Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 2008Nr. 55
Løgtingslóg um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023
Partur I
Almennar reglur
Kapittul 1
Øki lógarinnar
§ 1. 1) Henda løgtingslóg er galdandi fyri tryggingarvirksemi, tryggingarmeklaravirksemi, umframt virksemi, sum er fevnt av stk. 2-6.
Stk. 2. 1) 2) Fyri fíggjarligar haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir eru § 6, § 35, stk. 1, kapittul 7, § 49, stk. 4, §§ 55 og 56, §§ 61a-61c, § 74, §§ 106-109, kapittul 13, § 133, stk. 3, §§ 190-193, § 194, § 196, stk. 4, § 204, § 208, stk. 1, og § 211, stk. 2, 3 og 4, nr. 1, og stk. 5, galdandi. Fyri fíggjarligar haldfelagsskapir er § 105 a harumframt galdandi. Fyri tryggingarhaldfelagsskapir eru § 81, § 105 b og § 110, stk. 1 harumframt galdandi.
Stk. 3. 3) 1) Løgtingslógin er galdandi fyri deildir (filialar) í Føroyum hjá tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttan fyri Evropasamveldið (ES), sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, við teimum frávikum, sum deildarviðurskiftini krevja, ella sum eru ásett í ella sambært altjóða sáttmála. Tryggingareftirlitið ger neyvari reglur um hesi viðurskifti. Reglurnar í vinnufelagslógini um deildir hjá útlendskum partafeløgum eru galdandi fyri tær deildir, sum eru nevndar í pkt. 1.
Stk. 4. 1) Um ein sínámillum avtala er gjørd millum Føroyar og ES, ella Føroyar gera beinleiðis avtalur við einstøk ES-lond ella við lond, sum ES hevur avtalu við, eru §§ 22, 24, 25-28, 35-36, 39-45, 190, 193, stk. 1, 2, 4 og 5, § 201og §§ 214-216 galdandi fyri deildir í Føroyum hjá tryggingarfeløgum, ið hava fingið loyvi at reka tryggingarvirksemi í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur avtalu við á fíggjarøkinum, í tann mun føroysk tryggingarfeløg hava sama rætt í viðkomandi landi.
Stk. 5. 1) Um ein sínámillum avtala er gjørd millum Føroyar og ES, ella Føroyar gera beinleiðis avtalur við einstøk ES-lond ella við lond, sum ES hevur avtalu við, eru §§ 23, 28, 35, 36, 39-45 og § 193, stk. 1, galdandi fyri tænastuveitingar í Føroyum, sum eitt tryggingarfelag veitir, har loyvi er fingið í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur avtalu við, í tann mun føroysk tryggingarfeløg hava sama rætt í viðkomandi landi.
Stk. 6. Fyri tænastuveitingar, ið verða veittar í Føroyum av tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttan fyri ES, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, er § 29 galdandi.
Stk. 7. 1) Reglur um nevndina ella nevndarlimir, og reglur um leiðsluna í § 10, stk. 1, nr. 2, §§ 49, 50, 57-59, 64, 67 og 107, nr. 2, § 108, nr. 2, §§ 112, 113 og 141, § 167, stk. 1, § 177, § 192, stk. 2 og 3, § 195, stk. 2, nr. 2, § 197, § 202, stk. 2, nr. 9, og stk. 3, § 203 og §§ 215-216 eru við neyðugum tillagingum eisini galdandi fyri innanhýsis eftirlitið ella limir tess í SE-feløgum, sum hava eina tvístreingjaða leiðsluskipan, umframt leiðslubólkin og limirnar.
Stk. 8. 1) 2) § 193, stk. 1 og 5 eru galdandi fyri veitarar og undirveitarar hjá útveitingarfeløgum, sbr. § 5, stk. 1, nr. 15 og 16.
Stk. 9. 4) Eitt tryggingarfelag í einum ES ella EBS landi kann, uttan mun til treytirnar í stk. 5, tekna henda váða í Føroyum:
1) Váða undir tryggingarflokki 5, sbrt. fylgiskjali 1.
2) Váða undir tryggingarflokki 11, sbrt. fylgiskjali 1.
3) Váða undir tryggingarflokki 12, sbrt. fylgiskjali 1, avmarkað til P & I-trygging til før við einum bruttotonsatali upp á 300 ella meiri.
4) Váða undir tryggingarflokki 13, sbrt. fylgiskjali 1, avmarkað til flogvallarábyrgd.
§ 2. 1) §§ 46, 46 a-c, 47 og 106 eru ikki galdandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar og fyri sínámillum tryggingarfeløg, ið eru fevnd av lógini.
§ 3. Tryggingareftirlitið kann áseta serligar reglur ella frávik í sambandi við endurtryggingarvirksemi og samtrygging.
§ 4. Reglurnar í hesi lóg um samtøkur verða at nýta, tá móðurfelagið er eitt tryggingarfelag.
Stk.2. 3) 1) Tryggingareftirlitið kann gera av, at reglurnar um samtøkur í hesi lóg ella løgtingslógini um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógini), burtursæð frá § 141 í vinnufelagslógini eisini verða at nýta heilt ella partvíst til bólkar av tryggingarfeløgum, ið ikki eru ein samtøka sambært § 5, stk. 1, nr. 3, men sum tó hava eitt sínámillum samband, har nýtsla av nevndu reglum verður mett at vera neyðug. Feløgini tilnevna eitt felag, sum er fevnt av § 8, og er heimahoyrandi her í landinum, ið skal metast sum móðurfelag. Verður hetta ikki gjørt, tilnevnir eftirlitið felagið.
Kapittul 2
Orðalýsingar
§ 5. 3) 1) 2) 5) Í lógini skilst við:
1) Móðurfelag:
Eitt felag, sum hevur eitt ella fleiri dótturfeløg.
2) Dótturfelag:
Eitt felag,sum móðurfelagið hevur avgerandi ávirkan á.
3) Samtøka:
Eitt móðurfelag, og dótturfeløg tess, sbrt. § 5 a.
4) Fíggjarligur haldfelagsskapur:
Eitt móðurfelag, ið ikki er eitt fíggjarfelag í einari samtøku, har í minsta lagi eitt av dótturfeløgunum í samtøkuni er eitt fíggjarfelag, og har í minsta lagi 40 prosent av samlaða fíggjarjavnanum fyri samtøkuna og afturatknýtt feløg hjá móðurfelagnum viðvíkja fíggjargeiranum, sbr. tó 2. pkt. og stk. 7. Eitt móðurfelag er ikki ein fíggjarligur haldfelagsskapur, um fíggjarfeløgini í samtøkuni bara eru tryggingarfeløg.
5) Tryggingarhaldfelagsskapur:
Eitt móðurfelag, hvørs høvuðsvirksemi er at ogna sær og eiga fæfeingislutir i dótturfeløgum, tá ið hesi dótturfeløg bara ella í høvuðsheitum eru tryggingarfeløg ella endurtryggingarfeløg, triðjalandstryggingarfeløg ella endurtryggingarfeløg, og í minsta lagi eitt av hesum dótturfeløgum er eitt tryggingarfelag ella endurtryggingarfelag. Ein tryggingarhaldfelagsskapur er ikki ein fíggjarligur haldfelagsskapur, sbr. nr. 4.
6) Afturatknýtt felag:
Eitt felag, har eitt fíggjarfelag og dótturfeløg tess eiga fæfeingislutir og fremja eina munandi ávirkan á rakstrar- og fíggjarleiðslu felagsins, men sum ikki er dótturfelag hjá fíggjarfelagnum. Eitt fíggjarfelag og tess dótturfeløg verða mett at hava munandi ávirkan, um tey til samans eiga 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum.
7) Skuldbinding:
Samanlegging av skuldbindingum, sum hava við sær ein fíggjarligan váða fyri felagið.
8) Tøtt sambond:
a) beinleiðis ella óbeinleiðis sambond av tí í nr. 3 nevnda slagi,
b) fæfeingilig áhugamál, við tí skilst eitt felag, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eigur 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum ella fæfeinginum í einum felag, ella
c) felags samband millum fleiri feløg ella persónar og eitt felag sbr. litra a.
9) A-økis lond:
Limalondini í ES, onnur lond, sum eru fullgildir limir í felagsskapinum fyri búskaparligt samstarv og menning, OECD, og onnur lond, sum hava gjørt serligar lánssáttmálar við Altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, og eru knýtt at Den almindelige Låneoverenskomst. Eitt land, sum vegna vantandi gjaldføri leggur sína uttanlandsskuld um, verður útihýst frá øki-A í eitt tíðarskeið upp á 5 ár.
10) Deild:
Ein deild, ið rættarliga ikki er sjálvstøðugur partur av einum tryggingarfelag, og sum rekur virksemi av tí slagi, sum tryggingarfelagið hevur loyvi til.
11) Fíggjarfelag:
Tryggingarfelag
12) Captivt endurtryggingarfelag:
Eitt tryggingarfelag, hvørs virksemi er avmarkað til at endurtryggja tryggingarváða í samtøkuni, sum felagið er partur av, um ikki onnur tryggingarfeløg eru í hesi samtøkuni.
13) Útveiting:
Tá ið felag flytur týðandi virkisøki, sum Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við, til ein veitara.
14) Útveitingarvirksemi:
Tá ið tryggingarfelag útveitir virksemi til ein veitara.
15) Veitari:
Felag, ið røkir útveittar uppgávur fyri útveitingarfelagið.
16) Víðariútveiting:
Tá ið veitari útveitir tær uppgávur, sum hann røkir sambært avtalu við útveitingarfelagið, til ein undirveitara, og undirveitarin møguliga útveitir uppgávurnar víðari til annan undirveitara, og útveiting heldur fram soleiðis niður gjøgnum fleiri røð av undirveitarum.
17) Tryggingarmeklaravirksemi:
Felag, sum fremur vinnuliga miðlan av tryggingum, sum, ímóti viðurgjaldi, fevnir um tað virksemi at leggja fram, skjóta upp ella fremja byrjunararbeiðið í sambandi við gerð av tryggingaravtalum, ella at gera slíkar avtalur ella at hjálpa til við umsitingini og fulnaðinum av slíkum avtalum, serliga í skaðaføri.
18) Veruligur eigari:
Ein fysiskur persónur, sum í síðsta enda beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á nóg stórum parti av eigarapørtunum ella atkvøðurættindunum, ella sum á annan hátt hevur ræði.
Stk. 2. Við peningalig áhugamál skilst, at eitt felag beinleiðis ella óbeinleiðis eigur 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum ella fæfeinginum í einum felag.
Stk. 3. 1) 2) Við kvalifiseraðan lut er at skilja beinleiðis ella óbeinleiðis ogn av í minsta lagi 10 prosentum av fæfeinginum ella atkvøðurættindunum ella av einum luti, ið gevur møguleika til at fremja eina týðandi ávirkan á leiðsluna í tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum.
Stk. 4. Við fæfeingislutir skilst lutir í partafeløgum (partabrøv), smápartafeløgum (innskotsbrøv), og í øðrum feløgum eginpeningur.
Stk. 5. Við í uppgerð av atkvøðurættindum og rættindum til at tilnevna ella koyra limir úr leiðslubólkum, verða roknað rættindi, sum móðurfelagið eins væl og dótturfeløg eiga.
Stk. 6. 3) 1) Í lógini skilst við:
1) Solvenskrav, minsta fæfeingiskrav og minsti solvenstørvur í samsvari við § 81.
2) Fæfeingiskrav í samsvari við § 82.
3) Grundarfæfeingi í samsvari við § 83.
4) Kjarnufæfeingi í samsvari við § 83.
5) Ískoytisfæfeingi í samsvari við § 83.
6) Ábyrgdar lánsfæfeingi í samsvari við § 83.
7) Serstakar bonusavsetingar í samsvari við § 83.
8) Limakonto í samsvari við § 83.
Stk. 7. 3) 1) Eitt móðurfelag, sum hevur verið fevnt av stk. 1, nr. 4, litra a, verður framvegis mett sum ein haldfelagsskapur, um so er, at í minsta lagi 35 prosent av samlaða fíggjarjavnanum fyri samtøkuna og afturatknýtt feløg hjá móðurfelagnum viðvíkja tryggingarøkinum. 1. punkt er tó ikki galdandi, um so er, at tann samlaði fíggjarjavnin, nevndur í pkt. 1, hevur verið undir 40 prosent trý ár á rað.
Samtøkur 1)
§ 5 a. 1) Eitt móðurfelag er saman við einum ella fleiri dótturfeløgum ein samtøka. Feløg kunnu bert hava eitt beinleiðis móðurfelag. Um fleiri feløg lúka eina ella fleiri av treytunum í § 5 b, er tað bert tað felagið, sum hevur avgerandi ávirkan á fíggjarligu og rakstrarligu avgerðirnar hjá felagnum, sum verður roknað sum móðurfelag.
§ 5 b. 1) Við avgerandi ávirkan er at skilja heimildin at stýra fíggjarligu og rakstrarligu avgerðunum í einum dótturfelag.
Stk. 2. Avgerandi ávirkan í mun til eitt dótturfelag er til staðar, tá ið móðurfelagið beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum eitt dótturfelag eigur meira enn helvtina av atkvøðurættindunum í einum felag, uttan so, at tað í serligum førum greitt kann vísast á, at slíkur eigaraskapur ikki hevur avgerandi ávirkan.
Stk. 3. Um eitt móðurfelag ikki eigur meira enn helvtina av atkvøðurættindunum í einum felag, verður tað roknað sum avgerandi ávirkan, um móðurfelagið hevur
1) ræðið á meiri enn helvtini av atkvøðurættindunum sambært avtalu við aðrar íleggjarar,
2) heimild at stýra fíggjarligu og rakstrarligu viðurskiftunum í einum felag sambært viðtøku ella avtalu,
3) heimild at seta ella koyra frá meirilutan av limunum í ovasta leiðslubólkinum, og hesin bólkur hevur ta avgerandi ávirkanina á felagið, ella
4) ræðið á veruliga meirilutanum av atkvøðunum á aðalfundinum ella á einum samsvarandi stjórnarstigi og sostatt hevur ta veruligu avgerandi ávirkanina í felagnum.
Stk. 4. Hjáveran og ávirkanin av møguligum atkvøðurættindum, undir hesum tekningarrættur og forkeypsrættur til fæfeingislutir, ið beinanvegin kunnu gagnnýtast ella umsetast, skulu takast við, tá ið mett verður um, hvørt felagið hevur avgerandi ávirkan ella ikki.
Stk. 5. Tá ið atkvøðurættindi í einum dótturfelag verða gjørd upp, skulu tey atkvøðurættindi, sum eru knýtt at fæfeingislutum, ið dótturfelagið ella dótturfeløg tess eiga, ikki íroknast.
§ 6. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um at nýta talgilt samskifti, harundir talgilt undirskriftarmerki, tá upplýsingar sambært hesi lóg verða skiftar millum borgarar og fyritøkur øðrumegin og almennu umsitingina hinumegin.
Partur II
Loyvi, einkarrættur, virkisøki og útlendsk tryggingarfeløg
Kapittul 3
Loyvi, einkarrættur o.a.
§ 7. 1) Feløg, ið reka tryggingarvirksemi, undir hesum endurtryggingarvirksemi, skulu hava loyvi at virka sum tryggingarfelag ella captivt endurtryggingarfelag, sbr. tó §§ 22 og 23. Loyvið skal tilskila teir tryggingarflokkar í fylgiskjølunum 1 og 2, sum loyvið fevnir um. Tryggingarfeløg kunnu bert reka virksemi, sum er nevnt í fylgiskjølunum 1 og 2, umframt virksemi sambært §§ 18-21.
Stk. 2. 6) Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri hesi sløg av fyritøkum:
1) Arbeiðsloysistryggingar sbrt. løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
2) Sjúkrakassar og tílíkt.
3) Fyritøkur, sum bara veita tænastu innan fyri eitt avmarkað økið, og har árliga tryggingargjaldsinntøkan ikki er hægri enn ein ávís upphædd, sum Tryggingareftirlitið ásetir.
4) Barsilsskipanina.
5) P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag, sum er fevnt av løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag
Stk. 3. 1) Fyritøkur, sum hava fingið loyvi sum tryggingarfeløg, hava einkarrætt til at nýta heiti “tryggingarfelag”, “sínámillum felag”, “captivt endurtryggingarfelag” ella “eftirlønargrunnur” í navni teirra. Aðrar fyritøkur kunnu ikki nýta nøvn ella heiti fyri teirra virksemi, sum kunnu elva til ta fatan, at tey eru tryggingarfeløg ella eftirlønargrunnar.
Stk. 4. 3) 1) Tryggingarfeløg hava skyldu til at nýta eitt navn, sum týðiliga tilskilar, at felagið er eitt tryggingarfelag. Sínámillum tryggingarfeløg hava skyldu til at nýta heiti “sínámillum felag” ella styttingar av hesum í navni sínum, ella á annan týðiligan hátt tilskila teirra eginleika sum sínámillum felag. Captiv endurtryggingarfeløg hava skyldu til at nýta heitið ”captivt endurtryggingarfelag”. Eftirlønargrunnar hava skyldu til í navni sínum týðiliga at tilskila, at teir eru eftirlønargrunnar. § 2, stk. 2-4, §§ 3 og 299 í vinnufelagslógini er somuleiðis galdandi fyri sínámillum tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar.
Stk. 5. Ein fyritøka, sum søkir um loyvi sambært stk. 1, skal hava eitt grundarfæfeingi, sum í minsta lagi er ein upphædd, sum samsvarar tí, ið nevnt er í § 81.
Stk. 6. 1) Felag, sum hevur loyvi til tryggingarflokk 10 (ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør á landi), tó undantikin ábyrgdin hjá fraktførara, skal til eina og hvørja tíð hava eitt skaðaumboð í hvørjum ES-landi, og í londum, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum.
§ 8. 1) Tryggingarfeløg skulu vera partafeløg, sínámillum feløg ella eftirlønargrunnar. Captiv endurtryggingarfeløg skulu vera partafeløg.
Stk. 2. 1) Tryggingarfeløg, sum eru nevnd í stk. 1, skulu hava nevnd og stjórn.
§ 9. 3) 1) Partapeningurin í tryggingarfeløgum skal allur vera inngoldin. Óevnislig ogn kann ikki verða nýtt at gjalda partapening við.
Stk. 2. 1) Í tryggingarfeløgum er loyvt at býta partapeningin sundur í partabrævaflokkar, sum hava ymisk atkvøðuvirði.
Stk. 3. 1) Eitt tryggingarfelag kann ikki móti viðurgjaldi ogna sær egin partabrøv sum ogn ella veð, um áljóðandi virði av samlaðu innistøðuni av partabrøvum felagsins og dótturfeløgum tess við hesum fer upp um 10 prosent. Upp í loyvdu goymsluna av egnum partabrøvum verða íroknað tey partabrøv, sum triðimaður hevur útvegað sær í egnum navni, men fyri rokning felagsins.
§ 10. 1) 2) Tryggingareftirlitið gevur loyvi, um
1) krøvini í § 7 eru lokin,
2) limirnir í nevndini og stjórnini hjá umsøkjaranum lúka krøvini í § 49,
3) ognarar av kvalifiseraðum lutum sbrt. § 5, stk. 3, lúka treytirnar í § 46 a, stk. 1,
4) tað ikki eru tøtt sambond sbrt. § 5, stk. 1, nr. 8, millum umsøkjarar og onnur feløg ella persónar, sum kunnu hava við sær, at tað verður torførari hjá Tryggingareftirlitinum at røkja sínar uppgávur,
5) lóggávan, í einum landi uttan fyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, viðvíkjandi einari fyritøku ella einum persóni, sum umsøkjarin hevur tøtt sambond við, ikki vil kunna hava við sær, at tað verður torførari hjá Tryggingareftirlitinum at røkja sínar uppgávur,
6) mannagongdir og umsitingarlig viðurskifti hjá umsøkjaranum eru álítandi,
7) umsøkjarin hevur høvuðsskrivstovu og bústað í Føroyum og
8) stk. 2 ella §§ 12-15 og stk. 2 eru lokin.
Stk. 2. 1) Ein umsókn um loyvi sambært § 7 skal hava tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess, at Tryggingareftirlitið kann meta, um treytirnar í stk. 1 eru loknar, undir hesum upplýsingar um støddina á teimum kvalifiseraðu lutunum og bygnaðin hjá felagnum.
Stk. 3. 1) Vrakar Tryggingareftirlitið eina umsókn um loyvi, skal hetta verða grundgivið og fráboðað umsøkjaranum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at umsóknin er móttikin, ella, um umsóknin er ófullfíggjað, í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at umsøkjarin hevur sent tær upplýsingar, sum eru neyðugar, til tess at avgerð kann verða tikin. Í øllum førum skal avgerð verða tikin í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at eftirlitið hevur fingið umsóknina. Um Tryggingareftirlitið ikki hevur tikið avgerð 6 mánaðir eftir, at fullfíggjað umsókn er móttikin, kann felagið leggja málið fyri rættin.
Stk. 4. Fyri at virða eina avgerð frá ES-nevndini um fyribils steðg í samsvari við direktiv á fíggjarøkinum kann Tryggingareftirlitið fyribils steðga viðgerð av umsóknum um loyvi sambært § 7 frá umsøkjarum, sum feløg, ið hava heimstað í einum landi uttan fyri Evropasamveldið (ES), sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, beinleiðis ella óbeinleiðis eiga.
Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann sýta fyri at geva loyvi sambært stk. 1, um endamálið við at leggja høvuðsskrivstovu og heimstað í Føroyum bara er at sleppa sær undan at vera fevnd av lóggávuni í tí landi, har meginparturin av kundunum hjá umsøkjaranum eru búsitandi.
§ 11. Tá Tryggingareftirlitið hevur givið loyvi sambært § 10, kann tann føroyski skrásetingarmyndugleikin gera tær neyðugu skrásetingarnar.
Stk. 2. Við fráboðan um skráseting sbr. stk. 1, og við fráboðan um broytingar í viðtøkum, skal tryggingarfelagið senda eitt dagfest eintak av viðtøkunum við tí fullfíggjaðu, nýggju orðingini til tann føroyska skrásetingarmyndugleikan, sum sendir eitt avrit til Tryggingareftirlitið.
Stk. 3. Við fráboðan av loyvi, ella broytingum í loyvi hjá tryggingarfeløgum, sendir Tryggingareftirlitið samstundis avrit av hesum til føroyska skrásetingarmyndugleikan. Tann føroyski skrásetingarmyndugleikin skrásetir dagfestingina fyri, nær loyvið varð givið.
§ 12. Umsókn um loyvi skal hava eina rakstrarætlan, sum tryggingarfelagið hevur gjørt fyri tað virksemið, sum tryggingarfelagið ætlar at reka. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um tær upplýsingar, sum skulu vera í rakstrarætlanini, um krøv til fráboðanarhátt og uppseting, og um áramálið, ið ætlanin fevnir um.
Stk. 2. 1) Saman við umsókn um loyvi til tryggingarflokk 10 (ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør á landi) skulu vera upplýsingar um, hvønn persón felagið ætlar at tilnevna sum skaðaumboð í hvørjum einstøkum ES-landi og í londum, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um skaðaumboð og heimildir teirra.
Stk. 3. Eitt loyvi skal upplýsa um tað tryggingarvirksemi, sum felagið kann reka. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um innihaldið annars í loyvinum og í umsóknini.
§ 13. Lívstryggingarvirksemi skal ikki tengjast at øðrum tryggingarvirksemi í sama felag. Lívstryggingarfeløg kunnu tó, umframt lívstryggingarvirksemi, reka virksemi í tryggingarflokki 1 og 2 sbrt. fylgiskjali 1. Harumframt kann sama felag hava endurtrygging av lívstrygging og aðrari trygging.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir reglur um, í hvønn mun váðin hjá lívstryggingarfeløgum í tryggingarflokki 1 og 2 sbrt. fylgiskjali 1, er fevndur av serligu reglunum um lívstryggingarvirksemi í hesi lóg.
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið kann geva loyvi til, at eitt skaðatryggingarfelag, sum rekur virksemi gjøgnum eina deild í einum ES-landi ella einum landi, sum Føroyar hava gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, kann nýta tryggingarhættir, ið samsvara við rættarreglunýtsluna í viðkomandi landi, hóast hetta ikki er loyvt í Føroyum.
§ 14. Tøkniliga grundarlagið o.a. fyri lívstryggingarvirksemi skal fráboðast Tryggingareftirlitinum í seinasta lagi samstundis, sum grundarlagið o.a. verður tikið í nýtslu. Sama er galdandi fyri allar seinri broytingar í nevndu viðurskiftum. Fráboðanin skal hava tilskilan um,
1) teir tryggingarhættir, felagið ætlar at nýta,
2) grundarlagið fyri útrokning av tryggingargjøldum, afturkeypsvirðum og tryggingarfrískjølum,
3) reglur fyri útrokning og býti av staðfestum yvirskoti til tryggingartakarar og onnur, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum,
4) felagsins meginreglur fyri endurtrygging, undir hesum upphæddarmørk,
5) reglur fyri, nær bæði tryggingarsøkjandi og tryggingartakarar skulu lata heilsuupplýsingar til metingar av váganum,
6) grundarlag fyri útrokning av lívstryggingarburturleggingum, bæði fyri ta einstøku tryggingaravtaluna og fyri felagið í síni heild, og
7) reglur, sambært hvørjum eftirlønarskipanir við útgjaldingum, útgoldnar við jøvnum millumbilum, sum eru teknaðar ella avtalaðar sum bundnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni, kunnu verða fluttar frá ella til felagið í sambandi við flytan í annað starv, ella í sambandi við avhendan ella umskipan av virki.
Stk. 2. Feløg, ið ikki tekna beinleiðis lívstrygging, skulu ikki boða frá tí tøkniliga grundarlagnum o.ø. fyri lívstryggingarvirksemi.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um viðurskiftini, sum eru nevnd í stk. 1, undir hesum um og í hvønn mun, fráboðanir skulu vera alment atkomuligar.
§ 15. Tey, sambært § 14, stk. 1, nr. 1-5, fráboðaðu viðurskiftini skulu vera tryggjandi og rímilig mótvegis tí einstaka tryggingartakaranum og øðrum, sum hava rættindi sambært tryggingaravtaluni.
Stk. 2. Tær fráboðaðu reglurnar fyri útrokning og býti av staðfestum úrsliti, sambært § 14, stk. 1, nr. 3, skulu vera neyvar og greiðar, og skulu føra til eitt rímiligt býti.
Stk. 3. Tryggingargjøldini fyri nýteknaðar tryggingar skulu vera nóg stór, soleiðis at tryggingarfelagið kann lúka sínar skyldur, uttan at tørvur verður á skipaðum og varandi tilflutningi av øðrum peningamiðlum.
Stk. 4. 1) Tær útrokningareindir (rentusatsir, kostnaðarsatsir, og statistiskar útrokningareindir), sum verða lagdar sum grund fyri útrokningina av tryggingargjøldum, afturkeypsvirðum og tryggingarfrískjølum, skulu verða valdar við varni. Um grundarlagið undir útrokning av tryggingargjøldum, afturkeypsvirðum og tryggingarfrískjølsveitingum veitir møguleika fyri at býta inngoldna tryggingargjaldið sundur í ein lut, har garanteraða eftirlønin verður innvunnin, og ein lut, sum antin fer til tað kollektiva bonuspotentialið, ella til bonuspotentialið á tryggingarfrískjølsveitingum, so er tað nøktandi, at grundarlagið sum heild hvílir á tryggjandi fyritreytir. Tær hagfrøðiligu útrokningareindirnar, sum verða lagdar sum grund fyri útrokning av burturleggingum viðvíkjandi lívstryggingum, skulu ásetast soleiðis, at tær eru í samsvari við tær reglur, ið eru gjørdar við heimild í § 124.
Stk. 5. 1) Tá ið ein trygging er fevnd av stk. 4, 2. pkt., skal parturin av kollektivum bonuspotentiali og bonuspotentiali á tryggingarfrískjølsveitingum íroknast heilt við útrokning av afturkeypsvirðinum og við flyting frá einum felagi til annað felag, sbr. § 14, stk. 1, nr. 7.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um tey í stk. 1- 4 nevndu krøv.
Stk. 7. 1) Um krøvini í stk. 1- 4, ella í reglum givnar við heimild í hesi lóg, ikki eru lokin, skal Tryggingareftirlitið krevja, at lívstryggingarfelagið ger tær neyðugu broytingarnar sambært teimum í § 14 fráboðaðu viðurskiftum innan eina freist, sum eftirlitið ásetir. Ásetingarnar í § 152 verða at nýta samsvarandi.
§ 16. Verða tryggingar teknaðar, áðrenn loyvi er givið, og skráseting er gjørd, hóast ásetingarnar í §§ 7-10, bera tey, sum vegna tryggingarfelagið hava teknað tryggingarnar, ella hava samábyrgd fyri hesum, samábyrgd fyri, at avtalan verður lokin. Viðurkennir felagið skyldurnar í seinasta lagi 4 vikur eftir skrásetingina, fellur ábyrgdin hjá teimum viðkomandi burtur, treytað av, at trygdin hjá tryggingartakarunum ikki versnar avgerandi av hesum. Áðrenn felagið hevur viðurkent skyldurnar, eru slíkar avtalur ikki bindandi fyri tryggingartakaran.
Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 7-10 forða ikki fyri, at tað, við atliti til stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag, kann verða gjørd tekning av limum, um so er, at tryggingarliga ábyrgdin ikki er byrjað, og eingin hækkan av gjøldum er farin fram, áðrenn felagið er skrásett. Tekning av einum limi í eitt sínámillum felag í samsvari við pkt. 1 er einans bindandi, um felagið verður fráboðað Skráseting Føroya í seinasta lagi eitt ár eftir tekningina. Verður skráseting noktað, dettur avtalan burtur.
Serstakar reglur fyri sínámillum tryggingarfeløg viðvíkjandi stovnan o.ø.
§ 17. 3) 1) Við teimum neyðugu tillagingunum verður kapittul 3 í vinnufelagslógini at nýta samsvarandi til sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar. Harumframt verða reglurnar um fráboðan og skráseting í vinnufelagslógini o.a. at nýta samsvarandi.
Stk. 2. 3) 1) Fyri sínámillum tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar verða tær í stk. 1 nevndu reglur í vinnufelagslógini viðvíkjandi partaeigarum at nýta til ábyrgdarar, og reglurnar um partapening og partabrøv at nýta viðvíkjandi ábyrgdarpeningi og ábyrgdarpørtum
Stk. 3. 3) 1) 5) Eitt sínámillum tryggingarfelag og ein tvørgangandi eftirlønargrunnur skal savna upplýsingar um veruligu eigararnar av sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum, undir hesum rættindi hjá teimum veruligu eigarunum. Eru eingir veruligur eigarar, ella kunnu eingir veruligir eigarar eyðmerkjast, skulu limirnir í stjórnini hjá sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya sum veruligir eigarar.
Stk. 4. 5) Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu skjótast gjørligt eftir, at sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin eru vorðin kunnug við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, og eftir eina og hvørja broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar, skráseta upplýsingarnar eftir stk. 3 í kt-skipan Skráseting Føroya. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu goyma upplýsingarnar um tess veruligu eigarar í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu harumframt goyma upplýsingar um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 5. 5) Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu eftir áheitan útflýggja upplýsingar til Føroya Landfúta um veruligu eigararnar av sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum, undir hesum um royndir hjá sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum at eyðmerkja tess veruligu eigarar. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu harumframt eftir áheitan útflýggja nevndu upplýsingar til aðrar almennar myndugleikar, tá ið hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av teirra eftirlitsuppgávum ella umsjónaruppgávum.
Stk. 6. 5) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting og kunngering av upplýsingum eftir stk. 3 og 4 í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum hvørjar upplýsingar sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu skráseta í kt-skipan Skráseting Føroya.
Kapittul 4
Annað loyvt virksemi
§ 18. Tryggingarfeløg kunnu reka virksemi, sum hoyrir til tað virksemið, sum loyvi er fingið til. Tryggingareftirlitið kann gera av, at tað tilhoyrandi virksemið skal rekast av einum øðrum felagi.
Stk. 2. Tryggingarfeløg kunnu gjøgnum dótturfeløg reka annað fíggjarligt virksemi.
§ 19. Tryggingarfeløg kunnu fyribils reka annað virksemi, til tess at tryggja ella avtaka frammanundan gjørdar skuldbindingar, ella til tess at hjálpa til við umskipan av vinnufyritøkum. Tryggingarfelagið skal kunna Tryggingareftirlitið um hetta.
§ 20. Tryggingarfeløg kunnu, hóast §§ 7 og 19, í felagsskapi við onnur reka annað virksemi, um
1) tryggingarfelagið ikki beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eina avgerandi ávirkan í virkinum,
2) tryggingarfelagið ikki rekur virksemi saman við fíggjarfeløgum, sum eru í samtøku við tryggingarfelagið, ella hava umsiting saman við tryggingarfelagnum, og
3) virksemi verður framt í einum øðrum felagi enn tryggingarfelagnum.
Stk. 2. Um eitt tryggingarfelag ella ein samtøka við ognartøku, samanlegging o.ø. kemur til at reka annað virksemi ímóti § 7, stk. 1, ella § 20, stk. 1, kann Tryggingareftirlitið áseta eina freist fyri avhendan av hinum virkseminum, um ein avhendan beinanvegin hevði havt fíggjarligt hall við sær.
§ 21. Umframt virksemi, fevnt av §§ 18-20, kunnu tryggingarfeløg reka hetta virksemi:
1) Umboðsvirksemi fyri tryggingarfeløg og onnur feløg, sum eru undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum.
2) Byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga.
Kapittul 5
Útlendsk tryggingarfeløg
§ 22. Eitt útlendskt tryggingarfelag, sum hevur fingið loyvi til at reka tað í § 7 nevnda tryggingarvirksemi í einum øðrum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kann byrja at reka virksemi í Føroyum gjøgnum eina deild 2 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur fingið fráboðan um hetta frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum sbrt. stk. 4-8. Deildin kann reka tað í fylgiskjølunum 1 og 2 nevnda virksemi, um hetta er fevnt av loyvinum hjá tryggingarfelagnum í heimlandinum.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið skal savna hesar upplýsingar frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum:
1) Eina lýsing av virkseminum hjá deildini, undir hesum upplýsingar um bygnað og ætlað virksemi,
2) eina váttan um, at ætlaða virksemið er fevnt av loyvi felagsins í heimlandinum,
3) bústað deildarinnar,
4) nøvnini hjá leiðslu deildarinnar ella aðalumboðunum sbrt. § 26.
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið skal harumframt biðja um solvensprógv.
Stk. 4. Skal deildin tryggja vága í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, skal Tryggingareftirlitið eisini krevja eina váttan frá myndugleikunum í heimlandinum um, at deildin er limur í Dansk Forening for International Motorkøretøjsforsikring (DFIM). §§ 54-57 í ferðslulógini eru galdandi fyri fulna av nevndu vágum í tryggingunum hjá hesum somu deildum.
Stk. 5. 1) Felagið skal boða Tryggingareftirlitinum frá eini og hvørjari broyting av teimum í stk. 2, nr. 1-4, og stk. 3 og stk. 4 nevndu viðurskiftum í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn broytingin verður gjørd. Um tað ikki er gjørligt at geva eftirlitinum boð um broytingina í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn broytingin verður gjørd, skal fráboðanin verða gjørd skjótast gjørligt. Felagið skal tó ikki boða eftirlitinum frá broytingum í felagsins grundarfæfeingi og solvenslyklatøl.
