Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2019Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Ljóðbøkur gerast MVG-fríar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir (Toll- og vøruskráin), sum broytt við løgtingslóg nr. 33. frá 15. apríl 2016, løgtingslóg nr. 41 frá 10. apríl 2017 og løgtingslóg nr. 18 frá 15. mars 2018, verður gjørd henda broyting:
Skjal 1 til løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) verður broytt, sum ásett í skjali 1 til hesa løgtingslóg.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 190 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 12, stk. 1 verða sum litra s og t sett:
“s) Sølu av bókum, ið hoyra undir vørunummur 49011000, 49019100, 49019900 og 49040000 í toll- og vøruskránni.
t) Sølu av ljóðbókum, ið hoyra undir vørunummar 85234919 í toll- og vøruskránni.”
2. § 12, stk. 6 verður strikað.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 151/2018
Skjal 1
Í Toll- og vøruskránni verða hesi vørunummur sett inn:
|
Vørunummar |
Tollsatsur (%) |
Tekstur |
|
85234915 |
0 |
Lydbøger |