9. mai 2005Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um fyribyrgingarráð verður § 2, 2. pkt orðað soleiðis:
”Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 3 limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 9. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 44/2005