Stk. 6. 3) 1) Ásetingarnar í vinnufelagslógini um deildir hjá útlendskum partafeløgum eru galdandi fyri deildirnar, ið eru nevndar í stk. 1.
§ 23. Eitt útlendskt tryggingarfelag, sum hevur fingið loyvi til at reka tað í § 7 nevnda tryggingarvirksemi í einum ES-landi ella í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, kann byrja at veita tænastuveitingar í Føroyum, tá Tryggingareftirlitið hevur fingið fráboðan um hetta frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum. Tað útlendska tryggingarfelagið kann reka tað í fylgiskjølunum 1 og 2 nevnda virksemi, tá eftirlitsmyndugleikarnir í heimlandinum hava váttað, at hetta er fevnt av loyvinum hjá tryggingarfelagnum í heimlandinum. Tryggingareftirlitið skal harumframt hava fingið upplýsingarnar, ið eru nevndar í stk. 2 og 3, frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum.
Stk. 2. 1) Tryggingareftirlitið skal savna hesar upplýsingar frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandinum:
1) solvensprógv, og
2) eina tilskilan av teimum tryggingarflokkum, bólkar av flokkum og møguligum tilknýttum vága, sum tryggingarfelagið ætlar at bøta fyri her í landinum.
Stk. 3. Um tryggingarfelagið skal geva fulna fyri vága í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, skal Tryggingareftirlitið biðja tryggingarfelagið um navn og bústað hjá tí í stk. 4 nevnda umboði, umframt eina váttan um, at tryggingarfelagið er limur í Dansk Forening for Internationale Motorkøretøjsforsikring. §§ 54-57 í ferðslulógini eru galdandi fyri fulna av nevndu vágum í tryggingunum hjá hesum somu deildunum.
Stk. 4. Tryggingarfelagið skal eisini, um so er, at tað gevur fulna fyri vága í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, tilnevna eitt umboð, sum býr ella hevur etablerað seg í Føroyum. Umboðið skal hava heimild til at savna allar neyðugar upplýsingar í sambandi við krøv, og til at umboða tryggingarfelagið mótvegis skaddum persónum, sum kunnu gera krøv galdandi, harundir við atliti til gjald av slíkum krøvum.
Stk. 5. Umboðið sbrt. stk. 4 skal harumframt hava heimild til at umboða tryggingarfelagið mótvegis myndugleikum, og eisini undir rættarmálum móti tryggingarfelagnum í sambandi við tey krøv, sum eru nevnd í stk. 4.
Stk. 6. 1) Tilnevningin av nevnda umboði verður ikki í sjálvum sær mett sum stovnan av einum etableraðum handilsstaði, sbr. § 25.
Stk. 7. Tryggingarfelagið skal boða Tryggingareftirlitinum frá eini og hvørjari broyting av teimum í stk. 2, nr. 2, og stk. 1, 2. pkt., nevndu viðurskiftum í seinasta lagi samstundis, sum broytingin verður gjørd.
§ 24. Eitt útlendskt tryggingarfelag kann nýta sama navn, sum felagið nýtir í heimlandinum. Er vandi fyri samanblanding við eitt annað navn, ið verður nýtt í Føroyum, kann Skráseting Føroya krevja eitt útgreinandi uppískoyti.
§ 25. Við eitt etablerað handilsstað hjá einum tryggingarfelag skal skiljast:
1) Heimstaður sambært viðtøkunum.
2) Ein deild.
3) Ein skrivstova, sum verður stýrd av egnum starvsfólki hjá einum útlendskum tryggingarfelag.
4) Ein óheftur persónur, sum hevur støðuga heimild til at virka vegna eitt útlendskt tryggingarfelag á sama hátt sum eina deild.
Stk. 2. Er eitt útlendskt tryggingarfelag her í Føroyum fevnt av stk. 1, nr. 3 ella 4, verða skrivstovan ella starvsfólkið eisini mett sum ein føroysk deild hjá tryggingarfelagnum og skal lúka tær í § 22 ella tær sambært § 1, stk. 3, ásettu treytir.
§ 26. Tryggingarfelagið skal tilnevna eitt aðalumboð til at stýra deildini, og bert aðalumboðið kann skriva undir vegna deildina. Aðalumboðið skal hava heimild til at skriva undir vegna felagið mótvegis triðjamanni, og til at umboða felagið annars, undir hesum yvir fyri Tryggingareftirlitinum og Skráseting Føroya, umframt í rættarmálum móti felagnum.
Stk. 2. Um so er, at aðalumboðið ikki virkar sum tað í § 23, stk. 3, nevnda umboð fyri virksemi hjá tryggingarfelagnum í tryggingarflokki 10, sbrt. fylgiskjali 1, nr. 10, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, eru reglurnar í § 23, stk. 3-6, harumframt galdandi.
Stk. 3. Eitt tryggingarfelag skal bara hava eitt aðalumboð í Føroyum.
Stk. 4. Aðalumboðið kann fráboða umboðsfulltrú til eitt ella fleiri undirumboð.
Stk. 5. Aðalumboð skulu vera persónar, sum eru myndugir og antin hava føroyskan heimarætt ella ríkisborgararætt í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við sanbært § 1, stk. 4. Tryggingareftirlitið kann geva undantaksloyvi frá kravinum um ríkisborgararætt, har viðurskiftini tala fyri tí.
Stk. 6. Eitt partafelag, smápartafelag ella íognarfelag, heimahoyrandi í Føroyum, kann vera aðalumboð, um so er, at aðalumboðið sum sítt umboð tilnevnir ein persón, sum lýkur tær í stk. 5 nevndu treytir til at vera aðalumboð.
§ 27. Við avhending av allari ella pørtum av einari tryggingarmongd, sum eitt útlendskt tryggingarfelag hevur teknað í Føroyum í samsvari við §§ 22 og 23, skal Tryggingareftirlitið í samstarvi við myndugleikan í heimlandinum kunngera eina fráboðan um avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blaði. Avhendingin kann ikki verða nýtt sum grundarlag fyri at ógilda tryggingaravtaluna.
§ 28. Tryggingareftirlitið kann áleggja útlendskum tryggingarfeløgum, sum eru fevnd av reglunum í § 22, stk. 1, og § 23, stk. 1, og sum í Føroyum geva fulna fyri teimum í fylgiskjali 1 nevndu vágum, at luttaka í skipanum, sum veita vissu fyri fulnaði av endurgjaldskrøvum frá teimum tryggjaðu ella frá skaddum triðjamonnum, í tann mun slíkar skipanir somuleiðis eru galdandi fyri føroysk tryggingarfeløg.
§ 29. Tryggingareftirlitið kann gera neyvari reglur fyri tryggingarfeløg um tænastuveitingar, ið verða veittar úr londum, sum Føroyar ikki hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 4 ella 5.
Virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum í útlandinum
§ 30. Eitt tryggingarfelag, ið ynskir at stovna eina deild í einum øðrum landi, skal geva Tryggingareftirlitinum boð um hetta, saman við hesum upplýsingum um deildina:
1) Í hvørjum landi ynskt verður at stovna deildina,
2) einari lýsing av virkseminum hjá deildini, undir hesum upplýsingar um bygnað og ætlað virksemi,
3) bústað deildarinnar,
4) nøvnini hjá leiðslu deildarinnar,
5) navnið á aðalumboði deildarinnar.
Stk. 2. 1) Tá ein deild verður stovnað í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 4 sendir Tryggingareftirlitið upplýsingarnar, sum eru nevndar í stk. 1, víðari til eftirlitsmyndugleikarnar í vertslandinum. Samstundis sendir Tryggingareftirlitið eftirlitsmyndugleikunum í vertslandinum solvensprógv og eina váttan um, at ætlaða virksemið er fevnt av loyvi tryggingarfelagsins í heimlandinum.
Stk. 3. Upplýsingarnar sbrt. stk. 2 verða sendar í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur móttikið upplýsingarnar. Samstundis sum upplýsingarnar verða sendar, kunnar Tryggingareftirlitið tryggingarfelagið um hetta.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann lata vera við at senda upplýsingarnar sbrt. stk. 2, um orsøk er at ivast í, um fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarstøðan hjá felagnum eru skynsom sum grundarlag fyri ætlaðu stovnanini. Tryggingareftirlitið gevur felagnum boð um hetta í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at upplýsingarnar, sum eru nevndar í stk. 1, eru móttiknar.
Stk. 5. Tryggingarfelagið skal boða Tryggingareftirlitinum frá eini og hvørjari broyting í viðurskiftunum, ið eru nevnd í stk. 1. Eftirlitið skal hava fingið fráboðanina í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn broytingin verður gjørd. Um tað ikki er gjørligt at boða eftirlitinum frá broytingini í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn broytingin verður gjørd, skal fráboðan gerast skjótast gjørligt. Felagið er pliktað á sama hátt mótvegis eftirlitsmyndugleikunum í vertslandinum, um vertslandið er eitt land, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 4.
Stk. 6. Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum til at stovna eina deild í einum landi, sum Føroyar ikki hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 4 (ávikavist stk. 5). Er orsøk til at ivast í, um fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarstøðan hjá felagnum eru skynsom sum grundarlag fyri ætlaðu stovnanini, kann eftirlitið vraka eina umsókn um loyvi.
Stk. 7. 1) Um Tryggingareftirlitið hevur kravt, at eitt tryggingarfelag ger eina endurreisingarætlan sbrt. § 151, skal eftirlitið ikki lata solvensprógv víðari.
§ 31. Eitt tryggingarfelag, sum ætlar at reka tænastuveitingarvirksemi tvørtur um landamørk í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 5, skal geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta, við tilskilan av, í hvørjum landi ynskt verður at byrja virksemi, og hvat slag av virksemi ynskt verður at reka. Tryggingarfelagið skal harumframt upplýsa, hvørjar tryggingarflokkar, bólkar av flokkum og møguligar afturatknýttar vágar, ynskt verður at reka.
Stk. 2. 1) Í seinasta lagi 1 mánað eftir móttøku av fráboðanini, sum er nevnd í stk. 1, sendir Tryggingareftirlitið eftirlitsmyndugleikunum í vertslandinum hana saman við einari váttan um, at ætlaða virksemið er fevnt av loyvi felagsins. Harumframt sendir Tryggingareftirlitið eftirlitsmyndugleikunum í vertslandinum eitt solvensprógv.
Stk. 3. 1) Um Tryggingareftirlitið hevur kravt, at eitt tryggingarfelag ger endurreisingarætlan sbrt. § 151, skal Tryggingareftirlitið ikki lata solvensprógv víðari.
§ 32. Eitt tryggingarfelag, sum ætlar at stovna eitt dótturfelag í einum landi, sum Føroyar ikki hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 4 (ávikavist stk. 5), skal hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum. Er orsøk til at ivast í, um fyrisitingarligi bygnaðurin og fíggjarstøðan hjá felagnum eru skynsom sum grundarlag fyri ætlaðu stovnanini, gevur eftirlitið ikki loyvi.
§ 33. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um virksemi hjá føroyskum tryggingarfeløgum í londum, sum Føroyar ikki hava gjørt sínámillum avtalu við sambært § 1, stk. 4 og 5.
§ 34. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um avhending av tryggingarmongd, sum er teknað eftir virksemi sambært § 30, stk. 1, og § 31, stk. 1.
Partur III
Góður skikkur o.a.
Kapittul 6
Góður skikkur og sáttmálaviðurskifti
§ 35. 1) 2) Tryggingarfeløg, tryggingarmeklarafeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir skulu verða rikin samsvarandi reiðiligum handilsskikki og góðari siðvenju innan virkisøkið.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju hjá tryggingarfeløgum. tryggingarmeklarafeløgum.
§ 36. 4) Her í landinum er tað ikki loyvt við vinnuligum endamáli at hjálpa til við, at beinleiðis tryggingar hjá persónum, búsitandi í Føroyum, føroysk skip ella aðrir váðar, sum eru í Føroyum, verða teknaðar hjá øðrum enn:
1) føroyskum tryggingarfeløgum,
2) útlendskum tryggingarfeløgum, sum lúka treytirnar í § 22, stk. 1, ella § 23, stk. 1, umframt útlendskum tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum, og
3) tryggingarfeløgum úr ES/EBS londum, ið tekna váða sambært § 1, stk. 9.
§ 37. Verður ábyrgdar lánsfæfeingi útskrivað í hópskuldarbrøvum, skal tryggingarfelagið nevna hesi fæfeingisprógv.
§ 38. Teknar eitt tryggingarfelag fæfeingisinnskot, fevnt av § 89, stk. 1, kann felagið ikki samstundis bjóða lánsfígging til keyp av fæfeingisinnskoti.
§ 39. Hesar tryggingaravtalur kunnu ikki verða gjørdar av ella fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum:
1) Lívstrygging, har felagið við deyða tryggingartakarans bindur seg til at útgjalda størri upphædd enn tey inngoldnu gjøldini við rentum, um so er, at tryggingartakarin og tann tryggjaði ikki eru ein og sami persónur, og tryggingartakarin ikki hevur samtykki frá tí tryggjaða.
2) Lívstrygging, har felagið bindur seg til at rinda størri upphædd enn tey inngoldnu tryggingargjøldini við rentum vegna deyða, áðrenn tann tryggjaði fyllir 8 ár.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann gera undantøk frá reglunum í stk. 1, nr. 1 og 2.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um innihaldið í vanligu tryggingartreytunum fyri lívstryggingarvirksemi.
§ 40. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um tær upplýsingar, sum eitt lívs- ella skaðatryggingarfelag skrivliga skal lata viðskiftafólki, áðrenn tryggingaravtala verður gjørd, og í framhaldandi kundaviðurskiftum.
§ 41. Eitt tryggingarfelag, sum bjóðar út brúkaratryggingar, skal bjóða, at viðkomandi tryggingar kunnu teknast við treyt um, at tryggingartakarin kann siga tryggingina upp við 30 daga freist til mánaðarlok.
Stk. 2. Við eina brúkaratrygging sbr. stk. 1 skal skiljast ein tryggingaravtala, har tryggingartakarin (brúkarin), tá avtalan verður gjørd, í høvuðsheitum virkar uttan fyri sína vinnugrein.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri lívstrygging. Stk. 1 er harumframt ikki galdandi fyri trygging, sum umfatar ein serstakan íkomnan váða, ið bert fevnir um eitt avmarkað tíðarskeið, tá tryggingaravtalan verður gjørd fyri eitt avtalað tíðarskeið, sum í mesta lagi er 1 mánaður (stutttíðartrygging), uttan so at tryggingin er ein partur av einum øðrum slagi av trygging.
§ 42. 1) Eitt tryggingarfelag kann bara nýta eitt vinnurekandi virki til miðlan av tryggingarvørum, um virkið er skrásett í einum almennum yvirliti hjá Tryggingareftirlitinum yvir virki, sum miðla tryggingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skráseting av virkjum og um tær treytir, sum virki skulu lúka.
§ 43. Er eitt lívstryggingarskjal burturmist, kann viðkomandi tryggingarfelag eftir áheitan frá tí, sum hevur prógvað sín rætt til tryggingarskjalið, við 6 mánaða ávaring boða handhavaranum at gera vart við seg. Boðini, ið verða givin við kunngerð í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blaði, í fyrsta blaði í einum ársfjórðingi, skal hava eina nóg góða lýsing av tryggingarskjalinum, harundir navnið á honum, á hvørs lív tryggingin er teknað.
Stk. 2. Ger eingin vart við seg, innan freistin er úti, er tryggingarskjalið ógildugt, og felagið ger eitt nýtt tryggingarskjal til hansara, ið hevur biðið um, at boðini vórðu givin. Hann skal gjalda kostnaðin av boðunum.
Stk. 3. Ger onkur vart við seg eftir kunngerðina, og fæst ikki semja millum partarnar, kann eitt nýtt tryggingarskjal ikki verða skrivað, fyrr enn sínámillum rættindini av fráboðaðu krøvunum eru gjørd av við dómi.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 føra ikki við sær nakra skerjing í rættinum at royna at fáa lívstryggingarskjalið ógildað við dómi, sambært lóggávuni um ógilding av virðisskjølum.
§ 44. Eitt tryggingarfelag, ið teknar bygningsbrunatrygging, skal við teimum avmarkingum, ið fylgja av tess viðtøkum ella tess loyvi, tryggja allar bygningar.
Stk. 2. Felagið kann tó nokta at tryggja:
1) bygningar, ið ikki eru fullvæl innrættaðir móti eldvanda, og
2) frágingnar bygningar.
§ 45. Eitt tryggingarfelag kann ikki slíta eina bygningsbrunatrygging vegna tað, at tryggingargjaldið ikki er goldið.
Stk. 2. Ein tryggingartakari kann einans enda tryggingina við samtykki frá teimum, sum hava rættindi sambært øllum heimildum og skuldbindingum, ið eru tinglýstar á ognina, um ognin ikki, uttan at rættarstøðan hjá hesum versnar, verður tryggjað í einum øðrum felag, sum hevur loyvi at reka bygningsbrunatrygging.
Stk. 3. Tryggingarfelagið hevur pantingarrætt fyri tryggingargjøld við afturatkomnum rentum og øðrum útreiðslum. Felagið hevur harumframt veðrætt fyri veitingar í tí tryggjaðu ognini fram um aðrar veðrættir í ognini í 1 ár frá gjaldkomudegnum.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið ásetir minstukrøvini fyri tekning av bygningsbrunatrygging hjá tryggingarfeløgum.
Partur IV
Ognarviðurskifti og leiðsla o.a.
Kapittul 7
Ognarviðurskifti
§ 46. 1) 2) Ein og hvør likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ella likamligir og løgfrøðiligir persónar, sum í sátt og semju handla sínámillum, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis ætla at ogna sær ein kvalifiseraðan lut, sbr. § 5, stk. 3, í einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi, skulu frammanundan søkja um góðkenning Tryggingareftirlitsins av ætlaðu ognanini. Sama er galdandi fyri eina øking av kvalifiseraða lutinum, ið hevur við sær, at hesin, aftaná ognanina, er farin ella fer upp um ávikavist 20 prosent, 33 prosent ella 50 prosent av partapeninginum ella atkvøðurættindunum, ella sum hevur við sær, at tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin verður eitt dótturfelag.
Stk. 2. 1) Tryggingareftirlitið skal skrivliga vátta fyri móttøku av umsókn eftir stk. 1 í seinasta lagi 2 yrkadagar eftir, at umsóknin er móttikin. Sama er galdandi fyri móttøku av tilfari eftir stk. 4.
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið hevur, frá tí at skrivlig váttan fyri móttøku eftir stk. 2 er givin, og frá tí, at váttan fyri móttøku av øllum teimum skjølum, sum skulu vera løgd við umsóknini, er givin, eitt metingartíðarskeið upp á 60 yrkadagar at gera ta í § 46a nevndu meting. Samstundis, sum váttað verður fyri móttøku av umsóknini, sbr. stk. 2, skal Tryggingareftirlitið boða umsøkjaranum frá, nær metingartíðarskeiðið er úti.
Stk. 4. 1) Tryggingareftirlitið kann fram til tann 50. yrkadagin í metingartíðarskeiðinum biðja um fleiri upplýsingar, sum eru neyðugar fyri metingina. Áheitanin skal vera skrivlig. Fyrstu ferð, slík áheitan verður sett fram, verður steðgur í metingartíðarskeiðinum í tíðarbilinum millum áheitanina og móttøkuna av svarinum. Steðgurin kann tó ikki fara upp um 20 yrkadagar, sbr. tó stk. 5.
Stk. 5. 1) Tryggingareftirlitið kann leingja steðgin í metingartíðarskeiðinum sum nevnt í stk. 4 við upp til 10 yrkadøgum, um so er at:
1) umsøkjarin hevur heimstað ella er fevndur av lóggávu í einum landi uttan fyri ES, sum ES ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, ella
2) umsøkjarin er ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum ikki hevur fingið loyvi at reka tað í § 7 nevnda virksemi í Føroyum, í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum.
Stk. 6. 1) Vrakar Tryggingareftirlitið eina umsókn um góðkenning av ætlaðari ognan, skal grundgevast skrivliga fyri hesum, eins og umsøkjarin skal hava fráboðan um avgerðina beinanvegin, tá ið henda fyriliggur. Fráboðast skal, áðrenn metingartíðarskeiðið er úti. Umsøkjarin kann biðja Tryggingareftirlitið almannakunngera grundgevingina fyri sýtingini.
Stk. 7. 1) Hevur Tryggingareftirlitið ikki í metingartíðarskeiðinum skrivliga sýtt umsøkjaranum ætlaðu ognanina, verður ognanin at rokna sum góðkend.
Stk. 8. 1) Tryggingareftirlitið kann, tá ið umsókn um ognan ella øking av luti verður góðkend eftir stk. 1, áseta freist fyri, nær ætlanin skal vera framd. Tryggingareftirlitið kann leingja slíka freist.
Stk. 9. 1) Tryggingareftirlitið ásetir reglur um, nær ein ognan skal roknast upp í uppgerðina eftir stk. 1.
§ 46 a. 1) 2) Tá ið Tryggingareftirlitið metir um eina umsókn sambært § 46, stk. 1, skal Tryggingareftirlitið tryggja atlitið til eina skynsama og fullgóða umsiting av tí felagnum, ið ætlanin er at ogna sær lut í. Metingin skal harumframt fara fram við atliti til ta sannlíku ávirkanina, sum umsøkjarin fer at fáa á felagið, hvussu hóskiligur hann er til hetta virksemið og hvussu fíggjarligi soliditeturin verður aftaná ognanina í mun til hesi metingarstøði:
1) Umdømið hjá umsøkjaranum.
2) Umdømið og royndirnar hjá tí ella teimum persónum, sum aftaná ognanina fara at stjórna tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum.
3) Fíggjarligu viðurskiftini hjá umsøkjaranum, serliga í mun til tað slag av virksemi, ið verður rikið ella sum ætlanin er at reka í tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum, sum ætlanin er at ogna sær lutir í.
4) Hvørt felagið framvegis verður ført fyri at halda eftirlitskrøvini í lóggávuni, serliga um tann samtøkan, ið felagið møguliga fer at gerast ein partur av, hevur ein bygnað, ið ger tað møguligt at fremja eitt munagott eftirlit og munagott umbýti av upplýsingum millum teir málføru myndugleikarnar, umframt at staðfesta, hvussu ábyrgdin skal verða býtt sundur millum teir myndugleikarnar, ið hava málsræðið.
5) Hvørt tað í sambandi við ætlaðu ognanina er orsøk til at halda, at hvítvasking av peningi ella fígging av yvirgangsvirksemi, sbr. §§ 6 og 7 í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, fer at koma fyri.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann sýta eini umsókn um góðkenning av ætlaðari ognan, um so er, grundað á krøvini í stk. 1, at rímilig orsøk er til at halda, at umsøkjarin fer at arbeiða ímóti eini skynsamari og fullgóðari umsiting av felagnum, sbr. stk. 1, ella um so er, at Tryggingareftirlitið ikki metir upplýsingarnar frá umsøkjaranum at vera nøktandi.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið má ikki í metingini eftir stk.1 taka atlit til fíggjartørvin á marknaðinum.
§ 46 b. 1) 2) Ein og hvør likamligur ella løgfrøðiligur persónur ella likamligir og løgfrøðiligir persónar, sum í sátt og semju handla sínámillum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ætla at avhenda ein kvalifiseraðan lut, sbr. § 5, stk. 3, ella at minka um ein kvalifiseraðan lut í einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi, soleiðis at avhendingin hevur við sær, at markið upp á ávikavist 20 prosent, 33 prosent ella 50 prosent av partapeninginum ella atkvøðurættindunum ikki longur er rokkið, ella sum hevur við sær, at felagið ella haldfelagsskapurin ikki longur er eitt dótturfelag, skulu frammanundan boða Tryggingareftirlitinum skrivliga frá hesum og skulu tilskila, hvussu stórur fæfeingisluturin frameftir væntast at verða.
§ 46 c. 1) 2) Tá ið eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur ella ein tryggingarhaldfelagsskapur fær kunnleika til ognan ella avhending av lutum, sum nevnt í § 46, stk. 1 og § 46 b, skal felagið ella haldfelagsskapurin beinanvegin boða Tryggingareftirlitinum frá hesum.
Stk. 2. 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir skulu í seinasta lagi í februar mánaði lata Tryggingareftirlitinum nøvnini á teimum fæfeingisognarum, sum við árslok í undanfarna ári áttu ein kvalifiseraðan lut i tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum, og upplýsa, hvussu stórar lutir, talan er um.
§ 47. 1) 2) Um so er, at fæfeingisognarar, ið eiga ein av teimum í § 46, stk. 1, ásettu lutunum í einum tryggingarfelagi, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi, ikki lúka krøvini í § 46 a, stk. 1, kann Tryggingareftirlitið seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutunum hjá viðkomandi ognarum, ella krevja, at felagið fylgir ávísum meginreglum.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann seta úr gildi tann atkvøðurætt, ið er knýttur at fæfeingislutum, sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar eiga, sum ikki halda skylduna í § 46, stk. 1, at geva eftirlitinum fráboðan frammanundan. Fæfeingislutirnir fáa aftur fullan atkvøðurætt, um Tryggingareftirlitið kann góðkenna ognanina.
Stk. 3. Um so er, at ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur hevur ognað sær fæfeingislutir, sum nevnt í § 46, stk. 1, hóast Tryggingareftirlitið hevur noktað at góðkenna hesa ognanina av fæfeingislutum, skal eftirlitið seta úr gildi atkvøðurættin, ið er knýttur at hesum fæfeingislutum.
Stk. 4. Hevur Tryggingareftirlitið sett úr gildi atkvøðurættin sambært stk. 1-3, kann fæfeingisluturin ikki verða tikin við í uppgerðini av tí á aðalfundi umboðaða fæfeinginum, sum hevur atkvøðurætt.
§ 48. 1) 2) Tryggingareftirlitið skal frammanundan hava fráboðan um tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ogna sær ein kvalifiseraðan lut í einum útlendskum fíggjarfelag, og eisini slíka øking av einum kvalifiseraðum luti, ið hevur við sær, at hesin er ella fer um eitt mark upp á ávikavist 20, 33 og 50% av atkvøðurættindunum ávikavist partapeninginum, ella at tað útlendska fíggjarfelagið verður eitt dótturfelag. Fráboðanin skal hava upplýsing um í hvørjum landi, felagið er sett á stovn.
Stk. 2. 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir, sum eiga ein lut upp á í minsta lagi 10 prosent av einum útlendskum fíggjarfelag, og sum ætla at minka henda lut soleiðis, at hann kemur undir eitt av teimum í stk. 1 ásettu mørkum, skulu geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta og tilskila støddina á tí ætlaða framtíðar lutinum.
Stk. 3. Har tað útlendska fíggjarfelagið verður til eitt dótturfelag, skal fráboðanin til Tryggingareftirlitið hava hesar upplýsingar um dótturfelagið:
1) Í hvørjum landi ynskt verður at stovna deildina,
2) eina lýsing av virkseminum hjá dótturfelagnum, undir hesum upplýsingar um bygnað og ætlað virksemi,
3) bústað dótturfelagsins,
4) nøvnini hjá leiðslu dótturfelagsins.
Stk. 4. 2) Er broyting í viðurskiftunum, sum eru fráboðað, sbrt. stk. 3, nr. 1-4, skal tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin geva Tryggingareftirlitinum fráboðan um hetta, áðrenn broytingin verður gjørd. Um so er, at tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin ikki frammanundan eru kunnug um broytingina, skal fráboðanin til Tryggingareftirlitið verða gjørd beinanvegin, tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin hava fingið upplýsing um broytingina.
Kapittul 8
Leiðsla og innrættan av felagnum
§ 49. 1) 2) Ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal til eina og hvørja tíð hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir til at kunna røkja uppgávuna ella starvið í viðkomandi felagi.
Stk. 2. 2) Ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal til eina og hvørja tíð hava eitt nóg gott orð á sær og vera heiðurligur, hava integritet og vera óheftur fyri effektivt at kunna meta um og finnast at avgerðum, tiknar av dagligu leiðsluni.
Stk. 3. 3) 1) 2) 7) Nevndar- ella stjórnarlimir skulu lúka hesar treytirnar:
1) Nevndar- ella stjórnarlimi má ikki verða áløgd revsiábyrgd fyri brot á revsilógina, løgtingslóg um tryggingarvirksemi ella aðra viðkomandi lóggávu, um brotið hevur við sær vanda fyri, at viðkomandi ikki kann røkja starvið ella uppgávuna á trygdargóðan hátt.
2) Nevndarlimur ella stjórnarlimur má ikki hava latið inn áheitan um ella vera undir endurskipanarviðgerð, konkurs ella skuldarumskipan.
3) Nevndar- ella stjórnarlimur má ikki vegna sína fíggjarligu støðu ella umvegis eitt felag, sum viðkomandi eigur, luttekur í rakstrinum av ella hevur munandi ávirkan á, hava borið ella bera tryggingarfelagnum tap ella vanda fyri tapi.
4) Nevndar- ella stjórnarlimur má ikki hava sýnt ella sýna atburð, ið gevur orsøk til at halda, at viðkomandi ikki fer at røkja starvið ella uppgávuna á fullgóðan hátt. Tá ið mett verður um, hvørt ein nevndar- ella stjórnarlimur hevur sýnt ella sýnir skilaleysan atburð, skal dentur leggjast á atlitið at varðveita álitið á tryggingarøkið.
Stk. 4. 1) 2) Nevndar- ella stjórnarlimir í einum tryggingarfelag skulu geva Tryggingareftirlitinum upplýsingar um viðurskifti, nevnd í stk. 3, í sambandi við, at teir koma inn í leiðsluna í felagnum, og um viðurskiftini seinni verða broytt.
Stk. 5. 1) 2) Stk. 1 og 2, stk. 3, nr. 1, 2 og 4, stk. 4 og § 61 b, stk. 2, 2. pkt. verða at nýta samsvarandi fyri nevndar- og stjórnarlimir í einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi.
Stk. 6. 1) 2) Stk. 1-5 verða at nýta samsvarandi fyri aðalumboð, sbr. § 26.
§ 49 a. 2) Ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal seta nóg mikið av tíð av til at røkja uppgávuna sum nevndarlimur ella starvið sum stjóri í viðkomandi felagi. Leiðslulimurin skal støðugt meta um, hvørt viðkomandi hevur sett nóg mikið av tíð av til at røkja uppgávuna ella starvið. Metingin skal verða gjørd við atliti at støddini á felagnum, bygnaði og hvussu torskilt virksemið er.
§ 50. Nevndin skal í starvsskipanini áseta neyvari reglur um útinnan av sínum starvi.
Stk. 2. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um innihaldið í starvsskipanini.
§ 51. 3) 1) Tann tekningarrættur, sum limir í nevndini ella stjórnini hava, sambært § 135, stk. 2 í vinnufelagslógini, kann einans verða framdur av minst tveimum í felag.
§ 52. Boðan til aðalfundar í einum tryggingarfelag skal vera alment atkomulig og í samsvari við reglurnar í viðtøkunum. Fjølmiðlarnir skulu hava atgongd til aðalfundin.
Stk. 2. 1) Stk. 1 er ikki galdandi fyri feløg, sum ein fíggjarligur haldfelagsskapur eigur 100 prosent, ella tryggingarfeløg í somu samtøku.
§ 53. 3) 1) Fyri tryggingarfeløg fremur Tryggingareftirlitið tær heimildir, ið eru lagdar til Skráseting Føroya, sambært § 92, stk. 2 og 3 í vinnufelagslógini.
§ 54. Ein umboðsnevnd kann verða sett á stovn til tess at røkja ávísar uppgávur, ið eru tilskilaðar í viðtøkunum, undir hesum val av nevnd. Limir í umboðsnevndini eru undir somu ábyrgd sum nevndin viðvíkjandi røkt av sínum starvi.
§ 55. 1) 2) Nevndin í einum tryggingarfelagi, einum fíggjarligum haldfelagsskapi og einum tryggingarhaldfelagsskapi skal
1) áseta tey høvuðsvirkisøki, ið felagið skal virka innan,
2) eyðmerkja og kvantifisera týðandi váða í felagnum og áseta váðaprofilin hjá felagnum, undir hesum eisini áseta, hvønn og hvussu stóran váða, felagið kann átaka sær,
3) áseta politikk fyri, hvussu felagið skal stjórna hvørjum høvuðsvirkisøki og tí váða, sum er knýttur at hesum, við atliti til samanspælið millum hesi, og
4) áseta ein politikk fyri fjølbroytni í nevndini, sum birtir uppundir neyðugt fjølbroytni millum nevndarlimirnar, tá ræður um nøktandi vitan, fakligan førleika og royndir.
Stk. 2. 1) 2) Við støði í ásetta váðaprofilinum og ásetta politikkinum skal nevndin í felagnum geva stjórnini skrivligar leiðreglur, sum í minsta lagi skulu fevna um
1) karmar, sum kunnu eftirkannast, fyri hvønn og hvussu stóran váða, stjórnin kann leggja á tryggingarfelagið,
2) meginreglurnar fyri uppgerð av einstøku váðasløgunum,
3) reglur fyri, hvørjar avgerðir krevja støðutakan nevndarinnar, og hvørjar avgerðir stjórnin kann taka sum part av starvi sínum, og
4) reglur fyri, hvussu og í hvønn mun stjórnin skal boða nevndini frá váðum felagsins, undir hesum eisini um nýtsluna av kørmunum í leiðreglunum fyri stjórnina og um at lúka tey mørk, sum eru ásett í lóggávuni viðvíkjandi teimum váðum, sum felagið kann átaka sær.
Stk. 3. 1) 2) Nevndin í felagnum skal støðugt taka støðu til, um váðaprofilur og politikkur felagsins, umframt leiðreglurnar fyri stjórnina, eru ráðiligar í mun til virksemi felagsins, bygnað og tilfeingi, undir hesum fæfeingi og likviditet, umframt tey marknaðarviðurskifti, sum virksemi felagsins verður rikið undir.
Stk. 4. 2) Nevndin í felagnum skal tryggja, at nevndarlimirnir hava nóg stóra kollektiva vitan, fakligar førleikar og royndir til at kunna skilja virksemi felagsins og tann váða, sum er tengdur at hesum.
Stk. 5. 1) 2) Nevndin fyri felagnum skal støðugt meta um, hvørt stjórnin røkir uppgávur sínar í samsvari við ásetta váðaprofilin, ásetta politikkin og leiðreglurnar fyri stjórnina. Nevndin skal fremja nøktandi tiltøk, um hetta ikki er støðan.
Stk. 6. 1) 2) Tryggingareftirlitið kann áseta nærri reglur um tær skyldur, sum nevndin í einum tryggingarfelagi einum fíggjarligum haldfelagsskapi og einum tryggingarhaldfelagsskapi hevur sambært stk. 1-5.
