30. apríl 2018Nr. 54
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni
(Atknýttur hjálparprestur ikki skyldu til kirkjuráðsarbeiði)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni verður í § 16 sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Prestur eftir hesi grein fær ikki rættindi og skyldur sum kirkjuráðslimur, men kann taka lut á kirkjuráðsfundi uttan atkvøðurætt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 104/2017