29. mai 2024Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
(Markið fyri inntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini, verður strikað)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997, sum seinast broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 um viðbót til ávísar pensjónistar, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í heitinum verður “v.fl.” strikað.
2. § 3, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 29. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 75/2023