Høvuðsbarnaverndarnevndin tók avgerð um fyriskipanina uttan við nýggjari avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Stk. 2. Hevur eitt barn verið sett heiman innan fyri tað seinasta árið, kann ein fyriskipan um umsorganaryvirtøku ikki halda fram longur enn tvey ár frá tí degi, Høvuðsbarnaverndarnevndin tók avgerð um fyriskipanina uttan við nýggjari avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Stk. 3. Freistin í stk. 1 og 2 verður roknað frá tí degi, at Høvuðsbarnaverndarnevndin tók avgerð.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 og 2, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin áseta styttri freist fyri, nær eftirmeting skal leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til avgerðar.
Stk. 5. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann áseta eina longri freist enn tær í stk. 1 og 2, um umstøðurnar, ið eru grundarlagið fyri avgerðini, eftir øllum líkindum mugu væntast at vera til staðar út yvir freistina.
§ 24 b. Tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, kunnu krevja, at eitt mál um yvirtøku av umsorganini fyri einum barni sambært § 19, ella um varandi yvirtøku av umsorganini fyri einum barni sambært § 23, skal viðgerast av Høvuðsbarnaverndarnevndini av nýggjum, um umstøður teirra eru munandi broyttar.
Stk. 2. Barnaverndarnevndin leggur málið av nýggjum fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina eftir mannagongdini í kapitli 8.
Stk. 3. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann tó nokta fyri, at málið verður viðgjørt av nýggjum, um málið teir seinastu 12 mánaðirnar hevur verið viðgjørt av hesi nevnd.
§ 24 c. Í sambandi við nýggja avgerð um umsorganaryvirtøku skal málið um samverurætt sambært § 22 eisini verða endurskoðað.
Stk. 2. Áðrenn nýggja avgerð viðvíkjandi umsorganaryvirtøku skulu fosturforeldrini verða hoyrd.
§ 24 d. Eitt barn, ið er umsorganaryvirtikið sambært § 19, kann ikki setast heim aftur uttan við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Stk. 2. Í sambandi við eina avgerð um at barnið skal setast heim aftur, ásetur Høvuðsbarnaverndin eitt tíðarskeið at fyrireika heimsetanina sbrt. § 24 f.
Stk. 3. Er barnið sett heiman við samtykki, og verður samtykkið afturtikið, skal barnaverndarnevndin leggja tilmælið fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til støðutakan í seinasta lagi 14 dagar eftir, at samtykkið er afturtikið, um barnaverndarnevndin ikki kann taka avgerð eftir § 20.
§ 24 e. Barnið kann ikki setast heim aftur, um mett verður, at tað eftir eini heildarmeting kann verða atvoldin til álvarsamar trupulleikar fyri barnið, um tað verður flutt.
§ 24 f. Høvuðsbarnaverndarnevndin skal áseta eitt tíðarskeið at fyrireika heimsetanina. Longdin á tíðarskeiðinum kann vara upp til 6 mánaðir. Í serligum førum kann Høvuðsbarnaverndarnevndin avgera, at einki tíðarskeið skal ásetast at fyrireika heimsetanina. Longdin á tíðarskeiðinum verður ásett við atliti at:
1) møguleikanum at tryggja eina varliga og tilrættarlagda heimsetan fyri barnið,
2) fyrireikan av møguligum fyriskipanum til barnið ella foreldrini, eftir at barnið er komið heim aftur,
3) møguleikanum hjá barnaverndartænastuni fyri at meta um, hvørt tað er grundarlag fyri at taka avgerð um umsorganaryvirtøku, tá foreldrini hava afturkallað samtykkið.
Stk. 2. Tíðarskeiðið, ið verður ásett at fyrireika heimsetanina, er framhald av tí fyriskipan, ið er í løtuni eftir § 19.
§ 24 g. Ein fyriskipan skal halda uppat, tá endamálið er rokkið, hon ikki longur tænir endamálinum, ella tá barnið fyllir 18 ár, sbrt. tó § 15 b.”
33) Í § 27, stk. 5 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Hóast ásetingina í stk. 2, nr. 1 – 4 kunnu hesi veljast, um tey kunnu góðkennast sum ítøkiliga egnað í mun til tað ávísa barnið.”
34) Í § 27, stk. 6 verður sum 1. pkt. sett:
“Fosturforeldur skulu luttaka á einum skeiði um at vera fosturforeldur.”
35) Í § 29, stk. 2 verður “Fosturforeldraskipanin” broytt til: “Avvarðandi barnaverndartænasta” og aftaná “samsýning” verður sett: “sbrt. stk. 1”.
36) Í § 29, stk. 3 verður “Fosturforeldraskipanin” broytt til: “avvarðandi barnaverndartænasta”.
37) § 33, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin stovnsetur og rekur samdøgursstovnar fyri familjur, ið eru fevndar av hesi lóg.”
38) Í § 33, stk. 4 verður í 1. pkt. “stk. 1 og stk. 2” broytt til: “stk. 1 – 3”, og í 2. pkt. verður aftaná “børnum” sett: “og familjum”.
39) § 35 verður orðað soleiðis:
“§ 35. Eitt barn verður innskrivað á samdøgursstovn við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Høvuðsbarnaverndarnevndin ansar eftir, at barnið verður sett á rættan samdøgursstovn.
Stk. 2. Um einki nøktandi pláss er á samdøgursstovni í Føroyum, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin taka avgerð um, at barnið skal setast á stovn uttanlands.
Stk. 3. Barnið kann ikki útskrivast uttan við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini, sbrt. § 24, stk. 2 og § 24 d.”
