Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung
(Heimild hjá heilsufrøðingum at heilsukanna børn og ung, tá skúlatíðin byrjar og endar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, sum broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 12. mars 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kapitli 2 verður orðað soleiðis:
“Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna ella heilsufrøðingi”
2. Sum yvirskrift yvir § 2 verður sett:
“Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna”
3. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Tríggjar av hesum kanningum skulu fara fram í fyrsta ári barnsins.”
4. Aftan á § 2 verður sett:
“Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna
§ 2 a. Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá antin heilsufrøðingi ella kommunulækna. Tann fyrra kanningin skal verða bjóðað við byrjan av skúlatíð barnsins. Tann seinna kanningin skal verða bjóðað tí unga stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar.”
5. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um heilsukanningar sambært §§ 2 og 2 a.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 97/2017