§ 56. 1) 2) Eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur og ein tryggingarhaldfelagsskapur skal hava effektivar stýringshættir, undir hesum
1) ein greiðan bygnað við væl lýstum, gjøgnumskygdum og føstum ábyrgdarbýti,
2) eina góða umsitingarliga og roknskaparliga siðvenju,
3) skrivligar mannagongdir fyri alt høvuðsvirksemi,
4) effektivar mannagongdir til tess at eyðmerkja, umsita, eftiransa og rapportera um teir váðar, felagið er í ella kann koma í,
5) tað tilfeingið, sum er neyðugt til at útinna virksemi felagsins á rættan hátt og hóskandi nýtslu av hesum tilfeingi,
6) mannagongdir við atliti til at býta sundur virksemi í sambandi við handfaring og fyribyrging av áhugamálsósemjum,
7) nøktandi innanhýsis eftirlitsmannagongdir,
8) álítandi eftirlits- og trygdartiltøk á KT-økinum,
9) ein skrivligan lønarpolitikk, sum er í samsvari við og fremur góða og effektiva váðastýring, og
10) nóg mikið av starvsfólkaorku og fíggjarorku til tess at tryggja nóg góðar møguleikar fyri innleiðsluskeiðum og eftirútbúgvingarskeiðum fyri nevndarlimir og stjórnarlimir.
Stk. 2. 1) 2) Tryggingareftirlitið kann áseta nærri reglur um tey tiltøk, sum eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur og ein tryggingarhaldfelagsskapur skulu fremja fyri at hava effektivar stýringshættir, sbr. stk. 1.
§ 56 a. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um útveiting av:
1) ábyrgdini hjá útveitingarfelagnum og eftirlitinum við einum veitara, undir hesum víðariútveiting hjá hesum veitara,
2) skyldu útveitingarfelagsins at boða Tryggingareftirlitinum frá í seinasta lagi 8 yrkadagar eftir, at útveitingarsáttmálin er gjørdur,
3) innanhýsis leiðreglur hjá útveitingarfelagnum um útveiting, og
4) krøvunum, sum útveitingarfelagið skal tryggja sær, at veitarin í minsta lagi lýkur til eina og hvørja tíð, og sum skulu verða avtalað í útveitingarsáttmálanum.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann taka avgerð um, at útveitingin hjá útveitingarfelagnum skal halda uppat innan ávísa freist, sum Tryggingareftirlitið setir, um so er, at útveitingarsáttmálin ella partar av honum ikki lúka treytirnar sambært stk. 1.
§ 57. Starvið sum nevndarlimur í einum tryggingarfelag kann ikki sameinast við starvið sum stjóri í tryggingarfelagnum. Tó kann nevndin, um ein stjóri hevur forfall, fyribils tilnevna ein av sínum limum sum stjóra. Viðkomandi kann í slíkum føri ikki atkvøða í nevnd.
Stk. 2. Starvið sum innanhýsis grannskoðanarleiðari og varagrannskoðanarleiðari kann ikki sameinast við starvið sum nevndarlimur.
§ 58. 3) 1) Nevndarformaðurin skal syrgja fyri, at nevndin hevur fund, tá hetta er neyðugt, og skal ansa eftir, at allir limir fáa fundarboð. Ein og hvør limur í nevndini, ein stjóri, ein uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðarin ella tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin í einum tryggingarfelag, kann krevja, at nevndin verður kallað saman. Ein stjóri, ein uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðarin og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin hava rætt til luttaka og greiða frá sínari áskoðan, tá nevndarfundur er, um ikki nevndin í tí einstaka málinum tekur eina aðra avgerð. Uttanhýsis grannskoðarar og innanhýsis grannskoðanarleiðarin hava altíð rætt til at luttaka á nevndarfundum, tá mál, ið eru til viðgerðar, hava týdning fyri grannskoðanina, ella fyri framløgu av ársfrásøgnini.
Stk. 2 Uttanhýsis grannskoðarar, innanhýsis grannskoðanarleiðarin og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin hava skyldu til at luttaka í viðgerðini av nevndu málum í nevndini, um so er, at ein nevndarlimur ynskir hetta.
Stk. 3. Til nevndarfundirnar skal førast gerðabók, ið verður undirskrivað av øllum limunum, sum eru til staðar. Ein nevndarlimur, ein stjóri, ein uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðarin ella ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, ið ikki er samdur í avgerð nevndarinnar, hevur rætt til at fáa sína áskoðan førda í gerðabókina.
§ 59. Tryggingarfelagið skal beinanvegin fráboða Tryggingareftirlitinum upplýsingar um viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri framhaldandi raksturin av tryggingarfelagnum.
Stk. 2. Sama ger seg galdandi fyri tann einstaka nevndarlimin, ein stjóra og tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin.
Stk. 3. 1) Heldur ein limur í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag, uttanhýsis grannskoðarin ella tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, at tryggingarfelagið ikki lýkur fæfeingiskravið sbrt. § 81 ella solvenstørvin eftir § 81, stk. 8, skal viðkomandi beinanvegin boða Tryggingareftirlitinum frá hesum.
Stk. 4. 2) Stk. 1-3 verða at nýta samsvarandi fyri tryggingarfeløg, fíggjarligar haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir um viðurskifti í dótturfeløgum, ið eru tryggingarfeløg.
§ 60. Ein stjóri kann ikki uttan nevndarinnar góðkenning gera avtalu millum tryggingarfelagið og seg sjálvan, ella avtalu millum tryggingarfelagið og triðjamann, har sum stjórin hevur týðandi áhugamál, ið kunnu stríða móti felagsins áhugamálum.
§ 61. Persónar, sum sambært lóg ella viðtøkuásetingum eru settir í starv av nevndini í einum tryggingarfelag, og starvsfólk, har tað er ein týðandi vandi fyri ósamsvari millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins, kunnu ikki fyri egna rokning ella gjøgnum feløg, ið tey hava ræði yvir,
1) lána ella nýta kredittir, sum longu eru játtaðir til at keypa virðisbrøv, tá ið keyptu virðisbrøvini verða sett í veð fyri lánið ella kredittin,
2) ogna sær, skriva út ella handla við avleiddum fíggjarligum amboðum, uttan so at endamálið er at minka um váðan.
3) ogna sær fæfeingislutir, undantikið lutir í íløgufeløgum, serfeløgum, hedgefeløgum og útlendskum íløgustovnum, fevndir av “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”, við atliti at sølu av hesum áðrenn 6 mánaðir eftir ognanina, ella
4) ogna sær positiónir í útlendskum gjaldoyra, undantikið evru, tá støðutakanin verður gjørd við atliti at øðrum enn gjaldi fyri keyp av virðisbrøvum, vørum ella tænastuveitingum, ella keypi ella rakstri av fastari ogn, ella til at nýta til ferðir.
Stk. 2. Teir persónar úr bólkum nevndir í stk. 1 kunnu ikki ogna sær fæfeingislutir í feløgum, ið reka virksemi, sum er nevnt í stk. 1, nr. 1-4. Hetta er tó ikki galdandi fyri keyp av partabrøvum í peningastovnum, tryggingarfeløgum, realkredittstovnum, ella virðisbrævameklarafeløgum, somuleiðis lutir í íløgufeløgum, serfeløgum og útlendskum íløgustovnum, fevndir av “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”.
Stk. 3. Nevndin skal taka støðu til, hvørji starvsfólk skulu verða fevnd av forboðnum, orsakað av at tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál fíggjarfelagsins. Nevndin skal tryggja, at viðkomandi starvsfólk vita um hetta. Revsireglurnar í § 215, stk. 1, 2. pkt., eru galdandi frá tí, at viðkomandi hevur fingið kunning um hetta.
Stk. 4. Fyri persónar, sum eru fevndir av stk. 1, skal nevndin gera leiðreglur fyri eftirlitið við, at forboðið í stk. 1 og stk. 2, 1. pkt., verður hildið, undir hesum um fráboðan av ognargerðum (formuedispositioner).
Stk. 5. Uttanhýsis grannskoðanin skal árliga fara ígjøgnum leiðreglurnar hjá tryggingarfelagnum, sambært stk. 4, og í grannskoðanarprotokollini viðvíkjandi ársfrásøgnini upplýsa, um leiðreglurnar verða mettar at vera álítandi og hava virkað hóskandi, og um eftirlitsmannagongdirnar hjá felagnum hava elvt til notur.
Stk. 6. Ein kontoførandi skylda til, eftir áheitan frá nevndini í tryggingarfelagnum, at geva uttanhýsis grannskoðarunum hjá tryggingarfelagnum atgongd til upplýsingar um kontur og goymslur, og harumframt til at útflýggja útskriftir haðani fyri persónar, fevndir av stk. 1.
Stk. 7. Forboðið í stk. 1, nr. 2, fevnir ikki um fíggjarlig amboð, ið eru avleidd av partabrøvum í tryggingarfelagnum ella einari fyritøku, ið eru samtøkuknýtt, og sum viðkomandi fær sum liður í sínari løn.
Stk. 8. Forboðið í stk. 1, nr. 1, fevnir ikki um lán til at keypa starvsfólkapartabrøv og amboðini, nevnd í stk. 7.
Stk. 9. Forboðið í stk. 1, nr. 3, fevnir ikki um partabrøv, sum eru ognað við nýtslu av amboðunum, nevnd í stk. 7.
Stk. 10. Innanhýsis grannskoðanar- og varagrannskoðanarleiðarar kunnu, hóast stk. 1-9, ikki hava fíggjarlig áhugamál í tryggingarfeløgum ella samtøkum, sum teir starvast í.
§ 61 a. 1) 2) Tá ið tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir løna nevndini, stjórnini og øðrum starvsfólkum, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins, skal felagið tryggja sær, at hesar treytir eru loknar:
1) Variablu lønarpartarnir til ein nevndarlim ella stjórnina mugu í mesta lagi vera 50 prosent av ávikavist nevndarsamsýningini og føstu grundlønini, íroknað pensjón, sbr. tó § 61b, stk. 1.
2) Ásett verður hóskandi mark fyri variablum lønarpørtum til onnur starvsfólk, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins.
3) Minst 50 prosent av einum variablum lønarparti til nevndina, stjórnina og onnur starvsfólk, sum hava týðandi ávirkan á váðaprofilin hjá felagnum, kann vera afturumsett skuld í tryggingarfelagnum.
4) Útgjald felagsins av í minsta lagi 40 prosentum av einum variablum lønarparti, tó um talan er um størri upphæddir, minst 60 prosentum, skal fara fram í einum tíðarskeiði, sum er í minsta lagi 3 ár við byrjan 1 ár eftir, at útrokningin er gjørd, fyri nevnd og stjórn tó í minsta lagi 4 ár, við einum jøvnum býti gjøgnum árini ella við einum vaksandi parti móti endanum av tíðarskeiðinum.
5) Felagið kann heilt ella partvíst lata vera við at útgjalda ein variablan lønarpart, um felagið, tá ið variabli lønarparturin skal verða útgoldin, ikki lýkur kapitalkravið í § 82 ella solvenskravið í § 81, stk. 7, ella um Tryggingareftirlitið metir, at nærstaddur vandi er fyri hesum.
6) Felagið skal ikki útgjalda nevndini og stjórnini variabla løn, um Tryggingareftirlitið eftir § 151, stk. 1 krevur, at felagið ger eina ætlan fyri endurreisn av fíggjarligu støðu felagsins.
Stk. 2. 2) Fyri nevndina og stjórnina í tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum mugu partabrævaoptiónir og líknandi amboð í mesta lagi vera 12,5 prosent av ávikavist nevndarsamsýningini og føstu grundlønini, íroknað pensjón, tá ið hetta verður roknað.
Stk. 3. 2) Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin skal tryggja sær, at partabrøv og amboð o.tíl., ið verða latin nevndini, stjórnini ella øðrum starvsfólkum, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins, sum partur av variablu lønini, nevnd í stk. 1, nr. 3, ikki mugu avhendast av hesum persónum, áðrenn eitt hóskandi tíðarskeið er fráliðið, umframt at hesir persónar ikki mugu minka um tann váða, sum er knýttur at hesum partabrøvum og amboðum o.tíl.
Stk. 4. 2) Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin skal tryggja sær, at útgjaldið av tí í stk. 1, nr. 4 útsetta variabla lønarpartinum til nevndina, stjórnina og onnur starvsfólk, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins, er treytað av, at tey metingarstøði, ið hava verið grundarlag undir útrokningini av variabla lønarpartinum, framhaldandi eru lokin, tá ið útgoldið verður, umframt at útgjaldið er treytað av, at fíggjarliga støða felagsins ikki er munandi versnað í mun til tíðarskeiðið, tá ið variabli lønarparturin varð útroknaður.
Stk. 5. 2) Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin skal tryggja sær, at nevndin, stjórnin og onnur starvsfólk, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins, og sum fáa variabla løn, heilt ella partvíst skulu gjalda aftur variablu lønina, um variabla lønin er útgoldin við støði í úrsliti, ið er grundað á skeivar upplýsingar, sum kunnu skjalprógvast, og um móttakarin er í óndari trúgv.
Stk. 6. 2) Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin skal tryggja sær, at um nevndin, stjórnin og onnur starvsfólk, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins, fáa eina pensjónsveiting, sum heilt ella partvíst kann javnsetast við variablar lønarpartar, sbr. stk. 7, skal felagið, um móttakarin fer úr felagnum áðrenn pensjónsaldur, halda eftir henda partin av pensjónsveitingini í 5 ár sum amboð, nevnd í stk. 1, nr. 3. Stk. 4 og 5 verða at nýta samsvarandi fyri tey í 1. pkt. nevndu føri. Um móttakarin er nevndarlimur ella starvsfólk í felagnum við pensjónsaldur, skal felagið gjalda móttakaranum variabla partin av pensjónsveitingini sum tey í stk. 1, nr. 3 nevndu amboð uttan møguleika fyri avhendan ella nýtslu í einum tíðarskeiði upp á 5 ár. Stk. 5 verður at nýta samsvarandi fyri tey í 3. pkt. nevndu føri.
Stk. 7. Variablir lønarpartar eru at skilja sum lønarskipanir, har ið endaliga lønin ikki kann ásetast frammanundan, undir hesum bonusskipanir, úrslitasáttmálar og tílíkar skipanir. Ein variabul lønarpartur, sum er úrslitatreytaður, skal ásetast við støði í eini meting av úrslitunum hjá viðkomandi móttakara, úrslitunum í deildini hjá viðkomandi og í úrslitum felagsins.
Stk. 8. Tryggingareftirlitið kann áseta nærri reglur um tey í stk. 1-7 nevndu viðurskifti.
Stk. 9. Stk. 1-7 verða einans at nýta fyri starvssetanir, sum ikki eru fevndar av kollektivum lønarsáttmálum. Stk. 1-7 verða bert at nýta fyri avtalur um variablar lønarpartar fyri starvsfólk, ið eru fevnd av kollektivum lønarsáttmálum, um avtalan um variabla løn ikki er ásett í sáttmálanum.
§ 61 b. 1) Tryggingarfeløg og fíggjarligir haldfelagsskapir, hvørs kapitalpartar eru upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði, ella sum seinastu 2 roknskaparárini, tá ið javnin varð gjørdur upp, í miðal hava havt 1.000 ella fleiri fulltíðarsett starvsfólk, skulu seta eina lønarnevnd, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 2) Í samtøkum við fleiri feløgum, sum eftir stk. 1 hava skyldu til at seta eina lønarnevnd, kann tó verða sett ein felags lønarnevnd fyri hesi feløg í samtøkuni ella part av hesi. Lønarnevndin skal bygnaðarliga vera staðsett í einum felagi, ið er undir eftirliti Tryggingareftirlitsins, tó ikki í einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi, og skal vera í einum felagi, ið er móðurfelag fyri hini feløgini, sum nevndin er sett fyri.
Stk. 3. Formaðurin og limirnir í lønarnevndini skulu vera nevndarlimir í tí felagnum, sum setir lønarnevndina, ella nevndarlimir í feløgunum, sum eftir stk. 2 hava felags løningarnevnd. Lønarnevndin skal mannast soleiðis, at limirnir eru førir fyri at gera eina skikkaða og óhefta meting av, um løn felagsins, undir hesum lønarpolitikkur og tilhoyrandi virkismannagongdir, eru í samsvari við § 56, stk. 1, nr. 9 og § 61a.
Stk. 4. Lønarnevndin skal standa fyri tí fyrireikandi arbeiðinum, sum nevndin tekur avgerð um viðvíkjandi løn, undir hesum um lønarpolitikk og aðrar avgerðir, sum kunnu hava ávirkan á váðastýring felagsins. Nevndin kann átaka sær aðrar uppgávur viðvíkjandi løn. Nevndin skal í fyrireikandi arbeiði sínum røkja langtíðaráhugamál felagsins, undir hesum eisini í mun til partaeigarar og aðrar íleggjarar.
§ 61 c. 1) 2) Áðrenn eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur ella ein tryggingarhaldfelagsskapur ger eina avtalu um variabla løn ella fráfaringarsamsýning við ein nevndar- ella stjórnarlim, skal evsti myndugleiki felagsins hava góðkent lønarpolitikk felagsins, sbr. § 56, stk. 1, nr. 9, undir hesum leiðreglur um tillutan av variablari løn og leiðreglur um fráfaringarsamsýningar.
Stk. 2. 2) Í einum tryggingarfelagi, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi skal nevndarformaðurin í síni frágreiðing til evsta myndugleika felagsins greiða frá lønini til nevnd og stjórn. Í frágreiðingini skulu vera upplýsingar um lønina í farna roknskaparári og um væntaðu lønina í verandi og komandi roknskaparári.
Stk. 3. 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir skulu í ársfrásøgnini almannakunngera samlaðu samsýningina fyri hvønn einstakan nevndar- og stjórnarlim, sum viðkomandi sum liður í starvinum hevur fingið tillutað frá felagnum í roknskaparárinum, og sum viðkomandi í sama roknskaparári hevur fingið tillutað sum nevndar- ella stjórnarlimur í einum felag innan fyri somu samtøku.
Stk. 4. 2) Tryggingareftirlitið ásetir reglur um skylduna hjá tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum at almannakunngera upplýsingar um samsýningina av nevnd, stjórn og øðrum starvsfólkum, hvørs virksemi hevur týðandi ávirkan á váðaprofil felagsins.
§ 62. Uttan nevndarinnar góðkenning, sum skal skrivast í gerðabókina, má eitt tryggingarfelag ikki loyva skuldbindingum mótvegis, ella móttaka trygd sum er givin frá:
1) nevndarlimum og stjórum í tryggingarfelag ella
2) fyritøku, har persónsskarin, nevndur í nr. 1, er stjóri ella nevndarlimur.
Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu skuldbindingar skulu játtast sambært vanligum handilstreytum hjá tryggingarfelagnum og verða grundaðar á marknaðartreytir. Uttanhýsis grannskoðarin hjá tryggingarfelagnum skal í grannskoðanarprotokollini viðvíkjandi ársfrásøgnini vátta, um krøvini í pkt. 1 eru lokin.
Stk. 3. Stjórnin og nevndin skulu serstakliga hava eftirlit við ráðiligheitini og gongdini í skuldbindingunum, nevndar í stk. 1.
Stk. 4. 1) Reglurnar í stk. 1-3 eru eisini galdandi fyri skuldbindingar gjørdar við persónar, ið eru knýttir at stjórum í hjúnalagi, samlívi í minst 2 ár ella eru skildir í beint stígandi ella fallandi linju ella sum systkin, og fyri fyritøkur, har slíkir persónar eru stjórar.
Stk. 5. Eitt tryggingarfelag ella fyritøkur í somu samtøku kunnu ikki játta skuldbindingar mótvegis ella móttaka trygdir sum eru givnar frá einum uttanhýsis grannskoðara ella innanhýsis grannskoðanar- ella varagrannskoðanarleiðaranum. Hetta er ikki galdandi fyri lán, veitt av einum lívstryggingarfelag innan fyri afturkeypsvirði av einum tryggingarskjali, sum lívstryggingarfelagið hevur givið út.
§ 63. 3) 1) Reglurnar um samtøkuumboðan í vinnufelagslógini eru ikki galdandi fyri starvsfelagar í fyritøkum, sum eitt tryggingarfelag fyribils rekur annað virksemi ígjøgnum, sambært hesi lóg.
Almennar reglur um onnur størv hjá leiðsluni
§ 64. Persónar, sum sambært lóg ella viðtøkuásetingum eru settir í starv av nevndini í einum tryggingarfelag, kunnu ikki uttan loyvi nevndarinnar eiga ella reka sjálvstøðugt vinnuvirki ella sum nevndarlimir, starvsmenn ella á annan hátt taka lut í leiðsluni ella rakstrinum í einum øðrum vinnuvirki enn tryggingarfelagnum, sbr. tó § 127, stk. 9 og 10.
Stk. 2. Fyri onnur starvsfólk í einum tryggingarfelag, har tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins, kunnu hesi ikki uttan loyvi frá stjórnini eiga ella reka sjálvstøðuga vinnufyritøku ella sum nevndarlimir, starvsmenn ella á annan hátt taka lut í leiðslu ella rakstri av øðrum vinnufyritøkum enn tryggingarfelagnum. Nevndin skal kunnast um loyvið, ið stjórnin hevur givið.
Stk. 3. Nevndin skal taka støðu til, hvørji starvsfólk skulu hava loyvi frá stjórnini, sbrt stk. 2, orsakað av at tað er ein týðandi vandi fyri ósemju millum egin áhugamál og áhugamál tryggingarfelagsins. Nevndin skal tryggja, at viðkomandi partarnir eru kunnugir um hetta. Revsireglurnar í § 215, stk. 1, 2. pkt., eru galdandi frá tí, at viðkomandi hevur fingið kunning um hetta.
Stk. 4. Virksemið, nevnt í stk. 1 og 2, kann bara verða røkt, um so er, at tryggingarfelagið, ella feløg, sum eru í samtøku ella umsitingarfelagsskapi við tryggingarfelagið, ikki hava gjørt ella gera avtalur við tær í stk. 1 og 2 nevndu vinnufyritøkur, ella fyritøkur, sum eru í samtøku við hesar fyritøkur. Undantiknar frá hesum eru avtalur um fæfeingislutir, avtalur við tær í stk. 5 nevndu fyritøkur, og avtalur við vinnufyritøkur, sum eru í samtøku við tryggingarfelagið ella vinnufyritøkur, har tryggingarfelagið eiga meira enn 4/5 av fæfeingislutunum.
Stk. 5. Forboðið um skuldbinding, sum nevnt í stk. 4, er ikki galdandi í sambandi við luttøku í nevndini í eini fyritøku, sum eitt tryggingarfelag fyribils rekur sbrt. § 19, fyri at tryggja ella avtaka frammanundan gjørdar skuldbindingar.
Stk. 6. Øll loyvir, sum nevndin hevur givið, skulu standa í gerðabók nevndarinnar.
Stk. 7. Tryggingarfelagið skal í minsta lagi eina ferð árliga almannakunngera upplýsingar um tey størv, sum nevndin hevur góðkent sambært stk. 1. Harumframt skal uttanhýsis grannskoðanin í grannskoðanarprotokollini viðvíkjandi ársfrásøgnini vátta, um tryggingarfelagið hevur avtalur við vinnufyritøkur, fevndar av stk. 1 og 2.
Stk. 8. Tryggingareftirlitið kann í serligum føri gera frávik frá stk. 4.
§ 65. Stjórnin skal syrgja fyri, at tryggingarfelagið hevur góðan sakkunnleika, ,til at útrokna tryggingarligar burturleggingar.
Stk. 2. Hevur tryggingarfelagið loyvi til at reka lívstryggingarvirksemi, skal nevndin, til tess at røkja tær neyðugu tryggingartøkniligu uppgávurnar, herundir útrokningar og kanningar, seta ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðing í starv. Starvið sum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur kann ikki sameinast við starvið sum limur í stjórnini ella nevndini í tryggingarfelagnum.
Stk. 3. Tá ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur verður koyrdur úr starvi, ella fer úr starvi, skulu nevndin og tryggingarfrøðingurin í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hann er farin úr starvi, senda Tryggingareftirlitinum hvør sína frágreiðing um orsøkina.
Stk. 4. 1) Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal ansa eftir, at felagið heldur sítt tøkniliga grundarlag o.a. Tryggingarfrøðingurin skal í hesum sambandi gjøgnumganga tað tryggingartøkniliga innihaldið í virksemi og tilfari felagsins og ansa eftir, at tað tøkniliga grundarlagið o.a., sbr. § 14, altíð samsvarar við krøvini, nevnd í § 15, stk. 1-6.
Stk. 5. Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal beinanvegin boða Tryggingareftirlitinum frá einum og hvørjum broti á tey í stk. 4 nevndu viðurskifti. Tryggingarfrøðingurin hevur rætt til at krevja allar upplýsingar frá stjórnini, sum eru neyðugar fyri at útinna starvið. Eftirlitið kann krevja tær upplýsingar frá tryggingarfrøðinginum, sum eru neyðugar til metingar av fíggjarligu støðu felagsins.
Stk. 6. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin skal senda Tryggingareftirlitinum árliga frágreiðing.
Stk. 7. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um tey í stk. 2-6 nevndu viðurskifti, undir hesum um tey krøv, ið ein persónur skal lúka fyri at kunna verða settur í starv sum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur.
§ 66. §§ 57 og 58 verða at nýta samsvarandi fyri umboðsnevnd tryggingarfelagsins.
§ 67. 3) 1) § 199 í vinnufelagslógini er ikki galdandi, tá ið eitt tryggingarfelag útvegar sær egin partabrøv.
Stk. 2. 1) Útvega nevndarlimir, umboð ella stjórar sær, gjøgnum luttøku í umboðs- ella meklaravirksemi, ella við fíggjarligum áhugamálum í slíkum feløgum, umboðsløn ella aðra inntøku av tryggingum, ið felagið yvirtekur ella letur frá sær, skal fráboðan um hetta sendast Tryggingareftirlitinum.
Serstakar reglur fyri sínámillum tryggingarfeløg
§ 68. Rættur limanna og ábyrgdaranna at taka avgerð í einum sínámillum tryggingarfelag verður framdur á aðalfundinum. Hvør limur skal hava í minsta lagi eina atkvøðu.
Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu, hóast stk. 1, áseta, at aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, ið limir, ábyrgdarar ella varamenn teirra hava valt.
§ 69. 3) 1) Viðtøkur hjá sínámillum tryggingarfeløgum skulu, umframt ásetingarnar í §§ 25 og 26 í vinnufelagslógini, hava reglur um:
1) Ábyrgd hjá limum og ábyrgdarum av skyldum felagsins, og um sínámillum ábyrgd hjá limum og ábyrgdarum sbr. § 162, stk. 2,
2) hvørt felagið skal kunna yvirtaka endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og
3) hvørt ábyrgdarpeningurin skal geva rentu, og um so er, eftir hvørjum reglum.
§ 70. 3) 1) Avgerð um broyting í viðtøkunum verður tikin á aðalfundinum, sbr. tó §§ 17 og 71 sbr. § 159 í vinnufelagslógini. Avgerðin er bert gildug, um í minsta lagi tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum taka undir við henni. Avgerðin skal í aðramáta lúka tær treytir, sum munnu vera ásettar í viðtøkunum.
Stk. 2. Stórar broytingar í endamálinum hjá einum felag kunnu, um ikki annað er ásett í viðtøkunum, einans verða samtyktar, tá tríggir fjórðingar av ábyrgdarunum og tríggir fjórðingar av limunum, ella, um aðalfundurin er samansettur av umboðsfólki, tríggir fjórðingar av teimum taka undir við broytingunum. Fráboðan til ábyrgdarar um tílíkar broytingar skal vera givin í seinasta lagi 8 dagar eftir avgerðina á aðalfundinum. Ábyrgdarar, sum eru ímóti tílíkum broytingum, kunnu, tá teir í seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin seta fram áheitan um hetta, krevja, at hinir ábyrgdararnir skulu yvirtaka teirra ábyrgdarpartar.
§ 71. 3) 1) §§ 77 og 86-88, § 89, stk. 1 og 3, §§ 92 og 93, § 94, stk. 1, § 95, § 96, stk. 1, § 100, § 101, stk. 1-4 og 8, § 102, stk. 1-3, § 105, § 111, stk. 1, nr. 1 og stk. 2 og 4, §§ 112-115, § 117, stk. 1, §§ 118-122, 124-128, 131, 133 og 134, § 135, stk. 1-3 og 5, og §§ 136-141 og 143 í vinnufelagslógini eru, við teimum neyðugu tillagingunum og teimum frávikum, sum ásetingarnar í hesi lóg hava við sær, somuleiðis galdandi fyri sínámillum tryggingarfeløg.
Stk. 2. Í teimum í stk. 1 nevndu reglum, verða reglurnar viðvíkjandi partaeigarum at nýta viðvíkjandi ábyrgdarum, og reglurnar um partapening og partabrøv at nýta viðvíkjandi ábyrgdarpeningi og ábyrgdarpørtum við neyðugum tillagingum.
Stk. 3. 3) 1) § 76, stk. 2, 3 og 5, § 80, stk. 1-4, § 81, § 90, stk. 1 og 2, §§ 91, 98 og 99, § 101, stk. 1, 2 og 4, § 102, stk. 1-3, og §§ 108, 109, 125 og 126 í vinnufelagslógini verða somuleiðis við neyðugum tillagingum og við teimum frávikum, sum ásetingarnar í hesi lóg hava við sær, at nýta viðvíkjandi sínámillum tryggingarfeløgum.
Stk. 4. Í teimum í stk. 3 nevndu reglum verða reglurnar viðvíkjandi partaeigarum at nýta viðvíkjandi øllum, ið hava atkvøðurætt á aðalfundi í sínámillum tryggingarfelagnum.
Stk. 5. 3) 1) § 180, stk. 1, og § 194 í vinnufelagslógini um útgjald til partaeigarar skulu nýtast samsvarandi viðvíkjandi rentu til ábyrgdarar og útgjald til limir í sínámillum tryggingarfeløgum.
Serstakar reglur fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar
§ 72. Um ikki landsstýrismaðurin við atliti at viðurskiftunum hjá eftirlønargrunninum loyvir eina aðra samanseting av nevndini, skal henda hava ein formann og eitt líka tal av nevndarlimum, og av hesum skal í minsta lagi helvtin verða vald av og millum limirnar í eftirlønargrunninum.
Stk. 2. Í viðtøkunum kann tað verða ásett, at val av nevnd og broyting í viðtøkunum verða gjørd av limum felagsins við frumatkvøðu.
§ 73. 3) Reglurnar fyri sínámillum feløg í §§ 17 og 71 verða at nýta samsvarandi viðvíkjandi tvørgangandi eftirlønargrunnum, sbr. tó stk. 2 og § 162, stk. 2 og 3.
Stk. 2. 1) § 120 stk.1 og 3 í vinnufelagslógini er ikki galdandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar.
Kapittul 9
Víðarilatan av trúnaðarupplýsingum
§ 74. 2) Nevndarlimir, limir í økisnevndum og líknandi limir í umboðsnevndini í einum tryggingarfelag, grannskoðarar, granskarar og varamenn teirra, stovnarar, metingarmenn, avtøkustjórar, stjórar, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingar, aðalumboð og fyrisitarar í einum tryggingarfelag og onnur starvsfólk kunnu ikki av órøttum lata víðari ella misnýta trúnaðarupplýsingar, sum tey í útinnan av sínum starvi hava fingið kunnleika til. Reglan er samsvarandi galdandi fyri fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir.
Stk. 2. Tann, sum fær upplýsingar sambært stk. 1, er fevndur av tagnarskylduni, nevnd í stk. 1.
§ 75. Vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti kunnu latast víðari til at nýta í sambandi við røkt av umsitingarligum uppgávum.
Stk. 2. Til tess at røkja umsitingarligar uppgávur kunnu upplýsingar latast víðari til umsitingarfelagið í einum tryggingarumsitingarfelagsskapi.
Stk. 3. 1) Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar kunnu í sambandi við ráðgeving um lívstryggingar- og eftirlønarskipanir umframt persónstryggingar, ið eru partur av slíkum skipanum, lata víðari upplýsingar um kundaviðurskifti til tryggingarfeløg, sum tryggingarfelagið ella eftirlønargrunnurin eru samtøkuknýtt at, ella til umsitingarfelagið í einum tryggingarumsitingarfelagsskapi. Upplýsingar um heilsulig viðurskifti ella aðrar viðkvæmar upplýsingar kunnu ikki latast víðari uttan kundans samtykki.
Stk. 4. 1) Tann, sum fær upplýsingar sambært stk. 1-3, er fevndur av tagnarskylduni, nevnd í § 74, stk. 1.
Stk. 5. 1) Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um, hvørjar upplýsingar eru vanligar kundaupplýsingar sambært stk. 1.
§ 76. Upplýsingar um heilt privat viðurskifti kunnu ikki latast víðari uttan kundans samtykki uttan so, at víðarilatanin er heimilað sambært § 74, stk. 1, ella § 75, stk. 2.
§ 77. 2) Upplýsingar kunnu latast víðari til móðurfelagið hjá tryggingarfelagnum til at nýta í sambandi við váðastýring av fyritøkum í samtøkuni, um so er, at móðurfelagið er eitt tryggingarfelag, ein fíggjarligur haldfelagsskapur ella ein tryggingarhaldfelagsskapur. Hetta er tó ikki galdandi fyri upplýsingar um heilt privat viðurskifti.
Stk. 2. Upplýsingar um privatkundar kunnu ikki latast víðari at nýta í váðastýring, sbrt. stk. 1, uttan í serligum førum, har upplýsingarnar um ein privatkunda viðvíkja skyldum, ið hava ella kunnu fáa munandi stødd.
§ 78. 1) Upplýsingar um ein privatkunda kunnu ikki latast víðari til at nýta í sambandi við marknaðarrøkt ella ráðgeving uttan so, at kundin hevur givið samtykki, sbr. tó § 75, stk. 3.
Stk. 2. Til samtøkufeløg, ið hava tagnarskyldu, sum nevnd í § 74, stk. 1, og fyritøkur, har fleiri tryggingarfeløg í felag eiga eina fyritøku, ið rekur virksemi, ið tryggingarfelagið kann reka gjøgnum eitt dótturfelag, ella ein fyritøka, sum er atknýtt virksemi tryggingarfelagsins og hevur tagnarskyldu, sum nevnt í § 74, stk. 1, kann víðarilatan sambært stk. 1 fara fram uttan samtykki, um so er, at tað snýr seg um vanligar kundaupplýsingar, ið eru grundarlag undir flokkan í kundabólkar, og um víðarilatanin er neyðug fyri, at tann fyritøkan, sum upplýsingarnar verða víðarilatnar til, kann fylgja einum sjálvsagt heimilaðum áhugamáli, og fyrilitini fyri privatkundanum ikki eru eins stór og hetta áhugamál.
Stk. 3. Vanligar upplýsingar um vinnulívskundar kunnu latast víðari til at nýta í marknaðarrøkt og ráðgeving til eitt fíggjarfelag, sum hevur tagnarskyldu, sum nevnt í § 74, stk. 1.
§ 79. Tryggingarfelagið skal gera leiðreglur fyri, í hvønn mun upplýsingar verða latnar víðari frá felagnum. Leiðreglurnar skulu vera alment atkomuligar.
§ 80. Eitt samtykki til víðarilatan av upplýsingum skal vera skrivligt.
