Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann við góðkenning landsstýrismansins stovna og bjóða út aðrar breytir og serliga skipað skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi.”
2. § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við góðkenning og skipan av útbúgvingarbreytum, serliga skipaðum skúlatilboðum sbrt. stk. 3 og í sambandi við avtøku av útbúgvingarbreytum og serliga skipaðum skúlatilboðum sbrt. stk. 2 og 3.”
3. § 18, stk. 1 verður sum 3. pkt. sett:
“Í ítrótti og heilsu verður tó eingin próvtøka hildin.”
4. § 18, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Gymnasiala fyrireikingarbreytin endar við próvtøku í øllum lærugreinum, tó ikki í lærugreinini ítróttur og heilsa.”
5. § 38, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Landskassin fíggjar gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og serliga skipað skúlatilboð sbrt. § 2, stk. 3.”
6. Í § 41 verður sum stk. 3 sett:
“Reglurnar í §§ 13 og 27–30 í hesi lóg eru eisini galdandi fyri tey, sum byrjaðu útbúgvingina fyri 1. august 2013.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó hava § 1, nr. 3 og 4 virknað frá 1. august 2013.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 122/2013