Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2013Nr. 56
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
(Forsorgarlógin – bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar.
1. Í § 16 verður stk. 1 strikað.
2. Í § 16, stk. 2, sum eftir hetta verður stk. 1, verður “,” eftir orðið “afdelinger” broytt til: “sbrt. § 27 og § 32, og”, og ”for institutionernes ledelse og drift samt regler” og ”Landsstyret kan indhente en udtalelse fra Socialministeriet.”, verður strikað.
3. § 16, stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um trygdarfyriskipanir á bú- og viðgerðarstovnum og á stovnslíknandi fyriskipanum sbrt. § 27 og vardum bústøðum sbrt. § 32 og skyldu at veita hesi tilboð til persónar:
1) sum sbrt. rættarúrskurði skulu sinniskannast,
2) sum sbrt. rættarúrskurði ella dómi skulu setast í vardan bústað ella vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settir í vardan bústað, ella
3) sum treyt fyri ákæruafturtøku ella royndarleysgeving verða settir í vardan bústað, ella vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settir í vardan bústað.“
4. Í § 16 verða stk. 4 og 5 strikað.
5. Yvirskriftin yvir § 27 verður orðað soleiðis:
“Bú- og viðgerðartilboð”.
6. § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Tilboð til persónar við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum kann veitast á bú- og viðgerðarstovnum og á stovnslíknandi fyriskipanum.
Stk. 2. Tilboð sbrt. stk. 1 kann veitast persónum á bú- og viðgerðarstovni ella stovnslíknandi fyriskipan uttanlands, um einki nøktandi tilboð kann veitast í Føroyum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum at stovnseta og reka bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir sambært nærri ásettum treytum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við bú- og viðgerðarstovnum og stovnslíknandi fyriskipanum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um virksemi á bú- og viðgerðarstovnum og stovnslíknandi fyriskipanum, reglur um upptøku og gjald og treytir fyri at veita tilboð uttanlands.”
7. Í § 41 b verður í 1. pkt.“om pension til enker og andre enlige kvinder samt” og í 2. pkt. “§§ 27-31 og“, strikað.
8. Í kappitul VI undir ”ikrafttrædelsesbestemmelser” verður § 3 strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2013.
Tórshavn, 14. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 115/2012