25. mai 2009Nr. 55
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir
§ 1
Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26. mai 1988, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 10 verður sum nýggj § 11 sett:
“§ 11. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan í avgerðum, sum sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrismannin, til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.”
2) § 11 verður hereftir § 12.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis verður danski lógarteksturin strikaður.
Tórshavn 25, mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 92-2008