Stk. 2. Tá ein tryggingaravtala verður gjørd við støði í telefonáheitan, kann samtykki til víðarilatan av upplýsingum til hesa nýtslu tó latast munnliga. Í slíkum føri skal tryggingarfelagið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tryggingaravtalan er gjørd, skrivliga kunna kundan um, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari við hansara munnliga samtykki, til hvørji endamál víðarilatast kann, og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í munnliga samtykki kundans.
Stk. 3. Biður kundin um tað, skal tryggingarfelagið upplýsa hann um, hvørji sløg av upplýsingum kunnu latast víðari við hansara samtykki, til hvørji endamál víðarilatast kann, og hvør kann fáa upplýsingarnar við støði í samtykki kundans.
Stk. 4. Tryggingarfelagið skal, tá skrivligt samtykki verður fingið til vega, upplýsa kundan um møguleikarnar fyri, sambært stk. 3, at fáa upplýsingar um, hvat samtykkið fevnir um.
Partur V
Fæfeingisviðurskifti hjá tryggingarfeløgum
Kapittul 10
Solvens 1)
§ 81. Nevnd og stjórn í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum skal tryggja, at virki hevur nóg nógv grundarfæfeingið og hevur um hendur innanhýsis skipanir til váðameting og váðastýring, fyri leypandi at kunna meta um og varðveita grundarfæfeingið á einum støði, slagi og býti, sum er hóskandi fyri at svara fyri váða hjá virkinum.
Stk. 2 1) 2) Grundarfæfeingið hjá tryggingar- feløgum og eftirlønargrunnum skal í minsta lagi vera
1) 4 prosent av váðamettu postunum fyri lívstryggingarburturleggingar umframt 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina fyri lívstryggingarvirksemi í tryggingarflokki I-IV og VI, har tryggingarfelagið hevur ein íløguváða,
2) 1 prosent av váðamettu postunum fyri lívstryggingarburturleggingar og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina fyri lívstryggingarvirksemi í tryggingarflokki V og tryggingarflokki III, har felagið ikki hevur ein íløguváða, og har tann upphædd, ið skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, verða ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár,
3) 25 prosent av tryggingarliga umsitingarkostnaðinum í seinasta roknskaparári og 0,3 prosent av váðamettu postunum fyri váðaupphæddina fyri lívstryggingarvirksemi í tryggingarflokki III, har felagið ikki hevur ein íløguváða, og har tann upphædd, sum skal rinda rakstrarkostnaðin, ið er ásettur í tryggingaravtaluni, ikki verða ásett fyri eitt tíðarskeið, ið er longri enn 5 ár,
4) tann størsta upphæddin í skaðatryggingarvirksemi av:
a) 18 prosent av váðamettu postunum fyri tað hægsta av bruttotryggingargjøldum og bruttotryggingargjaldsinntøkum upp til 61,3 milliónir evrur og 16 prosent av upphæddum oman fyri hetta,
b) árligt meðal av 26 prosentum av váðamettu postunum fyri bruttoendurgjaldskostnað fyri upphæddir upp til 42,9 milliónir evrur og 23 prosent av upphæddum oman fyri hetta tey seinastu 3 roknskaparárini,
5) 3,7 milliónir evrur fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið reka lívstryggingarvirksemi,
6) 2,5 milliónir evur fyri tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið inna tryggingarflokkarnar 1-9 og 16-18, og
7) 3,7 milliónir evrur fyri tryggingarfeløg, ið hava tryggingarflokkarnar 10-15.
8) 3,6 milliónir evrur fyri tryggingarfeløg, ið útinna endurtryggingarvirksemi.
9) 1,2 milliónir evrur fyri captiv endurtryggingarfeløg.
Stk. 3. 1) Solvenskravið er samanlegging av teimum í stk. 2, nr. 1-4, nevndu upphæddum.
Stk. 4. 1) Minsta fæfeingiskravið er tann størsta av upphæddunum í stk. 2, nr. 5-9.
Stk. 5. 1) Fyri sínámillum tryggingarfeløg, ið eru fevnd av stk. 2, nr. 6 ella 7, kann minsta fæfeingiskravið verða lækkað við neyvari treytum.
Stk. 6. 1) Fyri sínámillum tryggingarfeløg, ið eru fevnd av stk. 2, nr. 6 ella 7, og lúka treytirnar í stk. 4 og 6, er minsta fæfeingiskravið niðursett til ta størstu upphæddina av
1) 0,225 milliónir evrur fyri loyvi til tryggingarflokk 1-8, 16 og 18 og
2) 0,15 milliónir evrur fyri loyvi til tryggingarflokk 9 og 17.
Stk. 7. Fyri at verða fevndur av tí niðursetta fæfeingiskravinum í stk. 5, skal eitt sínámillum tryggingarfelag, umframt tær í stk. 4 nevndu treytir, somuleiðis lúka hesar treytir:
1) viðtøkurnar skulu geva møguleika til at krevja eykagjald ella minka veitingarnar,
2) bruttotryggingargjaldsinntøkurnar frá síðsta roknskaparári kunnu ikki vera meira enn 5 milliónir evrur,
3) felagið kann ikki hava loyvi til tryggingarflokk 10-15, og
4) í minsta lagi helvtin av síðsta árs bruttotryggingargjaldsinntøkum skulu stava frá tryggingum, har tryggingartakararnir eru likamligir persónar, ið eru limir í felagnum.
Stk. 8. 1) Nevnd og stjórn í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum skulu við støði í metingini sbrt. stk. 1 gera upp tann individuella solvenstørvin hjá virkinum.
Stk. 9. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta hægri individuelt solvenskrav enn tað, sum framgongur av stk. 3.
Stk. 10. 1) Tær í stk. 2, nr. 4-9 nevndu upphæddir verða ásettar í samsvari við avgerð, sum verður tikin av European Insurance and Occupational Pensions Committee. Landsstýrismaðurin kunnger, hvørjar upphæddir skulu vera galdandi frá byrjanini av komandi roknskaparári.
§ 82. 1) Fæfeingiskravið er tað størsta av antin solvenskravinum ella minsta fæfeingiskravinum í § 81.
§ 83. 1) Grundarfæfeingið er kjarnufæfeingið lagt aftur at ískoytisfæfeinginum við frádrátti.
Stk. 2. 1) Tryggingareftirlitið ásetur reglur um uppgerð av grundarfæfeinginum, undir hesum veruligt kjarnufæfeingi og ískoytisfæfeingi.
§ 83 a. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um, at tryggingarfeløg kunnu skriva út skuldarbrøv við treytum um umskifti til partapening, ábyrgdarpening ella lutapening, undir hesum í hvønn mun kapittul 10 í vinnufelagslógini verður at nýta.
§ 84. 1) (Strikað).
§ 85. 1) (Strikað).
§ 86. 1) (Strikað).
§ 87. 1) (Strikað).
§ 88. 1) (Strikað).
§ 89. 1) (Strikað).
§ 90. 1) (Strikað).
§ 91. 1) (Strikað).
§ 92. Við váðamettar postar skilst upphæddir, sum eru javnaðar í mun til tryggingarslag, útgjaldstíð, serlig viðurskifti í sambandi við endurtrygging, miðal tryggingargjaldsgrundarlag, umsitingarkostnað og endurgjaldskostnað, umframt aðrar postar í váðaupphæddini.
§ 93. 1) Tryggingareftirlitið ásetur neyvari reglur um:
1) uppgerð av váðamettu postunum,
2) uppgerð eftir § 81, stk. 1 og 8,
3) fráboðan um váðamettu postarnar, fæfeingiskravið, solvenstørvin og grundarfæfeingið,
4) treytir fyri lækkan av minsta fæfeingiskravinum, sbr. § 81, stk. 5.
Kapittul 11
Peningaíløgur og gjaldføri
§ 94. Peningur, ið eitt tryggingarfelag ella ein eftirlønargrunnur hevur ræði á, skal verða nýttur til íløgur á ein hóskandi og fyri tryggingartakararnar gagnligan hátt, soleiðis at tryggingarfelagið til eina og hvørja tíð kann halda sínar skyldur.
§ 95. Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar skulu hava ein bólk av ognum, hvørs samlaða virði altíð í minsta lagi samsvarar virðinum á felagsins samlaðu tryggingarligu burturleggingum.
Stk. 2. Ognirnar, ið eru fevndar av stk. 1, skulu verða valdar soleiðis, at tær, í mun til slagið av felagsins tryggingum viðvíkjandi trygd, vinningi og gjaldføri, eru av slíkum slagi og samanseting, at tær eru skikkaðar til at tryggja, at tey tryggjaðu fáa fulnað. Tað má ikki vera ósamsvarandi stórur bundinskapur av einum ávísum slagi av ognum, einum ávísum íløgumarknaði ella eini ávísari íløgu.
§ 96. Eftir ásetingunum í hesum kapitli verða ognirnar gjørdar upp sambært hesum reglum:
1) Ognirnar verða gjørdar upp og javnaðar so við og við í samsvari við tær reglur, ið verða ásettar fyri ársfrásøgnir sambært § 124.
2) Frádragast skal fyri ein møguligan skuldarbundnan part, og útlán kunnu bert verða tikin við við einum virði, ið kemur fram, eftir at mótrokniligar skyldur eru drignar frá mótvegis lántakara.
3) Virðið á fíggjarsáttmálum, ið minka vandan fyri, at ognirnar ikki rinda tær tryggingarligu skyldurnar, skal íroknast virðið á ognunum.
4) Áogn fyri ikki gjaldkomnar rentur av ognum sum eru fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-4, 6, 7, 9 og 11-14, verða íroknaðar virðið á ognunum.
§ 97. Sambært ásetingunum í hesum kapitli verða tær tryggingarligu burturleggingarnar uppgjørdar eftir hesum reglum:
1) Burturleggingarnar verða gjørdar upp og javnaðar so við og við í samsvari við tær reglur, ið verða ásettar fyri ársfrásøgn felagsins sbr. § 124.
2) Burturleggingar verða brutto uppgjørdar fyri tryggingar, ið eru beinleiðis teknaðar.
3) Tann parturin av teimum tryggingarligu burturleggingunum fyri óbeinleiðis tryggingar, ið samsvarar endurtryggingargoymslum hjá gevandi tryggingarfeløgum, verða drigin frá
4) Upp til helvtin av útistandandi gjaldkomnum tryggingargjøldum verða drigin frá.
§ 98. 1) Hesi sløg av ognum kunnu vera partur av ognunum, fevndar av § 95, stk.1:
1) Lánsbrøv ella skuldarbrøv, sum stjórnir ella økismyndugleikar í øki A hava givið út, ella ábyrgdast fyri.
2) Lánsbrøv, upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella í einum landi, ið ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, ella á samsvarandi marknaðum í øðrum londum, og sum altjóða felagsskapir, ið hava í minsta lagi eitt ES-land sum lim, hava givið út.
3) Realkredittlánsbrøv og onnur lánsbrøv, givin út í einum landi, sum er limur í ES, ella einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, ið hava eina samsvarandi trygd.
4) Útistandandi skuld, tó ikki útistandandi skuld, ið er sett aftur um aðrar ognarar hjá lánistovnum og tryggingarfeløgum undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um, og onnur útistandandi skuld, ið lánistovnar ella tryggingarfeløg ábyrgdast, ið eru undir almennum eftirliti í londum, sum øki A fevnir um.
5) Grundøkir, sethúsaognir, skrivstovu- og handilsognir og aðrar ognir, hvørs virði er óheft av einari serligari vinnunýtslu.
6) Lán, tryggjað við tinglýstum veðrætti í ognum, sum nr. 5 fevnir um, fyri eina upphædd upp til 80 prosent av seinast metta ognarvirðinum fyri sethúsaognir og 60 prosent fyri aðrar ognir.
7) Lán móti trygd í egnum lívstryggingarskjølum innan fyri teirra afturkeypsvirði.
8) Lutir í
a) íløgustovnum, ið eru fevndir av samveldisrættarligum reglum, peningamarknaðarfeløgum, íløgufeløgum og góðkendum fámannafeløgum ella deildum, sbr. anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.,
b) plaseringsfeløgum og professionellum feløgum ella deildum, sum í viðtøkunum hava ásetingar um amboð og váðaspjaðing, sum samsvara við tær, ið eru galdandi fyri íløgufeløg, peningamarknaðarfeløg og íløgustovnar, ella ásetingar um váðaspjaðing, ið samsvara ásetingunum í § 106, stk. 3 og 4 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v., og
c) øðrum feløgum ella deildum, um hesi feløg í sínum viðtøkum hava ásetingar um amboð og váðaspjaðing, ið samsvara við tað, sum er galdandi fyri íløgufeløg, peningamarknaðarfeløg og íløgustovnar, ella ásetingar um váðaspjaðing, ið samsvara við ásetingarnar í § 106, stk. 3 og 4 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.
9) Onnur lánsbrøv ella lán, upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella í einum landi, ið ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, ella á samsvarandi marknaðum í øðrum londum innan A-økið.
10) Fæfeingislutir, upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur avtalu við á fíggjarøkinum, ella á samsvarandi marknaðum í øðrum londum innan A-økið.
11) Ognir, ið ikki eru fevndar av nr. 5, og lán, tryggjað við tinglýstum veðrætti í ognum, sum ikki eru fevndar av nr. 6.
12) Fæfeingislutir og onnur virðisbrøv, upptikin til handils á einum marknaði í einum landi uttan fyri A-økið, hvørs marknaður samsvarar við ein reguleraðan marknað í ES, og onnur virðisbrøv, upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella einum landi, sum ES hevur avtalur við á fíggjarøkinum, ella á samsvarandi marknaðum í øðrum londum innan A-økið.
13) Onnur lán og virðisbrøv, ið ikki eru fevnd av nr. 1-12.
14) Endurtryggingaravtalur og áogn hjá endurtryggingarfeløgum, ella endurtryggingarfeløgum undir almennum eftirliti, ið hava fingið eina styrkismeting av einari viðurkendari styrkismetingarfyritøku samsvarandi minsta íløgustigi.
Stk. 2. Í einum dótturfelag, hvørs virksemi er avmarkað til at fremja og umsita íløgur í ognir, sum stk. 1 fevnir um, kunnu ognir dótturfelagsins innan fyri virðið á fæfeingislutunum í og møgulig lán til dótturfelagið verða viðgjørd sum ognir sambært stk. 1. Eigur móðurfelagið ikki alt dótturfelagið, verða ognir tess tiknar við, við einum lutfalsligum virði, samsvarandi tí partinum av eginpeninginum, ið er ogn.
Stk. 3. Um tryggingarfelagið hevur eitt dótturfelag, ið rekur beinleiðis lívstryggingarvirksemi við loyvi sambært hesi lóg, kunnu ognir dótturfelagsins verða viðgjørdar sum ogn sambært stk. 1. Tann parturin av ogn dótturfelagsins, ið ikki verður nýttur til rindan av dótturfelagsins tryggingarligu burturleggingum, og ein upphædd, ið samsvarar við fæfeingiskrav dótturfelagsins, skal, tá so er, vera av slíkum slagi og samanseting, at tey kunnu vera millum ognir móðurfelagsins til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum eftir reglunum í hesum kapitli. Ognir dótturfelagsins kunnu tilsamans í mesta lagi verða partur í teimum ognum, ið rinda tryggingarligu burturleggingarnar, við einum virði, ið samsvarar virðinum á móðurfelagsins partabrøvum í og møguligum lánum til dótturfelagið við frádrátti av dótturfelagsins fæfeingiskravi. Eigur móðurfelagið ikki alt dótturfelagið, verða ognir tess tiknar við við einum lutfalsligum virði, ið samsvarar tí partinum av eginpeninginum, ið er ogn.
Stk. 4. Stk. 3 kann verða nýtt samsvarandi fyri onnur dótturfeløg, ið eru tryggingarfeløg við loyvi sambært hesi lóg. Ognirnar hjá einum slíkum dótturfelag kunnu tó í mesta lagi íroknast ognunum við einum virði, ið samsvarar við 5 prosent av móðurfelagsins tryggingarligu burturleggingum.
§ 99. 1) Hesi mørk viðvíkjandi tryggingarligum burturleggingum eru galdandi fyri írokning av ognum, fevndar av § 95, stk. 1:
1) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 8-14, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 70 prosent.
2) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 12, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 10 prosent.
3) Lán, fevnd av § 98, stk. 1, nr. 13, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 2 prosent.
4) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 4, 6, 8-10, 12 og 13, útskrivaðar av ella við trygd frá peningastovnum, realkredittstovnum, tryggingarfeløgum, deildum hjá íløgustovnum og plaseringsfeløgum, peningamarknaðarfeløgum, íløgustovnum, fámannafeløgum og professionellum feløgum sum fyri hvørja fyritøku og deild hjá einum felagi, er meira enn 5 prosent av teimum tryggingarligu burturleggingunum, kunnu tilsamans í mesta lagi vera 40 prosent.
Stk. 2. 1) Onnur lán og virðisbrøv, ið eru fevnd av § 98, stk. 1, nr. 13, mugu ikki fara upp um 10 prosent av tryggingarligu burturleggingunum. Fyri endurtryggingarvirksemi er markið 30 prosent.
§ 100. 1) Ognir, ið eru ein váði fyri eitt einstakt felag ella ein bólk av innanhýsis atknýttum feløgum, kunnu verða tiknar við í ognirnar, nevndar eru í § 95, stk. 1, um tær eru innan fyri niðanfyri nevndu mørk, ið eru ásett í mun til tryggingarligu burturleggingarnar:
1) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 3, mugu ikki fara upp um 40 prosent.
2) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 4, mugu ikki fara upp um 10 prosent.
3) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 8, sbr. tó stk. 4, mugu ikki fara upp um 10 prosent.
4) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 14, mugu ikki fara upp um 10 prosent.
5) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 6, 7, 9, 10, 12 og 13, mugu tilsamans ikki fara upp um 4 prosent í tryggingarfeløgum, ið ikki beinleiðis reka lívstryggingarvirksemi, sbr. tó stk. 2.
6) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 6, 7, 9, 10, 12 og 13, mugu tilsamans ikki fara upp um 2 prosent í eftirlønargrunnum og tryggingarfeløgum, sum reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi, sbr. tó stk. 2. Markið er 3 prosent, um so er, at eginpeningurin í tí felagnum, sum henda ogn viðvíkur, fer upp um 250 milliónir kr., tá ið felagið hevur heimstað í einum landi í A-økinum, og ognin er upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur avtalu við á fíggjarøkinum, ella á samsvarandi marknaðum í øðrum londum innan A-økið.
7) Ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 5-7 og 9-13, mugu tilsamans ikki fara upp um 5 prosent.
8) Lán, ið eru fevnd av § 98, stk. 1, nr. 13, mugu ikki fara upp um 1 prosent.
Stk. 2. 1) Tá ið íløgur verða gjørdar í fæfeingislutir og lán til eitt felag ella ein bólk af innanhýsis atknýttum feløgum, hvørs virksemi einans er at gera íløgur í ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 5 og 11, má íløgan tilsamans ikki fara upp um 5 prosent av tryggingarligu burturleggingunum, sbr. § 95, stk. 1.
Stk. 3. 1) Stk. 1, nr. 3 og 5-7, og stk. 2 og 5 eru ikki galdandi fyri íløgur í eitt dótturfelag, sum er fevnt av § 98, stk. 2-4.
Stk. 4. 1) Stk. 1, nr. 3 og 5-7, og stk. 2 og 5 eru ikki galdandi fyri íløgur í virkir, íløgustovnar og feløg, ið eru fevnd av § 98, stk. 1, nr. 8, hvørs virksemi sambært viðtøkunum er avmarkað til at gera íløgur í ognir, ið eru fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-3. Tílíkar íløgur kunnu, í mun til mørkini, ið eru ásett í stk. 1, nr. 5-8 og stk. 2 og § 99, stk. 1, nr. 1-3, verða mettar sum ognir, fevndar av § 98, stk. 1, nr. 1-3.
Stk. 5. 1) Fyri ognir, ið eru fevndar av § 98, stk. 1, nr. 6, 7, 9, 10, 12 og 13, er markið 5 prosent fyri íløgur í einstakt felag og 10 prosent fyri íløgur í ein bólk av innanhýsis atknýttum feløgum í mun til burturleggingar tryggingarfelagsins til at dekka endurtryggingarvirksemi tess.
§ 101. Í ognunum, ið eru fevndar av § 95, stk. 1, skal ein upphædd upp á í minsta lagi 80 prosent vera denominerað í einsháttaðum gjaldoyrum. Fyri endurtryggingarvirksemi er markið í minsta lagi 70 prosent.
Stk. 2. Ognir, ið eru denomineraðar í evru, kunnu verða nýttar til at lúka helvtina av kravinum í stk. 1 fyri tær tryggingarligu burturleggingarnar í einum øðrum ES-gjaldoyra enn evru.
Stk. 3. Kravið í stk. 1 er ikki galdandi, um so er, at tryggingarligu burturleggingarnar í viðkomandi gjaldoyra eru minni enn 7 prosent av tryggingarligu burturleggingunum í øðrum gjaldoyrum.
§ 102. § 95, stk. 2 og §§ 99-101 eru ikki galdandi fyri tryggingarligar burturleggingar í tryggingarflokki III, har tryggingarfelagið ella eftirlønargrunnurin ikki hevur átikið sær nakran íløguváða.
Stk. 2. 1) § 99, stk. 1, nr. 4 og § 100, stk. 1, nr. 3, eru ikki galdandi fyri pening, ið er settur í íløgufeløg, serfeløg og góðkend fámannafeløg, fevnd av § 98, stk. 1, nr. 8.
Stk. 3. 1) § 99, stk. 1, nr. 1, er ikki galdandi fyri pening, ið er settur í íløgufeløg, serfeløg og góðkend fámannafeløg, fevnd av § 98, stk. 1, nr. 8, við tí fyritreyt, at goymslan av ognum hjá hesum feløgum verður roknað við í uppgerðina av plasering av peningi, fevndur av stk. 3, og at ásetingarnar í §§ 94-105 við teimum í stk. 2 nevndu undantøkum við hesi uppgerð eru hildnar.
§ 103. Í lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum skal verða førd ein skrá yvir ognirnar, fevndar av § 95, stk. 1, og fíggjarsáttmálar sambært § 96, stk. 1, nr. 3. Í skaðatryggingarfeløgum skal tað harumframt verða førd ein skrá við ognum, sum samsvarar við innkomin tryggingargjøld, har tryggingartíðarskeiðið ikki byrjar, fyrr enn roknskaparárið er endað. Tær skrásettu ognirnar og sáttmálarnir eru einans ætlað til at geva teimum tryggjaðu fulnað.
Stk. 2. Kravið um skráseting er ikki galdandi fyri tryggingarskjalslánini, nevnd í § 98, stk. 1, nr. 7.
Stk. 3. Er føst ogn millum ognirnar, verður tinglýst veðbræv skrásett.
Stk. 4. Fyri dótturfeløg, ið § 98, stk. 2, fevnir um, og dótturfeløg, ið § 98, stk. 3 og 4, fevna um, verða fæfeingislutir í og møgulig lán til dótturfelagið skrásett.
Stk. 5. Tryggingarfeløg og eftirlønargrunnar geva fráboðan til Tryggingareftirlitið um, hvørjar ognir eru skrásettar í skránni. Eftirlitið, ella hann, sum eftirlitið heimilar til tess, ansar eftir, at hesar ognir eru til staðar, sambært neyvari reglum, sum eftirlitið hevur ásett.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann krevja, at skráin verður sett í varðveitslu, um eftirlitið ger av at avmarka ella nokta felagnum ræði yvir ognum tess. Í sambandi við varðveitsluna av skránni skal eftirlitið verða skrásett sum heimilað í einari virðisbrævamiðstøð viðvíkjandi virðisbrøvum. Viðvíkjandi hinum ognunum og sáttmálunum, ið eru ætlað til rindan av teimum tryggingarligu burturleggingunum, skulu hesar handveðsetast til frama fyri Tryggingareftirlitið.
Stk. 7. Ein og hvør broyting í eini skrá, sum er í varðveitslu, skal góðkennast av Tryggingareftirlitinum og skrásetast í skránni.
§ 104. 1) Tryggingareftirlitið kann í eitt avmarkað tíðarskeið gera undantøk frá § 98, § 99, stk. 1, nr. 4, og stk. 2, 1. pkt. og § 100, stk. 1, nr. 2-8 og stk. 2-5.
§ 105. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri
1) avmarking av virðisbrøvum, ið eru fevnd av fleiri av teimum í § 98, stk. 1, nevndu ognarbólkum,
2) staðfesting av ognunum og einsháttaðum gjaldoyrum í mun til tryggingarligu burturleggingarnar,
3) fulnaði fyri tryggingarligum burturleggingum fyri tryggingar, ið eru fevndar av § 102, og
4) fráboðan, skráseting og eftirlit av, at ognirnar í skráunum eru til staðar sambært § 103.
Kapittul 12
Samtøkureglur, stovnfesting, o.a.
Samtøkureglur
§ 105 a. 1) Í samtøkum, har móðurfelagið er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, eru ásetingarnar um solvens fyri peningastovnar í kapitli 10 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed galdandi. Móðurfelagið hevur eftirlit við at hesar ásetingar verða hildnar. Harumframt eru ásetingarnar um samtøkur og konsolidering v.m. í kapitli 12 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed galdandi fyri samtøkur, har móðurfelagið er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, og har hesi viðurskifti ikki frammanundan eru regulerað í tryggingarlógini.
Stk. 2. Reglur fyri fíggjarligar haldfelagsskapir, sum eru ásettar í kunngerð við heimild í kapitli 10 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, eru somuleiðis galdandi fyri fíggjarligar haldfelagsskapir, ið eru fevndir av tryggingarlógini.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann taka tær avgerðir, sum danska Fíggjareftirlitið hevur heimild til sambært kapitli 10 og 12 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed.
§ 105 b. 2) Í samtøkum, har móðurfelagið er ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag, verða ásetingarnar í § 81 at nýta samsvarandi fyri tryggingarhaldfelagsskapin. Móðurfelagið hevur eftirlit við, at hesar ásetingar verða hildnar.
§ 106. 2) Samtøkur, har móðurfelagið er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt fíggjarfelag, skulu eina ferð árliga fráboða allar bindingar, sbrt. § 5, stk. 1, nr. 7, sum eru meira enn 10 prosent av grundarfæfeingi samtøkunnar.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri fráboðanini sambært stk. 1.
§ 106 a. 2) Tryggingarfeløg og dótturfeløg tess og feløg, ið fyribils verða rikin av tryggingarfeløgum, skulu ikki takast við í konsolideringina sambært § 105 a. Tryggingareftirlitið kann tó gera av, at hesi feløg skulu takast við.
Úrskiljing, avhendan og innanhýsis samtøkuflytingar
§ 107. 2) Tryggingareftirlitið kann áleggja einum móðurfelag, sum eigur fæfeingislutir í fíggjarfeløgum, at skilja fíggjarfeløg og fíggjarstovnar burturúr í eina lutasamtøku undir einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi, um so er, at
1) samtøkan er soleiðis skipað, at móðurfelagið ikki skal lúka solvenskravið í § 105 a ella § 105 b,
2) ein limur í nevnd ella stjórn móðurfelagsins er fevndur av einum av viðurskiftunum í § 49, stk. 2, nr. 1, 2 og 4, ella
3) bygnaðurin annars ger tað trupult at røkja uppgávur Tryggingareftirlitsins.
§ 108. 2) Tryggingareftirlitið kann áleggja einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi at avhenda fæfeingislutir í einum fíggjarfelag, um so er, at
1) móðurfelagið ella samtøkan ikki lýkur solvenskravið í § 105 a ella 105 b,
2) ein limur í nevnd ella stjórn haldfelagsins ikki hevur nøktandi royndir til tess at røkja starvið ella uppgávuna, ella er fevndur av einum av viðurskiftunum í § 49, stk. 2, nr. 1-2 og 4, ella
3) móðurfelagið arbeiðir ímóti einari skynsamari og fullgóðari umsiting av fíggjarfelagnum.
§ 109. 2) Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur fyri flytingar (transaksjónir), ið verða gjørdar millum eitt fíggjarfelag og
1) fyritøkur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru heftar at fíggjarfelagnum sum dótturfeløg, afturatknýttar fyritøkur ella móðurfeløg, ella sum fyritøkur, ið eru afturatknýttar móðurfelagnum og onnur dótturfeløg,
2) fyritøkur ella persónar, sum eru heft at fíggjarfelagnum gjøgnum tøtt sambond sbrt. § 5, stk. 1, nr. 8, ella
3) fyritøkur, ið ikki eru fevndar av nr. 1 og 2, har meginparturin av persónunum í leiðslu fyritøkunnar eru teir somu, ella har fyritøkurnar hava eina felags leiðslu sambært avtalu ella viðtøkuásetingum.
Stk. 2. Innanhýsis samtøkuflytingar, sum eru gjørdar ímóti teimum sambært stk. 1 ásettu reglum, skulu ógildast soleiðis, at veitingarnar, um tað er gjørligt, skulu latast aftur, umframt at møguligar veðsetingar enda. Útgjøld frá fíggjarfelagnum, ið eru gjørd í sambandi við innanhýsis samtøkuflytingar ímóti teimum sambært stk. 1 ásettu reglum, skulu flytast aftur saman við einari árligari rentu av upphæddini samsvarandi tí rentu, ið er ásett eftir § 5, stk. 1 og 2, í lóg um rentu við ov seinum gjaldi.
§ 110. 2) Eitt tryggingarfelag ella ein tryggingarhaldfelagsskapur kann ikki uttan loyvi frá Tryggingareftirlitinum hava skuldbindingar við aðrar fyritøkur í somu samtøku, undantikið skuldbindingar við dótturfeløg.
Stk. 2. Eitt tryggingarfelag kann ikki í aðrar mátar hava eina binding við feløg ella persónar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava eina avgerandi ávirkan á tryggingarfelagið, ella sum eru stýrd av fyritøkum ella persónum við einari sovorðnari ávirkan.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann gera frávik frá stk. 2.
Partur VI
Ársfrásøgn, grannskoðan og nýtsla av ársyvirskoti
Kapittul 13
Ársfrásøgn, grannskoðan og nýtsla av ársyvirskoti
§ 111. 1) 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir skulu gera eina ársfrásøgn, sum skal hava eina leiðslufrágreiðing, leiðsluátekning og ein ársroknskap við fíggjarjavna, rakstrarroknskapi, notum, undir hesum frágreiðing um nýtta roknskaparsiðvenju og eitt yvirlit yvir gongdina í eginpeninginum. Tá ið ein ársroknskapur er grannskoðaður, inngongur grannskoðanarátekningin í ársfrásøgnina.
Stk. 2. Ársfrásøgnin skal gerast í samsvari við reglurnar í hesum kapitli og reglur, gjørdar við heimild í § 124, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Har ásetingar í hesum kapitli ella reglur, gjørdar sambært hesum kapitli regulera somu viðurskifti sum Forordning (EF) nr. 1606/2002 af 19. juli 2002 om anvendelse af internationale regnskabsstandarder, sbr. fylgiskjal 3, kunnu tryggingarfeløg og haldfelagsskapir í staðin velja at gera ársfrásøgn eftir teimum altjóða roknskaparstandardum, sum Forordning (EF) nr. 1606/2002 fevnir um.
Stk. 4. 1) 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir, hvørs virðisbrøv ikki eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði her á landi, í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, kunnu, hóast ásetingina í stk. 2, velja í ársfrásøgnini at nýta teir standardir, sum eru nevndir í stk. 3. Tryggingarfeløg og fíggjarligir haldfelagsskapir, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði her á landi, í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, kunnu, hóast stk. 2, í teimum pørtum av ársfrásøgnini, ið ikki er fevndir av grein 4 í nevnda forordningi, velja at nýta teir standardir, sum nevndir eru í stk. 3.
Stk. 5. 1) Tryggingarfeløg, sum fylgja teimum í stk. 3 nevndu standardum, skulu nýta allar góðkendar standardir í ársfrásøgnini. Har ásetingar í hesi lóg ella ásetingar, gjørdar við heimild í § 124, regulera somu viðurskifti sum standardirnir, skulu fyritøkur, sum nýta standardirnar, nýta standardirnar í staðin fyri hesar somu ásetingar. Um so er, at fyritøkurnar bara nýta standardirnar til samtøkuroknskapin og ikki ársroknskapin, eru 1. og 2. pkt. bara galdandi fyri samtøkuroknskapin.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann áseta upplýsingarkrøv fyri tær fyritøkur, ið nýta teir í stk. 3 nevndu standardir.
§ 112. Nevndin og stjórnin skulu gera ársfrásøgn fyri fyritøkuna.
Stk. 2. 1) Hvør einstakur leiðslulimur hevur ábyrgd av, at ársfrásøgnin verður gjørd í samsvari við lóggávuna og onnur møgulig krøv til roknskap í viðtøkum ella avtalu. Harumframt hevur hvør einstakur limur ábyrgd fyri, at ársroknskapurin og møguligur samtøkuroknskapur kann grannskoðast rættstundis og at ársfrásøgnin kann góðkennast rættstundis.Somuleiðis hevur hvør einstakur nevndarlimur ábyrgd av, at ársfrásøgnin verður send Tryggingareftirlitinum innan fyri tær í lóggávuni ásettu freistir.
§ 113. 1) Tá ið ársfrásøgnin er gjørd, skulu allir nevndar- og stjórnarlimir skriva hana undir og dagfesta undirskriftina. Teir skulu geva undirskrift sína í tilknýti til eina leiðsluátekning, har eisini navnið á hvørjum einstøkum limi týðiliga er tilskilað eins og starv teirra í mun til felagið, og har váttað verður, hvørt
1) ársfrásøgnin er gjørd í samsvari við krøvini í lóggávuni og møgulig krøv í viðtøkum ella avtalu,
2) ársroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av felagsins ognum og skyldum og, um samtøkuroknskapur er gjødur, samtaksins ognum og skyldum, fíggjarstøðu og úrsliti, og hvørt,
3) leiðslufrágreiðingin inniheldur eina rættvísandi frágreiðing um gongdina í felagnum og, um samtøkuroknskapur er gjørdur, um virksemi samtaksins og fíggjarviðurskiftini, og eina lýsing av teim týdningarmestu váðunum og óvissu tættunum, sum kunnu koma at ávirka felagið ávikavist samtøkuna.
Stk. 2. 1) Hevur leiðslan sett ískoytisfrágreiðing í ársfrásøgnina, skulu nevndarlimirnir og limirnir í stjórnini vátta í leiðsluátekningini, hvørt frásøgnin gevur eina rættvísa frágreiðing innan fyri karmarnar av vanligum góðkendum leiðreglum fyri slíkar frásøgnir.
Stk. 3. Hóast ein leiðslulimur er heilt ella partvíst ósamdur í ársfrásøgnini, ella hevur mótmæli móti, at hon skal góðkennast við tí innihaldi, ið er samtykt, kann hesin ikki nokta at skriva undir. Tó kann limurin saman við undirskrift og leiðsluátekning síni lata ítøkiliga og neyva grundgeving fyri mótmælinum.
§ 114. 1) Ársroknskapurin og møguligur samtøkuroknskapur skulu geva eina rættvísandi mynd av felagsins og samtaksins ognum, skyldum, fíggjarligu støðuni og úrslitinum. Í leiðslufrágreiðingini skal vera ein rættvísandi frágreiðing um tey viðurskifti, sum frágreiðingin er um.
