Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 2000Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Við heimild í
1) lov for Færøerne om offentlig forsorg, jbr. § 33, stk. 6,
2) lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel, jbr. § 31, stk. 3,
3) lov for Færøerne om børneforsorg, jbr. § 7, stk. 5, verður heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki lagdur til kærunevndina í almannamálum, sum skal viðgera og taka endaliga avgerð í kærumálum sambært teimum í nr. 1-3 nevndu lógum.”
2) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Herumframt viðger kærunevndin, sambært ásetingunum í hesi lóg, kærur um avgerðir, sum tiknar eru sambært:
1) løgtingslóg um almannapensjónir o.l., jbr. §§ 39 og 40,
2) løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, jbr. § 2, stk. 2,
3) løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., jbr. 11.”
3) Í § 2, stk.1, 1. og 3. pkt., § 2, stk. 3, 2. pkt., § 2, stk. 4, § 7, stk. 4, og § 9, stk. 2, verður ístaðin fyri “Landsstýrið” sett: “Landsstýrismaðurin”.
4) § 6, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp. Skrivarahjálpin skal verða veitt frá einum almennum kærustovni.”
5) § 6, stk. 2, verður strikað og stk. 3 verður hereftir stk. 2.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin efttir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður.
Tórshavn, 28. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður