26. mai 2011Nr. 55
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 17. februar 2010, verður § 1, stk. 2, nr. 18 orðað soleiðis:
“18) Sjórættur, sjóuppmerking og vitaverk.”
§ 2
Løgtingslógin kemur í gildi 1. august 2011.
Tórshavn, 26. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 189/2010