40) Í § 37 verður sum nýtt stk. 1 sett:
“Um tað verður mett neyðugt fyri at kunna gera av, um tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á barnsins heilsu ella menning, og tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, ella barnið ikki geva samtykki, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin gera av at seta barnið til eygleiðingar og kanningar á stovni ella, við undirtøku frá lækna, á sjúkrahúsi. Ein slík kanning skal vera liðug innan 2 mánaðir eftir, at kanningin er sett í verk.”
41) Í § 45, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett:
“Kanningin skal taka støði í eini heildarmeting og skal fevna um barnsins:
1) menning og atferð,
2) familjuviðurskifti,
3) Ansingarviðurskifti
4) skúlaviðurskifti,
5) heilsuviðurskifti,
6) frítíðarviðurskifti og vinskap, og
7) onnur viðkomandi viðurskifti.”
42) Í § 45 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Í kanningini skal barnaverndarumsitingin lýsa styrkir og trupulleikar hjá barninum, familjuni og netverkinum rundan um barnið. Hevur barnið fylt 16 ár, skal kanningin harumframt lýsa tey serligu viðurskifti, ið atlit skal takast til, í sambandi við val av fyriskipan til hendan aldursbólk, sbr. §§ 15, 15 b og 19.”
Stk. 2 – 9 verða hereftir stk. 3 – 10.
43) Í § 45, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “stk. 2” broytt til: “stk. 3”.
44) § 47, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Ætlanin skal áseta endamálið við fyriskipanini, og hvør fyriskipan skal setast í verk fyri at náa endamálinum. Ætlanin skal taka støði í kanningini eftir § 45. Ætlanin skal, í mun til tey viðurskifti, sum eru lýst í kanningini, seta ítøkilig mál í mun til barnsins trivna og menning í samsvari við yvirskipaða endamálið við fyriskipanini. Harafturat skal í ætlanini verða ásett, hvussu leingi fyriskipanin væntast at vara.
Stk. 3. Í málum, har barn verður sett heiman, skal ætlanin harumframt áseta, hvør fyriskipan skal setast í verk fyri familjuna, meðan barnið er sett heiman og í tíðini eftir, at barnið er komið heim aftur.”
45) Í § 47, verða sum stk. 4, 5 og 6 sett:
“Stk. 4. Er talan um barn, ið hevur fylt 16 ár, skal ætlanin áseta ítøkilig mál fyri barnsins skifti til eina vaksnamannatilveru.
Stk. 5. Ein felags ætlan kann gerast fyri fleiri børn í familjuni. Ætlanin skal tó taka atlit til viðurskiftini hjá tí einstaka barninum.
Stk. 6. Í málum, har atliti til barnið ger, at avgerð um at seta fyriskipan í verk ikki kann bíða eftir, at ein ætlan er gjørd, er nóg mikið við eini stuttari tilskilan av endamálinum við fyriskipanini. Ein ætlan, ið lýkur krøvini í stk. 2-5, skal tó gerast skjótast gjørligt og í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at avgerð um at seta fyriskipan í verk er tikin.”
46) Í § 55 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Tá eftirmeting skal gerast sambært § 20 og § 24, tó ikki § 24 d, stk. 3, og av bráðfeingisavgerð eftir § 17, skal fundurin haldast í seinasta lagi 1 mánað eftir, at Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur móttikið málið.”
Stk. 2 – 4 verða eftir hetta stk. 3 – 5.
47) Í § 55, stk. 3, sum verður stk. 4, verður sum 2. pkt. sett:
“Í málum, har fyriskipan um umsorganaryvirtøku skal eftirmetast eftir § 24, kunnu fosturforeldur kallast inn til fundin.”
48) Yvir § 62 verður sum yvirskrift sett:
“Flutt verður uttanlands”
49) Í § 63 verður aftaná “er” sett: “millum barnaverndarnevndir í Føroyum”.
50) Í § 66, stk. 1 verður “og avvarðandi barnaverndarnevnd” strikað.
51) § 70 verður orðað soleiðis:
“§ 70. Er tað eftir lógini um rættarstøðu barnanna álagt einum persóni at rinda barnagjald v.m. til eitt barn, ið verður sett heiman, gongur tað almenna í rættin til barnagjaldið frá gjaldskylduga, frá fyrsta uppihaldsdegi, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi við veruligu útreiðslurnar hjá tí almenna av uppihaldinum.
Stk. 2. Tað almenna gongur harafturat í rættin til at krevja barnagjald v.m. ásett ella at krevja barnagjaldið hækkað.
Stk. 3. Í sambandi við áseting ella hækking av barnagjaldi sambært stk. 2, kann tað almenna seta eina avtalu um barnagjald til viks, um so er, at avtalan má metast at vera gjørd við tí endamáli at forða tí almenna at fremja heimildina í hesi grein.”
52) Í § 71, stk. 1 verður “15 ár” broytt til: “18 ár”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.
Stk. 2. § 1, nr. 3 og nr. 5 hava virknað frá 1. januar 2014.
Stk. 3. Hóast barnaverndarnevnd verður vald sambært § 4, stk. 3, skal nýggj barnaverndarnevnd veljast frá 1. januar 2014 fyri restina av valskeiðnum, ið kommunustýrið situr.
Stk. 4. § 1, nr. 4. viðvíkjandi § 4, stk. 2, 2. pkt. hevur virknað frá næstu ferð, barnaverndarnevnd verður vald sambært § 4, stk. 3 í lógini.
Stk. 5. § 1, nr. 6 viðvíkjandi § 5, stk. 1, 1. pkt. hevur virknað fyri starvsfólk, ið verða sett eftir, at lógin er komin í gildi.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 169/2011