4. mai 2021Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Mvg-frítøka fyri útleigan av kampingplássi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 24. februar 2021, verður § 12, stk. 1, litra j orðað soleiðis:
“j) Útleigan av kamari á hotelli, gistingarhúsi o.tíl. og útleigan av kampingplássi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 4. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 96/2020