Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2021Nr. 56
Løgtingslóg um økisnøvn á internetinum
(Netøkisnavnalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál og nýtsluøki
§ 1. Endamál løgtingslógarinnar er at skipa karmarnar fyri atgongd, nýtslu og umsiting av økisnøvnum, sum eru tillutað Føroyum ella økisnøvnum, sum á annan hátt eru knýtt at Føroyum.
§ 2. Løgtingslógin er galdandi fyri økisnavnið .fo, og fyri onnur økisnøvn, sum verða tillutað, ella á annan hátt eru knýtt at Føroyum.
Kapittul 2
Útboð og leingjan
§ 3. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættindini til at umsita eitt ella fleiri økisnøvn, sum eru tillutað Føroyum, verða boðin út, ella at eitt verandi loyvi til at umsita eitt ella fleiri økisnøvn verður longt.
Stk. 2. Tekur landsstýrismaðurin avgerð um at bjóða út sambært stk. 1, ásetur landsstýrismaðurin nærri reglur um:
1) hvørji økisnøvn eru fevnd av útboðnum,
2) loyvistíðarskeiðið og leingjan av verandi loyvi,
3) treytir, sum dentur skal leggjast á, tá mett verður um innkomin tilboð, og
4) ta støðu, at tikið ikki verður av nøkrum tilboði, heruppií at ábyrgdin av umsitingini verður løgd til Fjarskiftiseftirlitið, inntil ein umsitari verður útnevndur, ella at økisnavnið ikki skal nýtast.
Stk. 3. Verður verandi loyvi longt sambært stk. 1, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur og treytir í sambandi við leingjan av loyvinum.
§ 4. Um avgerð verður tikin um at bjóða út eftir § 3, stk. 1, ásetur Fjarskiftiseftirlitið nærri reglur um fremjan av útboðnum. Reglurnar kunnu fevna um útboðstilfar, fyritreytir fyri luttøku í útboðnum, endurgjald og revsing fyri brot á reglur fyri útboðnum, heruppií burturvísing frá útboðnum, o.a. Eisini kann Fjarskiftiseftirlitið áseta, at luttakararnir bera útreiðslurnar av, at útboðið verður fyrireikað.
Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið útnevnir vinnaran av útboðnum, og gevur út loyvi til at umsita økisnavnið, sum útboðið fevnir um.
Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið ásetur loyvistreytirnar samsvarandi tí givna tilboðnum.
§ 5. Um Fjarskiftiseftirlitið yvirtekur umsitingina orsakað av reglum, ásettar við heimild í § 3, stk. 2, nr. 4, afturtøku av loyvinum sambært § 22, stk. 1, ella tí umsitari letur loyvið inn aftur, eru § 6, stk. 1 og 2, § 7, § 10, stk. 5 og § 18 ikki galdandi fyri umsitingina hjá Fjarskiftiseftirlitinum.
Stk. 2. Um Fjarskiftiseftirlitið fyribils yvirtekur umsitingina sambært § 3, stk. 2, nr. 4 ella § 22, stk. 2 krevur Fjarskiftiseftirlitið gjald frá skrásettum fyri útreiðslurnar av umsitingini eftir somu reglum og meginreglum sum umsitari.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um gjald sambært stk. 2.
Kapittul 3
Skyldur hjá umsitara
§ 6. Umsitari skal hava breiða umboðan av luttakarum úr føroyska internet samfelagnum, heruppií umboð fyri privatar brúkarar, professjonellar brúkarar og veitarar. Samanumtikið skal umsitari hava hóskandi førleikar til at umsita økisnavnið sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Virksemið hjá umsitara kann ikki útinnast við vinningi fyri eyga, og umsitari skal vera kostnaðartilvitaður í síni umsiting.
Stk. 3. Umsitari skal í mest møguligan mun tryggja, at økisnavnið verður umsitið til gagns fyri vinnuna, tað almenna og einstaklingar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um umsitingina av einum ávísum ella av fleiri økisnøvnum.
§ 7. Umsitari ger viðtøkur fyri virksemið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna viðtøkurnar og broytingar í viðtøkunum sambært stk. 1.
Stk. 3. Í seinasta lagi 5 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, letur umsitari landsstýrismanninum ein grannskoðaðan ársroknskap við frágreiðing um virksemið í farna árinum. Landsstýrismaðurin kann biðja um útgreiningar í sambandi við roknskaparuppsetanina.
Stk. 4. Umsitari almannakunnger grannskoðaðu ársfrásøgnina.
§ 8. Umsitari skal áseta handilstreytir fyri økisnøvn, sum viðkomandi umsitur. Handilstreytirnar kunnu fevna um:
1) brúksskyldu,
2) skráseting og nýtslu av økisnøvnum, og
3) striking av einum skrásettum økisnavni.
