28. apríl 2000Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Samsýningin er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón.”
2) § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Lógin verður umsitin av Almannastovuni. “
3) Í § 2, stk. 3, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður.
Tórshavn, 28. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður