Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2019Nr. 53
Løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Tilboð um rúsviðgerð
§ 1. Persónar, búsitandi í Føroyum, kunnu fáa tilboð um ókeypis viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum.
Stk. 2. Landið hevur ábyrgdina av at veita viðgerð, men kann lata privatar stovnar ella sjálvsognarstovnar røkja uppgávuna.
Stk. 3. Fyrisitingarlógin er galdandi fyri viðgerðarstovnar, ið veita rúsviðgerð.
Góðkenning av viðgerðarstovnum
§ 2. Viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum kann bert fara fram á góðkendum viðgerðarstovni.
Stk. 2. Heilsutrygd kann eftir umsókn góðkenna ein viðgerðarstovn. Umsóknin skal latast á serstøkum oyðublaði, ið er at finna á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.
Stk. 3. Heilsutrygd skal í sambandi við góðkenningina av viðgerðarstovnum brúka nýggjastu og fremstu fakligu vitan um viðgerðarhættir.
Stk. 4. Ein treyt er, at tilboðið eftir einari heildarmeting hevur neyðugu dygdina. Hesi atlit skulu takast, tá mett verður um dygdina í tilboðnum:
1) Málbólkur, háttalag og úrslit.
2) Bygnaður og leiðsla.
3) Fakligar førleikar.
4) Fíggjarviðurskifti og virksemisviðurskifti.
5) Hølisviðurskifti.
Stk. 5. Harumframt er tað ein treyt, at starvsfólkabólkurin á einum viðgerðarstovni samanlagt skal hava viðkomandi útbúgvingar, dagførda vitan um og royndir við rúsdrekkaviðgerð og rúsevnaviðgerð.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur í kunngerð um góðkenningina av viðgerðarstovnum, harundir nærri reglur um tey atlit, ið eru nevnd í stk. 4.
§ 3. Ein góðkenning er fyri 5 ár í senn, men kann takast aftur, um viðgerðarstovnurin ikki longur lýkur góðkenningarkrøvini, ella um átaluverd viðurskifti eru viðvíkjandi virkseminum.
Stk. 2. Áðrenn góðkenningin verður tikin aftur, gevur Heilsutrygd viðgerðarstovninum ávaring við boðum um at loysa trupulleikan innan ásetta freist. Verður trupulleikin ikki loystur innan ásettu freistina, kann Heilsutrygd taka góðkenningina aftur.
Stk. 3. Er talan um álvarslig brot á góðkenningarkrøvini, kann Heilsutrygd taka góðkenningina aftur uttan ávaring.
Stk. 4. Ein viðgerðarstovnur hevur skyldu til at boða Heilsutrygd frá um munandi broytt viðurskifti innanhýsis á stovninum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur í kunngerð um freistina, ið er nevnd í stk. 2.
Visitasjón og heilivágsviðgerð
§ 4. Áðrenn ein persónur kann innskrivast á ein viðgerðarstovn, skal persónurin visiterast av vakthavandi serlækna, ið ger eina læknafakliga meting av heilsustøðuni.
Stk. 2. Ein metingarsamrøða skal eisini gerast við innskrivan av einum persóni á viðgerðarstovn av skikkaðum fakpersóni.
§ 5. Viðgerð við heilivági kann bert gerast av lækna.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu starvsfólk viðgera við heilivági við delegatión frá einum lækna ella víðari delegatión frá øðrum løggildum heilsustarvsfólki. Við delegatiónini skal nágreinast, hvør ið hevur evstu ábyrgd av viðgerðini.
Stk. 3. Løggild heilsustarvsfólk hava ikki loyvi til at uppskamta ella niðurskamta tann viðgerðarfyriskipaða heilivágin hjá einum, ið er bundin av rúsdrekka, ella rúsevnum uttan frammanundan at hava fingið loyvi til tess frá einum lækna.
Eftirlit og kæra
§ 6. Landslæknin hevur eftirlit við tí heilsufakliga virkseminum á einum viðgerðarstovni sambært kapitli 66 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af sundhedsloven.
Stk. 2. Heilsutrygd hevur eftirlit við, at stovnurin lýkur góðkenningarkrøvini sambært hesi lóg.
§ 7. Avgerð, sum Heilsutrygd tekur eftir hesi løgtingslóg, kann skrivliga verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað umsøkjara.
Stk. 2. Um ein viðgerðarstovnur noktar einum persóni at verða innskrivaður, kann avgerðin skrivliga kærast til Heilsutrygd í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað kærara.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimild hansara sambært hesi grein kann leggjast til eina kærunevnd.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
Stk. 2. Verandi viðgerðarstovnar, ið virka uttan góðkenning, skulu, innan eitt ár frá lógarinnar gildiskomu, søkja um góðkenning.
Í Tinganesi, 7. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 119/2018