Stk. 2. Umsitari tekur avgerð um, hvørt handilstreytirnar sambært stk. 1 eru yvirhildnar.
Stk. 3. Handilstreytirnar sambært stk. 1 mugu ikki stríða ímóti góðum økisnavnasiði.
Stk. 4. Umsitari skal tryggja gjøgnumskygni í umsitingini, heruppií at handilstreytir o.a., sum hevur týdning fyri skráseting og nýtslu av økisnøvnum, eru atkomulig fyri almenningin á heimasíðu umsitarans.
Stk. 5. Umsitari skal kunna alment um týðandi broytingar í handilstreytunum og um onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri skráseting og nýtslu av økisnøvnum, áðrenn hesi koma í gildi.
§ 9. Umsitari skal stovna og dagføra dátugrunn við upplýsingum um skrásetarar av økisnøvnum.
Stk. 2. Upplýsingar, sum verða skrásettar, eru navn, teldupostur, bústaður og telefonnummar. Umsitari kann í handilstreytunum áseta krav um aðrar neyðugar upplýsingar.
Stk. 3. Umsitari skal á heimasíðu síni veita upplýsingar um skrásetingardag, útgongudag og seinastu dagføring.
Stk. 4. Eftir áheitan frá skrásetara skal umsitari tryggja, at upplýsingar sambært stk. 1 ikki verða alment atkomuligar, um upplýsingarnar sambært aðrari lóggávu eru undantiknar frá almannakunngerð, og umsitari ikki av egnum ávum kann staðfesta hetta við at sláa tað upp í einari almennari skrá. Upplýsingarnar kunnu tó latast víðari, um hetta er krav sambært aðrari lóggávu.
§ 10. Umsitari skal tryggja støðugan, tryggan og óslitnan rakstur av økisnøvnunum, sum umsitari hevur ábyrgd av.
Stk. 2. Umsitari skal hava og viðlíkahalda trygdarpolitikk fyri økið.
Stk. 3. Umsitari skal gera avtalur við triðjapartar um:
1) kt-grannskoðan, og
2) varðveitslu av øllum dátum fyri .fo økið og møgulig onnur økisnøvn.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um innihaldið í trygdarpolitikkinum, heruppií trygdarkrøv og trygdarstandardar, krøv til kt-grannskoðan, krøv um at ávísar skráir bert mugu goymast í einum góðkendum landi o.a.
Stk. 5. Umsitari skal senda Fjarskiftiseftirlitinum avrit av avtalunum um varðveitslu og kt-grannskoðan.
§ 11. Umsitari kann útveita alla ella partar av umsitingini, undir hesum tøkniliga raksturin, til ein ella fleiri undirveitarar.
Stk. 2. Umsitari skal tryggja, at umsitingin, sum sambært stk. 1 er latin øðrum, er sambært ásetingunum í hesi løgtingslóg og reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini.
§ 12. Umsitari kann útveita alla ella partar av skrásetingarmannagongdini til ein triðjapart.
Stk. 2. Umsitari skal almannakunngera, hvør er góðkendur at skráseta økisnøvn.
Stk. 3. Umsitari kann áseta handilstreytir og treytir fyri tann, ið tekur sær av at skráseta økisnøvn.
Kapittul 4
Skráseting og nýtsla av økisnøvnum
§ 13. Skrásetarar mugu ikki skráseta og nýta økisnøvn í ósamsvari við góðan økisnavnasið.
Stk. 2. Skrásetarar mugu ikki skráseta og varðveita skrásetingar av økisnøvnum bert við víðarisølu ella útleigan fyri eyga.
Kapittul 5
Útskifting av umsitara
§ 14. Umsitari skal tryggja, at umsitingin í í mest møguligan mun kann halda fram sum higartil í sambandi við, at umsitingin av einum økisnavni verður latin einum nýggjum umsitara.
Stk. 2. Umsitari skal kostnaðarfrítt geva nýggjum umsitara allar upplýsingar um verandi avtalur við skrásetarar og aðrar upplýsingar, sum eru viðkomandi til tess at yvirtaka og reka virksemið víðari.
Stk. 3. Kemur umsitari undir trotabúsviðgerð verða verandi avtalur við skrásetarar latnar tí nýggja umsitaranum.
Stk. 4. Ein nýggjur umsitari gerst partur í teimum avtalum, sum fyrrverandi umsitari hevur gjørt við skrásetarar av økisnøvnum við virknaði frá yvirtøkutíðspunktinum, ið er ásett í loyvinum, sum verður givið sambært § 4, stk. 2, eftir avgerð sambært § 22, stk. 2 ella eftir reglum, ásettar við heimild í § 3, stk. 2, nr. 4. Tann fyrrverandi umsitarin verður leysur av sínum skyldum sambært hesum avtalum frá yvirtøkutíðspunktinum.