Stk. 2. 1) Um nýtslan av ásetingunum í hesi lóg ella reglum, gjørdar við heimild í § 124, ikki á nóg góðan hátt geva eina rættvísandi mynd, soleiðis sum nevnt í stk.1, skulu fleiri upplýsingar verða givnar í ársfrásøgnini ávikavist samtøkuroknskapinum.
Stk. 3. 1) Um nýtslan av ásetingunum í hesum kapitli ella reglum, gjørdar við heimild í § 124, í serstøkum førum er í ósamsvari við kravið í stk. 1, 1. pkt., skal verða vikið frá hesum soleiðis, at hetta krav verður lokið. Eitt slíkt frávik skal verða nevnt í notunum hvørt ár, og grundgivið nøktandi og ítøkiliga, við upplýsing um, hvørja ávirkan – harundir, so vítt gjørligt, ta peningaligu ávirkanina - frávikið hevur á ávikavist felagsins og samtøkunnar ognir og skuld, tess fíggjarstøðu og úrslit.
§ 115. 1) Fyri at ársroknskapurin og samtøkuroknskapurin kunnu geva eina rættvísandi mynd, og fyri at leiðslufrágreiðingin kann innihalda eina rættvísandi frágreiðing, sbr. § 114, skulu krøvini í stk. 2 og 3 vera lokin.
Stk. 2. Ársfrásøgnin skal gerast á ein sovorðnan hátt, at hon stuðlar roknskaparbrúkarum í teirra fíggjarligu avgerðum. Nevndu roknskaparbrúkarar eru persónar, fyritøkur, felagsskapir og almennir myndugleikar o.a., hvørs fíggjarligu avgerðir vanliga verða mettar at verða ávirkaðar av eini ársfrásøgn, undir hesum verandi ella komandi virkisluttakarar, ognarar, starvsfelagar, kundar, samgongufelagar, nærsamfelagið, umframt stuðulsveitandi myndugleika og skattamyndugleika. Nevndu avgerðir skulu í minsta lagi viðvíkja
1) staðseting av egnum tilfeingi hjá roknskaparbrúkarunum,
2) leiðslunnar umsiting av fyritøkunnar tilfeingi,
3) býti av fyritøkunnar tilfeingi.
Stk. 3. Ársfrásøgnin skal gerast á ein sovorðnan hátt, at hon upplýsir um viðurskifti, ið vanliga hava týdning fyri roknskaparbrúkarar, sbr. stk. 2. Upplýsingarnar skulu harumframt vera álítandi í mun til, hvat roknskaparbrúkarar vanliga vænta.
§ 116. Ársfrásøgnin skal gerast sambært hesum grundleggjandi fyritreytum:
1) Hon skal vera gjørd á ein greiðan og einfaldan hátt (gjøgnumskygni).
2) Fyrilit skal takast fyri veruligum viðurskiftum, og ikki fyri formleikakrøvum uttan veruligt innihald (substansur).
3) Øll týðandi viðurskifti skulu vera í ársfrásøgnini, uttan so at tey eru lítilsmett (týdningur). Verða fleiri lítilsmett viðurskifti tilsamans mett at hava týdning, skulu tey tó vera partur av frágreiðingini.
4) Væntandi heldur raksturin av einum virksemi fram (going concern), uttan so at hann ikki skal, ella ikki verður hildin at kunna halda fram. Verður eitt virksemi avtikið, skal flokking og uppseting umframt írokning og máting verða tillagað avtøkuni.
5) Ein og hvør virðisbroyting skal síggjast, uttan mun til ávirkan á eginpening og rakstrarroknskap (neutralitetur).
6) Flytingar, hendingar og virðisbroytingar skulu íroknast, tá tær henda, uttan mun til nær tær verða goldnar (tíðaravmarking).
7) Írokningarháttur og mátistøði skulu nýtast einsháttað á somu sløg av viðurskiftum (konsistensur).
8) Hvør flyting, hending og virðisbroyting skal íroknast og mátast hvør fyri seg, eins og tey einstøku viðurskiftini ikki kunnu verða mótroknað við hvørt annað (bruttovirði).
9) Byrjanarjavnin fyri fíggjarárið skal vera samsvarandi endajavnanum fyri árið frammanundan (formellur kontinuitetur).
Stk. 2. Uppseting og flokking, stovnsfestanarháttur, írokningarháttur og mátistøði umframt tann nýtta gjaldoyraeindin kunnu ikki verða broytt frá einum roknskaparári til tað næsta (reellur kontinuitetur). Broyting kann tó verða gjørd, um tað hevur við sær, at ein betri, rættvísandi mynd fæst, ella um broytingin er neyðug orsakað av lógarbroyting ella nýggjum reglum, gjørdar við heimild í § 124.
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið kann, hóast ásetingina í stk. 1, nr. 8, áseta reglur um skyldu at mótrokna.
Stk. 4. 1) Frávik kunnu í serligum føri verða gjørd frá reglunum í stk. 1, nr. 6-9 og stk. 2. Í slíkum føri verður § 114, stk. 3, 2. pkt., at nýta samsvarandi.
§ 117. Ognir og skyldur hjá tryggingarfeløgum skulu, uttan so at annað er ásett sambært § 124, verða máld til dagsvirði. Ognir og skyldur verða upp- og niðurskrivaðar í samsvari við hetta, og upp- og niðurskrivingarnar verða innroknaðar í rakstrarroknskapin, uttan so at annað er ásett sambært § 124.
Stk. 2. Dagsvirðið verður mált til tað marknaðarvirðið, sum kann staðfestast fyri ognir ella skyldur á einum vælvirkandi marknaði. Verður ognin ella skyldan ikki handlað á einum vælvirkandi marknaði, verður ein viðurkendur háttur nýttur til at útrokna dagsvirðið á viðkomandi ogn ella skyldu.
§ 118. 1) Ískoytisfrágreiðingar, t.d. frágreiðingar um vitan og starvsfólkaviðurskifti (vitanarroknskapur), um umhvørvisviðurskifti (grønir roknskapir), um sosialu ábyrgd fyritøkunnar (sosialir roknskapir), og um fyritøkunnar siðfrøðiligu mið og uppfylging av hesum (siðfrøðiligir roknskapir), skulu geva eina rættvísa frágreiðing innan fyri karmarnar av vanligum, viðurkendum leiðreglum fyri slíkar frágreiðingar. Tær skulu lúka góðskukrøvini í § 115, stk. 3, og við tillagingum, sum málið sjálvt hevur við sær, eisini teimum grundleggjandi fyritreytunum í § 116, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Í ískoytisfrágreiðingini skulu standa tær mannagongdir og mátistøði, sambært hvørjum frágreiðingin er gjørd.
§ 119. Roknskaparárið skal fylgja álmanakkaárinum.
Stk. 2. Fyrsta roknskaparskeiðið kann fevna um eitt styttri ella longri tíðarskeið enn 12 mánaðir, tó í mesta lagi 18 mánaðir.
Stk. 3. Móðurfeløg og dótturfeløg skulu tryggja, at dótturfelagið hevur sama roknskaparskeið sum móðurfelagið, uttan so at tað ikki er gjørligt orsakað av viðurskiftum, sum móðurfelagið og dótturfelagið ikki hava tamarhald á.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann í serligum føri gera undantak frá kravinum í stk. 1.
§ 120. Útrokningar, mátingar og upplýsingar í gjaldoyraeindum skulu verða gjørdar í donskum krónum ella evru. Tryggingareftirlitið kann áseta í reglum, gjørdar við heimild í § 124, at upphæddirnar verða tilskilaðar í øðrum útlendskum gjaldoyra, ið hevur týdning fyri fyritøkuna ávikavist samtøku fyritøkunnar.
§ 121. 1) Ársfrásøgnin skal grannskoðast av uttanhýsis grannskoðarum felagsins, sbrt. § 127. Grannskoðanin fevnir ikki um leiðslufrágreiðingina og ískoytisfrágreiðingarnar, sum eru partar av ársfrásøgnini, sbr. § 118. Grannskoðarin skal kortini gera sínar viðmerkingar um, hvørt upplýsingarnar í leiðslufrágreiðingini samsvara við ársroknskapin og møguligan samtøkuroknskap.
§ 122. Ársfrásøgnin skal í tí líki, hon er víst fram og góðkend av nevndini, sendast Tryggingareftirlitinum í tveimum eintøkum, uttan ógrundaðan steðg aftan á tann nevndarfundin, har ársfrásøgnin er endaliga góðkend.
Stk. 2. Grannskoðanarprotokoll viðvíkjandi ársfrásøgnini hjá uttanhýsis grannskoðaranum, og fyri fyritøkur við innanhýsis grannskoðan eisini innanhýsis grannskoðanarprotokoll grannskoðanarleiðarans viðvíkjandi ársfrásøgnini, skulu sendast Tryggingareftirlitinum samstundis, sum ársfrásøgnin verður send sambært stk. 1.
§ 123. Grannskoðaða og góðkenda ársfrásøgnin skal sendast Tryggingareftirlitinum í trimum eintøkum, uttan ógrundaðan steðg aftaná endaliga góðkenning. Eftirlitið skal hava fingið ársfrásøgnina í seinasta lagi 4 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.
Stk. 2. Ársfrásøgnin skal í minsta lagi hava teir kravdu partarnar og alla grannskoðanarátekningina. Ynskir fyritøkan at almannakunngera ískoytisfrágreiðingar, sum nevnt í § 118, skulu hesar sendast saman við teim kravdu pørtunum av ársfrásøgnini, soleiðis at kravdu partarnir og ískoytisfrágreiðingarnar samanlagt standa sum eitt skjal, nevnt “ársfrásøgn”.
Stk. 3. Eitt eintak av ársfrásøgnini fyri øll dótturfeløg fyritøkunnar, ið ikki eru fíggjarfeløg fevnd av eftirliti Tryggingareftirlitsins, skal sendast eftirlitinum samstundis, sum ársfrásøgnin verður send sambært stk. 1.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið sendir tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum eitt av eintøkunum, sum eru nevnd í stk. 1. Móttikna ársfrásøgnin er atkomulig hjá almenninginum hjá Skráseting Føroya eftir reglum, ið skrásetingin hevur ásett.
§ 124. Tryggingareftirlitið ger neyvari reglur fyri ársfrásøgnina, undir hesum reglur um útrokning og máting av ognum, skyldum, inntøkum og útreiðslum, uppsetan av rakstrarroknskapum og fíggjarjavna, umframt krøv til notur og leiðslufrágreiðing.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir eisini reglur um samtøkuroknskap, undir hesum reglur fyri, nær ein ársfrásøgn skal fevna um samtøkuroknskap, og hvørji feløg hetta skal fevna um.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann áseta/gera reglur fyri gerð og almannakunngering av roknskaparfrásøgnum, sum fevna um styttri tíðarskeið enn ársfrásøgnin.
§ 125. 2) Við tí í huga at tryggja, at ársfrásøgnir hjá tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum eru í samsvari við reglurnar í hesum kapitli, reglur sum eru gjørdar við heimild í § 124, og mótvegis feløgum sambært § 111, stk. 3, sum sjálvboðið nýta altjóða roknskaparstandardir, kann Tryggingareftirlitið
1) vegleiða,
2) átala brot og
3) áleggja, at skeivleikar skulu rættast, og at lógarbrot skulu enda.
§ 126. 1) 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir skulu geva Tryggingareftirlitinum regluligar roknskaparfráboðanir í samsvari við oyðubløð og vegleiðingar, sum eftirlitið hevur gjørt til hetta endamál. Fráboðanirnar skulu sendast Tryggingareftirlitinum sum teldutøkt tilfar.
Stk. 2. 1) Tryggingareftirlitið kann víkja frá § 81, stk. 1, 2. pkt.
§ 127. 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir skulu í minsta lagi hava ein løggildan grannskoðara. Verður meira enn ein grannskoðari valdur, ella verður ein grannskoðari tilnevndur sambært stk. 3, skulu hesir valdu ella tilnevndu grannskoðarar vera løggildir ella skrásettir. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum tilnevna ein grannskoðara afturat. Hesin grannskoðari virkar eftir somu treytum og reglum, sum teir grannskoðarar, ið eru valdir av aðalfundinum, virka.
Stk. 2. 2) Grannskoðararnir í einum tryggingarfelag, í einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella í einum tryggingarhaldfelagsskapi skulu eisini vera grannskoðarar í dótturfeløgum fyritøkunnar.
Stk. 3. Stk. 2 verður ikki at nýta á móðurfeløg og dótturfeløg, ið ikki eru heimahoyrandi í Føroyum.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann koyra ein grannskoðara frá, um hesin verður mettur at vera greitt óegnaður til sítt starv, og í staðin tilnevna ein annan grannskoðara, ið virkar sbr. stk. 1, 3. pkt, til nýtt val kann fara fram.
Stk. 5. Við grannskoðaraskifti skal fyritøkan og fráfarandi grannskoðarin í seinasta lagi ein mánað eftir, at grannskoðarin er farin úr starvi, geva Tryggingareftirlitinum hvør sína frágreiðing, um so er, at skiftið skyldast serligar umstøður.
Stk. 6. 2) Tryggingareftirlitið kann áleggja grannskoðarum, og, í fyritøkum við innanhýsis grannskoðara, eisini innanhýsis grannskoðanarleiðaranum, at geva upplýsingar um viðurskifti í einum tryggingarfelag, í einum fíggjarligum haldfelagsskapi, einum tryggingarhaldfelagsskapi, ella í dótturfeløgum hjá tílíkum fyritøkum.
Stk. 7. 2) Tryggingareftirlitið kann skipa fyri eykagrannskoðan í einum tryggingarfelag, í einum fíggjarligum haldfelagsskapi, einum tryggingarhaldfelagsskapi, ella í dótturfeløgum hjá tílíkum fyritøkum. Fíggjarfelagnum kann verða álagt at gjalda fyri grannskoðanina. Tryggingareftirlitið góðkennir gjaldsupphæddina.
Stk. 8. 3) 1) 2) §§ 144-149 í vinnufelagslógini um grannskoðan verða at nýta við neyðugum tillagingum samsvarandi fyri tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir, ið ikki eru partafeløg.
Stk. 9. Nevndin kann ikki loyva, sbrt. § 64, at innanhýsis grannskoðarar og grannskoðanarleiðarar gera grannskoðarauppgávur í fyritøkum uttan fyri samtøkuna. Nevndin kann heldur ikki loyva, at innanhýsis grannskoðarar og grannskoðanarleiðarar gera annað arbeiði enn grannskoðan í fyritøkum í samtøkuni ella í fyritøkum, ið hava sama umsitingarfelagsskap. Tryggingareftirlitið kann í serligum føri gera frávik frá 1. pkt.
Stk. 10. Nevndin kann ikki loyva, sbrt. § 64, at innanhýsis grannskoðarar og grannskoðanarleiðarar átaka sær størv, ið hava við sær, at teir koma í andsøgn við gegnisreglurnar samsvarandi teimum, ið eru galdandi fyri uttanhýsis grannskoðarar, sambært løgtingslógini um løggildar og skrásettar grannskoðarar.
Stk. 11. 2) Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um fremjan av grannskoðan í tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum, tryggingarhaldfelagsskapum og í dótturfeløgum hjá slíkum fyritøkum. Undir hesum kann Tryggingareftirlitið gera ásetingar um innanhýsis grannskoðan og um kervisgrannskoðan í felags dátumiðstøðum.
§ 128. Ein uttanhýsis grannskoðari og ein innanhýsis grannskoðanarleiðari skulu beinanvegin upplýsa Tryggingareftirlitið um viðurskifti, ið hava avgerandi týdning fyri tað framhaldandi virksemið hjá fyritøkuni, undir hesum viðurskifti, ið grannskoðararnir hava fingið kunnleika til sum liður í starvinum sum grannskoðari í fyritøkum, ið fyritøkan hevur tøtt sambond við.
Partur VII
Inntriv í, ella uppathald av tryggingarvirksemi
Kapittul 14
Samanlegging og umskipan
Samanlegging
§ 129. Eitt tryggingarfelag kann ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum leggja saman við einum øðrum fíggjarfelag ella einum ávísum handilsparti hjá einum øðrum fíggjarfelag. Tað sama er galdandi, tá tað felagið, sum heldur fram, er eitt útlendskt felag.
Stk. 2. 1) Avgerðir sambært stk. 1 skulu fráboðast umsøkjaranum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir at umsóknin er móttikin. Um umsóknin er ófullfíggjað, skal avgerðin fráboðast í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at umsøkjarin hevur sent tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess, at avgerðin kann verða tikin. Í øllum førum verður avgerð tikin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at umsóknin er móttikin. Freistirnar verða longdar við 3 mánaðum, um avgerðin skal bíða eftir innsendum mótmælum, sbr. stk. 6 og 7.
Stk. 3. 1) Loyvi eftir stk. 1 kann m.a. verða noktað, um samanleggingin gongur ímóti munandi samfelagsatlitum.
Stk. 4. 1) § 242, 2. pkt., § 256, 3. pkt., § 257, stk. 2 og § 260, 2. pkt. í vinnufelagslógini verða ikki at nýta fyri samanleggingar, fevndar av stk. 1.
Stk. 5. 3) 1) Eitt tryggingarfelag, sum við samanlegging avhendar alla sína tryggingarmongd, ella ein part av hesi, til eitt annað tryggingarfelag, uttan at samanleggingin er fevnd av kapitli 15 í vinnufelagslógini, verður, við loyvi sambært stk. 1, leyst av ábyrgd mótvegis tryggingartakarunum.
Stk. 6. 3) 1) Um ikki landsstýrismaðurin metir, at loyvi til avhending av eini tryggingarmongd eigur at verða noktað, skal Tryggingareftirlitið kunngera eina frágreiðing um ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blaði. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á teir tryggingartakarar, hvørs tryggingar ætlanin er at avhenda, um í seinasta lagi 3 mánaðir eftir almannakunngeringina at geva eftirlitinum eina skrivliga fráboðan, um so er, at teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og frágreiðing Tryggingareftirlitsins.
Stk. 7. 3) 1) Tá tann í stk. 6 nevnda freist er úti, tekur landsstýrismaðurin, við fyriliti til tey innkomnu mótmælini, avgerð, um tryggingarmongdin skal verða avhendað í samsvari við setta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving.
Stk. 8. 3) 1) Verður ein tryggingarmongd avhendað í sambandi við eina samanlegging av tryggingarfeløgum, kunnu tryggingartakararnir, hóast § 27 í “lov om forsikringsaftaler”, ikki slíta tryggingaravtaluna, við samanleggingini sum grundgeving.
Stk. 9. 3) 1) Viðvíkjandi lívstryggingarvirksemi kunnu tað, í sambandi við avhendingina í tryggingartreytunum hjá avhendandi felagnum, einans verða gjørdar slíkar broytingar, ið Tryggingareftirlitið metir vera eina neyðuga fylgju av avhendingini, harundir broyting í reglunum um bonus.
Stk. 10. 3) 1) Samanleggingarætlanir, sundurbýtisætlanir og váttan hjá metingarmonnunum eftir §§ 242 og 243 í vinnufelagslógini skulu fyri tryggingarfeløg í seinasta lagi 4 vikur eftir, at tær eru undirskrivaðar, sendast Tryggingareftirlitinum, ið skal almannakunngera móttøkuna av samanleggingarætlanini, sundurbýtisætlanini og váttanunum hjá metingarmonnunum.
§130. 3) 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, har ásetingarnar í §§ 237-253 í vinnufelagslóginivið neyðugum tillagingum verða nýttar fyri sínámillum tryggingarfeløg í sambandi við samanleggingar.
Stk. 2. 3) 1) § 236 í vinnufelagslógini verður nýtt fyri sínámillum tryggingarfeløg, har samanleggingin fer fram eftir reglunum, ásettar sambært stk. 1.
Umskipan av tryggingarfeløgum
§ 131. Tryggingareftirlitið skal góðkenna form, innihald og fremjan av eini umskipan av einum tryggingarfelag. Tryggingarfelagið, sum heldur fram, fær rættindir og skyldur hjá tí niðurlagda tryggingarfelagnum.
Kapittul 15
Niðurlegging
Afturtøka av loyvi
§ 132. Tryggingareftirlitið kann taka eitt loyvi til at reka tryggingarvirksemi aftur, um felagið biður um tað.
§ 133. 1) Tryggingareftirlitið kann harumframt taka aftur loyvi til at reka tryggingarvirksemi,
1) um tryggingarfelagið ger seg sekan í grovum ella endurtiknum brotum á hesa lóg ella reglur, gjørdar við heimild í hesi lóg,
2) um tryggingarfelagið ikki lýkur krøvini í kapitli 3.
3) um virksemi sum tryggingarfelag ikki er byrjað í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at Tryggingareftirlitið hevur givið felagnum loyvi, ella
4) um tryggingarvirksemi ikki verður útint í eitt tíðarskeið, ið er longri enn 6 mánaðir.
Stk. 2. 1) Hevur eitt tryggingarfelag ikki innan fyri tær freistir, sum Tryggingareftirlitið hevur sett, framt tey tiltøk, sum eru ásett í endurreisingarætlanunum, nevndar eru í § 151, stk. 1 og 2, kann loyvið sum tryggingarfelag verða tikið aftur.
Stk. 3. 1) Lýkur ein samtøka, fevnd av § 105 a, ikki solvenskravið í nevndu ásetingum, og hevur samtøkan ikki fingið til vega neyðugan kapital innan fyri eina av Tryggingareftirlitinum ásetta freist, kann Tryggingareftirlitið taka aftur loyvið hjá dótturfeløgum, sum eru tryggingarfeløg.
Avtøka
§ 134. Tá Tryggingareftirlitið tekur aftur loyvi hjá einum tryggingarfelag, ger eftirlitið av, um tryggingarfelagið skal royna at fáa tryggingarmongdina avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg, ið reka tryggingarvirksemi í Føroyum, ella um felagið á annan hátt skal royna at fáa tryggingarmongdina avtikna. Fyri lívstryggingarfeløg kann Tryggingareftirlitið gera av, at tryggingarmongdin verður tikin undir umsiting í samsvari við §§ 156-161.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið kann í sambandi við afturtøku av loyvinum hjá einum tryggingarfelag sýta felagnum at ráða yvir tess ognum, ella avmarka tess ræði yvir hesum. § 103, stk. 6 og 7, verða at nýta samsvarandi.
§ 135. Avtøka, sbr. § 134, fer fram við í avtøku ella húsagangi, ella við samanlegging sambært § 129. Fer avtøkan fram á annan hátt, skal Tryggingareftirlitið góðkenna avtøkuform, innihald og fremjan.
§ 136. 3) 1) Tryggingareftirlitið kann áseta eina freist fyri viðtøku av avgerð um avtøku sambært § 217 í vinnufelagslógini. Verður farið út um freistina, kann Tryggingareftirlitið gera av, at tryggingarfelagið skal fara í avtøku.
Stk. 2. Ein avgerð um at taka eitt tryggingarfelag av, skal beinanvegin fráboðast Tryggingareftirlitinum.
§ 137. Eitt felag, ið rekur lívstryggingarvirksemi, kann ikki uttan samtykki frá hvørjum einstøkum tryggingartakara verða upployst, um ikki tað frammanundan hevur flutt alla sína tryggingarmongd til eitt annað felag í samsvari við tær í § 129 ásettu reglur, ella tess tryggingarmongd er tikin undir umsiting.
§ 138. Eitt tryggingarfelag, ið rekur arbeiðsskaðatrygging, kann ikki verða upployst, uttan so at tað frammanundan hevur avhendað alla sína arbeiðsskaðatryggingarmongd til eitt annað felag, í samsvari við tær í § 129 ásettu reglur, ella tess tryggingarmongd er undir umsiting av Tryggingareftirlitinum.
Serstakar reglur um avtøku og húsagang
§ 139. Í tí føri, at eitt tryggingarfelag skal avtakast, kann landsstýrismaðurin, um fyrilitið fyri teimum tryggjaðu partaeigarunum, ábyrgdarunum ella ognarunum talar fyri, tilnevna ein avtøkustjóra til, saman við teimum, sum aðalfundurin hevur valt, at fremja avtøkuna.
Stk. 2. Tekur landsstýrismaðurin sambært §§ 152 ella 153 avgerð um, at eitt felag skal takast av, tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við eftirlitið ein ella fleiri avtøkustjórar. Ein av avtøkustjórunum skal vera løgfrøðingur.
§ 140. Tryggingareftirlitið kann fyribils seta úr gildi viðtøkur felagsins, meðan avtøkan fer fram.
Stk. 2. Roknskapur, sum verður gjørdur í sambandi við avtøku, skal sendast Tryggingareftirlitinum.
§ 141. Bert avtøkustjórarnir ella eftirlitið kunnu lata inn áheitan um trotabúarviðgerð av einum tryggingarfelag, sum er undir avtøku.
§ 142. 1) Tryggingareftirlitið kann lata inn áheitan um trotabúarviðgerð, tá eitt tryggingarfelag verður insolvent. Avgerð Tryggingareftirlitsins um at lata inn áheitan um trotabúarviðgerð kann ikki verða kærd, sambært § 214.
Stk. 2. Hóast § 17, stk. 2, í konkurslógini verður eitt tryggingarfelag, ið ikki kann lúka sínar skyldur viðvíkjandi eftirsettum fæfeingi, upptikið sum blandings (hybrid) kjarnufæfeingi ella ábyrgdar lánsfæfeingi, ikki mett at vera ógjaldført.
Stk. 3. Eftir at fútarættaravgerð er tikin um trotabúarviðgerð, tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við Tryggingareftirlitið ein ella fleiri bústjórar. Ein av bústjórunum skal vera løgfrøðingur.
Stk. 4. Verður eitt tryggingarfelag, ið ikki rekur lívstryggingarvirksemi, koyrt á húsagang, verður § 156 at nýta samsvarandi.
Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, skal tryggingarmongdin verða tikin undir umsiting sambært §§ 156-161.
Stk. 6. 1) (Strikað).
§ 143. Tryggingareftirlitið hevur rætt til at luttaka á fundum í ognaranevnd og á skiftifundum. Bústjórin sendir Tryggingareftirlitinum uppskot til endaligan roknskap og endaútbýti í trotabúnum til viðmerkingar, áðrenn bústjórin sendir tað til skiftirættin.
§ 144. Landsstýrismaðurin kann gera av, at avtøkustjórin ella bústjórin, fyri rokning búsins, skal geva tryggingartakarunum boð um, at felagið er avtikið, og um fylgjurnar av hesum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um form og innihald í fráboðanini.
Endurskipanarviðgerð 7)
§ 145. 7) Tryggingareftirlitið kann lata inn áheitan um endurskipanarviðgerð fyri tryggingarfeløg, tá fyrilit fyri áhugamálunum hjá íleggjarum ella tryggingartakarum tala fyri tí.
Stk. 2. 7) Áheitan um endurskipanarviðgerð sambært stk. 1 verður fylgd av uppskoti Tryggingareftirlitsins um, hvør skal tilnevnast sum endurskipari og álitispersónur undir endurskipanarviðgerðini, umframt eina váttan frá teimum viðkomandi um, at hesi játta og lúka treytirnar í § 238 í konkurslógini.
Stk. 3. 7) (Strikað).
§ 146. 7) Reglurnar í konkurslógini um endurskipanarviðgerð verða við loyvi Tryggingareftirlitsins at nýta fyri tryggingarfeløg, tó ikki fyri lívstryggingarfeløg.
Stk. 2. 7) Í sambandi við støðuyvirlitið, ið skal sendast saman við endurskipanaruppskotinum, sbr. § 13 b, stk. 1, nr. 2 í konkurslógini, kann skiftirætturin, tá tað snýr seg um endurskipan av endurtryggingarfeløgum, eftir ummæli Tryggingareftirlitsins tilnevna ein óheftan tryggingarfrøðing til at gera eina uppgerð yvir virðið av krøvunum, ið eru fráboðað.
Stk. 3. 7) (Strikað).
§ 147. 7) Reglurnar í hesi løgtingslóg um heimildir hjá landsstýrismanninum og Tryggingareftirlitinum og skyldur hjá tryggingarfeløgum mótvegis landsstýrismanninum og Tryggingareftirlitinum verða, við neyðugum tillagingum, at nýta fyri tær fyritøkur, ið eru undir endurskipanarviðgerð ella eru farnar í avtøku.
§ 148. 3) 1) Kapittul 14 í vinnufelagslógini verður, við neyðugum tillagingum, at nýta fyri sínámillum tryggingarfeløg.
§ 149. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur við tí í hyggju at fremja samveldisrættarligar reglur um skuldarumskipan og avtøku av tryggingarfeløgum.
§ 150. Tryggingareftirlitið kann eftir teimum mannagongdum, ið eru ásettar í reglum líkar samveldisrættarligum reglum, nokta einum útlendskum tryggingarfelag, ið er fevnt av § 22, stk. 1 og § 23, stk. 1 og sum hevur bústað í einum landi, sum samveldið hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, at reka virksemi í Føroyum gjøgnum eina deild, ella við at veita tænastuveitingar í Føroyum. Tryggingareftirlitið kann nokta teimum í 1. pkt. nevndu fyritøkum at reka virksemi, sum nevnt í 1. pkt., um so er, at fyritøka grovt, ella endurtiknar ferðir, hevur brotið reglurnar í hesi lóg, reglur gjørdar við heimild í lógini ella aðrari lóggávu, ið vendir sær til tryggingarfelagið, og tað ikki við áleggingum ella tvingsilstiltøkum eftir hesi lóg hevur verið gjørligt at fáa brotini til at halda uppat.
Kapittul 16
Kreppuhandfaring
Serligar reglur fyri tryggingarfeløg um endurreising og aðrar fyriskipanir
§ 151. Er grundarfæfeingið hjá einum tryggingarfelag minni enn fæfeingiskravið sbrt. § 82, skal Tryggingareftirlitið krevja, at felagið ger eina ætlan fyri endurreising av tess fíggjarligu støðu og leggur ætlanina fyri Tryggingareftirlitið til metingar av, um ætlanin hevur tey tiltøk, ið verða mett at vera neyðug.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið ásetir neyvari reglur um tær upplýsingar, sum endurreisingarætlanin skal hava, og um tíðarskeiðið, sum ætlanin fevnir um.
Stk. 3. 1) Ætlan felagsins skal miða ímóti at endurreisa fíggjarligu støðu felagsins innan eitt styttri tíðarskeið, sum Tryggingareftirlitið ásetur, tá
1) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelagi er minni enn ein triðingur av solvenskravinum, ella
2) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelagi er minni enn minsta fæfeingiskravið.
Stk. 4. Hevur felagið sambært lógini lagt eina rakstrarætlan fyri Tryggingareftirlitið, tekur eftirlitið, um so er, at búskaparliga støðan hjá felagnum er versnað í mun til hesa ætlan, avgerð um tær fyriskipanir, ið eru neyðugar, og kann harafturat krevja, at ein nýggj rakstrarætlan verður gjørd fyri tey komandi 3 árini.
§ 152. Tryggingareftirlitið krevur, at eitt lívstryggingarfelag, innan eina freist, sum eftirlitið ásetir, skal gera tær fyriskipanir, ið eru neyðugar, um so er, at
1) felagið ikki heldur hesa lóg,
2) felagið víkur frá tí grundarlagi, sum er galdandi fyri tess virksemi,
3) grundarlagið, nevnt í nr. 2, ella tann háttur, soleiðis sum ognir felagsins eru settar, ikki eru tryggjandi,
4) tað vísir seg, at tann til rindan av teim tryggingarligu burturleggingunum avsetta ogn, ikki er tryggjandi, ella
5) felagsins búskaparliga støða er versnað soleiðis, at áhugamálini hjá teimum tryggjaðu eru í vanda.
Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ta sambært stk. 1 ásettu freistina, og verður hetta mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann felagsins lívstryggingarmongd verða tikin undir umsiting sambært §§ 156-161.
Stk. 3. Ein tryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting, um tað vísir seg, at tað innan ta sambært stk. 1 ásettu freistina ikki verður gjørligt at útvega peningin, sum er neyðugur til tess at rinda tryggingarburturleggingarnar.
Stk. 4. Fer eitt felag í avtøku, kann Tryggingareftirlitið taka avgerð um, at felagsins tryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting.
Stk. 5. Metir Tryggingareftirlitið, at tað, tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, eisini fer at verða neyðugt, at felagið verður tikið av, tekur eftirlitið avgerð um hetta.
§ 153. Tryggingareftirlitið krevur, at eitt tryggingarfelag, ið ikki rekur lívstryggingarvirksemi, innan eina freist, sum Tryggingareftirlitið ásetir, skal gera tey tiltøk, ið eru neyðug, um so er, at
1) felagið ikki hevur lagt burtur nóg stórar upphæddir til rindan av tryggingarligum skyldum,
2) Tryggingareftirlitið ikki metir tann hátt, soleiðis sum felagsins ognir eru settar í, at vera tryggjandi, ella
3) felagið ikki heldur hesa lóg.
Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanirnar ikki gjørdar innan ta ásettu freistina, og verður hetta mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann Tryggingareftirlitið taka avgerð um, at felagið skal fara í avtøku. Rekur tryggingarfelagið arbeiðsskaðatryggingarvirksemi, kann Tryggingareftirlitið taka aftur loyvi tryggingarfelagsins at reka arbeiðsskaðatryggingarvirksemi, og síðani verður tryggingarmongdin tikin undir umsiting av eftirlitinum.
§ 154. Sum liður í teimum í § 151, stk. 3, § 152, stk. 1 og § 153, stk. 1, nevndu tiltøkum, kann Tryggingareftirlitið sýta felagnum at ráða yvir tess ognum, ella avmarka tess ræði yvir hesum. § 103 verður at nýta samsvarandi.
§ 155. Tryggingareftirlitið skal skjótast gjørligt, eftir at avtøka sambært § 153 er byrjað, í samráð við avtøkustjórarnar lata kanna, um tað fer at vera hóskandi at royna at fáa tryggingarmongdina heilt ella fyri ein part avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg. Kemur tilboð um slíka yvirtøku, skal Tryggingareftirlitið, um tað metir, at tikið kann verða við tilboðnum, lata gera eina frágreiðing um støðuna og eitt uppskot til sáttmála við viðkomandi felag.
Stk. 2. Frágreiðingin og uppskotið skulu kunngerast í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blaði og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava áheitan á tryggingartakararnar um innan eina freist, sum Tryggingareftirlitið ásetir, ið ikki kann vera styttri enn 1 mánað, skrivliga at boða Tryggingareftirlitinum frá, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarunum, hvørs bústaðir eru felagnum kunnugir, frágreiðingina og uppskotið.
Stk. 3. Eftir at tann í stk. 2 nevnda freist er úti, ger landsstýrismaðurin, við atliti til tey innkomnu mótmælini, av, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við tað framlagda uppskotið.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann, í sambandi við gerð av frágreiðing eftir samráðing við tað yvirtakandi felagið, gera av, at tryggingar, sum eru teknaðar fyri eitt tíðarskeið longri enn 1 ár, kunnu verða uppsagdar av báðum pørtum eftir teimum reglum, sum sambært tryggingaravtaluni eru galdandi, um tað fleirára tíðarskeiðið, sum er í avtaluni, er úti. Reglurnar um hetta høvið til uppsøgn skulu verða endurgivnar í frágreiðing Tryggingareftirlitsins.
