13. mai 1997Nr. 53
Løgtingslóg um útbúgving til grannskoðara
§ 1. Landsstýrismanninum í undirvísingmálum verður heimilað í kunngerð at áseta reglur fyri tí førleikapróvtøku og tí útbúgvingarliga grundarlagi, sum krevst til eina góðkenda útbúgving av grannskoðarum sambært løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar.
§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.