§ 15. Handilstreytirnar hjá einum nýggjum umsitara koma í gildi á yvirtøkudegnum uttan nakra fráboðan frammanundan.
§ 16. Heldur umsitari uppat, verður virksemið avtikið sambært ásetingunum í viðtøkunum, sbr. § 7, stk. 1.
Kapittul 6
Økisnøvn, sum á annan hátt eru knýtt at Føroyum
§ 17. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tilgongdina o.a. í sambandi við at søkt verður um økisnavn, sum á annan hátt er knýtt at Føroyum, og áseta reglur og treytir fyri hesi økisnøvn.
Kapittul 7
Eftirlit, upplýsingar og elektroniskt samskifti
§ 18. Fjarskiftiseftirlitið hevur eftirlit við, at løgtingslógin og reglur, ásettar við heimild í løgtingslógini, umframt treytir, ásettar í loyvum, ið eru givin sambært løgtingslógini, verða yvirhildnar.
Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann geva umsitara boð um at halda ásetingarnar og treytirnar, sum eru nevndar í stk. 1.
Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið kann krevja allar upplýsingar og tilfar frá umsitara, heruppií útgreiningar í sambandi við roknskaparuppsetanina, uppgerð av marknaðarpørtum, nettosølu, gjaldsfreistir o.a., um tað verður mett viðkomandi í sambandi við umsiting og eftirlit sambært løgtingslógini.
Stk. 4. Um ósemja ella ivamál er um, hvørjar avtalur og upplýsingar eru viðkomandi eftir § 14, stk. 2, kann Fjarskiftiseftirlitið taka avgerð í málinum.
§ 19. Umsitarar, sum hava fingið loyvi sambært § 3, stk. 1 ella § 4, stk. 2 í hesi løgtingslóg, bera útreiðslurnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum av uppgávum sambært løgtingslógini.
Stk. 2. Eru fleiri umsitarar, verða útreiðslur Fjarskiftiseftirlitsins sambært stk. 1 býttar millum umsitararnar, í mun til teirra marknaðarpart álmanakkaárið frammanundan, av nettosøluni, ið er treytað av loyvinum sambært § 3, stk. 1.
§ 20. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá myndugleikum um viðurskifti, sum eru fevnd av løgtingslógini ella reglum, settar í gildi við heimild í løgtingslógini, skal fara fram elektroniskt, og kann áseta reglur um, at trygt elektroniskt samskifti skal nýtast.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um elektroniskt samskifti, heruppií um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serstøk snið og talgilda undirskrift o.a.
Stk. 3. Eini elektronisk boð verða mett at vera komin fram, tá tey eru atkomulig fyri móttakaran av boðunum.
Kapittul 8
Tvingsilsbøtur og afturtøka av loyvum
§ 21. Fjarskiftiseftirlitið kann áleggja tvingsilsbøtur, um umsitari ikki fremur gerðir ella undanlát sambært §§ 9 og 10 og § 14, stk. 1 og 2, sum áliggja umsitara.
§ 22. Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt loyvi, um umsitari grovliga ella ferð eftir ferð fremur brot á løgtingslógina, á reglur, settar í gildi við heimild í løgtingslógini, ella treytir í einum loyvi, sum er givið sambært løgtingslógini, ella virksemi hjá umsitara av øðrum orsøkum heldur uppat í loyvistíðini.
Stk. 2. Um Fjarskiftiseftirlitið tekur aftur eitt loyvi, sambært stk. 1, tekur landsstýrismaðurin avgerð um, hvørt eitt útboð skal vera fyri viðkomandi økisnavn, sambært § 3, og um Fjarskiftiseftirlitið fyribils skal taka á seg umsitingina, inntil ein nýggjur umsitari er útnevndur, sambært § 4, stk. 2.
Kapittul 9
Kæra
§ 23. Avgerðir hjá Fjarskiftiseftirlitinum eftir hesi løgtingslóg kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Avgerðir tiknar sambært §§ 3 og 4 og reglum, ásettar við heimild í hesum ásetingum, og sambært § 18, stk. 4, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 10
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2021.
Stk. 2. Henda løgtingslóg, umframt handilstreytir og aðrar treytir sambært § 8, eru eisini galdandi fyri skrásetingar av økisnøvnum, sum eru gjørdar, áðrenn løgtingslógin kom í gildi.
Stk. 3. Uttan mun til stk. 1 og 2 fær § 13, stk. 2 ikki gildi fyrr enn tann 1. juli 2026 fyri økisnøvn, sum vóru skrásett, tá løgtingslógin kom í gildi.
Í Tinganesi, 4. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 103/2020