Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2024Nr. 53
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Fráboðan um børn við bústaði í Danmark, stuðul til foreldramyndugleikan, heimild til barnaverndarnevndina at taka avgerð um ávís viðurskifti hjá barninum og heimild at flyta barnaverndarmál millum barnaverndartænastur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 14 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Fáa persónar í sambandi við almenna starv sítt, og persónar, sum útinna virksemi innan barnaøkið og ungdómsøkið fyri tað almenna, kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at eitt barn undir 18 ár, sum hevur bústað í Danmark, kann hava tørv á serligum stuðli ella hevur verið fyri ágangi, kunnu tey boða viðkomandi myndugleika í Danmark frá hesum. Ásetingin fevnir eisini um ófødda barnið, sum vegna viðurskifti hjá foreldrunum, kann fáa tørv á serligum stuðli eftir føðing.”
2. Í § 19 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Barnaverndarnevndin kann, við samtykki frá og í samstarvi við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, seta fyriskipanir sambært § 15, stk. 1 í verk fyri foreldramyndugleikan, ímeðan barnið er sett heiman.”
3. Í § 21 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Tá tað verður mett neyðugt í mun til endamálið við heimansetanini, skal barnaverndarnevndin, grundað á eina leypandi uppfylgjan og eftirlit við barninum sambært § 16, taka avgerð um viðgerð og útbúgving o.a., ímeðan barnið er sett heiman.”
4. Í § 42, stk. 2, nr. 4 verður “á fundinum, og” broytt til: “á fundinum.”
5. § 42, stk. 2, nr. 5 verður strikað.
6. Í § 58 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Í heilt serligum førum kann avtala gerast ímillum barnaverndarnevndir um, at eitt barnaverndarmál verður flutt frá einari barnaverndarnevnd til eina aðra barnaverndarnevnd at umsita. Avvarðandi barnaverndarnevnd avger, um eitt barnaverndarmál kann verða flutt til eina aðra barnaverndarnevnd at umsita eftir umbøn frá foreldramyndugleikanum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2024.
Í Tinganesi, 29. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 82/2023