20. mai 1996Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um hvalaveiðu
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtíngs staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:
Í § 4 verða sum stk. 3 og stk. 4 sett:
“Stk. 3. Friðaður hvalur, sum ger landgongd ella kemur í líknandi støðu og má avlívast smb. lóg um vernd av dýrum, er ogn hjá landinum. Landsstýrinum er heimilað at gera reglur ella taka avgerð um, hvussu slíkur hvalur skal skiftast.
Stk. 4. Hvalur, sum ger landgongd ella kemur í líknandi støðu, og sum verður funnin deyður ella sjálvdoyr, er ogn hjá landinum.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996.
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)