Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2013Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 14. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónar, búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært hesi lóg.”
2. § 2 og yvirskrift verður strikað.
3. Í § 3 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um, at Heilsutrygd rindar útreiðslur til neyðugan tolk, herundir deyvatolk, í sambandi við viðtalu hjá kommunulækna.”
4. Yvirskriftin til § 10 verður orðað soleiðis:
“Hjálparráð”.
5. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Heilsutrygd rindar fyri hjálparráð, sum er liður í einari viðgerð, ella sum er til persónar, sum ikki hava varandi tørv á hjálparráði.”
6. § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hjálparráð sambært hesi grein.”
7. Í § 12, stk. 2 verður “Heilsutrygd” broytt til: “Landsapotekarin”.
8. Í § 18, stk. 3, nr. 4 verður “4.000 kr.” broytt til: “5.300 kr.”
9. § 18, stk. 3, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) 100% av tí partinum, sum fer upp um 2.380 kr. fyri persónar, sum eru fyltir 67 ár.”
10. Í § 18, stk. 3 verður aftaná nr. 5, sum nýtt nr. sett:
“6) Børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald.”
11. Yvirskriftin til § 27 verður orðað soleiðis:
“Samráðingar”.
12. § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Fíggjarmálaráðið stendur fyri sáttmálasamráðingum við avvarðandi fakfeløg. ”
13. § 28 og yvirskrift verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2013.
Tórshavn, 14. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 105/2012