Stk. 5. § 27, stk. 2, í “lov om forsikringsaftaler” verður at nýta samsvarandi, til landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð sambært stk. 3. Hendir avhending í samsvari við avgerð eftirlitsins, kann avtøka og avhending, hóast § 26 og § 27 í “lov om forsikringsaftaler”, ikki verða nýtt sum grundarlag fyri at slíta tryggingaravtaluna.
Serligar reglur fyri tryggingarfeløg um umsiting av eini lívstryggingarmongd
§ 156. Tekur Tryggingareftirlitið avgerð um, at tryggingarmongdin hjá einum lívstryggingarfelag verður løgd undir umsiting, sambært § 133, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 134, stk. 1 og 2, § 142, stk. 5, ella § 152, tilnevnir Tryggingareftirlitið samstundis ein umsitara til, í felag við møguligum samumsitarum, at standa fyri umsitingini av tryggingarmongdini.
Stk. 2. Tá ein tryggingarmongd verður tikin undir umsiting, skal Tryggingareftirlitið taka aftur loyvi lívstryggingarfelagsins og fáa í lag avgerðirnar um íverksetan av umsitanini, tilnevna umsitara, og skráseta afturtøku av loyvinum hjá Skráseting Føroya.
Stk. 3. Fyri at tryggja, at umsitingin verður røkt á fullgóðan hátt, kann umsitarin tilnevna ein ella fleiri samumsitarar, sum hava innlit í viðurskifti av týdningi fyri umsitingina. § 65 verður at nýta samsvarandi í sambandi við umsitingarbúgv.
Stk. 4. Útreiðslur, sum sambært skattalóggávuni hvíla á umsitingarbúnum samansett av teim tryggjaðu, verða goldnar av umsitingarbúnum við fyrisitaranum.
Stk. 5. Samsýning til umsitarar og aðrar útreiðslur í sambandi við umsitingina verða goldnar av umsitingarbúnum. Støddin á samsýningini verður ásett eftir samráðing við Tryggingareftirlitið.
Stk. 6. Umsitingarbúgvið er undir Tryggingareftirlitsins eftirliti.
§ 157. Tá umsitingin byrjar, skulu tær í § 103, stk. 1, nevndu skrásettu ognir beinanvegin latast umsitingarbúnum. Umsitingarbúgvið, við fyrisitaranum, skal hava heimild til at ráða yvir hesum ognum. Viðvíkjandi virðisbrævaognum skal hetta skrásetast í eini virðisbrævamiðstøð, og viðvíkjandi fastari ogn skal hetta skrásetast í tingbókini.
Stk. 2. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, sendir skiftirætturin beinanvegin ognirnar, nevndar í stk. 1, til umsitaran.
Stk. 3. Umsitarin skal lata skrásettu ognirnar virðismeta í samsvari við galdandi virðismetingar.
Stk. 4. Tey einstøku tryggjaðu kunnu ikki gera krøv galdandi mótvegis felagnum. Harafturímóti kann umsitarin vegna umsitingarbúgvið krevja tað, sum, eftir metingini av teimum móttiknu ognunum, sbrt. stk. 3, írestar, fyri at lívstryggingarburturleggingarnar og fráboðað og fallin tryggingarkrøv, sambært útrokningini nevnd í § 159, verða rindað. Harumframt kann fyrisitarin vegna umsitingarbúgvið krevja eina upphædd, ið samsvarar felagsins fæfeingiskravi, uppgjørd tá umsitingarbúgvið byrjaði.
Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á húsagang, eftir at umsitingin er byrjað, fær húsagangurin onga avleiðing fyri umsitingarbúgvið.
Stk. 6. Umsitarin skal umsita tær frá felagnum móttiknu ognir og kann krevja útflýggjað frá felagnum alt tilfar, sum er neyðugt til umsitingina, møguliga við hjálp frá løgregluni.
Stk. 7. 1) Umsitari skal virða avtalur um netting í sambandi við endaliga avrokning, sbr. § 58h í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v., av fíggjarligum avtalum, sum kunnu vera partur av bólkinum av ognum sambært § 95, stk. 1.
§ 158. Tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, kunnu tryggingar ikki verða keyptar aftur. Tó kann afturkeypsvirðið heilt, ella fyri ein part, verða nýtt til at rinda tryggingarskjalslánini, nevnd í § 98, stk. 1, nr. 7.
§ 159. Umsitarin skal rokna út tryggingarburturleggingarnar og gera upp støddina á fráboðaðum krøvum og krøvum, ið eru fallin til gjaldingar sambært tryggingaravtalunum, tá umsitingin byrjaði.
Stk. 2. Tryggingarkrøv, sum vóru fallin til gjaldingar ella fráboðað, áðrenn umsitingin byrjaði, skulu avgerast sambært teimum reglum, sum vóru galdandi áðrenn hetta mundið. Tryggingar, sum falla til gjaldingar seinri, skulu fyribils einans verða útgoldnar við eini so stórari upphædd, sum umsitarin eftir umstøðunum metir ráðiligt. Vísir endaliga ásetingin av tryggingarupphæddunum, sbrt. stk. 4, at tað á henda hátt er útgoldið ov nógv, kann afturgjalding ikki verða kravd.
Stk. 3. Tryggingarburturleggingarnar verða útroknaðar við tí fyri tryggingarfelagið fráboðaða útrokningargrundarlagi, sbrt. § 14, uttan so, at umsitarin metir tað vera neyðugt at áseta eitt annað útrokningargrundarlag, sum verður fráboðað Tryggingareftirlitinum.
Stk. 4. Ásetan av tryggingarupphæddunum, undir hesum ein møgulig niðurskriving av tryggingarupphæddunum, sbrt. § 160, stk. 1, 4. pkt., ella § 161, stk. 1, 1. pkt., verður gjørd í samsvari við tað eftir stk. 3 galdandi útrokningargrundarlag og eftir býti av felagsins ognum, sum í hvørjum einstøkum føri verður mett at vera rímiligt við atliti at tryggingarmongdini, undir hesum innihaldinum í tryggingaravtalunum.
§ 160. Fyrisitarin skal skjótast gjørligt, eftir at meting og útrokning sambært § 157, stk. 3 og § 159 er gjørd, royna at fáa alla tryggingarmongdina yvirtikna av einum ella fleiri tryggingarfeløgum. Kemur tilboð um slíka yvirtøku, skal fyrisitarin søkja um loyvi frá landsstýrismanninum til avhendingina. Saman við umsókn um avhending skal sendast sáttmálin, sum er gjørdur millum umsitingarbúgvið og tað yvirtakandi felagið, og slíkar upplýsingar um hetta felag, sum landsstýrismaðurin metir eru neyðugar fyri at kunna meta um, um avhendingin er ráðilig mótvegis tryggingartakarunum. Hevur sáttmálin við sær niðurskriving av tryggingarupphæddunum ella broyting í tryggingartreytunum, harundir reglunum um bonus, skal hetta vera tilskilað.
Stk. 2. Um ikki landsstýrismaðurin á verandi grundarlagi metir, at loyvi til avhendingina eigur at verða noktað, skal Tryggingareftirlitið kunngera eina frágreiðing um ta ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blaði. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á tryggingartakarar um, innan eina av Tryggingareftirlitinum ásetta freist, ið ikki kann vera styttri enn 1 mánaður, at geva Tryggingareftirlitinum skrivliga fráboðan, um teir mótmæla avhendingini.
Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og uppskotið.
Stk. 3. Tá tann í stk. 2 nevnda freist er úti, tekur landsstýrismaðurin við fyriliti til tey innkomnu mótmælini avgerðum, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við setta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving.
Stk. 4. Er avhendingin farin fram á ein sovorðnan hátt, at ikki allar ognir umsitingarbúsins eru tiknar við, skal umsitarin geva felagnum ella búgvi tess avlopsupphæddina.
§ 161. 3) 1) Kann tryggingarmongdin ikki verða avhendað sambært § 160, skal umsitarin gera ta endaligu ásetingina av tryggingarupphæddunum sambært gjørdu uppgerðini og møguligum broytingum í tryggingartreytunum, undir hesum bonus, og boða tryggingartakarunum saman til aðalfundar til stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag við umsitingarbúnum sum stovnara, sbrt. § 17 í hesi lógini og §§ 21 og 22 í vinnufelagslógini. Til henda aðalfund verður givin ein 2 mánaða freist. Boðanin og frágreiðing um innihaldið í stovningarskjalinum og tann av umsitaranum útroknaða ásetingin av tryggingarupphæddunum verður kunngjørd á tann í § 160, stk. 2 tilskilaða háttin.
Stk. 2. Við skrásetingini kemur tað sínámillum felagið í tann í § 157, stk. 4, nevnda rættin mótvegis tí fyrra felagnum.
Stk. 3. Kann eitt nýtt felag ikki verða stovnað, heldur umsitingin fram, og fyrisitarin tekur støðu til, um fleiri royndir skulu verða gjørdar at føra tryggingarnar til eitt nýtt ella til eitt annað felag.
Partur VIII
Serligar reglur fyri ávís tryggingarfeløg
Kapittul 17
Limirnir í sínámillum tryggingarfeløgum og teirra ábyrgd fyri skyldum felagsins
§ 162. Limirnir í einum sínámillum tryggingarfelag eru tryggingartakarar felagsins, og bert hesir.
Stk. 2. Um limirnir skulu bera ábyrgd fyri skyldum felagsins, skulu viðtøkurnar áseta, í hvønn mun hetta er galdandi.
Stk. 3. Bert felagið kann gera ábyrgd limanna fyri skyldum felagsins galdandi.
Stk. 4. Krav felagsins móti limum um at lúka ábyrgdina fyri skyldum felagsins kann ikki verða avhendað ella sett í veð.
§ 163. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur fyri sínámillum tryggingarfeløg viðvíkjandi ábyrgdini hjá limum og ábyrgdarum, afturgjalding av ábyrgdarpeningi, og treytum fyri býti av ognum felagsins til limirnar.
§ 164. Verður eitt tryggingarfelag tryggingartakari í einum sínámillum felag orsakað av endurtrygging, kann tað við heimild í viðtøkunum verða avtalað, at felagið fær undantøku frá limaábyrgd. Tann samlaða upphæddin á tílíkum endurtryggingum fyri egna rokning, kann tó fyri lívstryggingar ikki fara upp um 10 prosent av samlaðu tryggingarupphæddini hjá móttakandi felagnum. Fyri lívrentutrygging skal, tá henda útrokning verður gjørd, tryggingarupphæddin verða roknað til tað sama sum 10 ferðir árligu rentuupphæddina. Fyri skaðatrygging kann tryggingargjaldið av tílíkum endurtryggingum ikki uttan loyvi Tryggingareftirlitsins fara upp um 10 prosent av felagsins samlaðu tryggingargjaldsinntøku.
Inngjalding av ábyrgdarpørtum o.a. í sínámillum tryggingarfeløgum
§ 165. Eitt sínámillum tryggingarfelag kann ikki móti viðurlag ogna sær egnar ábyrgdarpartar sum ogn ella veð.
Stk. 2. Dótturfeløgini hjá einum sínámillum tryggingarfelag kunnu ikki móti viðurlag sum ogn ella veð ogna sær ábyrgdarpartar í móðurfelagnum.
§ 166. Í sínámillum tryggingarfeløgum skulu ábyrgdarpartarnir førast í eina bók.
Stk. 2. Ábyrgdarpartarnir skulu skrivast upp í bókina við upplýsing um navn, starv og bústað ábyrgdarans.
Stk. 3. Felagið skal geva ábyrgdarpartinum átekning um skrásetingina sbrt. stk. 2.
Aðalfundur í sínámillum tryggingarfeløgum
§ 167. Rættarmál vegna eina aðalfundarsamtykt, sum ikki er tikin á lógligan hátt ella ikki er í samsvari við hesa lóg ella viðtøkur felagsins, kann ein, sum hevur atkvøðurætt, ein limur í nevndini ella ein stjóri, byrja.
Stk. 2. Málið skal vera lagt fyri rættin innan 3 mánaðir eftir avgerðina. Annars verður avgerðin mett at vera gildug.
Stk. 3. Freistin í stk. 2 er ikki galdandi tá:
1) avgerðin ikki lógliga kundi verið tikin, hóast øll, sum høvdu atkvøðurætt, tóku undir við henni,
2) tað sambært viðtøkum felagsins er neyðugt, at allir ella ávísir limir, ábyrgdarar ella onnur, sum hava atkvøðurætt, taka undir við avgerðini, og hetta ikki er gjørt,
3) aðalfundarboð ikki eru givin, ella tær fyri felagið galdandi reglur fyri fundarfráboðan í stóran mun ikki eru hildnar,
4) persónur, ið hevur lagt mál fyri rættin aftan á ta í stk. 2 ásettu freist, men tó innan 2 ár eftir avgerðina, hevur havt rímiliga orsøk til seinkanina, og rætturin tessvegna, og við atliti til umstøðurnar annars, metir, at um stk. 2 verður nýtt, hevði hetta verið eyðsýnt óhóskandi.
Stk. 4. Metir rætturin, at aðalfundaravgerðin ikki er tikin á lógligan hátt ella ikki er í samsvari við hesa lóg ella viðtøkur felagsins, sbrt. stk. 1, skal hon við dómi verða ógildað ella broytt. Aðalfundaravgerðin kann tó einans verða broytt, um krav verður sett fram um hetta, og rætturin er førur fyri at avgera, hvat innihald avgerðin av røttum skuldi havt. Rættaravgerðin hevur gildi mótvegis øllum limum og ábyrgdarum.
Vinningsbýti, trygdargrunnur o.a.
§ 168. Sum vinningsbýti til partaeigarar, renta til ábyrgdarar ella útgjald til limir í sínámillum tryggingarfeløgum kann einans verða nýtt ársins úrslit (yvirskot) sambært tí góðkenda ársroknskapinum fyri seinasta roknskaparár, flutt yvirskot frá árum frammanundan og annar tiltakspeningur, ið ikki er bundin sambært lóg ella viðtøkum felagsins, eftir at frádrigið er, fyri ein part undirskot, ið ikki er rindað, fyri ein part upphæddir, ið sambært lóg ella viðtøkum felagsins skulu leggjast burtur í ein trygdargrunn ella til onnur endamál.
Stk. 2. 3) 1) Sum serstakt vinningsbýti kunnu nýtast miðlar, sum eru fevndir av stk. 1 og ársins úrslit í verandi árinum til dagin fyri millumjavna, sbr.vinnufelagslógina § 183, stk.2, um avlopið ikki er býtt út, brúkt, ella bundið. Ikki bundin tiltøk, sum er íkomið ella eru ónýtt í verandi roknskaparári, kunnu somuleiðis verða nýtt til serstakt vinningsbýtið.
§ 169. 1) So leingi felagsins grundarfæfeingi ikki lýkur fæfeingiskrøvini sambært hesi lóg, kann vinningsbýti ella serstakt vinningsbýti ikki verða latið partaeigarunum, renta ikki verða latin ábyrgdarunum, ella peningur latin limunum í sínámillum feløgum.
§ 170. 1) Í tryggingarpartafeløgum kann útbýti av ognum felagsins til partaeigarar uttan um § 168 og § 169 einans verða gjørt sum útlutan í sambandi við niðurskriving av partapeninginum ella avtøku undir hesum við likvidatión av felagnum. Í sínámillum feløgum kann útbýtið annars til limirnar einans verða gjørt í samsvari við tær í viðtøkunum ásettu reglur.
Stk. 2. Vinningsbýti ella serstakt vinningsbýti til partaeigarar, renta til ábyrgdarar ella útgjalding til limirnar í sínámillum feløgum kann ikki fara upp um tað, sum má roknast ráðiligt við atliti til felagsins búskaparstøðu, og í førum við móðurfeløgum, búskaparstøðu samtøkunnar.
§ 171. Eitt tryggingarfelag kann, um viðtøkurnar hava reglur um hetta, gera burturleggingar í ein trygdargrunn.
Stk. 2. 1) Peningur, ið er burturlagdur í trygdargrunnin, kann ikki verða tikin úr hesum. Heldur ikki kunnu broytingar verða gjørdar í viðtøkunum, við teirri avleiðing, at peningur, ið sambært stk. 1 longu er burturlagdur í trygdargrunnin, kann verða tikin úr hesum. Peningurin í trygdargrunninum kann tó nýtast til at dekka tap, tá ið tryggingarligu skyldurnar verða greiddar, ella nýtast á annan hátt teimum tryggjaðu til fyrimunar.
Serstakar reglur fyri sínámillum skaðatryggingarfeløg við avmarkaðum endamáli
§ 172. Ásetingarnar í §§ 173-181 fevna um sínámillum skaðatryggingarfeløg, hvørs viðtøkur hava tilskilan um:
1) at felagsins endamál er avmarkað til at tekna tryggingar móti vanlukku og sjúku, soleiðis at tey tryggjaðu eisini eru tryggingartakarar, ella til at tekna tryggingar fyri húsdjór,
2) at felagið einans rekur virksemi her í landinum,
3) at felagið ikki teknar tryggingar fyri longri tíðarskeið enn 1 ár í senn,
4) at felagið einans teknar beinleiðis tryggingar,
5) ta størstu upphæddina, sum felagið uttan endurtrygging kann taka ímóti á einstakan váða, ella áseting um, at reglur um hetta verða ásettar av Tryggingareftirlitinum í sambandi við veitan av loyvi, og
6) møguleika fyri at krevja eykagjald ella at niðurskriva veitingar.
Stk. 2. Eitt sínámillum skaðatryggingarfelag kemur ikki undir ásetingarnar í hesum kapitli, um so er, at:
1) tann árliga tryggingargjaldsinntøkan fer upp um eina av Tryggingareftirlitinum ásetta upphædd, ella
2) minni enn helvtin av árligu tryggingargjaldsinntøkuni stavar frá likamligum persónum, ið eru limir í felagnum.
§ 173. 3) 1) Reglurnar í § 69, nr. 2 og § 81, stk. 2, eru ikki galdandi við stovnan av feløgum, ið hetta kapittul fevnir um.
Stk. 2. Í viðtøkunum kann verða ásett, at eingin stjórn skal verða sett.
§ 174. Tekning av limum ella ábyrgdarum kann ikki fara fram, áðrenn uppskot til viðtøkur er orðað. Uppskotið skal leggjast fram í sambandi við tekningina.
§ 175. 1) (Strikað).
§ 176. 1) (Strikað).
§ 177. Hevur felagið onga stjórn, hevur nevndin tey størv, sum í lóg ella sambært lóg eru áløgd stjórnini.
§ 178. 1) (Strikað).
§ 179. Sínámillum tryggingarfeløg, ið § 172, stk. 1, fevnir um, og sum einans reka virksemi innan eitt heilt avmarkað landøki, koma ikki undir reglurnar í hesi lóg, sbr. tó stk. 2 og 3, um so er, at tær teknaðu tryggingarnar tilsamans ikki fara upp um 3 mió. kr.
Stk. 2. Feløg, sum stk. 1 fevnir um, skulu tó frámerkja seg sum sínámillum. § 7, stk. 4, verður at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Er eitt sínámillum tryggingarfelag undir eftirliti sambært hesi lóg, verður felagið verandi undir eftirliti, hóast tað seinri lýkur treytirnar fyri undantøku sambært stk. 1. Tryggingareftirlitið kann tó sleppa felagnum undan eftirliti, um so er, at felagið setur fram áheitan um tað sambært eini aðalfundarsamtykt.
§ 180. Eitt sínámillum skaðatryggingarfelag, ið kemur undir § 172, stk. 1, kann frá Tryggingareftirlitinum fáa undantøku frá reglunum í hesi lóg, um so er, at:
1) tær samlaðu tryggingarnar ikki fara upp um 6 mió. kr., og felagsins váði fyri einstaka trygging ikki fer upp um 3 prosent av felagsins samlaðu árligu tryggingargjaldsinntøku, ella
2) felagið einans teknar tryggingar á einum avmarkaðum landøki og einans fyri eina einstaka tryggingargrein.
Stk. 2. Tá stk. 1, nr. 1, verður nýtt, verður fyrilit ikki tikið fyri, í hvønn mun felagið hevur minkað sín váða við endurtrygging.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann nýta ásetingina í stk. 1, nr. 2, sjálvt um felagið teknar tryggingar, sum § 172, stk. 1, nr. 1, ikki fevnir um, tá felagið tó ikki teknar ábyrgdartrygging, arbeiðsskaðatrygging, motorakfarstrygging, veðhaldstrygging ella lánstrygging.
Stk. 4. Áheitan frá einum felag um undantøku sambært stk. 1 skal vera góðkend av aðalfundinum.
§ 181. Setur eitt sínámillum skaðatryggingarfelag, ið kemur undir reglurnar í hesum kapitli, fram áheitan um undantøku sambært aðalfundarsamtykt, kann Tryggingareftirlitið áseta, at felagið skal koma undir tær vanligu reglurnar í hesi lóg. Tá ein slík avgerð er tikin, kunnu ásetingarnar í hesum kapitli tó verða nýttar, um eftirlitið loyvir tí.
Serstakar reglur fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar
§ 182. Við tvørgangandi eftirlønargrunnar skal skiljast feløg ella felagsskapir,
1) hvørs limir antin hava útbúgving innan ávís útbúgvingarøki ella starvast í einum ávísum slagi av fyritøkum, og sum hava til endamáls, sum liður í setanartreytunum ella sum liður í einum øðrum tilknýti til eina fyritøku, at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar, ella
2) hvørs limir eru sjálvstøðugir vinnurekandi innan somu starvsgrein, og sum hava til endamáls at tryggja eftirløn sambært einsháttaðum reglum fyri allar limirnar.
§ 183. Reglurnar fyri sínámillum lívstryggingarfeløg verða við teimum í stk. 2 nevndu undantøkum at nýta samsvarandi fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar.
Stk. 2. § 162, stk. 2-4, verða ikki at nýta fyri tvørgangandi eftirlønargrunnar.
§ 184. Tryggingareftirlitið kann áseta neyvari reglur um avmarking av limaskara og virksemi tvørgangandi eftirlønargrunsins.
Serstakar reglur fyri ávísar “firma” eftirlønargrunnar
§ 185. Reglurnar í hesum kapitli verða at nýta fyri ein og hvønn felagsskap (eftirlønargrunn), ið við grundarlagi í einum lyfti um eftirløn hevur til endamáls at tryggja starvsfólkini í eini fyritøku, harundir einum loyvishavandi felag, ella við starvssetan í tílíkum fyritøkum innan somu samtøku.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri lyftir um eftirløn:
1) givið av Føroya Landsstýri, eini kommunu ella kommunalum felagsskapi,
2) givið til stjórar ella teirra eftirsitandi,
3) skipað eftir serstakari lóg, ella
4) givið av kommunalum felag, hvørs skyldum kommunur ábyrgda fult fyri.
Stk. 3. Tryggingareftirlitið kann, eftir samráðing við landsstýrismannin, gera av, at ein eftirlønargrunnur, fyri hvørs skyldum landsstýrið ella ein kommuna ábyrgist fullkomiliga, heilt ella fyri ein part, skal vera undantikin frá §§ 68-71, 81, 98, 101, 103, 129, 130 og kapitli 15.
Stk. 4. Ein eftirlønargrunnur, ið veitir tænastumannalíknandi eftirløn, og sum landsstýrið ella ein kommuna fullkomiliga ábyrgist fyri, kemur ikki undir hesa lóg.
Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann áseta reglur um, at lyfti um eftirløn, ið er lítil, ikki kemur undir hesa lóg.
§ 186. Við limirnar í einum eftirlønargrunni er at skilja:
1) persónar, ið eru settir í starv í teirri ella teimum fyritøkum, sum eftirlønargrunnurin er knýttur at, og sum hava fingið lyfti um eftirløn,
2) fyrrverandi starvsfólk, ið hava fingið eftirløn úr eftirlønargrunni,
3) persónar, ið hava verið í starvi í fyritøkuni, og sum, sambært ásetingum í viðtøkunum hjá eftirlønargrunninum, hava varðveitt rættin til eftirløn, hóast setanarviðurskiftini eru hildin uppat.
Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu avmarka limarættindini hjá teimum í stk. 1, nr. 3, nevndu persónum.
§ 187. Reglurnar í §§ 72, 73, 183 og 184 verða at nýta samsvarandi í hesum kapitli.
Stk. 2. Umframt tað, ið er tilskilað í stk. 1, kann ein eftirlønargrunnur ikki byrja sítt virksemi, fyrr enn eftirlønarreglugerðin hjá eftirlønargrunninum og búskaparliga og tøkniliga grundarlagið er góðkent av Tryggingareftirlitinum.
Stk. 3. Viðtøkurnar skulu umframt tað, ið er tilskilað í stk. 1, hava reglur um:
1) limir eftirlønargrunsins,
2) hvussu farast skal fram, um ein ella fleiri av teimum fyritøkum, hvørs starvsfólk eftirlønargrunnurin fevnir um, heilt ella fyri ein part verða niðurlagdar ella avhendaðar, ella fyritøkan av einihvørjari orsøk ynskir at enda eftirlønarskylduna,
3) avtøku av eftirlønargrunninum og nýtslu av ognum eftirlønargrunsins,
4) mannagongd fyri loysn av ósemju millum ein lim og eftirlønargrunnin,
5) viðtøkurnar skulu hava upplýsing um navnið á teirri ella teimum fyritøkum, sum eftirlønargrunnurin er knýttur at, og um tær skyldur, sum fyritøkurnar hava átikið sær mótvegis eftirlønargrunninum.
Stk. 4. Eftirlønarreglugerðin skal hava ásetingar um:
1) navn eftirlønargrunsins,
2) ta kommunu her í landinum, har eftirlønargrunnurin skal hava sín heimstað,
3) endamál eftirlønargrunsins,
4) limir eftirlønargrunsins,
5) reglur um støddina á eftirlønarupphæddunum og javning, teirra útrokning og útgjalding,
6) reglur um rættindi limanna, tá teir fara burtur úr eftirlønargrunninum,
7) reglur um eftirlønargjald,
8) reglur um rættindi og skyldur hjá limunum annars,
9) tilskilan av teimum reglum sambært hvørjum eftirlønarskipanir við útgjaldingum, útgoldnar við jøvnum millumbilum, teknaðar ella avtalaðar sum skyldubundnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargrunni kunnu verða fluttar frá og til eftirlønargrunnin í sambandi við skifti til annað starv.
Stk. 5. Tøkniliga og búskaparliga grundarlag eftirlønargrunsins o.a. skal fráboðast Tryggingareftirlitinum og skal hava tilskilan um:
1) grundarlag fyri útrokning og javning av eftirlønargjaldi og veitingum og eftirlønarburturleggingum,
2) teir eftirlønarformar, ið eftirlønargrunnurin ætlar at nýta,
3) reglur um útrokning av endurgjøldum í sambandi við, at farið verður burtur úr eftirlønargrunninum og ognarpørtum,
4) reglur um útrokning og býti av yvirskoti til limirnar og um rindan av undirskoti,
5) reglur um heilsumeting,
6) ta hægstu upphædd, sum eftirlønargrunnurin uttan endurtrygging skal kunna taka við á einstakan váða, og
7) útreiðslur í sambandi við umsiting grunsins.
§ 188. Ein eftirlønargrunnur skal hava í minsta lagi 50 limir.
Stk. 2. Um talið á limunum í einum eftirlønargrunni verður minni enn 50, skal eftirlønargrunnurin beinanvegin heita á Tryggingareftirlitið um at gera av, um og, um so verður, við hvørjum treytum, eftirlønargrunnurin kemur at halda áfram við sínum virksemi.
Serstakar reglur um lívstryggingarpartafeløg, tengd at arbeiðsmarknaðinum
§ 189. Við eitt lívstryggingarpartafelag, tengt at arbeiðsmarknaðinum, skal skiljast eitt lívstryggingarpartafelag, sum
1) beinleiðis ella óbeinleiðis er heil ogn hjá yrkisfeløgum hjá tryggingartakarunum, møguliga í felagsskapi við arbeiðsgevarafeløgini fyri tær týðandi vinnugreinirnar,
2) er stovnað sum avleiðing av sáttmála og
3) sambært viðtøkunum ikki letur vinningsbýti til ognararnar.
Stk. 2. Av viðtøkum felagsins skal, umframt tað í stk. 1, nr. 3, nevnda, síggjast, at felagið er eitt lívstryggingarpartafelag, tengt at arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 3. Avhending av partabrøvum í felagnum til onnur enn tann í stk. 1, nr. 1, nevnda skara ella broyting av viðtøkum felagsins, viðvíkjandi teimum í stk. 1, nr. 3 og stk. 2 nevndu viðurskiftum, kann ikki fara fram uttan góðkenning Tryggingareftirlitsins. Eftirlitið kann bert geva góðkenning, um so er, at avhendingin ella viðtøkubroytingin verður mett at vera í áhuga teirra tryggjaðu.
Stk. 4. Av viðtøkum felagsins skal harumframt síggjast, hvussu tað skal vera við ogn felagsins, tá tað ikki longur eru tryggingarkrøv móti felagnum. Av viðtøkuásetingunum skal síggjast, at tann uppspardi parturin av eginpeninginum, ið er skattafríur, skal nýtast til almannagagnlig ella vælgerandi endamál.
Stk. 5. Avhendar felagið sína tryggingarmongd, skal felagið nýta tann uppsparda partin av eginpeninginum, ið er skattafríur, til fyrimuns fyri tey tryggjaðu. Í slíkum føri sum avhending av einum ávísum parti av tryggingarmongdini er tað bert tann lutfalsligi parturin av uppsparda partinum av eginpeninginum, ið er skattafríur, sum skal nýtast til fyrimuns fyri tey tryggjaðu.
Partur IX
Eftirlit og avgjøld
Kapittul 18
Eftirlit o.a.
Almennar reglur um eftirlit
§ 190. 1) Tryggingareftirlitið ansar eftir, at henda lóg og tær reglur, ið eru ásettar við heimild í lógini, undantikið § 61, stk. 1 og 2, verða hildnar. Tó ansar Skráseting Føroya eftir, at § 11, stk. 1 og 2 og § 69 verða hildnar. Tryggingareftirlitið ansar harafturat eftir, at reglurnar, ásettar við heimild í § 29, stk. 8, í lóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, verða hildnar.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið røkir tær í stk. 1 nevndu uppgávur saman við einum ráði (Tryggingarráðnum).
Stk. 3. 1) Tryggingareftirlitið skal skipa tað vanliga eftirlitsvirksemið við tí í hyggju at fremja fíggjarliga støðufestið og álitið á tryggingarfeløg og marknaðir. Tryggingareftirlitið skal í eftirlitsvirksemi sínum leggja dent á góðskuna á handilsmodellinum hjá tí einstaka tryggingarfelagnum. Eftirlitsvirksemið skal leggjast til rættis soleiðis, at vavið á eftirlitsvirkseminum er í samsvari við teir møguligu váðarnar ella møguliga skaðavirknaðin. Stjórnin í Tryggingareftirlitinum hevur ábyrgdia av, hvussu eftirlitsvirksemið verður lagt til rættis.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann í serstøkum førum nýta fremmanda hjálp.
Stk. 5. 1) Tryggingareftirlitið skal skipa eftirlitsvirksemið soleiðis, at mett verður um møguligar avleiðingar fyri fíggjarliga støðufestið í londum, sum Føroyar hava gjørt avtalu við á fíggjarøkinum. Talan kann vera um avtalu við ES ella beinleiðis við einstøk ES-lond ella við lond, sum ES hevur avtalu við á fíggjarøkinum. Hetta er serstakliga galdandi í sambandi við kreppustøður. Fyri deildir her á landi hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi at útinna tað í § 7 nevnda virksemi í einum ES-landi ella í landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, skal Tryggingareftirlitið ansa eftir deildunum og hjálpa teimum málføru eftirlitsmyndugleikunum, tá ið eftirlit verður gjørt. Fyri týdningarmiklar deildir og dótturfeløg hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi at útinna tað í § 7 nevnda virksemi í einum ES-landi ella í landi, sum ES hevur avtalu við á fíggjarøkinum, skal Tryggingareftirlitið taka lut í møguligum samstarvsfora um eftirlitið í samlaðu samtøkuni.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann gera avtalu við danska Fíggjareftirlitið um eftirlitsuppgávur og lógarfyrireikandi arbeiði.
Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin ger fyriskipan fyri virksemi Tryggingareftirlitsins.
Stk. 8. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um mannagongdir hjá Tryggingareftirlitinum í eru líkar við ásetingar um hetta í samveldisrættarligum reglum.
Stk. 9. 2) Tryggingareftirlitið kann í ávísum førum, tá ið móðurfelagið í eini samtøku er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag, gera frávik frá reglunum fyri samtøkur, ásettar í hesi løgtingslóg ella í reglum gjørdar við heimild í løgtingslógini, við atliti at endamálinum við viðkomandi reglum og virksemi í samtøkuni.
§ 191. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at seta á stovn tað í § 190, stk. 2, nevnda ráð, og at gera viðtøkur fyri tess virksemi og starvsskipan.
Stk. 2. Ein meiriluti av limum ráðsins skal vera óheftir av tryggingarfeløgum, av øðrum fyritøkum, ið eru undir tess eftirliti, og av felagsskapum fyri hesar fyritøkur.
Stk. 3. 1) § 200 verður nýtt samsvarandi fyri limir ráðsins. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri viðgerð av málum um gerð av reglum um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju.
1) tekur avgerðir í týdningarmestu eftirlitsmálunum, undantikið § 35, og í eftirlitsmálum, ið hava stórar týðandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir,
2) tekur avgerðir í málum um boð eftir § 193 b, stk. 1, ella
3) ráðgevur Tryggingareftirlitinum í sambandi við tess gerð av reglum og í sambandi við týdningarmikil mál um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju og prísupplýsingar, umframt í eftirlitsmálum um reiðiligan handilsskikk og góða siðvenju, ið hava stórar týðandi avleiðingar fyri tryggingarfeløg og haldfelagsskapir sambært § 35, umframt
4) hjálpir Tryggingareftirlitinum við tess kunningarvirksemi.
Stk. 5. Limir ráðsins verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. Limirnir kunnu tilnevnast aftur.
Stk. 6. 1) Í málum, har partshoyring skal gerast sambært fyrisitingarlógini, fevnir atgongdin til partshoyring um alt uppskotið til avgerð. Freistin fyri at geva ummæli skal vera í minsta lagi 3 vikur uttan so, at málið longu hevur verið lagt fyri Tryggingarráðið, ella at avgerðin hevur serligan skund.
Stk. 7. 1) Ráðið tekur avgerð við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins avgerð avgerandi.
Stk. 8. 1) Landsstýrismaðurin ásetur starvsskipan ráðsins, undir hesum reglur um høvi at fáa viðtal við ráðið.
§ 192. 2) Tryggingareftirlitið skal kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum, fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum, undir hesum gjøgnumgongd av støðugu fráboðanunum og kanningar á staðnum í einstøku fyritøkuni.
Stk. 2. 2) Aftan á kanning á staðnum í einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi skal ein fundur vera, har nevnd fyritøkunnar, stjórn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingurin, uttanhýsis grannskoðari og innanhýsis grannskoðanarleiðarin luttaka, uttan so at kanningin bert viðvíkur avmarkaðum virksemisøkjum í fyritøkuni. Á fundinum skal Tryggingareftirlitið koma við sínum niðurstøðum viðvíkjandi kanningini.
