Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 2000Nr. 53
Løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita loyvi til at gagnnýta tað vatn, ið rennur ella kann vinnast burtur úr rivum og øðrum lekum í fjallinum inni í sumbiarbergholinum.
Stk. 2. Loyvi verður latið fyri eitt tíðarskeið, ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt í upp til 5 ár í senn.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 verður veitt, eftir at alment er lýst eftir umsóknum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann lata vera við at geva teimum loyvi, ið søkt hava eftir almenna lýsing.
§ 2. Tá loyvi eftir § 1, stk. 1, verður latið, skal landsstýrismaðurin leggja dent á, at umsøkjari hevur neyðugan førleika at fremja ætlanina, og at vatnið verður gagnnýtt á skilabestan hátt.
§ 3. 1) Verður loyvi latið einstaklingi ella einstaklingum í felag, skulu hesir hava bústað í Føroyum. Kravið um bústað í Føroyum er tó ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans.
Stk. 2. 1) Verður loyvi latið felag, skal felagið vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Felagið skal vera skrásett í Føroyum ella aðrastaðni innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans.
§ 4. Í loyvum eftir § 1, stk. 1, kunnu treytir verða ásettar um upplýsingarskyldu loyvishavans og um uppseting og burturbeining av útbúnaði. Eisini kunnu treytir verða settar um, nær og hvussu loyvishavin skal fara undir gagnnýting.
Stk. 2. Loyvi eftir § 1, stk. 1, sleppur ikki loyvishavara undan at fáa til vega tey loyvi, sum annars eru neyðug til virksemið.
§ 5. Loyvi eftir § 1, stk. 1, kann bert latast øðrum, um góðkenning er fingin frá landsstýrismanninum frammanundan.
§ 6. Loyvi eftir § 1, stk. 1, kann takast aftur, um tað ikki verður brúkt.
Stk. 2. Somuleiðis kann loyvi eftir § 1, stk. 1, takast aftur, um ásetingarnar í hesi lóg verða brotnar, ella um treytir eftir § 4 verða brotnar.
§ 7. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2000.
Tórshavn, 28. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”