Stk. 3. Týdningarmiklar niðurstøður skulu, aftan á eina eftirlitsvitjan, sendast í einari skrivligari frágreiðing til nevnd fyritøkunnar, stjórn, tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingin, uttanhýsis grannskoðara og innanhýsis grannskoðanarleiðaran.
Stk. 4. Eftirlitsmyndugleikar í einum landi, sum ES hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, um ein sínámillum avtala millum Føroyar og ES er gjørd, ella Føroyar gera beinleiðis sínámillum avtalu við einstøk ES-lond, sum ES hevur avtalu við, kunnu, eftir at hava fráboðað Tryggingareftirlitinum hetta frammanundan, gera kanningar á staðnum í deildum í Føroyum hjá útlendskum tryggingarfeløgum, ið hava heimstað í viðkomandi landi. Eftirlitið luttekur í kanningini, nevnd í 1. pkt., ella kann eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikunum í heimlandi deildarinnar vegna hendan í serligum føri sjálvt gera kanningar av deildini.
Stk. 5. 2) Eftirlitsmyndugleikarnir í einum landi, sum ES hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum, um ein sínámillum avtala millum Føroyar og ES er gjørd, ella Føroyar gera beinleiðis sínámillum avtalu við einstøk ES-lond, sum ES hevur avtalu við, kunnu við loyvi Tryggingareftirlitsins krevja staðfesting av upplýsingum útflýggjaðar av føroyskum fíggjarligum haldfelagsskapum, tryggingarhaldfelagsskapum, tryggingarfeløgum ella fyritøkum, ið reka afturatknýtt fíggjarvirksemi, sum er undir ískoytiseftirliti av viðkomandi eftirlitsmyndugleika sambært ásetingum í direktivum á fíggjarøkinum, treytað av, at hesi eru sett í gildi í Føroyum.
§ 193. 1) 2) Tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir, tryggingarhaldfelagsskapir, tryggingarmeklarafeløg, veitarar og undirveitarar skulu geva Tryggingareftirlitinum tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri virksemi eftirlitsins.
Stk. 2. 2) Tryggingareftirlitið kann til eina og hvørja tíð, við hóskandi samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð fáa atgongd til eitt tryggingarfelag og deildir tess, ein fíggjarligan haldfelagsskap, ella ein tryggingarhaldfelagsskap við atliti til at savna upplýsingar, undir hesum við kanning á staðnum.
Stk. 3. 2) Fyri at meta um fíggjarstøðuna hjá einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi kann Tryggingareftirlitið í neyðugan mun savna upplýsingar og kann til eina og hvørja tíð, við hóskandi samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð fáa atgongd til tær fyritøkur, sum tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin hevur serstakt beinleiðis ella óbeinleiðis samband við.
Stk. 4. Tryggingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar, undir hesum roknskapir og roknskapartilfar, úrskrift úr bókum, onnur handilsskjøl og elektroniskt goymdar dátur, ið verða mettar neyðugar fyri virksemi eftirlitsins, ella fyri at kunna avgera, um ein løgfrøðiligur ella likamligur persónur er fevndur av reglunum í hesi lóg.
Stk. 5. 1) Tryggingareftirlitið kann til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikaprógvi uttan rættarúrskurð fáa atgongd til eitt tryggingarmeklarafelag, ein veitara ella ein undirveitara við tí endamáli at savna upplýsingar um tað útveitta virksemið.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann savna upplýsingar eftir stk. 1-4 til nýtslu hjá teimum í § 200, stk. 6, nr. 10 og 11, nevndu myndugleikum.
§ 193 a. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu tryggingarfelagsins at almannakunngera upplýsingar um meting Tryggingareftirlitsins av tryggingarfelagnum og um, at Tryggingareftirlitið hevur møguleika fyri at almannakunngera upplýsingarnar áðrenn tryggingarfelagið.
§ 193 b. 1) 2) Tryggingareftirlitið kann áleggja einum tryggingarfelagi, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi at rinda fyri, at óheft kanning av einum ella fleiri viðurskiftum í tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum verður gjørd, um Tryggingareftirlitið metir, at hetta hevur stóran týdning fyri eftirlitið við felagnum, og talan ikki er um kanning, sum Tryggingareftirlitið vanliga fremur.
Stk. 2. 2) Óhefta kanningin skal gerast av einum ella fleiri sakkønum persónum. Tryggingareftirlitið heitir á tryggingarfelagið, fíggjarliga haldfelagsskapin ella tryggingarhaldfelagsskapin um at skjóta upp ein ella fleiri sakkønar persónar at gera óheftu kanningina. Um tey sakkønu, sum eru í uppskoti, ikki verða mett at vera egnað og óheft, kann Tryggingareftirlitið tilnevna aðrar sakkønar persónar. Útreiðslurnar til tann ella teir sakkønu persónarnar kunnu fyribils verða rindaðar av Tryggingareftirlitinum, men verða endaliga rindaðar av tryggingarfelagnum ella fíggjarliga haldfelagsskapinum. Tryggingareftirlitið kann krevja, at rindað verður frammanundan ella so við og við, ella at trygd verður sett.
Stk. 3. 2) Tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin ella tryggingarhaldfelagsskapurin skal geva sakkønu persónunum tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fremja óheftu kanningina.
Stk. 4. 2) Úrslitið av óheftu kanningini skal latast Tryggingareftirlitinum í skrivligari frágreiðing samstundis, sum avrit av frágreiðingini verður latið tryggingarfelagnum, fíggjarliga haldfelagsskapinum ella tryggingarhaldfelagsskapinum.
Stk. 5. Sakkønu persónarnir skulu beinanvegin lata Tryggingareftirlitinum upplýsingar um viðurskifti, sum teir gerast varugir við í sambandi við óheftu kanningina, um munandi vandi er fyri, at hesi viðurskifti kunnu broytast soleiðis, at felagið fer at missa sítt loyvi.
§ 194. Tryggingareftirlitið kann geva boð um at rætta viðurskiftini, ið eru í ósamsvari við §§ 35 og 41. Eftirlitið kann í tí sambandi gera eftirlitsvitjanir í deildum hjá fyrisitingarfeløgum og íløgufeløgum.
§ 195. Tryggingareftirlitið kann áleggja leiðsluni í einum tryggingarfelag at síggja til, at frágreiðing verður gjørd um fíggjarstøðu og framtíðarútlit felagsins. Nevnd tryggingarfelagsins, stjórn, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, uttanhýsis grannskoðari og tann innanhýsis grannskoðanarleiðarin skulu, við at skriva undir áleggingina, mótvegis Tryggingareftirlitinum vátta, at teir eru kunnugir við boðini.
Stk. 2. Frágreiðingin skal
1) innihalda ummæli frá uttanhýsis grannskoðara tryggingarfelagsins, uttan so at hesin hevur gjørt frágreiðingina í síni heild,
2) leggjast fyri nevnd felagsins til góðkenningar, og
3) verða send Tryggingareftirlitinum sum avrit.
§ 196. 1) Tryggingareftirlitið kann áleggja einum tryggingarfelag innan eina freist, sum eftirlitið hevur ásett, at gera tey neyðugu tiltøkini, um
1) fíggjarstøða tryggingarfelagsins er versnað soleiðis, at áhugamál teirra tryggjaðu ella hjá hinum íleggjarunum koma í vanda, ella
2) tað er ein ikki-ótýðandi vandi fyri, at fíggjarstøða tryggingarfelagsins, vegna innan- ella uttanhýsis viðurskifti, broytist soleiðis, at felagið fer at missa sítt loyvi.
Stk. 2. Eru tey áløgdu tiltøkini ikki framd innan ta ásettu freistina, kann Tryggingareftirlitið taka aftur loyvi felagsins.
Stk. 3. Harumframt eru reglurnar í §§ 151-155 galdandi.
Stk. 4. 2) Stk. 1 og 2 eru samsvarandi galdandi fyri eina samtøku, har móðurfelagið er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag, um tað er stórur vandi fyri, at fíggjarstøða samtøkunnar broytist soleiðis, at samtøkan ikki lýkur fæfeingiskrøvini fyri samtøkur.
§ 197. 1) 2) Tryggingareftirlitið kann, við eini freist, sum eftirlitið setur, áleggja einum tryggingarfelagi at koyra stjóran í einum tryggingarfelagi frá, um hesin ikki er førur fyri at røkja starvið, sbr. § 49, stk. 2 ella 3, ella § 49 a.
Stk. 2. 1) 2) Tryggingareftirlitið kann, við eini freist, sum eftirlitið ásetur, áleggja einum nevndarlimi í einum tryggingarfelag at leggja frá sær, um hesin ikki er førur fyri at røkja starvið, sbr. § 49, stk. 2 ella 3, ella § 49 a.
Stk. 3. 1) 2) Tryggingareftirlitið kann áleggja einum tryggingarfelagi at koyra ein stjóra frá, tá ið hesin er undir ákæru í einum revsimáli fyri brot á revsilógina ella fíggjarligu lóggávuna, og til dómur er fallin í málinum, um dómurin kann hava við sær, at stjórin ikki lýkur krøvini í § 49, stk. 3, nr. 1. Tryggingareftirlitið ásetur eina freist fyri, nær áløgdu boðini skulu vera eftirlíkað. Tryggingareftirlitið kann við somu treytum sum í 1. pkt. áleggja einum stjórnarlimi í einum tryggingarfelagi at fara úr starvi. Tryggingareftirlitið setir eina freist fyri, nær áløgdu boðini skulu vera eftirlíkað.
Stk. 4. 1) 2) Í boðum, ið verða áløgd eftir stk. 2, grundað á § 49, stk. 2 ella stk. 3, nr. 2, 3 ella 4, skal standa, hvussu leingi tey eru galdandi.
Stk. 5. 1) Tá ið boð verða áløgd eftir stk. 1-3, kunnu tryggingarfelagið og tann persónurin, sum hevur fingið boðini áløgd, krevja málið lagt fyri rættin. Umbøn um hetta skal sendast Tryggingareftirlitinum innan 4 vikur eftir, at felagið ella persónurin hevur fingið boðini. Umbønin hevur ikki steðgandi virknað viðvíkjandi tí, sum álagt er, men rætturin kann gera úrskurð um, at viðkomandi stjóri ella nevndarlimur kann vera í starvi sínum, meðan málið verður viðgjørt. Tryggingareftirlitið skal innan 4 vikur leggja málið fyri rættin. Málið verður lagt fyri rættin sum borgarligt rættarmál.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann av egnum ávum ella eftir umsókn taka aftur boð, sum álagt er eftir stk. 2 og stk. 3, 3. pkt. Sýtir Tryggingareftirlitið einari umsókn um afturtøku, kann umsøkjarin biðja um at fáa sýtingina lagda fyri rættin. Umbøn um hetta skal latast Tryggingareftirlitinum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um, at umsóknin er noktað. Tó kann bert verða biðið um at fáa málið lagt fyri rættin, um boðini ikki eru tíðaravmarkað, og tað eru gingin í minsta lagi 5 ár frá tí, at boðini vórðu áløgd, ella í minsta lagi 2 ár aftaná, at avgerð Tryggingareftirlitsins um at sýta fyri afturkalling er staðfest við dómi.
Stk. 7. 1) Hevur tryggingarfelagið ikki koyrt stjóran frá innan ásettu freistina, kann Tryggingareftirlitið taka loyvið hjá felagnum aftur, sbr. § 133, stk. 1, nr. 2. Tryggingareftirlitið kann eisini taka loyvið hjá felagnum aftur, sbr. § 133, stk. 1, nr. 2, um ein stjórnarlimur ikki ger eftir boðum, sum eru áløgd eftir stk. 2 og 3.
§ 198. Tryggingareftirlitið kann sjálvstøðugt, ella í samstarvi við aðrar myndugleikar, gera kanningar, ið kunnu fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum, og almannakunngera úrslitini.
§ 198 a. 1) Tá ið eitt tryggingarfelag er farið á húsagang, og landsstýrið hevur veitt trygd ella latið pening standa til taks, ger Tryggingareftirlitið eina frágreiðing um gongdina frammanundan húsaganginum. Frágreiðingin skal m.a. lýsa leiklut Tryggingareftirlitsins hesa tíðina.
Stk. 2. Tryggingareftirlitið skal almannakunngera ta í stk. 1 nevndu frágreiðing. § 200 er ikki galdandi í sambandi við almannakunngeringina uttan so, at upplýsingarnar hava við kundaviðurskifti at gera ella við triðjamann, ið er ella hevur verið uppi í royndunum at bjarga umrødda tryggingarfelag.
§ 199. 1) (Strikað).
§ 200. 1) Starvsfólk Tryggingareftirlitsins hava sambært §§ 152-152 e í revsilógini skyldu til at dylja tær trúnaðarupplýsingar, ið tey fáa kunnleika til gjøgnum eftirlitsvirksemið. Sama er galdandi fyri persónar, ið útinna tænastur sum liður í rakstri Tryggingareftirlitsins, og serkøn, ið virka vegna eftirlitið. Hetta er eisini galdandi aftaná, at setanar- ella sáttmálaviðurskifti enda.
Stk. 2. 1) Samtykki frá tí, ið tagnarskyldan er ætlað at verja, heimilar ikki persónunum, ið nevndir eru í stk. 1, at útflýggja trúnaðarupplýsingar.
Stk. 3. 1) Stk. 1 er tó ikki galdandi fyri upplýsingar í málum um
1) góðan skikk og prísupplýsingar, sbr. § 35, og kunngerðir við heimild í hesi áseting,
2) blandings (hybrid) kjarnufæfeingi ella ábyrgdar lánsfæfeingi, útskrivað í hópskuldarbrøvum, sbr. § 37,
3) tekning av fæfeingisinnskoti, sbr. § 38,
4) forboð fyri at tekna ávísar lívstryggingaravtalur, sbr. § 39, stk. 1,
5) kunning, tá ið tryggingaravtalur verða gjørdar og í teimum framhaldandi kundaviðurskiftunum, sbr. kunngerð við heimild í § 40,
6) uppsagnarfreist fyri brúkaratryggingar, sbr. § 41, stk. 1,
7) skylduna at taka yvir bygningstrygging, sbr. § 44, stk. 1, og
8) forboð fyri at slíta eina bygningsbrunatrygging, sbr. § 45, stk. 1.
Stk. 4. 1) Ásetingin í stk. 1 forðar ikki fyri, at Tryggingareftirlitið av egnum ávum útflýggjar trúnaðarupplýsingar í yvirlitskendum formi ella í samandrátti, tá ið hvørki einstaka felagið ella kundar tess kunnu eyðmerkjast.
Stk. 5. 1) Trúnaðarupplýsingar kunnu útflýggjast í einum borgarligum rættarmáli, tá ið eitt tryggingarfelag er farið á húsagang, og um upplýsingarnar ikki viðvíkja kundaviðurskiftum ella triðjamanni, sum er ella hevur verið uppi í royndum at bjarga felagnum.
Stk. 6. 1) 2) Ásetingin í stk. 1 forðar ikki fyri, at trúnaðarupplýsingar kunnu útflýggjast:
1) Tryggingarráðnum.
2) Øðrum almennum myndugleikum, undir hesum ákæruvaldi og løgreglu, í sambandi við rannsókn og rættarsókn í revsiverdum viðurskiftum, fevnd av revsilógini ella eftirlitslóggávuni.
3) Avvarðandi landsstýrismanni sum liður í yvirskipaða eftirliti hansara.
4) Umsitingarligum myndugleikum og dómstólum, sum viðgera avgerðir, ið eru tiknar av Tryggingareftirlitinum.
5) Løgtingsins Umboðsmanni.
6) Tingnevndum (kommissiónum), settar av Løgtinginum at kanna alment umvarandi mál sbrt. § 19 í Stýrisskipanarlóg Føroya.
7) Kanningarnevndum, settar við lóg.
8) Føstu nevnd Løgtingsins viðvíkjandi almennu fíggjarviðurskiftunum hjá einum tryggingarfelagi, í sambandi við kreppuhandfaring av tryggingarfeløgum, tá ið avgerð verður tikin um, hvørt landsstýrið skal veita trygd ella lata pening standa til taks. Sama er galdandi fyri eftirlit Løgtingsins í málum, fevnd av 1. pkt.
9) Landsgrannskoðanini og løgtingsgrannskoðanini.
10) Áhugapørtum, undir hesum myndugleikum, sum eru uppi í royndunum at bjarga einum kreppuraktum tryggingarfelagi, treytað av, at tey, ið fáa upplýsingarnar, hava tørv á teimum.
11) Skiftirættinum og øðrum myndugleikum, ið taka lut í likvidatión, trotabúsviðgerð ella líknandi viðgerðum tryggingarfelagsins, umframt persónum, sum hava ábyrgd fyri lógarásettu grannskoðanini av roknskapi tryggingarfelagsins, treytað av, at tey, ið fáa upplýsingarnar, hava tørv á teimum fyri at røkja uppgávu sína.
12) Tryggingareftirlitsmyndugleikum í ES-londum ella í londum, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, sum hava ábyrgd fyri eftirliti við tryggingarfeløgum og stovnum, sum taka lut í likvidatión, trotabúsviðgerð ella líknandi viðgerðum tryggingarfelagsins, umframt persónum, sum hava ábyrgd fyri lógarásettu grannskoðanini av roknskapi tryggingarfelagsins, treytað av, at tey, ið fáa upplýsingarnar, hava tørv á teimum fyri at røkja uppgávu sína.
13) Ráðharrum, sum hava ábyrgd av fíggjarligu lóggávuni í einum ES-landi ella í einum landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, í sambandi við kreppuhandfaring av einum tryggingarfelagi.
14) Tryggingareftirlitsmyndugleikum í londum uttan fyri ES, sum ES ikki hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, ið hava ábyrgd av eftirliti við tryggingarfeløgum og stovnum, sum taka lut í likvidatión, trotabúsviðgerð ella líknandi viðgerðum tryggingarfelagsins umframt persónum, sum hava ábyrgd fyri lógarásettu grannskoðanini av roknskapi tryggingarfelagsins,sbr. tó stk. 9 og 10.
15) Grannskoðaraeftirlitinum og Grannskoðaranevndini til tess at tey kunnu røkja uppgávur sínar.
16) Landsstýrismanninum í fíggjarmálum sum liður í ábyrgd hansara fyri fíggjarliga støðufestinum í Føroyum og at nýta í sambandi við kreppuhandfaring av tryggingarfeløgum í Føroyum.
17) Danska ráðharranum í fíggjarmálum sum liður í ábyrgd hansara fyri fíggjarliga støðufestinum í Danmark og at nýta í sambandi við kreppuhandfaring av tryggingarfeløgum í Danmark.
18) Grønlendska landsstýrismanninum fyri vinnu og arbeiðsmarknaði sum liður í ábyrgd hansara fyri fíggjarliga støðufestinum í Grønlandi og at nýta í sambandi við kreppuhandfaring av tryggingarfeløgum í Grønlandi.
19) Føstu nevnd danska Fólkatingsins viðvíkjandi almennu fíggjarviðurskiftunum hjá einum donskum tryggingarfelagi, í sambandi við kreppuhandfaring av tryggingarfeløgum, tá ið avgerð verður tikin um, hvørt danska stjórnin skal veita trygd ella lata pening standa til taks. Sama er galdandi fyri eftirlit danska Fólkatingsins í málum, fevnd av 1. pkt.
20) Føstu nevnd grønlendska Landstingsins viðvíkjandi almennu fíggjarviðurskiftunum hjá einum grønlendskum tryggingarfelagi, í sambandi við kreppuhandfaring av tryggingarfeløgum, tá ið avgerð verður tikin um, hvørt grønlendska landsstýrið skal veita trygd ella lata pening standa til taks. Sama er galdandi fyri eftirlit grønlendska Landstingsins í málum, fevnd av 1. pkt.
21) Danska Fíggjareftirlitinum, treytað av at Fíggjareftirlitið hevur tørv á upplýsingunum til tess at røkja sínar uppgávur.
22) Føroya Váðaráð.
Stk. 7. 1) Øll tey, ið eftir stk. 5 og 6 fáa trúnaðarupplýsingar frá Tryggingareftirlitinum, eru, við atliti til hesar upplýsingar, fevnd av teirri í stk. 1 nevndu tagnarskylduni.
Stk. 8. 1) Trúnaðarupplýsingar, sum Tryggingareftirlitið fær, mugu bert nýtast í sambandi við eftirlitsstarvið, at áleggja revsitiltøk, ella um avgerð eftirlitsins verður kærd til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella verður løgd fyri rættin.
Stk. 9. 1) Atgongdin at útflýggja trúnaðarupplýsingar til føstu nevnd Løgtingsins eftir stk. 6, nr. 8, er avmarkað til skjøl í málum, sum eru stovnað í Tryggingareftirlitinum aftaná 1. januar 2013. Atgongdin at útflýggja trúnaðarupplýsingar til føstu nevnd Fólkatingsins eftir stk. 6, nr. 19, og til føstu nevnd grønlendska landstingsins eftir stk. 6, nr. 20, er avmarkað til skjøl í málum, sum eru stovnað í Tryggingareftirlitinum aftaná 1. januar 2013.
Stk. 10. 1) Útflýggjan eftir stk. 6, nr. 14, kann bert fara fram
1) við støði í altjóða samstarvsavtalu, og
2) við teirri fortreyt, at móttakararnir eru fevndir av eini tagnarskyldu, sum í minsta lagi er í samsvari við tagnarskylduna eftir stk. 1, og hava tørv á upplýsingunum fyri at útinna uppgávur sínar.
Stk. 11. 1) Útflýggjan eftir stk. 6, nr. 14, av trúnaðarupplýsingum, sum koma frá ES-londum ella londum, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, kann harumframt bert fara fram, um teir myndugleikar, sum hava latið upplýsingarnar, hava givið staðiligt loyvi til tess, og mugu upplýsingarnar bert nýtast til tað endamál, sum loyvið viðvíkur.
Stk. 12. 1) Hevur ein skuldari, ábyrgdari ella íleggjari munandi skyldur mótvegis fleiri tryggingarfeløgum, kann Tryggingareftirlitið kunna viðkomandi feløg um hetta.
§ 201. 1) Avgerðir, tiknar sambært § 191, stk. 4, nr. 1, skulu almannakunngerast. 1. pkt. er eisini galdandi fyri avgerðir um at lata løgregluni mál til eftirkanningar, sbr. tó stk. 2. Navnið á felagnum skal standa í almannakunngeringini. 1.-3. pkt. eru somuleiðis galdandi fyri avgerðir um at lata løgregluni mál til eftirkanningar, sum verða tiknar av Tryggingareftirlitinum eftir delegatión frá Tryggingarráðnum.
Stk. 2. 1) Almannakunngering eftir stk. 1 kann tó ikki fara fram, um tað verður til órímiliga stóran skaða fyri felagið, ella um atlit í sambandi við eina eftirkanning tala ímóti almannakunngering. Í almannakunngeringini mugu ikki standa trúnaðarupplýsingar um kundaviðurskifti ella upplýsingar, ið eru fevndar av § 12, stk. 1, í lóg um alment innlit. Í almannakunngeringini mugu ikki standa trúnaðarupplýsingar, ið stava frá fíggjareftirlitsmyndugleikum í ES-londum ella londum uttan fyri ES, uttan so at myndugleikarnir, ið hava latið upplýsingarnar, hava givið staðiligt loyvi til tess.
Stk. 3. 1) Um avgerð ikki verður almannakunngjørd eftir stk. 2, 1. pkt., skal avgerðin almannakunngerast eftir stk. 1, tá ið atlitini, sum forðaðu fyri almannakunngeringini, ikki longur eru galdandi. Hetta er tó bert galdandi í upp til 2 ár eftir, at viðkomandi avgerð er tikin.
§ 201 a. 1) Tryggingareftirlitið skal kunna almenningin um mál, ið eru viðgjørd av Tryggingareftirlitinum, ákæruvaldinum ella dómstólunum, og sum hava almennan áhuga ella hava týdning fyri tulkingina av niðanfyri nevndu ásetingum um:
1) Góðan skikk og prísupplýsingar, sbr. § 35 og kunngerðir við heimild í hesi áseting,
2) blandings (hybrid) kjarnufæfeingi ella ábyrgdar lánsfæfeingi, útskrivað sum hópskuldarbrøv, sbr. § 37,
3) tekning av fæfeingisinnskoti, sbr. § 38,
4) forboð fyri at tekna ávísar lívstryggingaravtalur, sbr. § 39, stk. 1,
5) kunning, tá ið tryggingaravtalur verða gjørdar og í teimum framhaldandi kundaviðurskiftunum, sbr. kunngerð við heimild í § 40,
6) uppsagnarfreist fyri brúkaratryggingum, sbr. § 41, stk. 1,
7) skyldu at taka yvir eina bygningstrygging, sbr. § 44, stk. 1, og
8) forboð móti at slíta eina bygningsbrunatrygging, sbr. § 45, stk. 1.
Stk. 2. 1) Tryggingareftirlitið skal harumframt almannakunngera navnið á feløgum, ið bróta forboðið fyri at útinna tryggingarvirksemi uttan loyvi, sbr. § 7.
§ 202. 2) Sum partar í viðurskiftunum við Tryggingareftirlitið verða mett at vera tryggingarfelagið, fíggjarligi haldfelagsskapurin, tryggingarhaldfelagsskapurin, útlendska tryggingarfelagið ella útlendski haldfelagsskapurin, sum eftirlitsins avgerð, tikin sambært hesi lóg ella reglum gjørdar við heimild í hesi lóg, vendir sær til, sí tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. 1) 2) Í niðanfyri nevndu førum verða onnur enn felagið eisini mett sum partar í avgerð Tryggingareftirlitsins, tá tað snýr seg um tann partin av málinum, sum viðvíkur hesum:
1) Móðurfelagnum, tá hetta er ein fíggjarligur haldfelagsskapur, ein tryggingarhaldfelagsskapur ella eitt tryggingarfelag.
2) Fyritøkum, sum eitt tryggingarfelag hevur eitt serstakt beinleiðis ella óbeinleiðis samband við og har Tryggingareftirlitið kann savna upplýsingar og gera eftirlitsvitjanir sbrt. § 193, stk. 3.
3) Einum likamligum ella løgfrøðiligum persóni, sum Tryggingareftirlitið krevur upplýsingar frá fyri at kunna avgera, um hesin er fevndur av reglunum í hesi lóg sbrt. § 193, stk. 4.
4) Einum persóni, sum Tryggingareftirlitið fær upplýsingar um í sambandi við góðkenning sambært § 49.
5) Ætlaðum ognara ella eigara av einum kvalifiseraðum luti, tá ið Tryggingareftirlitið viðger mál um góðkenning av ognan, sbr. §§ 46, 46 a og 46 b, og tá ið Tryggingareftirlitið tekur onnur stig, orsakað av vantandi kunning um ein lut, ella strikar atkvøðurættin, ið er knýttur at lutinum hjá viðkomandi ognara, sbr. § 47, stk. 1-3.
6) Grannskoðara í einum tryggingarfelag, tá Tryggingareftirlitið koyrir hann frá ella áleggur honum at lata upplýsingar um felagsins viðurskifti, og í málum um forboð móti, at ein grannskoðari hevur lán o.a. í tí tryggingarfelagnum, sum hann grannskoðar, sbrt. § 127, stk. 4-6 og 8.
7) Einum tryggingarfelag, sum søkir um loyvi til at reka tryggingarvirksemi sbrt. § 7, stk. 1 og § 10, ella um umsóknin verður fyribils steðgað sbrt. § 10, stk. 4.
8) Einum limi í nevnd ella stjórn tryggingarfelagsins ella einum fæfeingisognara, tá Tryggingareftirlitið noktar einum tryggingarfelag loyvi ella tekur tað heilt ella partvíst aftur sbrt. § 10, stk. 1, nr. 1-3, stk. 2 og § 133.
9) Fyritøkum, sum Tryggingareftirlitið metir hava tøtt sambond við eitt tryggingarfelag, tá loyvið verður noktað ella tikið aftur sbrt. § 10, stk. 1, nr. 4 og 5 og § 133.
10) Tí, sum brýtur forboðið í lógini um, í navni ella lýsing av fyritøkuni, at nýta orð, ið eru fevnd av einkarætti tryggingarfelagsins til nøvn sbrt. § 7, stk. 3.
11) Tí, sum brýtur forboðið í lógini um at reka virksemi, fevnt av § 7, stk. 1, uttan loyvi.
12) Tí ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðinginum, tá hesin ikki hevur hildið sína upplýsingarskyldu mótvegis Tryggingareftirlitinum sbrt. § 65, stk. 5, 1. pkt.
Stk. 3. 2) Sum partur verður annars mettur ein nevndarlimur, ein ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, ein grannskoðari, ein stjóri ella onnur leiðandi starvsfólk í einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi, einum tryggingarhaldfelagsskapi, einum útlendskum tryggingarfelag ella einum útlendskum haldfelagsskapi, um avgerð Tryggingareftirlitsins er vend beinleiðis til viðkomandi. Tað sama er galdandi fyri ein avtøkustjóra og ein umsitara av eini lívstryggingarmongd.
Stk. 4. 1) Sum partur í avgerðum, ið Tryggingareftirlitið tekur sum liður í eftirlitinum við roknskapum, lagdir fram sambært reglunum í kapitli 13 í hesi lóg og teimum reglum, ið eru givnar sambært § 124, og við samtøkuroknskapum, fevndir av art. 4 í Forordning om anvendelse af internationale regnskabsstandarder hjá ES-tinginum og Ráðnum, er annars at meta ein og hvør, sum Tryggingareftirltið heldur vera partur í málinum.
Stk. 5. 1) Partsstøða og partsheimildir sambært stk. 2-4 eru avmarkaðar til viðurskifti, har avgerð Tryggingareftirlitsins er tikin, eftir at lógin er komin í gildi. Viðvíkjandi útflýggjan av trúnaðarupplýsingum, sbr. kapitli 9, eru partsstøða og partsheimildir avmarkaðar til viðurskifti, har eftirlitið tekur avgerð, eftir at lógin er komin í gildi. Partsstøðan og partsheimildir eftir stk. 4 eru avmarkað til viðurskifti, har avgerð eftirlitsins er tikin aftaná 1. januar 2013.
Stk. 6. 1) Tryggingareftirlitið kann, tá ið tað tekur eitt mál upp um útflýggjan av trúnaðarupplýsingum, sbrt. kapitli 9, til viðgerðar, geva øðrum likamligum ella løgfrøðiligum persónum enn teimum, nevndir eru í stk. 2 og 3, ávísar partsheimildir. Partsheimildir kunnu einans verða givnar fyri tann partin av málinum, ið hevur stóran og beinleiðis týdning fyri viðkomandi. Játtan av partsheimildum skal fara fram við atliti til at verja trúnaðarupplýsingar um tey feløg, sum eru undir eftirliti. Partsheimildirnar eru avmarkaðar til tey viðurskifti, har avgerð eftirlitsins er tikin aftaná 1. januar 2013.
Stk. 7. 1) Sum partar í viðurskiftum við Tryggingareftirlitið verða somuleiðis mett at vera feløg, ið ein avgerð viðvíkir, tikin sambært hesi lóg ella reglum, gjørdar við heimild í hesi lóg, sbr. tó stk. 8.
Stk. 8. 1) Sum partur í viðurskiftum við Tryggingareftirlitið viðvíkjandi tí parti av málinum, fevndur av stk. 7, ið viðvíkir viðkomandi, er eisini at meta
1) tann, ið rekur tryggingarmeklaravirksemi uttan at vera skrásettur í almenna yvirlitinum hjá Tryggingareftirlitinum yvir tryggingarmeklarar, sbr. § 42,
2) eitt felag, sum søkir um at verða skrásett sum tryggingarmeklari, sbr. § 42,
3) ein nevndar- ella stjórnarlimur í einum felagi ella tann ella teir persónar í felagnum, ið hava ábyrgd av tryggingarmeklingini, tá ið eftirlitið noktar at skráseta felagið sum tryggingarmeklara ella tekur aftur eina tílíka skráseting,
4) tann, sum í navninum ella heitinum hjá einum felagi nýtir orð, sum kunnu fáa ein at halda, at felagið rekur tryggingarmekling, uttan at vera skrásettur sum tryggingarmeklari, sbr. § 42, og
5) ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum Tryggingareftirlitið krevur upplýsingar frá, til tess at meta um, hvørt viðkomandi er fevndur av ásetingunum um tryggingarmekling í hesi lóg, sbr. § 193, stk. 1.
§ 203. Starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki vera limir í nevnd, stjórn ella umboðsnevnd, ella verða sett í starv í fyritøkum undir eftirlitsins eftirliti ella felagsskapum hjá eftirlitinum. Starvsfólkini kunnu heldur ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum eiga ella reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi ella taka lut í leiðslu ella rakstri av eini vinnufyritøku. Tey kunnu tó eiga, reka og taka lut í umsitingini av fastari ogn.
Stk. 2. Starvsfólk hjá Tryggingareftirlitinum kunnu ikki fyri egna rokning fremja ella taka lut í spekulasjónshandli sbr. § 61, stk. 1. Landsstýrismaðurin skal gera leiðreglur fyri eftirlitsins stjóra, varastjórar og javnsettar við hesar um fráboðan av ognartiltøkum.
Stk. 3. Stjórin fyri Tryggingareftirlitið kann ikki uttan loyvi frá landsstýrismanninum avtala skuldbindingar við ella veita trygd mótvegis tryggingarfeløgum. Fyri onnur starvsfólk hjá eftirlitinum ger landsstýrismaðurin neyvari leiðreglur fyri góðkenning av avtalum við og trygdarveitingum mótvegis tryggingarfeløgum. Leiðreglurnar kunnu áseta ymiskar góðkenningar og mannagongdir fyri einstøku starvsfólkasløgini.
Freistir
§ 204. Tær freistir, sum eru ásettar í ella sambært hesi lóg, taka við frá og við dagin eftir tann dag, har tann hending, sum hevði við sær, at freistin tók við, hendi. Hetta er galdandi fyri bæði útrokning av dags-, viku-, mánaða-, og ársfreistum.
Stk. 2. Er freistin tilskilað í vikum, er freistin úti vikudagin fyri tann dag, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 1.
Stk. 3. Er freistin tilskilað í mánaðum, er freistin úti á mánaðadegnum fyri tann dag, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 1. Um tann dagurin, har tann hending, sum gjørdi, at freistin tók við, hendi, er seinasti dagur í mánaðinum, ella um freistin er úti eina tíðarfesting, sum ikki er til, er freistin altíð úti tann seinasta dagin í mánaðinum, uttan mun til hvussu langur hann er.
Stk. 4. Er freistin tilskilað í árum, er freistin úti ársdagin fyri tann dag, har hendingin, sum hevði við sær, at freistin tók við, hendi, sbr. stk. 1.
Stk. 5. Er freistin úti í einum vikuskifti ella ein halgidag, ella flaggdagin, grundlógardagin, páskaaftan, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, jólaaftan ella nýggjársaftan, verður freistin longd til tann fyrstkomandi gerandisdagin.
Serstakar reglur fyri tryggingarfeløg um eftirlit
§ 205. 3) 1) Avgerðir, um at nýggj partabrøv skulu kunna verða goldin við umskifti av skuld sambært § 161 í vinnufelagslógini, skulu góðkennast av Tryggingareftirlitinum.
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 206. Tryggingarfeløg, deildir hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum, og eftirlønargrunnarnir, ið eru fevndir av hesi lóg, verða skrásett hjá Skráseting Føroya.
Kapittul 19
Avgjøld
§ 207. Játtan Tryggingareftirlitsins, frádrigið sølu av vørum og tænastuveitingum saman við rentuinntøkum, verður rindað av avgjøldum frá teimum fyritøkum, ið eru undir eftirlitsins eftirliti sbrt. §§ 208-212.
§ 208. 2) Fíggjarligir haldfelagsskapir og tryggingarhaldfelagsskapir gjalda árliga eina grundupphædd á 10.000 kr. í avgjaldi til Tryggingareftirlitið.
Stk. 2. 1) Tryggingarmeklarafeløg rinda árliga 4,0 promillu av provisión og øðrum viðurgjøldum sínum. Minsta gjaldið er altíð 2.000 kr.
Stk. 3. 1) Endurtryggingarmeklarafeløg rinda 15.000 kr.
§ 209. Øll tryggingarfeløg og allir eftirlønargrunnar hava fulla gjaldskyldu.
Stk. 2. Við útrokning av gjaldinum verða útreiðslur Tryggingareftirlitsins býttar millum hesar bólkar:
1) tryggingarfeløg, ið reka lívstryggingarvirksemi,
2) tryggingarfeløg, ið reka annað virksemi enn lívstryggingarvirksemi,
3) eftirlønargrunnar, ið eru fevndir av eftirliti sambært hesi lóg.
Stk. 3. Býtið millum bólkarnar 1-3 verður gjørt við grundarlagi í partinum hjá tí einstaka bólkinum av teirri samlaðu rentuinntøkuni og bruttotryggingargjaldsinntøkuni frá teimum í Føroyum teknaðu beinleiðis tryggingum. Býtið millum feløgini í bólki 1 og 2 verður gjørt í mun til bruttotryggingargjaldsinntøkuna frá teimum í Føroyum teknaðu beinleiðis tryggingunum og innan bólk 3 við grundarlagi í limagjaldi og rentuinntøkum.
§ 210. Tað verður altíð álagt eitt minsta avgjald á 2.000 kr. Tey tryggingarfeløg, ið eru fevnd av § 172, gjalda tó eitt minstaavgjald á 1.000 kr.
§ 211. Útrokning av avgjøldum fyri fyritøkur, ið eru fevndar av § 209, verður gjørd við støði í upplýsingum í ársfrásøgnini fyri síðsta roknskaparár ella, um tílík vantar, tí síðst innsendu roknskaparfráboðanini.
Stk. 2. Ein og hvør fyritøka, ið hevur verið undir eftirliti ein part av undanfarna ári, hevur fulla avgjaldsskyldu.
Stk. 3. Um so er, at eitt ella fleiri tryggingarfeløg undir Tryggingareftirlitsins eftirliti verða løgd saman, rindar felagið, sum heldur fram, avgjaldið hjá avtikna felagnum.
Stk. 4. Um eitt tryggingarfelag ikki longur er undir Tryggingareftirlitsins eftirliti á annan hátt enn við samanlegging, verður avgjaldið fyri álmanakkaárið, har fyritøkan var avtikin, ásett á henda hátt:
1) Fyritøkur, ið eru fevndar av § 208, gjalda grundupphæddina.
2) Fyritøkur, ið eru fevndar av § 209, gjalda prosentið frá seinastu avgjaldsinnkrevjing í mun til avgjaldsgrundarlagið í tí seinastu ársfrásøgnini. Um so er, at seinasta ársfrásøgn ikki er send Tryggingareftirlitinum um avtøkumundið, verður avgjaldið útroknað í mun til avgjaldsgrundarlagið í seinastu roknskaparfráboðan. Eftirlitið kann í serligum førum góðkenna, at gjaldingin av avgjaldinum bíðar eftir samlaðu avgjaldsútrokningini.
Stk. 5. Tryggingareftirlitið kann í serligum førum seta avgjaldið niður.
§ 211 a. 1) Deildir her á landi hjá útlendskum feløgum, ið hava fingið loyvi at reka virksemi sambært § 7 í einum ES-landi ella í landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum, rinda árliga 15 prosent av tí, sum feløg av líknandi slag og stødd við føroyskum loyvi rinda, sbr. § 209. Um eitt eftirlitskollegium er stovnsett, skulu tó rindast 20 prosent av tí, sum feløg av líknandi slag og stødd við føroyskum loyvi skulu rinda eftir § 209. Minsta gjaldið er altíð 2.000 kr.
§ 212. Ársavgjaldið verður kravt inn í januar mánaði fyri undanfarna árið.
Stk. 2. Avgjøldini kunnu innheintast við panting.
Partur X
Gildiskomu- og skiftisreglur
Kapittul 20
Heimildar- og kærureglur
§ 213. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til Tryggingareftirlitið, kann hann áseta reglur um kærurætt, undir hesum, at kærur ikki kunnu leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika.
§ 214. 8) Avgerðir tiknar av Tryggingareftirlitinum ella av Skráseting Føroya eftir lógini ella reglum givnar við lógini kunnu av tí, sum avgerðin viðvíkur, leggjast fyri Føroya Kærustovn í seinasta lagi fýra vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Stk. 2. Verður ein avgerð, sum Tryggingareftirlitið hevur tikið um, at felagið skal fara í avtøku, ella tess tryggingarmongd verður tikin undir umsiting, umgjørd, skal Skráseting Føroya beinanvegin skráseta hetta. Eftirlitið skal, um felagið eigur fasta ogn, síggja til neyðuga tinglýsing.
Kapittul 21
Revsireglur
§ 215 1) 2) 5) Brot á § 7, stk. 1, 3 og 4, § 18, stk. 1, 2. pkt., § 19, 2. pkt., § 23, stk. 4, 5 og 7, § 28, § 30, stk. 1 og 5 og stk. 6, 1. pkt., § 31, stk. 1, §§ 32 og 36-38, § 46, stk. 1, §§ 46b og 46c, § 48, stk. 1, 2 og 4, § 49, stk. 4, sbr. stk. 3, nr. 1 og 2, § 49 a, § 50, stk. 1, § 51, § 52, stk. 1, § 58, stk. 1 og 3, §§ 59, 60 og 62, § 74, § 75, stk. 3, § 76, § 77, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 81, stk. 1, 2 og 8, §§ 105 a og 105 b, § 106, § 110, stk. 1 og 2, § 122, § 123, stk. 1-3, § 128, § 129, stk. 1 og § 135 verða revsað við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir, uttan so, at hægri revsing er heimilað eftir aðrari lóggávu.
Stk. 2. 1) 2) Brot á § 17, stk. 4 og 5, § 41, stk. 1, § 42, stk. 1, § 55, stk. 1-5, § 56, stk. 1, § 57, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2, § 61, stk. 1-6 og 10, § 61 a, stk. 1-7 og 9, §§ 61 b og 61 c, stk. 1-3, § 64, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3, 7 og 8, § 65, stk. 1-6, § 78, stk. 1, §§ 79 og 80, §§ 94, 95 og 103, § 111, stk. 1, 1. pkt. og stk. 4, § 112, stk. 1, § 113, stk. 1 og 2 og stk. 3, 1. pkt., §§ 114 og 115, § 116, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3, 2. pkt., §§ 117 og 118, § 119, stk. 1-3, § 120, 1. pkt., § 121, 1. pkt., § 126, stk. 1, § 127, stk. 2 og 5, § 193 b, stk. 3, umframt brot á art. 4 í Fyriskipan Ráðsins um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum, verða revsað við bót.
Stk. 3. 1) 2) Við bót verða revsað tryggingarfeløg, fíggjarligir haldfelagsskapir ella tryggingarhaldfelagsskapir, sum ikki gera eftir boðum, givin sbrt. § 193 b, stk. 1, 1. pkt., § 194, stk. 1, 1. pkt. ella § 196, stk. 1, og sum bróta ásetingina í § 112, stk. 1, í vinnufelagslógini. Við bót verður harumframt revsaður tann, sum ikki ger eftir boðum, givin sbrt. § 197, stk. 2 og stk. 3, 3. pkt.
Stk. 4. 1) Í reglum, givnar við heimild í lógini, kann verða ásett revsing við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir fyri brot á ásetingar í reglunum.
Stk. 5. 1) Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 6. 1) 2) Ein nevndar- ella stjórnarlimur í einum tryggingarfelag, einum fíggjarligum haldfelagsskapi ella einum tryggingarhaldfelagsskapi, sum ikki fremur neyðug tiltøk í sambandi við tap ella týðandi vanda fyri munandi tapi, verður revsaður við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir, um ikki hægri revsing er heimilað eftir aðrari lóggávu.
Stk. 7. 1) Persónur, sum er knýttur at einum tryggingarfelag, og sum letur almennum myndugleikum, almenninginum, vinnufelagsskipanum ella teimum tryggjaðu ella øðrum íleggjarum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um viðurskifti felagsins, ella sum ger seg sekan í grovum ella ofta endurtiknum vansketni ella ósketni, ið kann hava við sær tap fyri felagið ella tey tryggjaðu ella aðrar íleggjarar í tryggingarfelagnum, verður revsaður við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir, um ikki hægri revsing er heimilað eftir aðrari lóggávu.
Stk. 8. 1) Fyrningarfreistin fyri brot á ásetingar lógarinnar ella reglur, givnar við heimild í lógini, er 5 ár.
Stk. 9. 1) Tá ið revsing eftir stk. 1-3 verður ásett, skal dentur leggjast á, hvussu grovt brot, talan er um, og hvussu leingi brotið hevur verið framt.
§ 215 a. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at Tryggingareftirlitið í nærri ásettum førum um brot á ásetingar í hesi lóg, ið ikki metast at hava við sær hægri revsing enn bót, í einum sektaruppskoti kann boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar innan eina nærri ásetta freist at rinda eina í sektaruppskotinum ásetta bót.
Stk. 2. Ásetingar rættargangslógarinnar um krøv til innihaldið í ákæruritum í politimálum og um, at ein skuldsettur ikki hevur skyldu at úttala seg, verða at nýta á sama hátt fyri sektaruppskot.
Stk. 3. Verður tikið við bótini, fellur onnur rættarsókn burtur.
§ 216. Lata felagsins nevnd, stjórn, uttanhýsis grannskoðari, innanhýsis grannskoðanarleiðari, ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, avtøkustjóri, aðalumboð, deildarleiðari ella umboðsnevnd vera við rættstundis at gera tær skyldur, ið liggja á teimum sambært hesi lóg ella teimum sambært lógini givnu reglum, mótvegis Tryggingareftirlitinum ella Skráseting Føroya, kann Tryggingareftirlitið sum tvingsilsamboð áleggja viðkomandi dag- ella vikubøtur.
Stk. 2. Lýkur ein fyritøka, sum nevnt í § 193, stk. 3 og 4, ikki tær skyldur, sum sambært lógini áliggja fyritøkuni, kann Tryggingareftirlitið sum tvingsilsamboð áleggja fyritøkuni sum slíkari ella teimum persónum, sum hava ábyrgdina av fyritøkuni, dagligar ella vikuligar tvingsilsbøtur.
Stk. 3. 1) Um eitt tryggingarfelag ikki ger eftir boðum, givin sbrt. § 197, stk. 1 og 3, 1. pkt., kann felagnum verða álagt dag- ella vikutvingsilsbøtur.
Kapittul 22
Gildiskoma
§ 217. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2008
Stk. 2. Fyri feløg sum eru fevnd av § 1, stk. 3-6 fær lógin einans gildi hvat viðvíkur tryggingarvirksemi fevnt av fylgiskjali 1 (skaðatryggingarflokkar). Feløg nevnd í 1. pkt. fyri tann partin sum viðvíkur tryggingarvirksemi tvørturum landamørk, fáa rætt til tryggingarvirksemi fevnt av fylgiskjali 2 (lívstryggingarflokkar) tá hetta er ásett í kunngerð frá landsstýrismanninum.
§ 218. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi úr gildi.
Stk. 2. Kunngerðir, ið eru gjørdar við heimild í lógini, nevnd í stk. 1, verða verandi í gildi, til tær verða tiknar úr gildi, ella nýggjar reglur við heimild í hesi lóg koma í staðin.
Stk. 3. § 9, stk. 4 og stk. 6 í Ll. nr. 3 frá 13. februar 1996, verða verandi í gildi fyri lívstryggingarvirksemi og tvørgangandi eftirlønargrunnar, til landsstýrismaðurin hevur sett í gildi ta kunngerð, sum nevnd er í § 217, stk. 2, 2. pkt.
Skiftisreglur
§ 219. 1) (Strikað).
§ 220. 1) (Strikað).
§ 221. 1) (Strikað).
§ 222. 1) (Strikað).
§ 223. Ásetingar í hesi lóg, sum eru treytaðar av, at sínámillum avtala er gjørd, fáa virknað dagin eftir, at sínámillum avtala er sett í gildi millum Føroyar og ES ella einstøk ES-lond, sum ES hevur avtalu við.
Tórshavn, 9. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørt Samuelsen (sign.)
Lm. nr 154/2007
Fylgiskjal 1 – Tryggingarvirksemi – skaðatryggingarflokkar
1. Vanlukkur (heruppií arbeiðsvanlukkur og vinnusjúkur): Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjarligt tap, samansetingar av hesum, og persónsflutningur.
2. Sjúka: Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjarligt tap, og samansetingar av hesum.
3. Skrokktrygging av akførum: Allur skaði á motorrikin akfør og ikki motorrikin akfør.
4. Skrokktrygging av jarnbreytaakførum: allir skaðar á jarnbreytaakfør.
5. Skrokktrygging av flogførum: Allur skaði á flogfør.
6. Skrokktrygging av førum til sigling til havs ella á vøtnum og áum: Allur skaði á før til sjós, før á vøtnum og før í áum.
7. Farmaflutningur: (heruppií vørur, viðføri og allur annar farmur): Allur skaði á fluttar vørur ella viðføri uttan mun til slag av flutningsfari.
8. Eldur og náttúrumegi: Allur skaði á ogn (undantiknar ognir, ið koma undir økini 3, 4, 5, 6 og 7), tá ið tey eru elvd av eldi, spreinging, stormi, náttúrumegi (stormur undantikin), kjarnorkumegi ella skriðulopi.
9. Aðrir skaðar á ogn: Allur skaði á ogn (undantikið ogn, fevnd av økjunum 3, 4, 5, 6 og 7), tá ið hesir skaðar eru orsakaðir av heglingi, frosti ella av øllum øðrum orsøkum, t.d. tjóvarí, undantikin tey, ið nevnd eru undir nr. 8.
10. 1) Ábyrgdartrygging fyri motorrikin akfør á landi: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av motorriknum akførum (heruppií ábyrgd fraktførarans).
11. 1) Ábyrgdartrygging fyri flogfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av flogførum (heruppií ábyrgd fraktførarans).
12. 1) Ábyrgdartrygging fyri flutningsfør til sigling til havs, á vøtnum og í áum: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av førum til sigling til havs, á vøtnum og í áum (heruppií ábyrgd fraktførarans).
13. 1) Vanlig ábyrgdartrygging: Ein og hvør ábyrgd, ið ikki er tilskilað undir numrunum 10, 11 og 12
14. Kredittur: Vanligt fíggjartrot, útflutningskredittur, avgjaldssøla, fastognarveðtrygging og landbúnaðartrygging.
15. Borgan: Beinleiðis og óbeinleiðis borgan.
16. Ymiskt fíggjarligt tap: Arbeiðsloysisvandi, innheintingartap (vanligt), vána veður, tap av vinningi, framhaldandi aðalkostnaður, óvæntaðar handilsútreiðslur, tap av søluvirði, húsaleigu - ella inntøkutap, óbeinleiðis handilstap undantikið tey omanfyri nevndu, ikki vinnuligt fíggjarligt tap og onnur fíggjarlig tap.
17. Rættarhjálpartrygging: Rættarhjálpartrygging.
18. Hjálp: Hjálp til persónar, ið koma í trupulleikar undir flutningi ella undir fráveru frá bústaðnum ella fasta tilhaldinum.
Fylgiskjal 2 – Tryggingarvirksemi – lívstryggingarflokkar
I. Vanlig lívstrygging:
a. lívstrygging (serstakliga lívstreytað kapitaltrygging, uppathaldandi ella lívlong lívstrygging, lívstrygging við útgjalding á lívi, og lívstrygging við afturgjalding av tryggingargjaldi);
b. rentutrygging;
c. komplimenterar tryggingar teknaðar í tilknýti til lívstrygging (serstakliga trygging móti likamsskaða), heruppií óarbeiðsføri, og trygging móti deyða av vanlukkutilburði, ella trygging móti avlamni vegna vanlukkutilburð ella sjúku.
II. Hjúnabands- og føðingartrygging:
a. trygging, ið kemur til útgjaldingar við hjúnalag;
b. trygging, ið kemur til útgjaldingar við føðing.
III. Trygging, ið hevur tilknýti til íleggingargrunnar:
a. lívstrygging (serliga lívstreytað kapitaltrygging, uppathaldandi ella lívsvarandi trygging, lívstrygging við útgjalding á lívi, lívstrygging við afturgjalding av tryggingargjaldi, trygging, ið kemur til útgjaldingar við hjúnalag, og trygging, ið kemur til útgjaldingar við føðing;
b. rentutrygging.
IV. Permanent health insurance (varandi sjúkratrygging): Sjúkratrygging, sum verður teknað fyri eitt langt tíðarskeið, og sum ikki kann uppsigast av tryggingarfelagnum í øllum tíðarskeiðinum.
V. Tontinevirksemi, ið førir við sær stovnan av felagsskapum, við atliti at felags kapitalisering av tryggingargjøldunum og útgjalding av tí hervið vunnu ogn, antin til tey eftirlivandi ella til arvingarnar ella serrættindahavarar.
VI. Kapitaliseringsvirksemi grundað á tryggingarfrøðiligar útrokningar, og sum fevna um skyldur í eitt nærri ásett tíðarskeið og stødd á peningaupphædd, móti gjalding av eini eingangsupphædd ella frammanundan ásettum regluligum inngjaldingum.
Fylgiskjal 3
Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 1606/2002 af 19. juli 2002 om anvendelse af internationale regnskabsstandarder
Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 1606/2002 af 19. juli 2002
om anvendelse af internationale regnskabsstandarder
EUROPA-PARLAMENTET OG RÅDET FOR DEN EUROPÆISKE UNION HAR -
under henvisning til traktaten om oprettelse af Det Europæiske Fællesskab, særlig artikel 95, stk. 1,
under henvisning til forslag fra Kommissionen(1),
under henvisning til udtalelse fra Det Økonomiske og Sociale Udvalg(2),
efter proceduren i traktatens artikel 251(3), og
ud fra følgende betragtninger:
(1) Det Europæiske Råd fremhævede på sit møde i Lissabon den 23. og 24. marts 2000 behovet for at fremskynde virkeliggørelsen af det indre marked for finansielle tjenesteydelser, og satte 2005 som frist for implementeringen af Kommissionens handlingsplan for finansielle tjenesteydelser og opfordrede til, at der tages skridt til at forbedre sammenligneligheden af regnskaber, der udarbejdes af børsnoterede selskaber.
(2) Med henblik på at forbedre det indre markeds funktion bør det være et krav, at børsnoterede selskaber anvender et sæt internationale regnskabsstandarder af høj kvalitet ved udarbejdelsen af deres koncernregnskaber. Det er desuden vigtigt, at de standarder for regnskabsaflæggelse, der anvendes af selskaber i Fællesskabet, som er aktive på finansmarkederne, er accepteret internationalt og er egentlige globale standarder. Dette forudsætter en stadig større samordning af de internationalt anvendte regnskabsstandarder med det mål i sidste ende at opnå et fælles sæt globale regnskabsstandarder.
(3) Rådets direktiv 78/660/EØF af 25. juli 1978 om årsregnskaberne for visse selskabsformer(4), Rådets direktiv 83/349/EØF af 13. juni 1983 om konsoliderede regnskaber(5), Rådets direktiv 86/635/EØF af 8. december 1986 om bankers og andre penge- og finansieringsinstitutters årsregnskaber og konsoliderede regnskaber(6) og Rådets direktiv 91/674/EØF af 19. december 1991 om forsikringsselskabers årsregnskaber og konsoliderede regnskaber(7) vedrører ligeledes børsnoterede selskaber i Fællesskabet. Kravene til regnskabsaflæggelse i ovennævnte direktiver kan ikke sikre den høje grad af gennemsigtighed og sammenlignelighed i forbindelse med regnskabsaflæggelse i alle børsnoterede selskaber i Fællesskabet, der er en betingelse for opbygningen af et integreret kapitalmarked, som fungerer virkningsfuldt, gnidningsløst og effektivt. Det er derfor nødvendigt at supplere de retlige rammer
for børsnoterede selskaber.
(4) Denne forordning sigter på at bidrage til, at kapitalmarkedet fungerer effektivt og omkostningseffektivt. Investorbeskyttelsen og bevarelsen af tilliden til de finansielle markeder er også et vigtigt aspekt af virkeliggørelsen af det indre marked på dette område. Denne forordning styrker kapitalens frie bevægelighed på det indre marked og hjælper til at sætte selskaber i Fællesskabet i stand til at konkurrere på lige fod om de finansielle ressourcer på Fællesskabets kapitalmarkeder såvel som på de internationale kapitalmarkeder.
(5) Det er vigtigt for Fællesskabets kapitalmarkeders konkurrenceevne, at de standarder, der anvendes i Europa ved udarbejdelse af regnskaber, tilnærmes internationale regnskabsstandarder, der kan bruges globalt, ved grænseoverskridende transaktioner og børsnotering overalt i verden.
(6) Den 13. juni 2000 offentliggjorde Kommissionen sin meddelelse "EU's regnskabsstrategi: vejen frem", hvori den foreslog, at alle børsnoterede selskaber i Fællesskabet inden 2005 går over til at udarbejde deres koncernregnskaber i henhold til et enkelt sæt regnskabsstandarder, International Accounting Standards (IAS).
(7) Internationale regnskabsstandarder (IAS) udarbejdes af International Accounting Standards Committee (IASC), hvis formål er at udarbejde et fælles sæt globale regnskabsstandarder. I forlængelse af omstruktureringen af IASC besluttede den nye instans (the Board) den 1. april 2001 som en af sine første beslutninger at ændre IASC's navn til International Accounting Standards Board (IASB) og hvad angår fremtidige internationale regnskabsstandarder at ændre betegnelsen IAS til International Financial Reporting Standards (IFRS). Disse standarder bør, når det er muligt, og forudsat at de sikrer en høj grad af gennemsigtighed og sammenlignelighed i forbindelse med regnskabsaflæggelse i Fællesskabet, gøres obligatoriske for alle børsnoterede selskaber i Fællesskabet.
(8) Foranstaltninger til gennemførelse af denne forordning bør vedtages i overensstemmelse med Rådets afgørelse 1999/468/EF af 28. juni 1999 om fastsættelse af de nærmere vilkår for udøvelsen af de gennemførelsesbeføjelser, der tillægges Kommissionen(8), og under hensyntagen til Kommissionens erklæring i Europa-Parlamentet den 5. februar 2002 om gennemførelse af lovgivningen om finansielle tjenesteydelser.
(9) Vedtagelse af en international regnskabsstandard med henblik på dens anvendelse i Fællesskabet forudsætter for det første, at den opfylder de nævnte rådsdirektivers grundlæggende krav, dvs. at dens anvendelse fører til et pålideligt billede af et selskabs økonomiske stilling og resultat, idet dette princip må ses i lyset af de nævnte rådsdirektiver, men der kræves ikke en nøje overensstemmelse med hver enkelt bestemmelse heri. For det andet er det nødvendigt, at regnskabsstandarden i overensstemmelse med konklusionerne fra samlingen i Rådet den 17. juli 2000 er i offentlighedens interesse i EU, og endelig at den opfylder de grundlæggende kriterier, for så vidt angår kvaliteten af de oplysninger, der kræves, for at regnskaberne kan være nyttige for brugerne.
(10) Et regnskabsteknisk udvalg vil yde støtte og ekspertbistand til Kommissionen ved vurderingen af internationale regnskabsstandarder.
(11) Godkendelsesmekanismen bør sikre en hurtig behandling af foreslåede internationale regnskabsstandarder og også være et middel til at anspore til drøftelser, overvejelser og informationsudveksling om internationale regnskabsstandarder blandt de berørte hovedparter, særlig nationale organisationer, der udarbejder regnskabsstandarder, tilsynsmyndigheder inden for områderne værdipapirer, bankvæsen og forsikring, centralbanker, herunder Den Europæiske Centralbank, regnskabs- og revisorbranchen og brugere og producenter af regnskaber. Denne mekanisme bør være et middel til at skabe fælles forståelse for vedtagne internationale regnskabsstandarder i Fællesskabet.
(12) I overensstemmelse med proportionalitetsprincippet er foranstaltningerne i denne forordning, der indebærer, at børsnoterede selskaber skal anvende et fælles sæt regnskabsstandarder, nødvendige for at realisere det mål at bidrage til, at kapitalmarkederne i Fællesskabet fungerer effektivt og omkostningseffektivt, og dermed til virkeliggørelsen af det indre marked.
(13) I overensstemmelse med samme princip er det nødvendigt i forbindelse med årsregnskaber at give medlemsstaterne mulighed for at tillade eller kræve, at børsnoterede selskaber udarbejder dem i overensstemmelse med internationale regnskabsstandarder, der er vedtaget efter den procedure, der er fastsat i denne forordning. Medlemsstaterne kan beslutte at udvide denne tilladelse eller dette krav til også at omfatte andre selskaber, for så vidt angår udarbejdelsen af disse selskabers koncernregnskaber og/eller årsregnskaber.
(14) For at fremme en udveksling af synspunkter og gøre det muligt for medlemsstaterne at samordne deres holdninger bør Kommissionen regelmæssigt informere Regnskabskontroludvalget om igangværende projekter, diskussionsoplæg, rapporter samt udkast og forslag til regnskabsstandarder, der udsendes af IASB, samt om Det Regnskabstekniske Udvalgs arbejde i denne forbindelse. Det er tillige vigtigt, at Regnskabskontroludvalget orienteres på et tidligt tidspunkt, hvis Kommissionen ikke agter at foreslå vedtagelse af en international regnskabsstandard.
(15) I forbindelse med Kommissionens overvejelser om og udarbejdelse af holdninger til dokumenter og oplæg udsendt af IASB i forbindelse med udviklingen af internationale regnskabsstandarder (IFRS og Standing Interpretations Committee Rulings (SIC-fortolkninger)) bør den tage hensyn til det vigtige i at undgå ugunstige konkurrenceforhold for europæiske selskaber, der er aktive på det globale marked, og i videst muligt omfang til de synspunkter, der er fremsat af delegationerne i Regnskabskontroludvalget. Kommissionen vil være repræsenteret i IASB's organer.
(16) En korrekt og effektiv gennemførelsesordning er afgørende for at sikre investorernes tillid til finansmarkederne. Medlemsstaterne skal i henhold til EF-traktatens artikel 10 træffe foranstaltninger, der er egnede til at sikre overholdelsen af internationale regnskabsstandarder. Kommissionen agter at samarbejde med medlemsstaterne, i særdeleshed via EU-udvalget for Værdipapirtilsynsmyndigheder (CESR), om at udvikle en fælles strategi vedrørende gennemførelse.
(17) Endvidere er det nødvendigt at tillade medlemsstaterne at udsætte anvendelsen af visse bestemmelser til 2007 for de selskaber, der er børsnoterede både i Fællesskabet og på et reguleret tredjelandsmarked, og som i forvejen anvender et andet sæt internationalt accepterede standarder som det primære grundlag for deres koncernregnskaber, såvel som for selskaber, som kun har børsnoterede obligationer. Det er imidlertid afgørende, at et fælles sæt globale internationale regnskabsstandarder, IAS, senest i 2007 gælder for alle børsnoterede selskaber i Fællesskabet, hvis aktier omsættes på et reguleret marked i Fællesskabet.
(18) Med henblik på at medlemsstaterne og selskaberne kan foretage de tilpasninger, som er nødvendige for anvendelsen af internationale regnskabsstandarder, kan visse bestemmelser først gennemføres i 2005. Der bør udarbejdes passende bestemmelser om selskabernes første anvendelse af IAS som følge af denne forordnings ikrafttræden. Disse bestemmelser bør udarbejdes på internationalt plan for at sikre international anerkendelse af de vedtagne løsninger
-
UDSTEDT FØLGENDE FORORDNING:
Artikel 1
Mål
Formålet med denne forordning er vedtagelse og anvendelse af internationale regnskabsstandarder i Fællesskabet med henblik på at harmonisere de i artikel 4 anførte selskabers finansielle oplysninger for at opnå en høj grad af gennemsigtighed og sammenlignelighed i forbindelse med årsregnskaber og at sikre, at Fællesskabets kapitalmarked og det indre marked fungerer effektivt.
Artikel 2
Definitioner
I denne forordning forstås ved "internationale regnskabsstandarder" International Accounting Standards (IAS), International Financial Reporting Standards (IFRS) og hermed forbundne fortolkninger (SIC/IFRIC-fortolkninger), efterfølgende ændringer af disse standarder og hermed forbundne fortolkninger, fremtidige standarder og hermed forbundne fortolkninger, der udarbejdes eller vedtages af International Accounting Standards Board (IASB).
Artikel 3
Vedtagelse og anvendelse af internationale regnskabsstandarder
1. Efter proceduren i artikel 6, stk. 2, træffer Kommissionen afgørelse om anvendelse af de internationale regnskabsstandarder i Fællesskabet.
2. De internationale regnskabsstandarder kan kun vedtages, hvis:
- de er i overensstemmelse med principperne i artikel 2, stk. 3, i direktiv 78/660/EØF og artikel 16, stk. 3, i direktiv 83/349/EØF samt er i den europæiske offentligheds interesse, og
- de opfylder kravene om gennemsigtighed, relevans, pålidelighed og sammenlignelighed, der kræves i forbindelse med de finansielle oplysninger, der er nødvendige for at træffe økonomiske afgørelser og evaluere virksomhedens ledelse.
3. Kommissionen træffer efter proceduren i artikel 6, stk. 2, inden den 31. december 2002 afgørelse om, hvorvidt de internationale regnskabsstandarder, der findes på tidspunktet for denne forordnings ikrafttræden, skal anvendes i Fællesskabet.
4. Vedtagne internationale regnskabsstandarder offentliggøres i deres fulde udstrækning på hvert af Fællesskabets sprog som Kommissionens forordning i De Europæiske Fællesskabers Tidende.
Artikel 4
Koncernregnskaber for børsnoterede selskaber
For hvert regnskabsår, der starter den 1. januar 2005 eller senere, udarbejder selskaber, der reguleres af en medlemsstats lovgivning, deres koncernregnskaber i overensstemmelse med de internationale regnskabsstandarder, der vedtages efter proceduren i artikel 6, stk. 2, hvis deres værdipapirer på balancetidspunktet omsættes på et reguleret marked i en medlemsstat som defineret i artikel 1, nr. 13, i Rådets direktiv 93/22/EØF af 10. maj 1993 om investeringsservice i forbindelse med værdipapirer(9).
Artikel 5
Muligheder med hensyn til årsregnskaber og ikke-børsnoterede selskaber
Medlemsstaterne kan tillade eller kræve
a) at de selskaber, der er omhandlet i artikel 4, udarbejder deres årsregnskaber
b) at andre selskaber end de i artikel 4 omhandlede udarbejder deres koncernregnskaberog/eller årsregnskaber
i overensstemmelse med de internationale regnskabsstandarder, der vedtages efter proceduren i artikel 6, stk. 2.
Artikel 6
Udvalgsprocedure
1. Kommissionen bistås af et regnskabskontroludvalg, i det følgende benævnt "udvalget".
2. Når der henvises til dette stykke, anvendes artikel 5 og 7 i afgørelse 1999/468/EF, jf. dennes artikel 8.
Perioden i artikel 5, stk. 6, i afgørelse 1999/468/EF fastsættes til tre måneder.
3. Udvalget vedtager selv sin forretningsorden.
Artikel 7
Rapportering og samordning
1. Kommissionen samarbejder løbende med udvalget vedrørende igangværende IASBprojekters status og de dokumenter, som IASB i denne forbindelse udarbejder, for at samordne holdningerne og fremme drøftelser vedrørende vedtagelse af standarder, der vil kunne blive resultatet af disse projekter og dokumenter.
2. Kommissionen underretter hurtigst muligt udvalget, hvis den ikke agter at foreslå vedtagelse af en standard.
Artikel 8
Underretning
Såfremt medlemsstaterne træffer foranstaltninger i medfør af artikel 5, underretter de
omgående Kommissionen og de øvrige medlemsstater herom.
Artikel 9
Overgangsbestemmelser
Uanset artikel 4 kan medlemsstaterne fastlægge, at kravene i artikel 4 kun finder anvendelse for regnskabsår, der starter i januar 2007 eller senere, på de selskaber:
a) hvis obligationer kun kan omsættes på et reguleret marked som defineret i artikel 1, nr. 13, i direktiv 93/22/EØF, eller
b) hvis værdipapirer er børsnoteret i et tredjeland, og som med henblik herpå har anvendt internationalt accepterede regnskabsstandarder fra et regnskabsår, der startede før offentliggørelsen af denne forordning i De Europæiske Fællesskabers Tidende.
Artikel 10
Oplysning og undersøgelse
Kommissionen undersøger denne forordnings virkemåde og forelægger inden den 1. juli 2007 Europa-Parlamentet og Rådet en rapport herom.
Artikel 11
Ikrafttræden
Denne forordning træder i kraft på tredjedagen efter offentliggørelsen i De Europæiske Fællesskabers Tidende.
Denne forordning er bindende i alle enkeltheder og gælder umiddelbart i hver medlemsstat.
Udfærdiget i Bruxelles, den 19. juli 2002.
På Europa-Parlamentets vegne
P. Cox
Formand
På Rådets vegne
T. Pedersen
Formand
(1) EFT C 154 E af 29.5.2001, s. 285.
(2) EFT C 260 af 17.9.2001, s. 86.
(3) Europa-Parlamentets udtalelse af 12.3.2002 (endnu ikke offentliggjort i EFT) og Rådets afgørelse af 7.6.2002.
(4) EFT L 222 af 14.8.1978, s. 11. Senest ændret ved Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2001/65/EF (EFT L 283 af 27.10.2001, s. 28).
(5) EFT L 193 af 18.7.1983, s. 1. Senest ændret ved Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2001/65/EF.
(6) EFT L 372 af 21.12.1986, s. 1. Senest ændret ved Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2001/65/EF.
(7) EFT L 374 af 31.12.1991, s. 7.
(8) EFT L 184 af 17.7.1999, s. 23.
(9) EFT L 141 af 11.6.1993, s. 27. Senest ændret ved Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2000/64/EF (EFT L 290 af 17.11.2000, s. 27).
1) Broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, har §§ 2 og 3 ljóða soleiðis: “§ 2 Í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðanarlógina og tryggingarlógina verður § 5 strikað. § 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 30. apríl 2018.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, har § 6 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 22. apríl 2021.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, har § 5 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2019. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 58 a, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 1, nr. 4, § 15 g, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 2, nr. 3, § 56 b, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 3, nr. 3, og § 17, stk. 4, 1. pkt., sum ásett í § 4, nr. 2, koma í gildi. Landsstýrismaðurin kann áseta skiftisskipanir.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, har § 24 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”